NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Jólatræið bleiv tendra leygardagin 

30/11/2015

Comments

 
Picture
Jólatræið er serstakliga vakurt í ár og hartil stórt. Nógv fólk vóru samlaði, tá ið jólatræið bleiv tendra leygardagin.

Signhild V. Johannsen helt røður og Klaksvíkar Hornorkestur spældi nakrar jólasangir.

Kált var í veðrinum, men skótarnir góvu køldu fólkunum heitt kaffi og te við smákøkum við jólabúðunum. Børnini fingu eisini okkurt lekkurt, samanumtikið ein sera hugnalig løta við Fípuni Føgru.

Her nakrar myndir, sjá niðanfyri.

Comments

Filmsklipp: Røðan sum Signhild V. Johannesen helt við jólatræið á Vágstúni

30/11/2015

Comments

 
Picture
Góðu tit øll!

Fyri børn og barnsligar sálur er tað ein spennandi dagur, tá ið jólatræið verður tendrað. Hetta er ein heilt serligur dagur. Tí tá vit tendra jólatræið, sigur tað okkum, at nú kemur tann góða tíðin – fyri nógv er tað tann besta tíðin á árinum.

​Men jólatræið: hvat er tað í grundini fyri nakað? Hugsa vit um tað, so er tað ein løgin siður, hetta at taka eitt træ inn í stovuna og pynta tað – fyri so at blaka tað útaftur nakrar vikur ella dagar seinni.

Tað eru ymsar hugsanir um, hvar jólatræið kemur frá.

Men fyrstu ferð vit á skrift hoyra um jólatræið er úr Týsklandi í 1500-talinum. Tá varð træið pyntað við átuligum pynti – og jólatrø vórðu sett upp ymsastaðni, so tey fátøku kundu taka sær matin, sum trøini vóru pyntað við. Tá vóru jólagávurnar hongdar á træið – ikki lagdar undir tað, sum 
í dag.

Og tað er ein vakur siður – hetta, at vit á jólum haca tey í huga, sum hava verri kor, enn vit. Tað er jú lætt at geva av yvirflóð, og tað er kærkomið at fáa, tá tú ikki sjálv hevur ráð.

Í dag taka vit træið inn, og hetta vakra grøna træið, sum eisini verður pyntað við ljósum, er eitt gleðiligt tekin um, at grøna várið kemur aftur. At lívið fer at mennast, hóast vakrir summardagar í dag eru eitt fjart minni og ein kám vón. Men vit tendra ljós í myrkrinum, tí ljósið skjótt fer at vinna á myrkrinum aftur. Nú er bara ein knappur mánaður, so gongur aftur móti ljósari tíðum.

Jólatræið er tó eisini eitt tekin um ta veitsluhátíð, sum er fyri framman. Tað fær ofta besta plássið í stovuni og vit pynta tað eftir bestu førleikum við ljósi og litum.

Á trænum renna fortíð og nútíð saman, tá nýtt jólapynt verður blandað við gomlum. Har er keypt pynt, sum verður blandað við tí pyntinum, sum mammuhjørtini eru glaðast fyri: nevniliga tað, sum smáar barnahendur eftir besta førimuni og við góðum hugi hava evnað. Ovast er stjørnan, sum minnir okkum á framtíðina. Hon minnir okkum á tann frelsaran, sum kom á jørðina fyri 2000 árum síðani – men sum eisini hevur lovað, at hann fer at koma aftur.

Træið kann býtast upp í tríggjar partar: Rót, bulur og greinar. Eisini kristindómurin kann býtast upp í tríggjar partar: Gud, Jesus og menniskjan.

Bulurin kann ikki liva uttan rótina, tí hon gevur vætu og megi. Bulurin ber trænum uppi og toyggir seg móti himli, meðan hann førir megina víðari út til greinarnar. Greinarnar eru veikasti parturin, men tær hava tó ein týðandi leiklut, tí hvat hevði eitt træ við ongum greinum verið?
Men vit vita øll, at eitt træ, sum er høgt av síni rót, eins og hetta, ikki er lív lagað. Tá ið høgtíðin er farin, sæst týðiliga á greinunum, at teimum manglar føði. Tær fáa ein brúnligan lit, nálirnar detta av og træið doyr.

Vit siga, at myndin er tann sama millum Gud, Jesus og menniskja. Menniskja er so nógv tann veikasti parturin í skapanarverkinum, og vit kunnu ikki liva uttan ta andaligu føðina. Fáa vit ikki andaliga føði, følna vit eisini. Okkum tørvar megina og máttin, sum bara rótin kann geva okkum. Og jólini eru ein góð tíð hjá okkum at súgva til okkum av andaligari føði.

Men jólatræið tosar eisini um okkara ábyrgd fyri at liva í samljóði við nátturuna. Og tí eiga vit ikki at gera okkum inn á hana.
Hesi trøini verða plantað við tí fyri eygað at verða seld sum jólatrø, og tí er hetta ikki eitt stórt inntriv í náttúruna. Men vit eiga at síggja fram ímóti jólatrænum við rót, har vit aftaná kunnu planta træið til gagns fyri umhvørvið.

Sjálvt um vit ikki hava nakran grannskóg at erpa okkum av – og tí mugu innflyta granntrøini - so er jólatræið nú ein so fastur partur av okkara jólahaldi, at jólatíðin ikki byrjar, fyrr enn jólatrøini kring landið verða tendrað.

Og jólini eru ein so deilig tíð – ein tíð meiri enn aðrar, har vit gera, sum vit plaga. Har gamlir siðir verða pussaðir og endurtiknir. Og tað er bæði deiligt og trygt.

Men hóast jólini 2015 eru lík undanfarnu jólunum, so er heimurin broyttur. Vit frætta sum ongantíð fyrr um kríggj og hatur ímillum menniskju. Vit síggja eina óskiljandi hatursherferð ímillum fólkasløg og átrúnaðir.

Vit eru helst mong, sum eru ivandi, ið hugsa, hvar vit eru á veg, og hvat heimurin fer at bjóða okkara børnum? Her mitt í trygga jólahugnanum, kennist tað ótrygt.

Tú og eg kunnu ikki bjarga øllum heiminum, vit røkka ikki so víða. Men vit megna hóast alt at gera mun. Vit megna at taka avgerðir um frið, virðing og kærleika til næstan.

Vit megna at læra okkara børn virðing fyri hvør øðrum og frið við seg sjálv. Og nær er ein betri tíð at møtast við friði og kærleika, enn júst nú undan jólum?

Lat okkum tilkomnu gerast børn eina løtu. Lat okkum møtast í einføldu barnaverðini. Lat okkum fevna lívið rundan um okkum og gleðast í kærleikanum, har tað er rúm fyri øllum – og eisini tørvur á øllum.

Lat okkum hugsa um jólatræið sum nakað lívgandi, og minnast til ljósketuna, sum einans lýsir, um allar perurnar eru til staðar. Brúk er fyri okkum øllum. Lat okkum ikki hata og døma. Lat okkum fevna, rúma og elska – eins og tað lítla barnið í Betlehem vildi læra okkum.

Lat jólatræðið 2015 verða tendrað í friðarandanum, har vit hugsa um okkara medmenniskju, okkara vøkru náttúru og okkara Gud - og har vit velja frið, kærleika og lív.

Við hesum orðum verður jólatræðið í Klaksvík 2015 tendrað.

Signhild V. Johannesen

Comments

1, 2, 3 og NEI, tað tendraði ikki, men næstu ferð var betur :)

30/11/2015

Comments

 
Picture
Her filmsklipp, tá ið tað bleiv talt niður og eg haldi Signhild V. Johannsen gjørdist eitt sindur kløkk, tá ið jólatræið ikki tendraði, men so rópti børnini uppaftur harðari og tá eydnaðist.

Sjá filmsklipp herundir.

​SáH

Comments

Klaksvíkar Hornorkestir setti sína dám á

30/11/2015

Comments

 
Picture
Her eitt lítið lag frá Klaksvíkar Hornorkestur, klikk link herundir.

​SáH

Comments

Orkan fer møguliga at raka Danmark í kvøld!

29/11/2015

Comments

 
Picture
Veðurstøðurnar í Danmark eru bangnar fyri at ein orkan uppá 33 m/s og sjálvt um tað kanska ikki ljóðar so mikið fyri okkum føroyingar, so, metir veðurmaðurin Mogens Rønnebek, at hesin stormur, sum møguliga rakar Danmark í kvøld - fer at gera nakar skaðar kring alt Danmark, serliga í Norð Jylland.

Annars so skal sigast, at ein roknar tað til at vera eina orkanstyrki um vindurin fer yvir 32,6 m/s.

Danska DMI hevur sett eina ávaring á teirra heimasíðu til allar danskarar.

JáH (y) 29.11.2015

Comments

Landsverk: Roknast kann við hálku

29/11/2015

Comments

 
Picture
Tað hevur verið sera hált at koyra í morgun og ígjára-kvøldið. Nógvir bilar standa fastir kring knøttin og Landsverk ávarar um, at koyra varliga í støðum kring Føroya land.

Soleiðis boðar Landsverk frá hálku á heimasíðuni:

Hálku fráboðan:
Gjáarskarð - 10:27: Roknast kann við hálku. 
Gøtueiði - 10:27: Roknast kann við hálku .
Runavík - 10:28: Roknast kann við hálku. 
Norðskálatunnilin, Eystanfyri - 10:27: Roknast kann við hálku. 
Høgareyn - 10:27: Roknast kann við hálku. 
Sandavágshálsur - 10:27: Roknast kann við hálku. 
Vatnsoyrar - 10:27: Roknast kann við hálku. 
Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - 10:27: Roknast kann við hálku. 
við Velbastaðháls - 10:27: Roknast kann við hálku. 
Sandoy, á Brekkuni Stóru - 10:27: Roknast kann við hálku. 
Hvalba - 10:28: Roknast kann við hálku. 

Fá meira at vita um veðrið við at trýsta her

JáH (y) 29.11.2015
​Kelda: Landsverk


Comments

Putin hevur bumbað IS sundur & saman!

28/11/2015

Comments

 
Picture
Ríkisstjórnin í Sýria hevur forða fyri at terroristarnir fáa atgongd til vápn.

Hervaldi í Russlandi hevur júst almanna-kunngjørt eina video, sum vísur hvar russisk loftálop vera framd - har russar tveita bumbur yvir eitt umráði á Latakia-økinum.

  Umráðið varð stýrt av fólkum úr IS, men nú hevur leiðslan hjá sýrum aftur fingið kontrol yvir økið. Og hava sýriskar & russiskar hervald eftir øllum at døma - forða fyri levering av vápnum og ammunitión til terroristarnir á økinum. Tað  skrivar Russiska hervaldi á teirra heimasíðu.

Frá tí 23. - 26. november hava russiskt loftálop gjørt íalt 134 bumbingar ímóti 449 málum í Sýria. Sjá video niðanfyri:

JáH (y) 28.11.2015

Comments

Hvussu við Dialysuviðgerðini í Norðoyggjum?

27/11/2015

Comments

 
Picture
Á valfundinum í Badmintonhøllini áðrenn løgtingsvalið, spurdi undirritaði allar politikkarnar fyri Norðoyggjar á panelinum, um teir vildu játtað ella avnoktað, um Dialysuviðgerðin bleiv sett í verk á Klaksvíkar Sjúkrahúsið beint eftir valið? Allir politikkarnir søgdu eitt stór JA.

Jóhan Lutzen var sera sannførandi og segði, at um Tjóðveldi kom til maktina, Ja, so skuldi Dialysuviðgerðin ígongd beinanvegin og innan árið 2015 var farið afturum, Ja, so var føðideildin eisini komin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið aftur.

Nú vit hava Siri Stenberg fyri Tjóðveldi og Eyðgunn Samuelsen fyri Javnaðarflokkin, sum eru Landsstýriskvinnur, við hesum økinum, farið eg at spyrja tær báðar, um nær Dialysuviðgerðin í Norðoyggjum verður sett í verk? tí nú eru 2½ mánaðir síðani tey komu til maktina og einki er hent á hesum økinum?

Mín spurningur er: NÆR VERÐUR DIALYSUVIÐGERÐIN Í NORÐOYGGJUM SETT ÍVERK? og so ein spurning til Jóhan Lutzen, nær verður føðideildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsið tikin í nýtslu aftur?

Vónandi kann eg fáa svar frá tykkum báðum skjótast gjørligt.

Norðoya Portalurin fer at fylgja hesum málinum.

SáH

Picture
Comments

Ungdómsstevnan í Betesda tann 26.-29. november 2015

26/11/2015

Comments

 
Picture
​Vælkomin á ungdómsstevnu í Betesda í Klaksvík! Í døgunum 26.-29. novembur verður stevnan hildin í samkomuni Betesda í Klaksvík, og øll eru hjartaliga væl komin :) 

Jógvan Júst er høvðustalari á stevnuni! :)

Skráðin er hendan: 
Hóskvøldið, 26. nov.
Kl. 21: Ungdómsmøti.

Fríggjakvøldið, 27. nov.
Kl. 19: Nátturði, øll eru vælkomin
Kl. 21: Ungdómsmøti (Fyrra løta)
Kl. 22: Steðgur
Kl. 23: Ungdómsmøti (Seinna løta)

Leygardagin, 28. nov.
Kl. 15: Seminar & Workshop
Kl. 21: Ungdómsmøti (Fyrra løta)
Kl. 22: Steðgur
Kl. 23: Ungdómsmøti (Seinna løta)

Sunnudagin, 29. nov.
Kl. 11: Morgunmøti
Kl. 18: Evangeliskt møti

Vit gleða okkum at síggja teg :)

Um onkur ynskir sær eitt stað at sova hetta vikuskiftið, í samband við ungdómsstevnuna, eru tit vælkomin at ringja ella senda sms á telefonnummar +298 757403

Øll møtini verða stroymað á http://www.kedes.fo/

Comments

Djúphugsni og kvirra í Christianskirkjuni kl. 19.30 íkvøld

26/11/2015

Comments

 
Picture
DJÚPHUGSNI OG KVIRRA Í CHRISTIANSKIRKJUNI.

​Hóskvøldið 26. november kl. 19.30 verður Djúphugsni og kvirra í Christianskirkjuni. Kórið í Christianskirkjuni syngur. Høvi verður at koma fram og tendra ljós, meðan urguleikarin í Christianskirkjuni, Jóhanna, spælir still løg á urguna. Hanus á Gørðum, prestur, hevur andakt, og tað verður altargongd - undir altargongdini syngur Kórið í Christianskirkjuni still løg.

 VÆLKOMIN TIL EINA LØTU Í KVIRRU OG DJÚPHUGSNI HÓSKVØLDIÐ 26. NOVEMBER KL. 19.30.

Comments
<<Previous
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.