NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Tiltak í Leikalund í kvøld 30. apríl kl. 20.00 "Javnviga feittsýrurnar"

30/4/2015

Comments

 
Picture
BETRI HEILSU OG LONGRI LÍV ?
Vit fáa nógvar óneyðugar fólkasjúkur av skeivum lutfalli millum Omega-3 og 6 feittsýrur.

Vanligur kosturin nú á døgum gevur skeiva javnvág, so vit eta okkum í sjúku støðu (ósunn).

FÓLKASJÚKA OG INFLAMATIÓN
Ov nógv av Omega-6 forðar kroppinum at virka so væl, sum hann skal.

Skeiva javnvágin í feittsýrunum er ein opin innbjóðing til inflamatón (bruna) í likaminum.

Slíkar bruna støður kunnu elva høgt blóðtrýst, høgt kosterol, blóðtøppar, diabetes, krabbamein, gikt, demens, skjóta aldran og eitt ótal av sjúkum.

VIT ETA 9 FERÐ OV NÓGV OMEGA-6
Hvørja ferð vit eta eina nøgd av Omega-3 eta vit vanliga 9 til 10 ferð meir av Omega-6.

Orsøkin er kosturin, sum vit nú á døgum hava atgongd til, ella fyri tað mesta eta.

Granskarar meina, at í steinøldini gav maturin lutfallið 1:1 á Omega-3 og 6 feitsýrunum.

Í 1960 var lutfallið á Miðarhavsoynni Kreta eisini 1:1, so munandi broytingar eru hendar við matinum síðan.

Arvaeginleikar okkara broytast seint og hava ikki tillaga seg broytta matin, tí skulu vit hjálpa kroppinum.

BØT JAVNVÁGINA Á FEITTSÝRUNUM
Feittsýrurnar í kroppinum hava størri týdning enn nógv gáa um.

Við at bøta um javnágina millum feitsýrurnar minkar vandin fyri fólkasjúkum munandi.

Dømir eru um, at fólk sleppa av við ávísar sjúkur, um bøtt verður um javnágina.

Meir um hetta nú hóskvøldið 30. Apríl kl. 20:00 í Leikalund, Klaksvíksvegur 86, Klaksvík.

Tiltakið “Javnviga feittsýrurnar” er ókeypis og øll eru vælkomin.

Picture
Comments

Fráfaringaraldurin skal vera 70 ár

29/4/2015

Comments

 
PictureTilvildarlig mynd
Fráfaringaraldurin hjá teimum, sum arbeiða hjá Klaksvíkar Kommuna skal vera 70 ár - og tað hevur umsitingin hjá Klaksvíkar Býráð júst samtykt.

Eisini varð havt í huga á fundinum tann 28.04.2015, at tað kann gerast dýrari fyri kommuna, at hava eldri fólk verandi, tá teirra lønarannicitet'ur er nakað væl hægri enn hjá teim ungu, sum søkja sær arbeiði hjá Klaksvíkar Kommunu.

Orsøkin til hetta uppskot er, at eldraøkið nú er flutt til kommunurnar, og Klaksvíkar kommuna í hesum sambandi hevur yvirtikið áleið 150 starvsfólk frá tí almenna, har fráferðaraldurin er 70 ár. 

JáH (y) 30.04.2015
Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Comments

Innbjóðing til altjóða mentanardag í Skúlanum við Ósánna

29/4/2015

Comments

 
Picture© Klaksvíkar Kommuna
Klaksvíkar kommuna vil fegin bjóða øllum at verða hjartaliga vælkomnum til ókeypis tiltakið í Skúlanum við Ósánna leygarmorgunin 2. mai kl. 10.00, har David Im fer at leggja fram kanningarúrslit síni og integrasjóns politikkin sum júst er orðaður, fyri kommununi og øðrum áhugaðum.

Vit hoyra frá gestarøðarum, sum fara at tosa um integrasjón og um egnar upplivingar í hesi tilgongdini.

Eftir framløguna verður høvi at royna mat úr Filipsoyggjunum, Póllandi, Serbia, Meksiko, Pakistan og Argentina, sum eru nøkur av londunum umboðaði í kommununi. Maturin er ókeypis og tað er avmarkað nøgd.

Tá ið vit hava etið, verða borð sett up við umboð frá ymisku londunum. Hetta soleiðis at vit kunnu vitja ymisku londini, umboðaði í kommununi, tosa við umboðini um land, søgu og mentan teirra, og um lív teirra í Føroyum.

Vegleiðandi skrá fyri haldið:

10.00 Haldið byrjar
10.15 Vælkomurøða, David Im, verktætlanarleiðari
10.20 David Im handar borgarstjóranum integrasjónspolitikkin
10.25 Jógvan Skorheim, borgarstjóri, heldur røðu og handar landsstýrismanninum integrasjónspolitikikin
10.35 Jóhan Dahl, landsstýrismaður, heldur røðu
10.50 David Im hevur framløgu um tilgongdina, úrslit og politikkin
11.15 Erika Anne Hayfield, Assistant Professor in Social Sciences, heldur røðu
11.40 Erik Nielsen, tilfluttur klaksvíkingur, heldur røðu
12.00 Steðgur
12.15 Døgurði
13.15 Tilflytarabásar vísa fram lutir úr teirra heimlandi, sum høvi verður at síggja og vitja
14.30 Tiltakið endar

Tað hevði glett okkum sera nógv, um tað lá fyri hjá mongum at koma.

Kelda: Klaksvíkar Kommuna


Comments

150 fólk á flaggdagshaldi í London

29/4/2015

Comments

 
Picture
Í gjárkvøldið skipaði Sendistova Føroya í London fyri flaggdagshaldi.

Flaggdagshaldið í London, sum Sendistova Føroya skipar fyri á hvørjum ári, savnar vanliga nógv fólk. Í ár vóru sløk 150 fólk.

Fleiri umboð úr diplomatiska kervinum í London, umboð úr vinnulívinum, embætisfólk, føroyskir útisetar og  føroyavinir vóru millum gestirnar. 
 
Á flaggdagshaldinum flutti løgmaður fram røðu.

Hann vísti millum annað á sterku søguligu sambondini millum Bretland og Føroyar, okkara sterku handilssambond við bretska marknaðin, um búskaparvøksturin í Føroyum og blómandi ferðavinnuna.  

Flaggdagsrøðan hjá løgmanni kann lesast her


Comments

Arbeiðið við Trappuni sett í gongd

29/4/2015

Comments

 
Picture© Tórshavnar Kommuna
Nú beint eftir miðdag varð arbeiðið at byggja nýggju perlutrappuna sett í gongd. Samstundis var skelti avdúkað, sum vísir arbeiðstakararnar og hvussu endaliga arbeiðið kemur at síggja út. Til avdúkingina vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri, Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, umboð fyri Zeta Arkitektar og Andrias Berg, entreprenørur.

Sjá fleiri myndir HER

JáH (y) 29.04.2015
Kelda: Tórshavnar Kommuna


Comments

12 fáa útoyggjastuðul í 2015

28/4/2015

Comments

 
Picture© Almannamálaráðið
Á hvørjum ári ber til at søkja um útoyggjastuðul. Útoyggjastuðulin hevur til endamáls at stuðla tiltøkum, sum eru mennandi fyri útoyggjar. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, hevur eftir tilmæli tikið avgerð um stuðla 12 verkætlanum og tiltøkum í 2015.

Millum tær umsóknir sum hava fingið játtað stuðul er ein verkætlan, sum skal staðfesta, hvussu ein heilsufrøðiliga góðkendur hjallur eigur at vera. Hvat skal til, fyri at fáa ein brúktan hjall góðkendan av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, eftir nýggju matvørulógini. Úrslitið skal brúkast til at dagføra jarðarbrúkið á útoyggj, og sum kunning og dokumentatión á ráðstevnuni “Ræst í oktober 2015”. Tað er Útoyggjafelagið, sum stendur fyri verkætlanini.

Ein onnur verkætlan, sum eisini hevur fingið stuðul undanfarin ár, og nú fær stuðul at gera verkætlanina lidna, er at gera eitt Hagreiðingarhús í Hattarvík. Endamálið við Hagreiðingarhúsinum er at menna umstøðurnar á staðnum, soleiðis at tað verður møguleiki fyri at hagreiða framleiddar vørur á garðinum. Tað er Símun Gullaksen, festari, sum stendur fyri verkætlanini. Væntandi ber til at víðka virksemið til at slátra og hagreiða fyri onnur seyðahald í oynni, við víðari sølu fyri eyga. Festarin samstarvar við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, um at fáa eina góðkenning av húsinum, sum sláturhús.

Onnur sum fáa stuðul eru m.a.; Verkætlanin “Gist og List í Mykinesi”, Bátasavnið í Svínoy, Útoyggjafelagið til virksemi felagsins, og stuðul at endurreisa niðurdottin torvhús í Svínoy og til at varðveita neyst og bátar í Skúvoy.

Tilsamans fekk Almannamálaráðið 14 umsóknir, sum geografiskt eru býttar soleiðis:

  • 2 umsóknir til verkætlanir í Fugloy,
  • 3 umsóknir til verkætlanir í Svínoy,
  • 3 umsóknir til verkætlanir í Kalsoy,
  • 2 umsóknir til verkætlanir í Skúvoy og
  • 2 umsóknir til verkætlanir í Mykinesi.
  • Harumframt eru 2 umsóknir frá Útoyggjafelagnum.
Játtanin til útoyggjastuðul er í ár 770 tús. kr.

Ávísar treytir eru fyri at stuðul kann veitast. Stuðulin kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum, og kommunum.Útoyggjar sum koma undir hesa skipan eru: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun. Í umsóknini skal m.a. greiðast frá hvat endamálið er við einstøku verkætlanini, hvussu hon verður framd í verki, og skal fíggjarætlan eisini fyriliggja.

Kelda: Almannamálaráðið


Comments

Klaksvíkingar savna pening inn ídag.

28/4/2015

Comments

 
Picture
Higartil eru 19.000,00 kr. savnðar inn. Klaksvíkar Kommuna hevur latið 18.000,00 kr. inn og Maverick Barr hevur latið 1.000,00, men tit øll hava møguleika. Sendi eitt sms til 1940 við boðnum BARN, tá letur tú 50 kr. til endumálið.

Rás2 sendir beinleiðis frá Býráðshøllini í Klaksvík og har er fitt av fólki.

Her eru myndir frá tiltakinum í Klaksvík, sjá niðanfyri.

SáH

Comments

Húsini brend niður í grund !!!

28/4/2015

Comments

 
Picture
Húsini á Bøgøtu, har eldur kom í nátt - eru brend niður í grund (sjá mynd t.v.). Men húsini hava staðið tóm og ongin mansskaði varð orsaka av eldinum.

Nábúgvar til brenda húsið vóru bidnir, at rýma úr teirra húsum - tá fitt av vindi varð í morgun og vakthavandi ikki visti um eldurin fór at breiða seg.

Sjá fleiri myndir HER

Í løtuni verður húsið køla av, so at løgreglan og sløkkiliðsmenn kunna fara inn í brenda húsið fyri at finna útav, hví eldur kom í tey.

JáH (y) 28.04.2015

Comments

Tað var barnaheimið hjá Brandmeistarnum, sum brendi ínátt

28/4/2015

Comments

 
Picture
Tað var ikki sørt ein rørdir Brandmeistari Finn Hansen, tá ið eg tosaði við hann fyri løtu siðani, har hann stóð einasmallir ímllum leivdirnar av uppkølaðu húsinum, sum brendi ínátt og sum somuleiðis vóru hansara barnaheim.

Einasta hann segði. "Ja Símun, hatta var hart, at sløkkja sítt egna barnaheim".

SáH



Comments

Norðoya Portalurin á heimasíðuni hjá KVF ímorgun

28/4/2015

Comments

 
Picture
Tað er ikki á hvørjum degi, at Norðoya Portalurin er á heimasíðuni hjá KVF, men tað eru vit so ímorgun.

KVF hevur tíðindastubba um eldin ínátt í Klaksvík og mynd frá Norðoya Portalinum.

SáH

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.