Vit hoyra frá gestarøðarum, sum fara at tosa um integrasjón og um egnar upplivingar í hesi tilgongdini.
Eftir framløguna verður høvi at royna mat úr Filipsoyggjunum, Póllandi, Serbia, Meksiko, Pakistan og Argentina, sum eru nøkur av londunum umboðaði í kommununi. Maturin er ókeypis og tað er avmarkað nøgd.
Tá ið vit hava etið, verða borð sett up við umboð frá ymisku londunum. Hetta soleiðis at vit kunnu vitja ymisku londini, umboðaði í kommununi, tosa við umboðini um land, søgu og mentan teirra, og um lív teirra í Føroyum.
Vegleiðandi skrá fyri haldið:
10.00 Haldið byrjar
10.15 Vælkomurøða, David Im, verktætlanarleiðari
10.20 David Im handar borgarstjóranum integrasjónspolitikkin
10.25 Jógvan Skorheim, borgarstjóri, heldur røðu og handar landsstýrismanninum integrasjónspolitikikin
10.35 Jóhan Dahl, landsstýrismaður, heldur røðu
10.50 David Im hevur framløgu um tilgongdina, úrslit og politikkin
11.15 Erika Anne Hayfield, Assistant Professor in Social Sciences, heldur røðu
11.40 Erik Nielsen, tilfluttur klaksvíkingur, heldur røðu
12.00 Steðgur
12.15 Døgurði
13.15 Tilflytarabásar vísa fram lutir úr teirra heimlandi, sum høvi verður at síggja og vitja
14.30 Tiltakið endar
Tað hevði glett okkum sera nógv, um tað lá fyri hjá mongum at koma.
Kelda: Klaksvíkar Kommuna