
Kristian Eli Zachariasen, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini sigur, at nógv verður lagt fyri at rudda og halda býin og kommununa reina og ruddiliga.
- Í samband við umhvørvisátakið vóru fólk røsk at rudda úti í býnum, men tað er neyðugt at halda stand hvønn dag, og kommunan skal ganga fremst í hesum arbeiðnum, og sjálvandi serliga, tá tað ræður um hesi størru tingini. Tað er ein týdningarmikil liður í at gera Klaksvíkar kommunu vakrari og meira umhvørvisvinarliga, sigur Kristian Eli Zachariasen.
JáH (y) 31.05.2018
Kelda: Klaksvíkar Kommuna 30.05.2018