Umframt at fylgja vegleiðing og galdandi reglugerð á økinum, eiga atlit eisini at verða tikin til grannarnar, um bálið verður brent í íbúðarøki. Góður siður er tí at kunna grannalagið, áðrenn bál verður brent nærhendis bústað. Bálbrenning skal altíð fylgja vegleiðingini hjá Umhvørvisstovuni.
Boð frá nýggjársbáli her: Nýggjársbál 2023
Í sambandi við bálbrenning og brenning í smáum heimaovnum og í eldstaði eru her nøkur dømi um, hvat kann brennast, og hvat ikki kann brennast.
Hetta er loyvt at brenna:
- Reinur og turrur óviðgjørdur viður
- Ólitað pappír og papp
- Jólatrø og annað grann
Hetta er ikki loyvt at brenna:
- Plast og gummi (t. d. flamingo, dekk, nótir, posar og annað)
- Viðgjørdur og málaður viður
- Saguspønir og spønplátur
- Húsarhaldsburturkast
- Vandamikið burturkast (t. d. máling, battarí, olja, oyðingarevni, loysingarevni o. a.)
- Klæðir, leður og annað
- Dagbløð og vikubløð (viðgjørt papír)
Klaksvíkar Kommuna