NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Nýggjársrøða løgmans 2023

31/12/2023

Comments

 
Picture
​Nýggjársrøða løgmans 2023

Góðu føroyingar

Kavaflykrurnar dalaðu spakuliga hetta stilla jólakvøldið í 1914.

Tær løgdust á skóg og svørð – og á teir mongu stríðsmenninar, sum lógu í skotgrøvunum á vesturhermótinum í Fraklandi.

Fyrri heimsbardagi herjaði, og bretar og fransmenn stríddust móti týskarum.

Bardagarnir vóru harðir. Men jólakvøld var friður. Hvør í sínari skotgrøv lógu hermenninir og bíðaðu.

Við eitt skar ein klár, týsk rødd ígjøgnum køldu luftina. Ein rødd, sum sang – við vaksandi megi.

So líðandi løgdust fleiri røddir aftur at sanginum. Á týskum, enskum og fronskum hoyrdist brátt sálmurin »Gleðilig jól« ljóma yvir sundurskotna lendið.

Við eitt reistist ein týskari. Fattur stóð hann har – mitt á hermótinum – og setti lívið í váða fyri vónina um menniskjaliga góðsku.

Eingin skeyt.

Í staðin reistust fleiri hermenn. Teir komu upp úr ymsu skotgrøvunum og heilsaðu. Teir spældu fótbólt í kavanum. Teir varnaðust, at argi fíggindin ikki var stórt øðrvísi enn teir sjálvir, tá ið samanum kom.

Framvegis hoyrdu teir til hvør sína sannføring. Framvegis vóru teir partur av hvør sínum hermóti. Men hesa løtuna sóu teir ikki tað, sum skilti teir. Í staðin møttust teir um tað, teir høvdu í felag.

***

Góðu føroyingar

Kríggj snýr seg um mørk. Um mørk ímillum lond og ímillum menniskju.

Men hendingin frá 1914 vísir, at hóast vit eru ósamd um, hvar mørkini skulu verða sett, so kann menniskjalig góðska lata okkum hittast.

Og hesum er støðugt størri tørvur á.

Tí tað er eingin ivi um, at heimurin nú broytist.

Seinastu mongu árini hevur friður valdað í okkara parti av heiminum, og mørkini – millum lond og millum fólkasløg – hava verið kám.

Men nú, vit stíga inn í nýggja árið, eru tvey kríggj, sum eingin endi sæst á. Vit síggja ræðuleikar, sum ikki kunnu lýsast við orðum.

7.oktober var Ísrael fyri einum ótespiligum yvirgangsálopi. Tað, sum nú hendir í Gaza, er somuleiðis menniskjansliga ótespiligt. Vanlig fólk og børn í túsundatali hava latið lív. Eg havi ikki orð at lýsa ræðuleikarnar.

Og í Ukraina herjar kríggið við sama lag eftir skjótt tvey ár.

Herfyri var 25 ára gamla Alyona Fedotova, sum er flýdd úr Ukraina, í sjónvarpinum. Hon segði: »Eg eri heimleys. Eg havi einki arbeiði. Eg eri einsamøll. Havi mist familjuna. Fólk, eg eri góð við. Mítt land. Mítt heim.«

Í friðarligu Føroyum hava vit ilt við at skilja hesa sváru støðu.

Og í Russlandi verða menn og unglingar noyddir í kríggj, hóast teir – eins og hermenninir í 1914 – vita, at fíggindin ikki er stórt øðrvísi enn teir sjálvir.

Tað er ófatiligt, at menniskjan ikki verður klókari. Tað er óskiljandi, at kríggj og dráp halda á.

Hinvegin eru mørk, sum eru verd at stríðast fyri. Enntá at doyggja fyri. Hetta eru mørkini millum frælsi og ófrælsi. Millum ótta og tryggleika. Millum neyð og vælferð.

Tað er mín inniliga vón, at friður skjótt fæst í lag. At markið millum Russland og Ukraina verður virt. Og at mørk verða sett millum Ísrael og Palestina, sum báðir partar kunnu liva við – heldur enn kríggið, sum báðir partar nú doyggja við.

***

Men ringarnir av hesum kríggjunum breiða seg. Múrar verða aftur laðaðir millum lond. Stríðið um sannleikan er hart. Og tað sæst eisini her í Føroyum.

Tí samstundis sum mørkini verða herd í heiminum, fána tey á netinum. Tøknin er markleys. Vitlíki, sum er ársins orð, hevur longu yvirhálað okkum, langt áðrenn vit hava skilt, hvat tað er. Hvat tað kann.

Okkara fatanarevni røkka ikki til tað, sum nú hendir í talgilda heiminum.

Vitlíki ber okkum markleysar møguleikar. Ótrúligar og gagnligar møguleikar. Eitt nú hjálp til fólk við skerdum førleikum. Hjálp á heilsuøkinum. Ella við at avgreiða uppgávur eftir sekundum, sum gløggastu fólk brúka langa tíð til.

Vit skulu læra okkum at gagnnýta tað. At stýra tí. Og vit mugu brynja bæði okkum og børnini.

Tí alt, sum er markleyst, kann vera ein váði. Hava vit ikki mørk, er skjótt, at vit missa okkum sjálv.

Okkum tørvar til dømis mark ímillum tað, sum er satt, og tað, sum er ósatt. Ímillum rætt og rangt. Og mark fyri, hvat vit góðtaka – bæði av okkum sjálvum og øðrum.

Men vitlíki hevur einki mark. Hvørki menniskjansligt ella moralskt.

Tað ger tað trupult at navigera. Tí hvat av tí, vit síggja og lesa, er nú veruligt?

Myndir. Brøv. Tíðindi. Samrøður í miðlunum. Filmsupptøkur. Hvat er satt?

Í kríggi vita vit, at sannleikin er fyrsta ofrið. Men nú verður støðugt verri at skilja millum satt og ósatt – á øllum økjum.

Eisini vit eru offur í stóra kunningarkrígnum. Og algoritmurnar syrgja fyri, at hvørt einasta músaklikk er sum eitt spakaskot djypri niður í skotgravirnar. Tær smalka okkara heimsfatan – heldur enn at víðka hana.

Tær fáa okkum at halda, at heimurin er svartur og hvítur. Eggja okkum til annaðhvørt at vera fyri ella ímóti. At svara ja ella nei. Tær loyva okkum ikki at síggja ymsu síðurnar av málunum.

Hetta ávirkar heimin. Hetta ávirkar kjakið. Og hetta kann ávirka fólkaræðið. Eisini í Føroyum.

***

Góðu føroyingar

Hesa seinastu tíðina hava vit í Føroyum sæð støðugt fleiri mørk. Fólk fylkjast um ymisk sjónarmið – nógv meira enn eg áður havi sæð.

Fyri Ukraina. Fyri samstarvi við Russland. Fyri Ísrael. Fyri Palestina. Fyri fríari fosturtøku. Fyri børnum í móðurlívi.

Mørkini verða kritað.

Tað er gott, at vit kunnu siga okkara hugsan – og hava slík tiltøk. Fría kjakið er jú grundin undir fólkaræðinum.

Men politikkur og lógarverk snúgva seg um at seta mørk. Tá ið vit tóku við, fóru vit undir at flyta mørk – eins og allar samgongur gera. Og har mørk verða flutt, koma reaktiónir. Summi fegnast. Onnur gerast vónbrotin, og uppaftur onnur ilskast. Tað veldst um, hvørjumegin markið vit standa.

Vit hava hetta árið framt nógvar broytingar og umskipanir. Eg skilji væl, at fólk verða ill. Men úrslitini av umskipanunum fara at vísa seg.

Og orsøkin er greið. Vit kappast við útlond um bæði arbeiðsmegi og barnafamiljur. Flyta vit eingi mørk, tapa vit kappingina.

Eg veit, at vit eru ósamd um mørkini. Stundum rúkandi ósamd. Men eins og í 1914 gagnar tað okkum at koma upp úr skotgrøvunum. At síggja ymsar síður.

Bæði tá ið ræður um fiskivinnuna, handilsvinnuna og føroysku hagarnar. Tá ið ræður um moralsk mørk, etisk mørk og politisk mørk.

Tað er trupult. Tí vit skulu seta mørk. Men vit mugu eisini byggja brýr.

Í prædiku síni jólaaftan staðfesti bispur, at »friður á jørð er ikki til. Tað eru vit menniskju, sum mugu skapa frið, har vit eru.«

Og eg eri samdur. Menniskjan livir út frá mørkum. Millum mørk. Tað skapar ósemjur. Ófrið. Men vit eiga at hevja menniskjaliga góðsku upp um ósemjurnar.



Hjá Frelsunarherinum eru tey fyrimyndir á hesum øki. Í oktobur fekk Bernhard Petersen »Ársins Sálarheilsuvirðisløn« fyri arbeiðið við teimum heimleysu. Hann segði:

»Hetta eru okkara medmenniskju. Tí skulu vit vera góð við tey – og taka um tey.«

Hetta er kjarnin av at vera menniskja. At vit megna at taka um onnur. Eisini tey, vit eru rúkandi ósamd við. Júst sum hermenninir gjørdu jólanátt í 1914.

Og í Føroyum eru nógv fólk, sum nýta júst hetta sum lívskumpass. Ársins rósa í 2023, Randi Waag Jacobsen, er ein teirra. Við hennara skipan »yvirskot til tín« ber til at lata – og soleiðis gera mun fyri medmenniskjuni. Aftur at henni eru fólk og felagsskapir í hópatali, sum á ymsan hátt gera eitt stórt arbeiði. Fyri at byggja brýr. Fyri at taka um tey, ið hava hjálp og umsorgan fyri neyðini.

Í kvøld takki eg tykkum øllum hjartaliga.

***

Góðu føroyingar.

Ársins síðsta kvøld taka vit samanum – og líta fram.

Hóast tað er vorðið dýrari at liva – og eg veit, at hetta merkist, serliga hjá barnafamiljum – so hava vit arbeiði til allar hendur og nógv virksemi.

Ábendingar eru um, at inflatiónin nú hæsar av, og vónandi fer rentan tí at lækka.

Hóast avbjóðingar hava vit nógv at takka fyri. Vit liva í einum av heimsins bestu londum. Við stórum ríkidømi. Stórum frælsi. Stórum tryggleika. Hetta er framvegis eitt av heimsins bestu londum hjá børnum at vaksa upp í. Um ikki tað besta.

Kortini er okkara størsta avbjóðing í løtuni, at burðartalið minkar. Hetta má takast í størsta álvara.

Nøkur stig eru tikin.

Vit hava á fyrsta sinni eitt Barnamálaráð, soleiðis at einki barn skal detta niður ímillum ymsu skipanirnar. Vit arbeiða við at tryggja barnafamiljum betri fíggjarlig kor, betri møguleikar til eitt trygt heim og støðug dagstovnatilboð.

Vit mugu fáa børn, ung og familjur at trívast, støðast og flyta heim aftur. Hetta er fremsta málið – og púra avgerandi fyri framtíðina her á landi.

Men onnur stór mál eru longu nádd. Mál, sum áður vóru óhugsandi og fjar.

Sandoyartunnilin er eitt slíkt mál, ið hevur flutt samfelagið framá, bundið okkum saman og økt um møguleikarnar – bæði í vinnulívi, ítróttalívi og familjulívi. Serliga hjá ungum familjum í Sandoynni.

Og komandi árið byrjar við enn einum fluttum marki, nú Føroyar á fyrsta sinni verða við í einum EM-endaspæli fyri lið.

Eingin trúði, at tað bar til – eingin annar enn garparnir sjálvir. Men tá ið hondbóltsmenninir trína á vøllin í Berlin, fer tað at sameina allar føroyingar. Eg gleði meg at síggja, hvussu hetta bragd fer at ávirka land, fólk og ítróttalív frameftir.

Og komandi ár byrja fyrireikingarnar til Oyggjaleikir, sum verða í Føroyum í 2027. Í einum gerandisdegi, har nógv mørk skilja okkum, kann ítrótturin savna okkum.

***

Góðu føroyingar.

Nú fáir tímar eru eftir av árinum, minnast vit aftur á gamlaárskvøld í fjør.

Vónir, dreymar og lyfti. Men eisini stúranir, ótta og ampa.

Tá ið vit á nýggjárinum geva okkum stundir at grunda, varnast vit, hvussu nógv vit megna. Men vit varnast eisini, hvussu lítið vit sjálv ráða yvir tí, sum veruliga hevur týdning.

Tað er á markinum millum hesar báðar sannkenningarnar, at vit menniskju virka og liva. Ímillum egnan mátt og so tað, sum lagnan letur í okkara lut.

Tit, sum í kvøld syrgja, stríðast ella óttast tað, ið koma skal, kenna henda tvídrátt. Mátti hetta komandi árið borið tykkum ugga og vón. Máttu vit onnur sæð, hvussu vit best kunnu taka um tykkum – og veita hjálp og linna.

***

Góðu føroyingar

Eg vóni, at vit hetta komandi árið fara at stríðast fyri at halda fast um nøkur mørk. At vit megna at flyta onnur mørk fyri at tryggja framburð. Og at vit altíð megna at vísa góðsku – eisini tá ið vit eru ósamd um, hvar mørkini skulu vera.

At vit reisa okkum úr skotgrøvunum og megna at taka um okkara medmenniskju.

Bæði politiskt, hugsjónarliga – og menniskjansliga.

Gott nýggjár, góðu føroyingar.

Gud signi hetta komandi árið.

Løgmansskrivstovan

Comments

​Tøkk til H.H. Margretu Drotning

31/12/2023

Comments

 
Picture
Í samband við at Hennara Hátign Margreta Drotning hevur valt at lata trónuna frá sær tann 14. januar 2024 til Hannsara Kongligu Tign Fríðrik Krúnprins, hevur Aksel V. Johannesen løgmaður fylgjandi heilsu:

“Vegna Føroya landsstýri og Føroya fólk vil eg fegin takka Hennara Hátign Margretu Drotning fyri stóra ídnið og trúfestið sum drotning okkara í samfull 52 ár.

Í einum heimi, sum støðugt er broyttur øll hesi árini, hevur Hennara Hátign Margreta Drotning verið ímyndin av støðufesti og tign.

Eg trúgvi, at eg tosi fyri flest allar føroyingar, tá eg sigi, at vit eru errin av at hava havt Hennara Hátign Margretu Drotning, sum drotning.”

Løgmansskrivstovan

Comments

​Smyril siglir ikki í dag

31/12/2023

Comments

 
Picture
​Smyril siglir ikki í dag

Avlýsing á leið 7. Fyri verður er ongin sigling á leið 7, sunnudag 31. desembur og tað er dagført klokkan 05:36 Nýggjársaftan.

Strandfaraskip Landsins

Comments

MEST skal prosjektera nýggjar ferjur til Strandferðsluna

29/12/2023

Comments

 
Picture
Skipasmiðjan MEST fer at prosjektera tær báðar ferjurnar, ið Strandferðslan fer undir at byggja í 2025 og frameftir. Fyri tørni fyrst stendur Kalsoyarferjan og síðani ferjan til Fugloyar- og Svínoyarleiðina.

- Vit hava valt at prosjektera ferjurnar í senn, so at skipaslag, tilfar og útgerð koma at líkjast sum mest, sigur Niels Juel Arge, stjóri á Strandferðsluni.

Prosjekteringin tekur níggju mánaðar, og byggingin verður boðin út á heysti 2024. Byggingin av Kalsoyarferjuni byrjar í 2025, og ferjan er ætlað at fara í sigling seinast í 2026.

Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum fegnast um tilgongdina: - Hetta er eitt týðandi stig á leiðini at endurnýggja flotan hjá Strandferðsluni, sigur landsstýrismaðurin.

Fýra veitarar blivu bodnir við til undangóðkenning, og tveir lótu tilboð inn. Av hesum metti Strandferðslan tilboðið frá MEST at vera tað besta.

- Tað er við góðum treysti og hugi, at vit fara í gongd við at prosjektera hesar ferjurnar fyri Strandferðsluna, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið

Comments

ÁRSAÐALFUNDURIN HJÁ FSN 28. DEC 2023

28/12/2023

Comments

 
Picture
Ársaðalfundurin hjá Føroya Skipara-& Navigatørfelag varð hildin á Hotel Hilton í Havn. Uppmøtingin var sera góð, gott 70 limir vóru møttir. Hetta er nokk tann størsta undirtøkan, sum hevur verði til ársaðalfundinar hjá FSN. Formansfrágreiðingin snúði seg um virki felagsins í skjótt farna árið, FSN hevur fleiri sáttmálaøkir, so her er nógv at taka fatt í. Eftir formansfrágreiðingina, var høvið at seta spurningar til formansrøðuna . Fleiri spurningar vóru settir um sáttmálasamráðingarnar viðvíkjandi heimaflotanum, serliga hetta við olju sum loyvdur frádráttur av óbýttum. Hetta punkt tyngir nógv, tí oljan er ein tungur postur í rakstrinum í dag. Spurningar vóru eisini settir viðv. sjómannafrádráttinum, sum politiskt er minkaður frá 14% av kr. 470.000 til kr. 300.000. Aðrir spurningar vóru eisini settir.

Rokniskapurin bleiv lagdur fram, og Aðalfundurin samtyktið einmælt rokniskapin. Nevndarval var. Í ár stóðu 5 persónar fyri valið og 7 mans bjóðaðu seg fram. Kristen Friis valdi ikki at taka við afturvalið. Alfred Jacobsen bleiv valdur sum nývaldur, Alfred Jacobsen starvast sum Havnaumsjónarmaður í Tórshavnar Havn, hann er útbúgvin skipsførari.

Nevndin skipaði seg beint eftir Aðalfundin. Annfinnur Garðalíð bleiv einmælt valdur til formann í FSN. Elias Zachariasen bleiv einmælt valdur til næstformann.

Her fleiri myndir, klikk her: https://www.fsn.fo/news/209/arsadalfundurin-hja-fsn-28-dec-2023?_NewsgroupIds=1

Føroya Skipara-& Navigatørfelag

Comments

Boð frá nýggjársbáli

28/12/2023

Comments

 
Picture
Ætlar tú at brenna bál nýggjársaftan? So skalt tú minnast til at skráseta teg hjá Sløkkiliðnum. Her er vegleiðing til skráseting til borgarar, ið ætla sær at brenna bál á nýggjárinum. Øll bál skulu skrásetast.

Umframt at fylgja vegleiðing og galdandi reglugerð á økinum, eiga atlit eisini at verða tikin til grannarnar, um bálið verður brent í íbúðarøki. Góður siður er tí at kunna grannalagið, áðrenn bál verður brent nærhendis bústað. Bálbrenning skal altíð fylgja vegleiðingini hjá Umhvørvisstovuni.

Boð frá nýggjársbáli her: Nýggjársbál 2023

Í sambandi við bálbrenning og brenning í smá­um heimaovnum og í eldstaði eru her nøkur dømi um, hvat kann brennast, og hvat ikki kann brennast.

Hetta er loyvt at brenna:
  • Reinur og turrur óviðgjørdur viður
  • Ólitað pappír og papp
  • Jóla­trø og annað grann

Hetta er ikki loyvt at brenna:
  • Plast og gummi (t. d. flamingo, dekk, nótir, posar og annað)
  • Viðgjørdur og málaður viður
  • Sagu­spønir og spønplátur
  • Húsarhaldsburturkast
  • Vandamikið burturkast (t. d. máling, battarí, olja, oyðingarevni, loysingarevni o. a.)
  • Klæðir, leður og annað
  • Dagbløð og vikubløð (viðgjørt papír)

Klaksvíkar Kommuna

Comments

​Nýggjársaftan í Betesda kl. 16 - Ein løta við hugna og álvara

27/12/2023

Comments

 
Picture
Nýggjársaftan verður ein løta í Betesda, við bæði hugna og álvara. Her kunnu fólk seta seg niður róliga, hugsa um farna árið og hugsa um ynskini til komandi árið. Løtan er ætla bæði yngri sum eldri.

Kl. 16 verður ein hugnaløta í forhøllini, har ein drekkamuður verður at fáa og „Kafé-bólkurin luttekur.

Klokkan 16:45 syngja og spæla „tey ungu“lættari løg inni í salinum.

Kl. 17 byrjar sjálv løtan, har dentur verður lagdur á ársskiftið. Skráin fevnir um felagssang, Kristian Hansen hevur eitt stutt orð um farna árið og tað komandi, ein stutt bønarløta og 17 Sangarar syngja.

Løtan í salinum varðar umleið ein tíma, tá høvi verður at ynskja hvør øðrum GOTT NÝGGJÁR!

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Betesda

Comments

​Fráboðan: Broytingar í Heilsumálaráðnum

27/12/2023

Comments

 
Picture
Løgtingsins umboðsmaður gav hin 4. desember 2023 Heilsumálaráðnum eina álvarsliga átalu.

Í hesum sambandi heitti løgmansstjórin á Turid Arge aðalstjóra í Heilsumálaráðnum, um at koma við einari frágreiðing um málið. Hesa frágreiðing fekk Løgmansskrivstovan tann 21. desember.

Frágreiðingin er nú viðgjørd, og Aksel V. Johannesen løgmaður hevur í dag, eftir løgfrøðiligari ráðgeving, givið Turid Arge aðalstjóra í Heilsumálaráðnum ætlanarskriv um tænastumannakanning.

Sambært ætlanarskrivinum metir Løgmansskrivstovan, at tað er grundaður varhugi um, at aðalstjórin í Heilsumálaráðnum ikki hevur hildið kravið sambært § 9 í tænastumannalógini.

Løgmaður fer tí at heita á Sorinskrivaran um at tilnevna rannsóknarleiðara, sbr. tænastumannalógini § 17, stk. 2. Eisini er ætlanin at heita á rannsóknarleiðaran um at gera eitt tilmæli sbr. tænastumannalógini § 18, stk. 6.

Turid Arge verður frítikin fyri tænastu frá dags dato og so leingi agamálið gongur.

Løgmaður hevur tikið avgerð um, at frá 1. januar 2024 verður Bjørgfríð Ludvig fyrbilssett sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.

Bjørgfríð Ludvig hevur drúgvar leiðsluroyndir, og hevur áður verið aðalstjóri í Vinnumálaráðnum (2012-2016) og seinast kommunustjóri í Tórshavnar Kommunu (2016-2023).

Fram til 1. januar 2024 røkir Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almanna- og mentamálaráðnum fyribils starvið sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.

Løgmansskrivstovan

Comments

​Fiskimannafelagið heldur landsfund

27/12/2023

Comments

 
Picture
​Føroya Fiskimannafelag hevur sín árliga landsfund á Panorama í morgin 28. desember.

Á fundinum verður lagt upp til broytingar í lógum felagsins. 

Jákup Petur Bærentsen frá fyritøkuni Stýr greiðir frá um fiskiárið 2023 í tølum og við áhugaverdum samanberingum. 

Byrjað verður við morgunmati klokkan 9.30, og klokkan 10.00 byrjar sjálvur landsfundurin, har seks mál eru til viðgerðar:

- frágreiðing frá virki felagsins í farna ári
- framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
- val av grannskoðara 
- ásetan av limagjaldi
- uppskot frá stjórn og limum
- annað

Umleið klokkan 11.30 leggur Jóan Petur Bærentsen fram sína frágreiðing 

Eisini fer kórið Silvitni at syngja nakrar sangir.

Føroya Fiskimannafelag 

Comments

Innflutningurin av hítum minkaður í fjør

26/12/2023

Comments

 
Picture
Í kvøld er 2. jólakvøld og nógv fara í býin at hugna sær
 
Tað er kanska gott at hava í huga, at 26. september — also júst um níggju mánaðir — eru flestu føroyingar føddir September er eisini tann mánaðurin, tá ið flest hava føðingardag
 
Innflutningurin av hítum er vaksin nakað seinastu árini, men minkaði eitt vet í fjør. Um vit duga betur at brúka tær hava vit ikki hagtøl um — enn Men betri fyrivarin enn eftirsnarin, ikki so Fólkaheilsustýrið?
 
Gott 2. jólakvøld
 
Hagstova Føroya

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.