NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Afturljóð av fjarleiðum. Svar til brævið hjá Hermann Oskarsson, dagfest 25. apríl 2022.

28/4/2022

Comments

 
Picture
Rokni ikki við at míni evnir røkka til at sannføra Hermann um, hvat er rangt og rætt. Tað er ikki tí, hettar brævið kemur. Vildi fegin sloppið undan at skriva brævið, men ein kann illa geva ósannindum møguleikan at standa, tí bert hettar eina svarið til Hermann.

Má staðfesta at tað er hugvekjandi at lesa speirekandi orðalagið og tónan, ja í ávísan mun vanæruligt (nýføroyskt: niðurgerandi). Tað er sum at fáa eitt afturhvarv frá 70’inum og 80’inum, áðrenn tíðina við politiskum siðsemi (politisk korrekthed). Ein verður næstan nostalgiskur og minnist aftur í tíð, har skribentar hunddálka hvønn annan við einum lesarabrævi fyri og øðrum eftir, til mikið undirhald fyri summi.

Júst hettar orðalagið og hesin tónin, má vera ein ábending um, at mítt fyrra brævið hevði eitt fakligt íkast, sum illa ber til at avvísa. Sjálvandi tá tú tekur hædd fyri einum heilum samfelag, eru fleiri atlit at taka og einki er fullrætt, og tí er ein ávísur sannleiki í flest øllum sjónarmiðum eisini í onkrum hjá Hermann.

Ávirkar skattir og avgjøld íløguhugin?
Skal ikki troytta lesaran við fullari endurtøku úr fyrru grein míni. Greinin í sær sjálvum var ivaleysa long og grundað. Tað eru hóast alt nógv onnur enn undirritaði, ið halda at samband er millum skattir, avgjøld og hvussu nógvar íløgur verða gjørdar. Rokni  ikki við at hvørki undirritaði ella Hermann - sum hava slitið skógvar okkara her á klettunum - kunnu meta okkum við persónar og greinaskrivarar, sum eg vísti til í fyrru grein míni. Vit taka í aftur eitt dømi:

“Ragnar Tveterås og Bård Misund ved Universitetet i Stavanger forsker på grunnrenteskatt i fiskeri- og havbruksnæringen.

– Blir skatten satt for høyt, kan det presse næringen over mot landbasert oppdrett, mot oppdrett utenfor fjordene og mot andre land uten slike avgifter. Dette blir en vanskelig avveining. Grunnrenteskatt på havbruk kan trigge utflagging av havbruk til kystlokaliteter og landanlegg i andre land, som Chile, USA og Kina, sier professor Tveterås ved Universitetet i Stavanger til Dagens Næringsliv, og understreker at faren for utflagging er reell.”

 “En ny særskatt kan ha en fundamental og vidtrekkende påvirkning på oppdrettsnæringens videre vekst og fremtid i Norge. Det er nødvendig å analysere grunnlaget for, og konsekvenser og vridningseffekter av en ny særskatt i havbruksnæringen. Det er godt dokumentert i litteraturen at vridende skatter kan føre til redusert investering og vekst, både i økonomien generelt, og på selskapsnivå (Nerlove et al., 1993; Auerbach, 2002; Gordon og Hines, 2002; Hasset og Hubbard, 2002; Hines, 2007; Djankov et al., 2009; Federici og Parisi, 2015).”

Við øðrum orðum, líkamikið hvussu Hermann lýsir meg, tá má eg bara staðfesta, at meira virdir persónar enn vit báðir halda nakað tað sama sum undirritaði, um sambandið millum íløgur og skattir.

Skattligar avskrivingnar á 130% í Skotlandi
Hermann rør framundir, at eg skal hava “kvøðið hálva vísu” um skattaviðurskiftini í Skotlandi. Hettar er ikki rætt. Skattligu avskrivingnar eg nevndi á 130% fyri Skotland eru galdandi í 3 ár og eru viðtiknar av Skotsku stjórnini - líkamikið hvat Hermann heldur uppá. Til samanberingar kann sigast at vit her hjá okkum ikki hava gjørt nakað serstakt fyri at fáa fleiri íløgur eftir ella í sambandi við korronu, sum fleiri onnur lond.

Havi enntá givið Hermanni tilfarið, tá hann spurdi, so hann kundi kanna tað fult og heilt. Í fyrru grein míni vóru eisini fleiri leinkjur og tilvísingar soleiðis at lesarin sjálvur kundi leita fram vitan og tryggja sær, at hugsan mín ikki er tikin úr leysum lofti. Endamálið við fyrru greinini var ikki at hótta ella ræða nakran, bert at geva eitt fakligt íkast og vísa á eitt ítøkiligt dømi um, at tá ein fyritøka fremur íløgu, tekur hon hædd fyri skatti og avgjøldum. Er skattur lægri í einum stað, so verður úrslitið - alt annað líka - hareftir. Hettar er so líkamikið hvat Hermann so velur at brúka av lýsingarorðum um undirritaða.

Hevur politiska skipanin tikið yvir og valt síni umboð í Búskaparráðið?
Hermann harmast um valið av sitandi Búskaparráði, og leggur upp til, at tað er politiska skipanin, sum hevur tikið yvir og valt síni umboð. Hermann gloymir at skriva at tað er stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya, sum innstillar 10 fólk til Búskaparráðið, ikki politiska skipanin. Politiska skipanin kann bert velja ímillum hesi 10 - ikki onnur. Hartil kemur at stýrið fyri Setrið er sett saman av 7 limum har politiska skipanin velur 4, starvsfólkini velja 2 og tey lesandi velja 1. Av teimum 4 sum politiska skipanin hevur valt eru 2 frá lærdu háskúlum uttanlands. Hettar merkir  við øðrum orðum, at í minsta føri eru 5 av 7 limum í stýrinum fyri Setrið ikki  knýtt at ella tengd at sitandi politiska meiriluta. Tað ber soleiðis illa til at siga, at hettar er eitt politisk sett stýrið fyri Setrið. Henda konspiratión teoriin hjá Herman heldur líka lítið, sum annað í brævi hansara. Harmiligt at Hermann gerst so firtin at hann dregur stýrið fyri Setrið inní málið. Stýrið á Setrinum er sett saman av skikkaðum fólki úr fleiri londum. Hermann ger stýrinum órætt. Tað sum eg og (vónandi) Hermann tó kunnu fegnast um er, at vit her á okkara leiðum hava skiftandi val, bæði til stýrið fyri Setrið og fólkavald annars. Í mun til fleiri onnur, hava vit eitt virkandi demokrati. Kanska onkur annar verður valdur næstu ferð? 

Røkir ein áhugamálini hjá teimum fáu?
Í sama brotið har stýrið fyri Setrið verður viðgjørt verður lagt upp til at ein rennur ørindi fyri tey fáu. Haldi at henda partin fari eg at lata liggja. Ein kann neyvan meta fullgott um ein sjálvan. Tá skeiðið er runnið og lívsins heystið kemur, tá kunna onnur meta um, hvørt ein var góður við samfelagið, sum eg eri ein virkin partur av ella bert góður fyri tey fáu.

Haldi at tey, sum hava verið til framløgur hjá undirritaða í samband við uppgávuna í Búskaparráðnum, hava sæð, at ein roynd verður gjørd at tala søkina hjá teimum flestu, ikki teimum fáu og ikki sitandi valdið. 

Tilfeingisgjaldið má verða eftirmett og allarhelst stillast (uppeftir).
Hevur ein ikki lisið fyrru grein mína og bert tað sum Hermann hevur skrivað, situr ein kanska eftir við tí fatan, at fyrra grein mín kemur fram til, at alivinnan ikki orkar at rinda meira enn hon rindar í dag. Hettar er beinleiðis skeivt. Tað er ótrúligt at hettar uppáhald verður ført fram - aftur og aftur - ja kanska fer tað at hepnast at fáa fólk at trúgva, at tað er tað, sum varð skrivað og ført fram. Tað, ið eg havi ført fram aftur og aftur er, at tilfeingisgjaldið má verða eftirmett og allarhelst stillast av nýggjum (uppeftir). Men tað, sum eg eisini havi ført fram er, at tað er neyðugt at finna røttu javnvágina og ikki gera sum Hermann heldur, at tað er møguligt at innkrevja nærum óendaligt í tilfeingisgjaldi, uttan at hettar fær neiliga ávirkan. 

Havast skal eisini í huga at møguligar útrokningar av tilfeingisrentu muga byggja á eitthvørt, sum eru veruleikakent td. veruleikakendar útreiðslur og kapitla apparat. Meira útgreinað. Hvussu nógv er meirvirði av at seta 500g smolt á sjógv heldur enn 150g smolt, tvs. virðisøking ið ikki kemur frá náttúruni, men frá íløgum? Hvat eru veruligar og rímiligar lønir til manningar umborð á skipum?

Bert náttúrutilfeingið orsøk til góðu gongdina?
Hermann kemur onkursvegna fram til, at dugnasemi einki hevur at siga. Tað er bert náttúrutilfeingið, sum fólkini, ið umsita hettar, hava fingið ov bíligt, sum er orsøkin til góðu gongdina. Tá talan er um virkir, sum eru í beinleiðis altjóða kapping við onnur virkir (sum alifyritøkurnar jú eru) har summi útlendsk virkir enntá hava lægri avgjøld og skattir enn tær føroysku, tá ber illa til at skilja hvussu Hermann kemur til hesa niðurstøðu. Kann bert staðfesta at hettar byggir ikki á nakað fakligt, men heldur væntandi virðing fyri hesum parti av okkara samfelag. Hesir virkir og persónar hava til dømis gjørt íløgur fyri fleiri milliardir krónur, fyri at fáa smoltið frá 150g til 500g, áðrenn smoltið verður sett á sjógv. Bert ein av hesum alistøðunum á landi kostar meira enn Glasir at byggja. 

Høgt gjald er vegurin fram tað vísa norskar royndir?
Hermann vísir til norsku skattaskipanina sum eitt dømi, har eitt høgt gjald er vegurin fram. Eisini í hesum dømi er Hermann ov grunnur, kemur við hálvum sannleikum fyri at tala sína søk. Tað er rætt at vinningur av oljuni verður skattaður hart, men Hermann gloymir hinvegin, at í Norra tekur staturin váðan at leita eftir olju. Borar felagið turt, fær felagið upphæddina, sum felagið hevur brúkt, kontant afturbornað, - tvs. ikki sum frádráttur í møguligum framtíðar vinningi. Tað at fáa útgoldið peningin heldur enn frádráttir av møguligum framtíðar vinningi, hevur alt at siga fyri eitt lutfalsliga lítið felag, sum ikki frammanundan hevur ein rakstur við yvirskoti, og hartil kanska hevur eitt veikt gjaldføri. Tí er skipanin góð fyri váðafýsni og íløguhugin. Orsøkin til hesa skipan er eitt ynski um at fáa íløgur fyri at skapar búskaparvøkstur, sum gevur arbeiðspláss og vælferð. Hettar er ein skilagóð skipan. Tá staturin tekur váðan, má fyritøkan sjálvandi rinda høgan skatt, um íløgan hepnast. Nakað fyri nakað.

Taka vit norsku alivinnuna so hevur Norra eina skattaskipan, ið ikki kann samanberast beinleiðis við okkara. Tann norski skatturin fyri alifyritøkur liggur tó ikki langt frá tí føroyska, tá samanum kemur. Er tað onkur sum ynskir at kanna og samanbera ymiskar skattaskipanir innan aling, so er ein samanumtøka á hesari leinkju (KPMG LAW):  https://assets.kpmg/content/dam/kpmg/no/pdf/2021/07/NO_Taxation_Of_Aquaculture_2021_v3.pdf

Hartil vísi eg í seinastu grein míni at professarar við lærda háskúlan við Stavanger eru samdir við mær, tá talan er um íløgur í alivinnu í Norra og avgjøld á vinnuna. Í fyrru grein míni eru fleiri keldur og tilvísingar, tí er ikki neyðugt at koman við teimum her.

Høvuðsboðskapurin hjá professorunum í Stavanger, er millum annað, at skattaskipanin við atliti til alivinnuna (t.e. tann hátturin sum skatturin verður kravdur inn) kann hava ávirkan á íløguhugin í alivinnuni. T.d. váði og væntað avkast kann vera ymiskt av íløgum í verandi/kend øki og tøkni, og í nýggj øki og tøkni. Um alt verður skattað eins, kann ein skeiv innrættað skattaskipan gera væntaða avkastað í íløgur í eitt nú nýggja tøkni negativt, og íløgurnar verða ikki framdar.

Stuðul?
Onkursvegna klárar Hermann at fáa blanda stuðul uppí sína grein, har hann umrøður skriv mítt. Hvar og hvussu hann fær stuðul inn í greinina, dugi eg ikki at meta um. Kann bert staðfesta, at mín grein á ongan hátt setir fram ynskir um stuðul av nøkrum slag.

 Skal at endans fegnast um at Hermann framvegis vísir okkum, sum stríðast her í Føroyum, áhuga.

Fróði Magnussen.

Picture
Comments

​Safir og Smaragd høvdu 175.000 pund í dag

22/4/2022

Comments

 
Picture
Safir og Smaragd komu inn tíðliga í morgun. Teir hava partrola eystanfyri Føroyar.

Landa bleiv til Kósina og høvdu teir 175.000 pund, tað mesta var upsi.

Teir byrjaði túr tann 13. apríl.

SáH

Comments

​Polarhav og Stjørnan komin aftur við 510.000 pundum

22/4/2022

Comments

 
Picture
Polarhav og Stjørnan eru komin aftur av fiskileið. Teir hava partrola eystanfyri Føroyar.

Landa var til Kósina í morgun og høvdu teir 510.000 pundum av gullaksi.

Tá ið liðugt verður at landa, verður lastin koyrd til Tavuna í Leirvík til víðari viðgerðar.

SáH

Comments

Farstøðin á Syðradali má raðfestast

21/4/2022

Comments

 
Picture
Síðan desember 2020 hevur ein vesivognur hjá Klaksvíkar kommunu staðið á havnalagnum á Syðradali. Hetta skuldi verða ein fyribils loysn, sum skuldi nøkta ein tørv meðan, ein farstøð bleiv bygd. 

Soleiðis sigur, Atli S. Justinussen, virkandi borgarstjóri, sum als ikki er nøgdur við gongdina í málinum, við at fáa bygt eina farstøð til eitt tað best umtókta ferðamálið í Føroyum.  
- Nú nærkast summarið og ferðafólkatalið út í Kalsoynna er longu økt sera nógv, men enn hómast ongin farstøð. Vesivognaloysnin á Syðradali er als ikki nøktandi og kann slett ikki góðtakast.
 
- Samskift hevur verið við Landsverk um havnalagið í Syðradali seinastu fimm árini. Í 2020 gjørdi Landsverk eina tekning, sum bæði Klaksvíkar kommuna og Visit Faroe Island tóku undir við.  

 - Metingin var, at bygningurin kom at kosta kosta 1,8 mió. kr. Visit Faroe Island, sum ger eitt stórt arbeiði við at fáa ferðafólk til Føroyar, játtaði tá eisini 500.000kr til arbeiðið. 

Atli S. Justinussen sigur, at Landsverk skuldi standa fyri byggingini og møguligum viðlíkahaldi, meðan kommunan skuldi átaka sær uppgávuna at reka farstøðina á Syðradalskai.  

- Klaksvíkar býráð arbeiðir áhaldandi við at betra um umstøðurnar hjá ferðfólki, sum vitja Kalsoynna. Hetta er tó ein landsuppgáva at loysa, men sum vit avgjørt stuðla undir at fáa loyst væl, sigur Atli S. Justinussen, virkandi borgarstjóri. 

Klaksvíkar Kommuna

Picture
Comments

Mirjam fekk gávu frá Inner Wheel og Rotary Klaksvík

21/4/2022

Comments

 
Picture
Í samkomu á Føroya Seglhúsið fekk Mirjam við Hilda Viderø handa ein gávukekk uppá 10.000,00 kr. frá Inner Wheel og Rotary í Klaksvík til hjálpararbeiðið hjá teimum í Liberia.

Hetta skrivar Hilda Viderø á Facebook:
Takk fyri eitt hugnaligt kvøld og takk fyri tykkara stórfingnu gávu. Eri sera takksom at fortelja kvinnunum í Liberia, at vit kunnu fara í gongd við at grava vatnbrunnin. Sera umráðandi at vit fáa reint vatn, við tann nýggja seymiskúlan, sum er undir bygging.

Eg fekk at vita at tað var so nógv salt í vatninum í ánni, at tað bar als ikki til at brúka vatni til at blanda sementi við til byggjingina og tí var tað umráðandi at fáa vatnbrunnin bygdan og nú er møguleikin her.

AMAZING ❤


Mirjam
​

Hilda Viderø i brunsj leygardagin, trýst link niðanfyri:
https://kvf.fo/brunsj?sid=138461&fbclid=IwAR21yqlhRNboFAcHv1rLQzT0F2CuBAgcNi-zBH2KE9uDT3K09mQh3aASeHE 


Comments

​Ídnaðarøkið seinkað nakað afturat

21/4/2022

Comments

 
Picture
Atli S. Justinussen, virkandi borgarstjóri, sigur, at arbeiðið við at útvega m.a. vinnuøkir á Borðoyarvík dregur út. Hetta er sjálvsagt harmiligt, tí hetta er ein sera týdningarmikil verkætlan og ein stór íløga hjá kommununi. 

- Øll vinnuøkini á suðurendanum av ídnaðarøkinum eru umbiðin, og tað er ótrúliga gleðiligt.

- Talan er um ein stóra verkætlan, tí ídnaðarøkið er við útbyggingini blivin gott 21.000 fermetrar til víddar. Hetta er ein íløga, sum avgjørt stuðlar undir framtíðar menningina hjá vinnufyritøkum, umframt at borgarar koma at hava góða atgongd til grót og annað tilfar, sum kommunan útvegar. Tí hevur tað stóra týdning fyri býráðið, at verkætlanin er heilt liðug, tá ið hon verður handað. 

- Ætlanin var annars at fáa arbeiðið liðugt í síðsta mánað, men økið er ov smalt í mun til uppruna ætlanina. Verkætlanin er sostatt ikki liðug og tískil ikki klár at handa kommununi, sigur Atli S. Justinussen, sum leggur afturat at samskift verður við arbeiðstakaran um, hvussu arbeiðið kann fremjast í mun til uppruna ætlanina.

Klaksvíkar Kommuna

Picture
Comments

Fiskaklettur komin aftur av sera góðum túri, 59.000 pund

20/4/2022

Comments

 
Picture
​Fiskaklettur komin afur av sera góðum túri. Teir hava trola norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 59.150 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 32.000 pund toskur, 16.500 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 14. apríl og við vóru 4 mans.

Landa bleiv til NFCS klokkan 13:00.

SáH

FISKAKLETTUR – ( TN 415 )NFCS-20-04-2022   29.575

Comments

Búgvin hevði 54.000 pund í dag

20/4/2022

Comments

 
Picture
​Búgvin er komin aftur av fiskileið. Teir hava trola norðan fyri Føroyar.

Veiðin bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 54.386 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 30.000 pund toskur, 9,800 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 14. apríl og við vóru 4 mans.
Landa bleiv til N.F.C.S.

SáH

BÚGVIN – ( KG 119 )NFCS-20-04-2022   27.193

Comments

Nevndin í Grindamannafelagnum skipað seg

20/4/2022

Comments

 
Picture
Á aðalfundinum sum var í Grindamannafelagnum tann 2. apríl 2022, bleiv nýggj nevnd fyri Grindamannafelagið vald.

Formaðurin, Ólavur Sjúrðaberg, hevði boðað frá áðrenn fundin, at hann tók ikki við afturvali, og tískil var greitt, at felagið skuldi hava nýggjan formann.

Ólavur hevur verið formaður í Grindamannafelagnum í fleiri ár, og ynskir felagið at takka honum fyri hansara týðandi leiklut í felagnum hesi árini.

Nývalda nevndin hevur nú skipað seg soleiðis: 
Ragnar Jacobsen (Miðvágur), formaður
Tóri Simonsen (Hvannasund), næstformaður og peningarøkil
Esmar Joensen (Hvítanes), skrivari

Tiltakslimir eru:
Bjartur Tórhalsson (Vestmanna)
Gutti Guttesen (Bø)
Regin Jespersen (Tórshavn)

Regin varð valdur í nevndina, men vegna serligar umstøður valdi hann at fara úr nevndini, og lata plássið til Esmar.

Nýggja nevndin hevur sett sær fyri, at fáa fleiri gjaldandi limir í felagið, og til hetta er ein nýggj heimasíða gjørd, sum nevnist: https://gmf.fo 
Her ber m.a. til at skráseta seg sum lim í felagnum, og síðani verður limagjaldið goldið sjálvvirkandi í oktober mánað. Eisini limir, sum áður hava fingið bræv við uppkravi, verða bidnir um at skráseta seg av nýggjum á heimasíðuni.

Eisini ætlar nevndin at fáa fleiri ung at luttaka tá tað er grind, og verður heimasíðan við tíðini ein pallur, har tey ungu kunnu útvega sær kunning um hvussu ein ber seg at, tá tað eru grindaboð. 

Næstu tíðina fer nevndin at seta seg í samband við hvalvágir, formenn og onnur álitisfólk, fyri at hitta hesi, og seta seg inn í umstøðurnar í teirra øki.

Grindamannafelagið

Picture
Comments

Integratións café á Skúlatrøð

19/4/2022

Comments

 
Picture
Tunnilsdagin 30. apríl kl. 14.00 bjóðar Klaksvíkar kommuna, saman við integratións nevndini hjá kommununi, til eina hugnaliga integratións café á Skúlatrøð. Á skránni verður tónleikur, undirhald til børn ókeypis kaffi og hugni til alla familjuna.

Endamálið við tiltakinum er at koma hvørjum øðrum við, har føroyingar og tilflytarar, sum hava búð í Føroyum í styttri ella longri tíð, kunnu koma saman, læra hvønn annan at kenna og fáa eina hugnaliga løtu saman.

Tiltakið er ein liður í integratiónsarbeiðinum, har ein av uppgávunum hjá integratións nevndini er skipa fyri tiltøkum, sum eru integratiónsfremjandi. Í mun til International day, sum var eitt afturvendandi tiltak, har tilflytarar vístu teirra mentan fram, so er endamálið við integratións caféini at skipa fyri einum tiltaki, sum kann vera enn meira savanadi fyri føroyingar og tilflytarar.

Karl Johansen, borgarstjóri og formaður integratiónsnevndini, sigur, at hann vónar, at nógv fólk fara at taka av møguleikanum og standa saman um integratiónsarbeiðið í kommununi.

-   Hetta er ein góður møguleiki at hittast til hugnaliga samveru á Skúlatrøð. Eg gleði meg serliga til at heilsa uppá fólk og vónandi eisni læra nýggj fólk at kenna.

Integratiónsnevndin og Klaksvíkar kommuna bjóða øllum borgarum vælkomnum til eina spennandi og viðkomandi café. Skráin er ikki endalig enn, men verður almenn mánadagin 25. apríl.

Í integratiónsnevndini eru: Karl Johansen, borgarstjóri, og Jógvan Skorheim umboðandi býráðið. Hini í nevndini eru: Marjun Lómaklett, David Im, Catherine Steinberg, Heini Z. Dahl og Daria Zellmer.

Klaksvíkar Kommuna

Picture
Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.