Tann 8. juli hevur tú møguleikan at uppliva ein autentiskan føroyskan fjalldag í royting.
Royting sum okkara forfedrar gjørdu tað, so at siga uppá gamla mátan 🤩
Byrjað verður í seyðahúsinum hjá Esmar, og so verður farið til fjals at reka. Seyðurin verður rikin í rætt, royttur og fær heilivág áðrenn hann verður sleptur aftur.
Aftaná verður smurt breyð við føroyskum viðskera og drekkamunnur.
Túrurin tekur 5-6 tímar og kann bíleggjast á https://hiking.fo/products/325/kom-vid-a-fjall-8-juli 🥰
Norðoya Kunningarstova