Hóskvøldið 26. november kl. 19.30 verður Djúphugsni og kvirra í Christianskirkjuni. Kórið í Christianskirkjuni syngur. Høvi verður at koma fram og tendra ljós, meðan urguleikarin í Christianskirkjuni, Jóhanna, spælir still løg á urguna. Hanus á Gørðum, prestur, hevur andakt, og tað verður altargongd - undir altargongdini syngur Kórið í Christianskirkjuni still løg.
VÆLKOMIN TIL EINA LØTU Í KVIRRU OG DJÚPHUGSNI HÓSKVØLDIÐ 26. NOVEMBER KL. 19.30.