Heilsumynduleikarnir mistonkja at tveir persónar, sum hava verið í Suður Afrika eru smittaðir við Omikron og heita tí á øll tey ferðandi, sum vóru við í teimum báðum flogførinum at fara í sóttarhald og kannað seg.
Í løtuni eru heilsmynduleikarnir í Danmark í holt við at kannað triðja lið í smittuketuni, tey sum hava verið í samband við tey smittaðu og at fáa tey í sóttarhald eisini.
Hesi bæði smittaðu høvdu tikið ein pcr test, tá ið tey komu til Danmarkar og vóru bæði positiv og í morgin verður endiliga staðfest um tað er Omikron varianturin, men væntandi eru tey smittaði við tí variantinum.
Meira um Omikron korona variantinum, klikk her “Omikron/B.1.1.529: Hvad ved vi om den nye corona-variant?”
SáH