NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

73 tilburðir í gjár og nú eru 460 smittaði, 2 innløg og 13 deyð

30/11/2021

Comments

 
Picture
Í gjár vóru 73 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

2434 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 460 smittað, tvey eru innløgd, og 13 eru deyð við koronu í Føroyum.

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýrið

Comments

​ALMENT ÚTBOÐ: STROYMING AV BÝRÁÐSFUNDUM

30/11/2021

Comments

 
Picture
Býráðsfundir Klaksvíkar Býráðs hava seinastu sjey árini verið stroymdir alment. Býráðið hevur nú endurskoðað skipanina og hevur avgjørt, at nýtt útboð skal vera. Tí verður við hesum biðið um tilboð frá áhugaðum veitarum upp á hesa tænastu.

Tilboðið skal umfata eina fullfíggjaða stroymingsloysn fyri fundir býráðsins*, tvs. upptøka og viðgerð av upptøkum, umframt at veitarin veitir útgerð so sum mynda-/upptøkutól, mikrofonir, kaðalar, uppseting, aðra veiting o.s.fr.

Onnur viðurskifti, sum ynskjast útgreinað í tilboðnum, eru veitingartíð og møguleiki fyri goymslu á netinum, evt. sum tíðaravmarkað goymsla.

Umboð frá veitara eru vælkomin at seta fram spurningar um veitingina og tilboðsgrundarlagið í síni heild, um ávís viðurskifti ynskjast greinað nærri. Spurningar av slíkum slag skulu stílast til Jensu Anthoniussen, fulltrúa, á jensa@klaksvik.fo. 

Freist at lata inn tilboð er 10. des. 2021 á middegi.

Tilboðið skal sendast í telduposti í PDF-formati til Klaksvíkar kommunu á klaksvik@klaksvik.fo, merkt “Stroyming av býráðsfundum – tilboð”

Klaksvíkar kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu tilboðini eins og ikki at taka av nøkrum av innkomnu tilboðunum.

Tilboðini verða viðgjørd og sammett av Klaksvíkar kommunu. Niðurstøðan um, hvat av tilboðunum – um nakað – tikið verður av, verður grundað á eina heildarmeting við denti á tey viðurskifti, sum eru nevnd í hesum skrivi.

Ætlanin er, at komandi veitari byrjar at stroyma býráðsfundin, sum verður í seinnu helvt av januar 2022.

Øll, sum hava latið tilboð inn, fáa svar um niðurstøðuna. Klaksvíkar kommuna metir seg kunna geva svar, um tikið verður av tilboðnum ella ikki, umleið eina viku eftir, at tilboðsfreistin er farin.

 *fundirnir vara í miðal 2,5 til 3 tímar

Klaksvíkar Kommuna

Comments

​SKOYTUBREYTIN LETUR NÚ UPP

30/11/2021

Comments

 
Picture
Um vikuskifti hevur verið spulað og fryst, spulað og fryst. Nú er skoytubreytin klár og latið verður upp týsdagin 30. nov. kl. 15.00.

Ymiskar betringar eru gjørdar við undirlagnum, kringumstøður eru betraðar og seinni í ár verður ein skúrur afturat, ið ger umklæðingarumstøðurnar enn betri. Tað sum eisini er øðrvísi í ár er, at handlar er fluttir inn í kjallarin á Biskupstorgi, ið eisini skapar hugna í miðbýnum.

Soleiðis er skoytubreytin opin:
Gerandisdagar: kl.15.00 til - 21.00 

Leygardag: kl. 10.00 til 21.00

Sunnudag: kl. 15.00 til 20.00

Til ber at leiga skoytubreytina gerandisdagar frá kl. 08.00 til 15.00. Leiga skoytubreytina við at senda eina boð á boðklivan á facebook ella send ein teldupost til skoytubreyt@klaksvik.fo. 

Eins og hini árini kunnu umstøðurnar at skoyta ávirkast av veður og vind, tí verða tað eisini dagar í vetur, har neyðugt verður at steingja skoytubreytina. Tí heitir kommunan á øll, um at fylgja við á facebook síðuni: Skoytubreytin í Klaksvík. Á síðuni ber til at kunna seg um upplatingartíðir og um annað virksemi, sum viðvíkur økinum við skoytubreytina.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

​48 tilburðir í gjár og nú eru 430 smittaði, 3 innløgd og 13 deyð

29/11/2021

Comments

 
Picture
Í gjár vóru 48 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

1717 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 430 smittað, trý eru innløgd, og 13 eru deyð við koronu í Føroyum.

Heilsumálaráðið og Føroya Landsstýrið

Comments

​34 tilburðir í gjár og nú eru 415 smittaði, 5 innløgd og 13 deyð

28/11/2021

Comments

 
Picture
Í gjár vóru 34 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

1088 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 415 smittað, fimm eru innløgd, og 13 eru deyð við koronu í Føroyum.

Føroya Landsstýrið og Heilsumálaráðið

Comments

Korona varianturin Omikron B.1.1.529 er komin til Danmark

27/11/2021

Comments

 
Picture
Tað er næstan 100 prosent staðfest at tann hervligu korona varianturin Omikron, eisini kallaður B.1.1.529 frá Suður Afrika er komin til Danmarkar, tað søgdu heilsumynduleikarnir í Danmark í gjárskvøldið.

Heilsumynduleikarnir mistonkja at tveir persónar, sum hava verið í Suður Afrika eru smittaðir við Omikron og heita tí  á øll tey ferðandi, sum vóru við í teimum báðum flogførinum at fara í sóttarhald og kannað seg.

Í løtuni eru heilsmynduleikarnir í Danmark í holt við at kannað triðja lið í smittuketuni, tey sum hava verið í samband við tey smittaðu og at fáa tey í sóttarhald eisini.

Hesi bæði smittaðu høvdu tikið ein pcr test, tá ið tey komu til Danmarkar og vóru bæði positiv og í morgin verður endiliga staðfest um tað er Omikron varianturin, men væntandi eru tey smittaði við tí variantinum.

Meira um Omikron korona variantinum, klikk her “Omikron/B.1.1.529: Hvad ved vi om den nye corona-variant?”

SáH

Comments

​63 tilburðir í gjár og nú reyk smittan upp aftur til 405 smittaði, 7 innløgd og 13 deyð

27/11/2021

Comments

 
Picture
Í gjár vóru 63 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

2567 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 405 smittað, sjey eru innløgd, og 13 eru deyð við koronu í Føroyum.

Føroya Landsstýrið og Heilsumálaráðið

Comments

32 tilburðir í gjár og nú eru 380 smittaði, 7 innløgd og 13 deyð

26/11/2021

Comments

 
Picture
Í gjár vóru 32 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.

2329 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 380 smittað, sjey eru innløgd, og 13 eru deyð við koronu í Føroyum.

Føroya Landsstýrið og Heilsumálaráðið

Comments

​Altjóða dagurin móti harðskapi móti kvinnum

26/11/2021

Comments

 
Picture
Í gjár varð skipað fyri tiltaki í Smæruni í sambandi við altjóða dagin móti harðskapi móti kvinnum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, beyð vælkomin og legði fyri við røðu, har hon millum annað segði:

At basa harðskapi er eitt samfelagsmál, sum vit øll eiga at vera við til at loysa. Áhaldandi mugu vit raðfesta, bæði í mun til at fyribyrgja og at steðga harðskapinum. Og ikki minni við áherðslu á eini hugburðsbroyting.
Tvær framløgur vóru á skrá. Hin fyrra við Kathrinu Lindenskov Holm, sálarfrøðingur og traumaserfrøðingur, sum greiddi frá royndunum úr Kvinnuhúsinum. Tað var sera upplýsandi og gevandi at hoyra. 

Seinnu framløguna stóðu Gunnhild Persson og Erla Ree Winthereig fyri, sum hava skrivað kandidatrigerð um samtykki í sambandi við sex og lóggávuna á økinum. Tær løgdu fram við støði í kandidatritgerðini, bæði við royndum úti úr heimi, har broytingar eru framdar og frá okkara egnu støðu í Føroyum.

Eftir framløgurnar var pallborð, har tær, sum høvdu hildið framløgur, umframt Jóhan Dahl, løgtingslimi og Kristianna Winther Poulsen, politikkari, vóru við, og sum Rógvi Olavson leiddi okkum væl ígjøgnum. Kjakið var gott og fleiri viðkomandi evnir vórðu viðgjørd.

Nógv fólk høvdu leitað sær í Smæruna at lýða á, og fleiri fylgdu eisini tiltakinum á stroymingini, sum til ber at síggja her: Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum 25. november 2021 í Smæruni í Tórshavn

Tað vóru Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið, Amnesty og Sig frá/Almannamálaráðið, sum skipaðu fyri tiltakinum.

Til ber at lesa røðuna hjá landsstýriskvinnuni niðanfyri her:

I dag er 25. november og Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Eitt av mínum ábyrgdarøkjum sum landsstýriskvinna er harðskapsøkið. Tí fegnist eg stórliga um, at hetta tiltakið, eisini í ár, bleiv veruleiki.

Gott at til ber at hittast her. Og samstundis at gleðast um, at tiltakið eisini verður stroymt. So eru vit fleiri, ið kunnu fylgja hesi spennandi skrá, sum løgd er fyri dagin. Vælkomin til tykkum øll!

Hóast nógv er ment rætta vegin seinastu árini, so er neyðugt, at vit alla tíðina taka av møguleikanum, at fáa eitt enn betri innlit í økið. Og við støði í hesum eisini rúma tí neyðuga kjakinum, sum flytur menningina longur fram á leið.

Fyrstu stigini til at seta gongd á arbeiðið við at basa harðskapi, vórðu tikin á ársdegnum, fyri júst 11. árum síðani. Árið eftir varð Heildarætlan um harðskap í parlagi og nærsambondum løgd fram. Politiska skipanin megnaði, tvørturum floksmørk, at samstarva um og raðfesta hetta arbeiðið. Tá lá økið hjá landsstýrismanninum í Vinnumálum, Jóhan Dahl.

Í framhaldi av hesi verkætlan kom so Heildarætlan um kynsligan ágang. Aðalmálið við hesum verkætlanum hevur verið, at harðskapur ikki eigur at vera partur av lívinum hjá nøkrum borgarum, heldur ikki her á landi.

Í mai mánað í ár varð fyrsta kanningina innan harðskapsøkið í Føroyum, løgd fram. Hon lýsir støðuna við harðskapi og árin av harðskapi fyri økini: likamligur, kynsligur og sálarligur harðskapur. Og ásannast má, Føroyar eru einki undantak

At basa harðskapi er eitt samfelagsmál, sum vit øll eiga at vera við til at loysa. Áhaldandi mugu vit raðfesta, bæði í mun til at fyribyrgja og at steðga harðskapinum. Og ikki minni við áherðslu á eini hugburðsbroyting.

Ætlanin var, at hava tríggjar framløgur, har fyrstu framløgan var við Evu Bertelsen, ph.d., ið skuldi varpað ljós á “Seksuellan harðskap í parlagi”. Orsakað av veðri er hetta tíverri ikki møguligt. Men vit kunnu tó síggja fram ímóti, at hon luttekur á ráðstevnuni NORDISKE KVINDER MOD VOLD í mai mánað komandi ár, her í Føroyum, sum Kvinnuhúsið er við til at fyriskipa.

Fyrsta framløga verður tí við Kathrinu L. Holm, sálarfrøðingi og traumaserfrøðingi, ið fer at tosa um royndirnar úr Kvinnuhúsinum, har hetta sama økið heldur ikki er ókent. Tí er tað gott, at vit fáa nærri kunning um hetta og gleða vit okkum at lýða á, Kathrina.

Seinastu framløguna taka Gunnhild Persson og Erla Ree Winthereig, sær av. Tær hava skrivað kandidatritgerð um átakið #Samtykki, sum flest okkara kenna. Hugaligt at okkara ungu lesandi taka fatur í aktuellum evnum, hiðani heima hjá okkum sjálvum. Tykkara íkast verður spennandi at hoyra, Gunnhild og Erla.

Eftir ein steðg fara vit víðari við einum pallborðskjaki, við luttøka av politikarum og fakfólki. Tað verður spennandi at fylgja við í og hoyra teirra støðu til økið. Takk fyri til tykkum øll, sum hava játtað at verið við í pallborðinum.

Og ikki minst til Rógvi Olavson, ið fer at leiða okkum ígjøgnum hesa spennandi skránna.

Tiltakið er fyriskipað í samstarvi millum Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið, Amnesty og Sig frá/Almannamálaráðið. Eg fegnist um, at tit taka stig til hetta. Tí soleiðis eru vit við til at flyta økið víðari fram á leið. 1000 takk skulu tit hava fyri tað.

Takk fyri og enn einaferð hjartaliga vælkomin!

Almannamálaráðið

Comments

GUNHILD HEVUR TEKNAÐ JÓLAKORTIÐ HJÁ BORGARSTJÓRANUM

25/11/2021

Comments

 
Picture
Tað er vakra jólatekningin hjá Gunhild Arge Joensen, sum í ár prýðir jólakortini hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- Heimatænastu.

Seinastu árini hava børn í fyrsta og øðrum flokki luttikið í eini jólateknikapping, har vinnandi tekningin myndprýðir jólakortini hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu. Tá ið freistin var farin, vóru nærum 200 tekningar komnar inn, og vinnarin gjørdist 8 ára gamla Gunhild Arge Joensen, sum gongur í 2. b á Skúlatrøð. 

Í dag vitjaði Karl Johansen, borgarstjóri og stýrisformaður í NBH, á Skúlatrøð og í Snjallubjallu, har hann handaði Gunhild eina gávu og fyrsta jólakortið. Eisini fóru borgarstjórin og Gunhild á gátt í hinum 2. flokkunum og í Snjallubjallu, har tey bjóðaðu øllum børnunum okkurt søtt.

Klaksvíkar kommuna og Norðoya Bú- og Heimatænasta ynskja Gunhild hjartaliga til lukku, og takka børnunum fyri tær mongu vøkru tekningarnar, sum komu inn.

Fleiri myndir, klikk her, “jólakort Klaksvíkar Kommuna”

Klaksvíkar Kommuna

Picture
Comments
<<Previous
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.