- Øll vinnuøkini á suðurendanum av ídnaðarøkinum eru umbiðin, og tað er ótrúliga gleðiligt.
- Talan er um ein stóra verkætlan, tí ídnaðarøkið er við útbyggingini blivin gott 21.000 fermetrar til víddar. Hetta er ein íløga, sum avgjørt stuðlar undir framtíðar menningina hjá vinnufyritøkum, umframt at borgarar koma at hava góða atgongd til grót og annað tilfar, sum kommunan útvegar. Tí hevur tað stóra týdning fyri býráðið, at verkætlanin er heilt liðug, tá ið hon verður handað.
- Ætlanin var annars at fáa arbeiðið liðugt í síðsta mánað, men økið er ov smalt í mun til uppruna ætlanina. Verkætlanin er sostatt ikki liðug og tískil ikki klár at handa kommununi, sigur Atli S. Justinussen, sum leggur afturat at samskift verður við arbeiðstakaran um, hvussu arbeiðið kann fremjast í mun til uppruna ætlanina.
Klaksvíkar Kommuna