NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Maverick spílar seg ordiliga út til dystin í morgin

25/7/2023

Comments

 
Picture
Vit hita upp frá klokkan 16:00 og hjá okkum kostar ein bip bara 30,00 kr. tað er well. Eisini hava vit skaffa okkum eina útibarr frá Føroya Bjór og veðurmaðurin hevur lovað gott veður í morgin, so hví ikki njóta eina kalda í tí góða veðrinum.

Síðst KÍ leikti var Maverick sera væl vitja og tað var einastandandi gott lív í og tað føldist næstan sum man var á vøllinum í Budapest. Øll vóru við uppá tað og tað bleiv ein søguligur sigur, heili 3-0.

Dysturin í morgin verður vístir bæði á loftinum og stór skerminum, so tað er bara at koma forbí og tað BESTA, tað er ókeypist at koma inn.

Vit síggjast í Maverick til ein rimmar dyst. Koyr á KÍ.

Comments

Maverick spílar seg út til dystin í kvøld, vit lata upp klokkan 16:00

11/7/2023

Comments

 
PictureMaverick Barr og Símun á Høvdanum hava altíð stuðla KÍ við lív og sál og tað gera vit sanniliga eisini í kvøld. Vónandi stuðla KÍ fjepparnir, Bláa Bylgjan og Bláa rutan eisini Maverick í dag og í kvøld.
Maverick Barr vísir sjálvandi KÍ - Ferensczvarosi beinleiðis í kvøld og fara vit at hita upp frá klokkan 16:00.

Kringvarp Føroya byrjar at senda klokkan 19:35 og plagar at vera sera nógv fólk í Maverick til beinleiðis dystir og tískil vísa vit eisini dystin á loftinum.

Kom forbí og heppa KÍ til sigurs og eitt gott, tað er ókeypist at koma inn í Maverick.

Koyr á KÍ og vit siga ikki tað sum formaðurin í KÍ Tummas Lervig segði í Útvarpinum í morgun, at KÍ tapir dystin, NEI vit VINNA dystin.
 
Vit eru øll blá í kvøld.

Koyr á KÍ, vit síggjast í Maverick.




Comments

Bátatreff í Klaksvík hetta vikurskiftið

7/7/2023

Comments

 
Picture
Norðoya Bátafelag skipar fyri bátatreffi hetta vikuskiftið. Byrjað verður í dag og endar bátatreffi sunnumorgunin við morgunmati. ´

Nógv er á skránni, eitt nú regattasigling, tónleikur, felagssangur, grillað, morgunmatur o.a. Skráin er hendan:

Skráin fyri bátahugna í Klaksvík 2023

Fríggjadagur 7. Juli:
Hugni við felagssangi í tjaldinum kl 20.00

Leygardagin 8. Juli:
Morgunmatur í tjaldinum kl 9 til 11.
Regattasigling frá Húsar á Kallsoynni kl 14.00 (Ættin og sjóvarfallið avgerð hvar frá)
Koma til kei umleið kl 15.00
Tónleikur á økinum kl 15.30
Grillað til øll kl 17.00
Hugni í tjaldinum, bátsfólk framføra.

Sunnudagur 9. Juli:
Morgunmatur kl 9.30

Møguligar broytingar og kunning verur á Facebook síðuni hjá Norðoya Bátafelag, klikk her: Norðoya Bátafelag

Norðoya Bátafelag

Her uppdateraður listi yvir bátarnar:
1 Vágslíð
2 Gaia
3 Tóra
4 Emma
5 Skarven
6 Ria M
7 Botnstindur
8 Mulli
9 Elin
10 Sóley
11 Ásla
12 Glettingurin
13 Bøllur
14 Marita
15 Tvey Syskin
16 Duritana
17 Siesta
18 Jóhanna KG
19 Baranda
20 Sumbian
21 Mika
22 Eilin 23
Sir Hamprey
24 Orion
25 Valkyrian
26 Heidi P
27 Biskurin
28 Malou
29 Jóhanna TN
30 Corona
31 Jonna
32 Auriga
33 34 Coralia
41 Meranti
42 Pluto
43 Jacquelin
44 Elin H

Comments

KOM VIÐ ESMAR Á FJALL Á VIÐAREIÐI

6/7/2023

Comments

 
Picture
​☘️ KOM VIÐ ESMAR Á FJALL Á VIÐAREIÐI ☘️

Tann 8. juli hevur tú møguleikan at uppliva ein autentiskan føroyskan fjalldag í royting. 

Royting sum okkara forfedrar gjørdu tað, so at siga uppá gamla mátan 🤩

Byrjað verður í seyðahúsinum hjá Esmar, og so verður farið til fjals at reka. Seyðurin verður rikin í rætt, royttur og fær heilivág áðrenn hann verður sleptur aftur.

Aftaná verður smurt breyð við føroyskum viðskera og drekkamunnur. 

Túrurin tekur 5-6 tímar og kann bíleggjast á https://hiking.fo/products/325/kom-vid-a-fjall-8-juli  🥰

Norðoya Kunningarstova

Comments

Vit á Norðoya Portalinum fara at stríðast móti Watson og vónandi stuðla tit okkum

6/7/2023

Comments

 
Picture
Okkara vápn verður tekningar hjá Jógvan á Høvdanum yngra, sum stríddist alt sítt lív móti Watson og vónandi stuðla tit okkum og deila myndirnar runt allan heimin, so fólk sær hvør maðurin Watson er.

SáH

Comments

​Lat okkum basa skøruni í felag

5/7/2023

Comments

 
Picture
Aftur í ár er Klaksvíkar kommuna farin í hernað ímóti skøruni. Tí er brúk fyri øllum góðum kreftum í arbeiðnum at burturbeina skøruna. Kommunan heitir á borgarar um at hjálpa til við hesum átakinum, við at burturbeina skøruna á sínum egna stykki.

Hvussu skal eg gera?
Skøran skal takast upp við rót - um hetta ikki letur seg gera, skal hon skerast av niðri við rótina, koyrast í ein posa og burturbeinast. Skøran nørist skjótt og flytur seg um mørk, tí er tað eisini neyðugt at fara útum egið stykkið at skera og royna at fáa alla skøruna burturbeinda.

Við at taka blomstrini og burturbeina tey, so eru ongin fræ at nøra seg, og um vit áhaldandi taka plantuna, so fær rótin ikki føði og doyr.

Burturkastið skal út í Endurnýtsluna hjá kommununi, har ein bingja er sett til endamálið.

Heitt verður á borgarar um at syrgja fyri, at so lítið av mold sum møguligt fylgir við plantuni, tá ið hon verður burturbeind.

Veðurlagið er til vildar hesar dagar, og tí skal átakið við at burturbeina hesa plantu raðfestast nú.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Býráðsskrivstovan í summarfrítíðini

3/7/2023

Comments

 
Picture
Boðað verður frá at býráðsskrivstovan er stongd í tíðarskeiðinum 15. juli – 6. august 2023. í hesum tíðarskeiðnum verða bert tey mest neyðugu og átrokandi málini avgreidd.

Borgarar, sum hava átrokandi boð til kommununa hetta tíðarskeiðið, kunnu seta seg í samband við.:

Eru trupulleikar við vatnveitingini o.tl. tel. 225272 (Vatndeildin)

Annað, so sum vegir, kloakk v.m, tel. 216488 (Vegadeildin)

Barnaverndartænastan tel. 219181 ella [email protected] (Barnaverndin)

​Aðrir fyrispurningar kunnu sendast til [email protected].

Klaksvíkar Býráð

Comments

Ferðin til París byrjar hósdagin

3/7/2023

Comments

 
Picture

6. juli byrjar súkkluferðin hjá Team Rynkeby, og aftur í ár er fráferðin úr Klaksvík

Súkkla verður frá Helnabrekku kl. 11.15, men áðrenn fráferðin verður skipað fyri stuttari hugnaløtu við tónleiki, røðum og ábiti. Børn úr dagstovninum, Blákollan selja myndlist og lata stuðulin til Team Rynkeby. Eisini verða tvær gávuhandanir. 

Nakrar ungar gentur í aldrinum 8-10 ár hava havt ein serligan handil, har innkomni peningurin fer til Team Rynkeby og Dr. Margrethu barngarður letur eisini eina upphædd fyri sølu, sum børnini hava havt.     

Kl. 10.30 byrjar tiltakið. Jóhanna Christiansen, forkvinna í Mentanarnevndini, og Hervør Nolsøe,
umboðandi Team Rynkeby, halda røður og aftaná verður bjóðað kaffi og lagkøka í Smæruni. Eisini verður okkurt gott til børnini. 

Kl. 11.15 byrjar ferðin til París. 

Picture
Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.