NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Grammy-stjórin gevst í 2019

31/5/2018

Comments

 
Billede
Grammy-stjórin Neil Portnow fer frá sum stjórin aftanfyri Grammy-prísirnar, sum er ein tann størsti prísur ein tónleikari kann fáa, skrivar NTB.

Portnow hevur boða frá, at hann gevst í 2019 sum stjóri - bert fáar mánaðir eftir, at Portnow hevur fingið stóran kritikk, eftir at hann hevði úttalað neiliga seg um kvinnuligar tónleikarar.

JáH (y) 01.06.2018

Comments

Macron til Trump: Hatta er ólógligt, hin galle

31/5/2018

Comments

 
Billede
Forsetin úr Fraklandi, Emmanuel Macron segði ígjár til amerikanska forsetan, Donald J. Trump, at "eyka tollurin" uppá stál og aluminium er ólógligur.

Í telefonsamrøðuni segði Macron við Trump, at hann fór at gera tað soleiðis, at EU fór at svara uppá ein "reinan og greiðan" hátt, skrivar NTB.

JáH (y) 01.06.2018

Comments

Russland kanningin hevur higartil kostað 108 milliónir krónir

31/5/2018

Comments

 
Billede
CNN veit at siga frá, at tað amerikanska Rættarstýrið hevur síðan mai 2017 brúkt áleið 108 milliónir krónir um tað varð ein møgulig russisk innblandan í Forsetavalinum 2016.

Robert Mueller bleiv settur til at vera ein spesialgranskari í mai 2017, men tá hevði kanningin longu verið eina stund. Hansara lið av granskarum hava brúkt áleið 6 milliónir av hesum pengunum, skrivar also CNN.

Robert Mueller hevur nýliga sagt, at um Forsetin ikki vil seta seg niður og tosað við seg, so kann tað vera, at Mueller fer at kæra Trump, so at ein rættarsak verður í næstum. Kanningin hevur tikið drúgva tíð og amerikufólk byrja nú, at ilskast fyri, at ikki meira hendir í málinum hjá Mueller.

​JáH (y) 01.06.2018

Comments

Í kvøld verður tað: Norðoyastevnuteitið

31/5/2018

Comments

 
BilledeLouis Poulsen lesur líka tað seinasta, sum skal við.
Tað er í kvøld, at slagi skal standa og allir føroyingar sleppa sær ein túr í Atlantis, at hyggja eftir Norðoyastevnuteitinum: Endurreising.

Keyp billettir HER

Tað hevur ikki verið eitt slíkt Teitið í góð 13 ár í Atlantis og til Generalprøvan ígjár - hoyrdist týðuliga, at hetta er nakað, sum norðoyingar hava sakna nógv tey seinastu árini.

Fólkini lótu væl at og fingu sjónleikarnir at vita, at tey komu sera væl frá uppgávuni á pallinum og sketjurnar vóru "spot on".

Tað er nærum útselt til sýningarnir í kvøld (Kl. 19.00) - tó nakrar billettir eru eftir til sýningina Kl. 21.15, sum upprunaliga skuldi vera Kl. 21.00 - men tá ið Gekkurin er so stórur, sum hann er - bleiv valt at broyta seinni sýning til Kl. 21.15.

Til ber eisini at keypa sær billett ein tíma undan sýning í Atlantis og skula vit líka heilsa og siga, at vit gleða okkum til at síggja teg í Atlantis. Góða Norðoyastevnu, tit.

Sýningarnir vera:

Fríggjadag Kl. 19.00 og Kl. 21.12

Leygardag Kl. 19.00 og Kl. 21.00

Sunnudagin Kl. 18.00 og 20.00


JáH (y) 01.06.2018

Comments

Norsk-føroysk ráðstevna um málmenning hjá børnum

31/5/2018

Comments

 
BilledeÁ myndini síggjast Sissal Rasmussen, føroyskur granskari í máltøku hjá børnum, Edit Bugge umboð fyri Høgskulen på Vestlandet í Noregi, Rigmor Dam, landsstýriskvinna, og Vár í Ólavsstovu, sum starvast á Námsvísindadeildini á Setrinum.
​Í gjár, 30. juni, var ráðstevna um málmenning hjá børnum hildin á Læraraskúlahøllini. 

Tað var ein deild á norska »Høgskulen på Vestlandet«, sum hevði skipað fyri ferð til Føroya at vitja Námsvísindadeildina á Setrinum. Í hesum sambandi vóru tíggju stuttir fyrilestrar á skránni, sum allir snúðu seg um málmenning hjá børnum.

Norsku gestirnir greiddu frá norskari gransking um málmenning, og úr Føroyum vóru granskarar og fólk, hvørs arbeiðið onkurvegna er relevant fyri málmenning barnanna, sum greiddu frá.
​
Rigmor Dam segði gestunum frá um føroyska málmenningarárið. 

- Tað eru í høvuðsheitum tríggjar orsøkir til, at tað hevur týdning at fáa málmenningina á skrá. Fyrsta orsøkin er tað einstaka barnið og tess møguleikar, sum eru so sera tætt knýttir at málsligu førleikunum.  Næsta orsøkin er føroyska samfelagið og fólkaræðið, sum jú er grundað á at borgararnir eru væl fyri málsliga, so teir kunnu hugsa kritiskt og aktivt taka lut í orðaskiftinum. Triðja orsøkin er viðbrekna føroyska málið, sum í hesum døgum er undir stórum trýsti - serliga frá enskum, vísti landsstýriskvinnan á. 

Hon greiddi somuleiðis frá um Barnasangbókina, sum er í gerð, og um tær verkætlanir, sum hava fingið stuðul í 2017 og 2018, og sum á ymsan hátt fara at stuðla undir og fremja málmenningina hjá føroyskum børnum komandi tíðina.

Bæði tað, at 2018 er útnevnt at vera ár fyri málmenning hjá børnum, og arbeiðið við Barnasangbók Føroya, vakti stóran áhuga millum norsku granskararnar og tey lesandi.
​
- At tit alment standa saman og seta fokus á hetta týdningarmikla evnið, samstundis sum tit verja sangskattin og aktivt brúka hann sum ein lið í málmenning barnanna, er eitt framúr gott hugskot, sum vit í Norra bara kunnu øvunda. Ein almenn barnasangbók, sum verður latin í vøggugávu, er eitt savnandi átak, har øll kunnu vera við, og har tað eisini er lætt at variera torleikastigið, søgu fleiri av gestunum úr Norra. 

Kelda: Løgtingið

Comments

Rísflís er ein nýggj føroysk fyritøka, ið bjóðar ein spennandi asiatiskan skundverða

31/5/2018

Comments

 
Billede
​Hvørjir eru vit? Rísflís er eitt nýggj fyritøka, og íverksetarirnir eru Filip og
Pætur Larsen. Vit hava báðir búð í Asia, og vilja nú koma við nýhugsandi og
spennandi skundverðanum, Rísflís, heim á føroyska marknaðin.

Hvat er ein Rísflís? Ein Rísflís kann samanberast við ein sushi-sandwich. Hon inniheldur rís, tara og eina fyllu. Rísflísin er ein heilsugóður skundverði, sum er framleiddur í Føroyum við góðum rávørum. Ein av okkara smakkum hevur royktan føroyskan laks frá Sjógæti, og heimagjørdan smyrjiost frá MBM.

Okkara konsept: Vit bjóða tríggjar smakkir til keyps í FAST í Gundadali:

1. Høsnarungi í karry
2. Royktum laksi við wasabi og osti
3. Avokado, leim og koriander

Smakkiroyndir: Vit bjóða smakkiroyndir fríggjadagin 1. Juni og mánadagin 4. Juni kl. 11.00 - 14.00, inntil einki er eftir. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Prísur: Ein Rísflís kostar 35 krónur

Vitja okkum á á netinum:

www.risflis.com
www.facebook.com/risflis
@risflis_official á Instagram

Video lýsing: https://www.youtube.com/watch?v=wSonhhDR1g8
Annars eru vit til at fáa fatur á telefon 594500.

JáH (y) 31.05.2018
Kelda:
www.risflis.com

Comments

Rudda á og fjøru í góðveðrinum

31/5/2018

Comments

 
Billede
​Sum framhald av ruddingini í brátt farnu umhvørvisdøgum, vóru fólk frá kommununi úti og ruddaðu við grabba í Ósánni og í fjøruni niðanfyri Føroya bjór í dag.

Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini sigur, at nógv verður lagt fyri at rudda og halda býin og kommununa reina og ruddiliga.

- Í samband við umhvørvisátakið vóru fólk røsk at rudda úti í býnum, men tað er neyðugt at halda stand hvønn dag, og kommunan skal ganga fremst í hesum arbeiðnum, og sjálvandi serliga, tá tað ræður um hesi størru tingini. Tað er ein týdningarmikil liður í at gera Klaksvíkar kommunu vakrari og meira umhvørvisvinarliga, sigur Kristian Eli Zachariasen.

JáH (y) 31.05.2018
Kelda: Klaksvíkar Kommuna 30.05.2018

Comments

Roseanne Barr fingið sekkin fyri at vera rasist

31/5/2018

Comments

 
Billede
Hon er kend fyri at brúka kjaft í teim almennu miðlunum og hevur skrivað nógv tossutt ting - men tá ið Roseanne Barr legði eitt rasistisk Twitter boð út, so hevði sendistovan ABC fingið nokk av henni og gav henni sekkin við brestin.

Hon skrivaði rastiskar viðmerkingar um Valerie Jarrett - har hon ímillum annað skrivaði at Muslimski Brøðrarskapurin og Planetin av Apum hava fingið eitt barn og tað barnið er VJ (Valarie Jarrett, red.).

Showið hjá Roseanne Barr fekk sostatt bert ein sesong - og eru sera mong, sum eru kedd av tí. Øll hava tikið sína frástøðu frá Roseanne Barr, sum nú roynir av øllum alvi, at biðja um umbering fyri tað hon skrivaði tann 28.05.2018 um Valarie Jarrett. Men forseint - showið Roseanne, sum hevði áleið 14 milliónir hyggjarar - er tikið vekk av skránni hjá ABC.

Billede
Comments

Fleiri sýningar um at vera útseldar av Teitinum

31/5/2018

Comments

 
Billede
Nú byrjar fyri alvor at líkast - at tær flestu sýningarnir vera útseldar til Norðoyastevnuteitið 2018: Endurreising, sum verður í Atlantis.

Keyp billettir HER

Her er eisini talan um eitt projekt, sum hevur tikið drúgva tíð, at sett saman - við nógvum "gomlum" talentum á pallinum - umframt spírandi talentir, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag eru so heppin at eiga.

Her er bæði skemt & gaman, sangur og tvætl - umframt okkurt lokalt, sum tann vælkendi bonkurin á Túnatos. Her er bæði fyri tey gomlu og tey ungu og heilt sikkurt nakað - ØLL kunna "hygga" sær við á Norðoyastevnu. Undirritaði hevur tosað við fleiri fólk um Teitið - og øll eru einig í, at hetta hevur verið stórur saknur í. Um tú ikki hevur keypt tær billett enn, so ber tað eisini til at gera 1 tíma undan sýning ... væl at merkja um nøkur billett er eftir til tað tíð.

Vit gleða okkum at síggja í Atlantis ein av døgunum og verður samstundis ynskt tær eina avbera góða Norðoyastevnu.

JáH (y) 31.05.2018

Comments

10 verkætlanir stuðlaðar við tilsamans góðum 7 mió. kr.

31/5/2018

Comments

 
Billede
Granskingarnevndin hevur á fundi 25. mai játtað stuðul til 10 nýggjar granskingarverkætlanir. Til samans eru játtaðar 7.246.591 kr. til verkætlanir á økjunum mentan, samfelag. náttúra og náttúrutilfeingi og heilsa.

33 umsóknir vóru um stuðul og søkt varð um í alt 24 mill. kr.

Stuðul er latin 4 ph.d.-verkætlanum og 6 øðrum verkætlanum. 6 kvinnur og 4 menn eru verkætlanarleiðarar. Hesi arbeiða á stovnum og feløgum í Føroyum og í Danmark.

Les meira HER

JáH (y) 31.05.2018
Kelda: Gransking.fo

Comments
<<Previous
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.