NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

MORGUNSANGUR MIKUMORGUNIN 01.02 KL. 10.00

31/1/2023

Comments

 
Picture
Mikumorgunin 01. februar er morgunsangur kl. 10.00. Marjun Lómaklett hevur andakt. Aftaná morgunsangin er kaffi og hugnalig samvera í kirkjukjallaranum.

MORNING SONG WEDNESDAY MORNING 01TH' OF FEBRUARY AT 10 AM
On Wednesday 01th' of February at 10 am we have morning song. Marjun Lómaklett will have a short devotion. After the morning song everyone is welcome for coffee/tea and a pleasant moment in the church basement.

​Christianskirkjan

Picture
Comments

Hugnalig løta við skoytubreytina

30/1/2023

Comments

 
Picture
​Farna vikuskifti bjóðaði Integratiónsnevndin hjá Klaksvíkar kommunu ókeypis skoyting, kakao og bollar á Biskupstorginum. Í alt vóru 50 litrar av kakao hitað, og deilt út til køldu gestirnar.

Tiltakið er liður í integratiónsarbeiðinum, har ein av uppgávunum hjá nevndini m.a. er at skapa trivnað og virka fyri, at tilflytarar verða betur integreraðir í samfelagið. Tiltakið hevur verið afturvendandi, tí skipað varð fyri líknandi tiltakið í desember 2021, og var tað somuleiðis sera væl eydnað.

Í desember takkaði David Im fyri seg, sum limur í integratiónsnevndini. Fyri hann kom Reni Heimustovu, ið er ættað úr Indonesia, og hevur búð í Føroyum síðan 2019.

Tey, sum manna nevndina, eru:
Karl Johansen, borgarstjóri, og Jógvani Skorheim umboðandi býráðið. Hini í nevndini eru: Marjun Lómaklett, Catherine Steinberg, Heini Z. Dahl, Daria Zellmer og Reni Heimustovu.

Fleiri myndir klikk link her: https://www.klaksvik.fo/news/5437/hugnalig-lota-vid-skoytubreytina

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Kunngerðin um veiðu eftir lodnu í íslendskum sjógvi lýst

25/1/2023

Comments

 
Picture
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, hevur lýst kunngerðina um veiðu eftir lodnu í íslendskum sjógvi, sum er komin í gildi í dag 25. januar 2023.

Sambært kunngerðini kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi fram til 30. apríl 2023 fiska 10.920 tons av lodnu í íslendskum sjógvi.

Fram til og við 17. februar 2023 kunnu føroysk skip tilsamans landa í mesta lagi 8.190 tons til frystingar uttan fyri Ísland, ella frysta umborð.

Eftir 17. februar 2023 er loyvt føroyskum skipum at landa tilsamans í mesta lagi 4.000 tons til frystingar uttan fyri Ísland, ella frysta umborð.

Kunngerðin um veiðu eftir lodnu í íslendskum sjógvi kann lesast her: Kunngerðablaðið A (kunngerdaportalur.fo)

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments

Filmsklipp rundvísing av nýggja kappróðrarneystinum

25/1/2023

Comments

 
Picture
​Her síggja tit eitt lítið filmsklipp av nýggja kappróðrarneystinum.

Fróði Waag vísir okkum runt í snotuliga neystinum og í dag klokkan 16:00 verður alment móttøku har øll eru vælkomin.

Eitt av mínum hjartamálinum í Klaksvíkar Býráð og sum gamal rógvari við Páll Fanga, so eru sera stoltur av nýggja neystinum, stórt tillukku Klaksvíkar Róðrafelag, SO ER TAÐ GJØRT, Sjá filmsklipp herundir.

SáH

Comments

Almenn móttøka: Kappróðrarneystið tikið í nýtslu

25/1/2023

Comments

 
Picture
Mikudagin 25. januar kl. 16.00 verður almenn móttøka í samband við, at nýggja kappróðrarneystið verður tikið í nýtslu.

Tey, sum halda røðu, eru Karl Johansen, borgarstjóri, Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini og umboð fyri Klaksvíkar Róðrarfelag. Eisini er tónleikur á skránni og okkurt lætt ábit á fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Slóðbrótandi borgarakanning í Klaksvíkar kommunu

24/1/2023

Comments

 
Picture
Í dag og í morgin fáa umleið 1700 borgarar í Klaksvíkar kommunu møguleika at svara spurningum um teirra trivnað í kommununi, og somuleiðis hvat borgarar halda um tænasturnar, sum kommunan veitir.

Hetta er fyrstu ferð, at Klaksvíkar kommuna fer undir eina so umfatandi kanning, har borgarin fær høvi at koma til orðanna.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at hetta er ein ómetaliga spennandi verkætlan.
- Kanningin fevnir bæði um tænastur, sum kommunan sjálv veitir, eins og umstøðurnar at búleikast í kommununi sum heild. Kanningin er tískil ógvuliga viðkomandi fyri arbeiðið hjá býráðnum og fyrisitingini, í samband við at nýggjar tænastur verða mentar, ella verandi tænastur verða bygdar út.

- Teir flestu borgararnir hava ynskir og upplivingar, sum vit vóna at fáa størri innlit í og síðani brúka í arbeiðinum at skipa virksemið í kommununi.

- Vit hava eisini fingið kanningina umsetta til enskt, soleiðis at tey, sum hava trupult við at lesa føroyska málið, eisini fáa luttikið, sigur Karl Johansen, sum vónar, at undirtøkan fyri kanningini verður góð.  

Tað er fyritøkan Lóður, sum stendur fyri kanningini.

Svarast skal innan 14 dagar, tað vil siga í seinasta lagi mánadagin 6. februar.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

​Landsstýrismaðurin vitjaði á VØRN

24/1/2023

Comments

 
Picture
Í farnu viku vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, á VØRN. Stjórin, Óli Hans Olsen, tók ímóti, og saman við starvsfólkum á stovninum varð kunnað um arbeiðsuppgávurnar og ætlanirnar, sum VØRN arbeiðir við.

VØRN er ein av týðandi stovnunum í landinum, sum bæði hevur ábyrgdina av fiskiveiðieftirliti við føroyskum og útlendskum fiskiskipum í føroyskum sjógvi og føroyskum fiskiskipum, sum fiska uttan fyri føroyskan sjógv. VØRN hevur eisini ábyrgdina av MRCC, sum m.a. hevur ábyrgdina av leiting og bjarging á føroyskari havleið. Eisini er Veðurstova Føroya deild undir VØRN.

Samgongan hevur sett sær fyri at styrkja VØRN og ítøkiliga eisini at økja um eftirlitið og uppraðfesta eygleiðarar umborð á fiskiskipum.

Fiskivinuu- og samferðslumálaráðið

Comments

Maverick Barr letur upp klokkan 17:00 í dag

24/1/2023

Comments

 
Picture
​Maverick Barr hevur verið stongt í nakrar mánaðar, men í dag letur Maverick Barr upp aftur.

Hølini eru illa farin, nú tey hava verið leigaði út, men vit byrjað í smáum aftur og so fara vit at royna at gera hølini tíðarhóskandi.

Ætlanin er at byrjað upp á okkurt nýtt, men í fyrsta umfarið verður koyrt sum higartil.

Maverick Barr bleiv leiga út tann 10. mai 2021 og gekk leigusáttmálin út tann 1. januar 2023.

Nú má ein seta seg í tingini aftur og vónandi taka viðskiftafólkini væl ímóti at Maverick Barr aftur gerst partur av Klaksvík og býarlívinum her.

Maverick Barr hevur altíð verið ein KÍ barr og tað fer hon framhaldandi at vera, vit eru blá og hvítt. 

Ætlanin var at broyta navnið til Varpið, men tann ætlanin er slept, kanska býtt at gera sama feilin sum Mentunarhúsið og at fara at stríðast við Klaksvíkar Kommunu um eitt navn, vit eiga navnið Varpið, men tað hoyrir heima har Varpabrúnnin er og tað vita allir klaksvíkingar.

Vit síggjast í Maverick klokkan 17:00 í dag.

SáH

Comments

Boða er frá fleiri áarlopum kring landið

21/1/2023

Comments

 
Picture
​Ávaring.
Boða er frá fleiri áarlopum kring landið, nú blot er komi í.

Landsvegurin í Kollfjarðadali millum Effo og Leynatunnilin er stongdur av somu orsøk, og sambært Landsverk verður ikki koyrandi aftur fyrr enn eftir kl. 05.

Føroya Politi

Comments

Fer samgongan at loyva oljuleiting í føroyskum øki ?

20/1/2023

Comments

 
Picture
Allur vesturheimurin heldur ondini og bíðar í spenningi eftir,  hvat fer at henda í orkuspurninginum.  Hevur vesturheimurin  nóg mikið av olju og gassi í framtíðini ?

Norra og Bretlandi  hava sæð álvaran í eyguni og hava  sett meir ferð á oljuleiting og Týskland fer at víðka um kolavinnuna.

Londini rundan um okkum hava sæð álvaran og handla. Spurningurin er, hvat gera vit í Føroyum fyri at verða við til at bjarga Europa úr orkukreppuni.

Sitandi samgonga hevur júst gjørt eitt samgonguskjal, har  stóru linjurnar fyri politikkin komandi 4 árini eru lagdar,  men har er  ikki eitt orð um oljuleiting. Ikki eitt orð um eitt stórt mál, sum kann koma at fáa stórar avleiðing fyri allan vesturheimin. Eisini okkum her í Føroyum .

Tí verður hesin fyrispurningurin settur til landsstýrismannin í vinnumálum Høgna Hoydal.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Løgtingslimur

Fólkaflokkurin

Comments
<<Previous
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.