NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Skuldsetingar ørkymla løgmann

26/2/2018

Comments

 
Billede
​Skuldsetingarnar móti Bjarna Hammer, løgtingsmanni, elva til ørkymlan í Javnaðarflokkinum.

Skuldsetingarnar móti Bjarna Hammer, løgtingsmanni, elva til ørkymlan í Javnaðarflokkinum.

- Eg eri sera ørkymlaður av málinum. Javnaðarflokkurin tekur málið í størsta álvara, og flokkurin fer at viðgera málið saman við Bjarna Hammer.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, nú Sosialurin hevur løgtingsmannin hjá flokkinum á forsíðuni undir yvirskriftini "vildi skaffa hassj til ungar gentur".

Les/hoyr meira HER

JáH (y) 27.02.2018
Kelda: Sosialurin/KVF

Comments

Nýggjur varastjóri á Landssjúkrahúsinum

26/2/2018

Comments

 
Billede
​Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at seta Margit Stórá sum nýggjan varastjóra við sjúkrarøktarfakligari bakgrund á Landssjúkrahúsinum.

Margit Stórá er 47 ára gomul, er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur frá 1997, hevur tikið diplomútbúgving í leiðslu frá DSH í 2001, kardiologiska eftirútbúgving í 2004, umframt master of public management á Syddansk Universitet í 2012.

Margit hevur drúgvar royndir innan sjúkrarøkt bæði sum sjúkrarøktarfrøðingur og deildarleiðari. Margit hevur eisini drúgvar royndir innan fyrisitingarliga økið, har hon m.a. hevur umsitið Kommunulæknaskipanina, umframt royndir sum sjálvstøðugur ráðgevi og undirvísari. Síðani apríl 2017 hevur Margit Stórá verið fakligur samskipari á Landssjúkrahúsinum.

Margit Stórá byrjar í starvinum 12. mars 2018.

JáH (y) 27.02.2018
Kelda: Heilsu- og innlendismálaráðið

Comments

Ógvuslig spreinging í enskum stórbýi

25/2/2018

Comments

 
Billede
Ein ógvuslig spreinging hevur verið í enska Leicester og ein bygningur er javnaður niður í jørðina, veit BT at siga frá.

Minst seks persónar eru endaður á sjúkrahúsinum og løgreglan veit enn ikki at siga frá, um tað er talan um yvirgang.

Les meira HER

JáH (y) 26.02.2018
Kelda: BT

Comments

Bjørt Katrinardottir Kragesten vart ph.d. á Max Planck Institute

25/2/2018

Comments

 
Billede
​Tann 29. januar 2018 vardi Bjørt Katrinardottir Kragesten ph.d. ritgerð sína á Max Planck Institute for Molecular Genetics í Berlin, Týsklandi.

Hon hevur arbeitt við vegleiðing frá Stefan Mundlos professara í hansara granskingarbólki "Development and Disease" á stovninum frá oktober 2013 til januar 2018.

Les meira HER

JáH (y) 26.02.2018
Kelda: Gransking.fo

Comments

Bókin hjá Michelle Obama kemur út í November

25/2/2018

Comments

 
Billede
Bókin hjá Michelle Obama, sum er konan hjá forsetanum Barack Obama kemur út í november í ár.

Bókin kemur at eita Becoming og verður útgivin í 24 málum. Michelle Obama sigur. at bókin er erligt skrivað um hvussu tað er at vera ein kona hjá einum forseta í tí Hvíta Húsinum.

JáH (y) 26.02.2018

Comments

Sjúrður Højgaard hóttir alt KVF stýrið

22/2/2018

Comments

 
Billede© Sjúrður Højgaard (Youtube mynd)
Ein persónur, sum ikki hevur fingið gott av sendingini Guð signi Føroyar hjá KVF - er Sjúrður Højgaard. Hann er heldur ikki bangin fyri at siga sína meining á Youtube - bæði munnliga og skrivliga:

Soleiðis skrivar Sjúrður ímillum annað á Youtube:

Heine í Skorini kann gera seg kláran til allar helvitis pínslanir. Har niðri fer hann at hava gløðandi heitt rør í skoruni, og ynskja at hann hevði lurtað eftir okkum, sum ávara, meðan tíð enn er. Hann er fullkomiliga í Satans valdi, eitt amboð í hansara hond.

​Óndur Vatnhamar og Pinnur Skoda fara somu leið. Og Bann Lamhauge. KVF er bókstavliga eitt HELVITIS PAKK, útvald og fínrakað saman av Satan sjálvum, at villleiða Føroyar í endatíðini. Og so eru tey flestu fráfallin, sum einaferð vóru trúgvandi. Tykkara revsing verður sera ring. Eg ræðist ongan av tykkum, eiheldur tykkara fúla harra Satan; eg óttist eina Guð, hann sum hevur mátt til at kasta í helviti; hagar tit hava so dundrandi kós.


Sjá hansara 30 minuttirs langa innslag á Youtube HER

Um tað so fer at fáa nakrar avleiðingar fyri Sjúrða Højgaard, at hann málber seg soleiðis á Youtube - er ilt at spáaum, men ein kann skjótt vera einigur í, at tað eru sera sterkar meiningar Sjúrður Højgaard hevur um KVF stýrið.

JáH (y) 23.02.2018

Comments

Villeiðir KVF fólk, sum tey gera samrøðir við ?

22/2/2018

Comments

 
BilledeHeini í Skorini úr sendingini: Guð signi Føroyar, partur II
Pauli Høj, sum er samkomuleiðari fyri Kelduna í Skálafirði - heldur, at KVF hevur villeitt seg til at vera partur av sendingini Guð signi Føroyar, tí hann fekk ikki at vita frá programleiðaranum at persónlig viðkvom mál blivu drigin við í sendingina.

Les hvat Pauli hevur at siga um fyrru sending HER

Hesum vil Heini í Skorini tó ikki hava sitandi á sær og hevur givið Kelduni svar, sum tú kanst lesa HER

Eisini Sjúrður Skaale hevur havt eina viðmerking á Facebook - har hann gevur KVF kritikk fyri at klippa í so nógv í næsti sending av Guð signi Føroyar, har Heini í Skorini hevði eina samrøðu við Sjúrða Skaale. Les hvat Sjúrður Skaale hevur at siga um seinni sending HER

Ilt er at siga hvussu ein skal skrúva eina slíka sending saman, tí tey frá KVF vera eisini noydd at gera eina sending, sum hevur eitt undirhaldsvirði. Hevði slíkar sendingar skula fingið góðkenning frá fólkið, samkomum og kirkjum áðrenn sendingin kom í luftina - so hevði skrivifrælsi hjá journalistinum kanska eisini farið sín veg.

Hinvegin so er hetta eitt sera eymt evni, at tosað um og sum oftast so vilja vit menniskjur einans síggja tað góða í eini trúgv - ongatíð tað ringa, isje sannheit ..?

JáH (y) 23.02.2018
Kelda: Portalurin og KVF

Comments

SOHR: 400 vanligir borgarar latið lív

22/2/2018

Comments

 
Billede
400 vanligir borgarar hava latið lív teir seinastu fimm dagarnir - orsaka av álopum ímótu innlendisøkjum Eystan-Ghouta við høvuðsstaðnum Damaskus í Sýria, veit bólkurin SOHR at siga frá.

Tann 23. Apríl 2016 varð rokna við, at kríggji í Sýria hevur kostað yvir 400.000 mannalív.

JáH (y) 22.02.2018

Comments

Gongur vilt fyri seg hjá okkara Løgtingsfólkum

21/2/2018

Comments

 
Billede
​Ein Løgtingsmaður bleiv tikin fyri at koyra fullur í oktober mánað í 2017 og nú er ein Løgtingslimur avhoyrdur fyri at hava selt narkotisk evni skrivar Vágaportalurin.

Í mánavís eru sokallaðir rossahandlar gjørdir í Løgtinginum, har Løgtingsfólk hava fingið milliónir til sítt økið og nú hevur so onkur fingið blóð uppá tonnina og er farin víðari og er byrjaður at selja narkotisk evnir, har hann ella hon kunnu vinna enn meira pengar, fáa hesi fólkini ongantíð NOKK?.

Øll vita vit, at vit hava ein serstakliga veikan leiðara, men nú má hann also gera okkurt við støðuna.

Føroya fólk hevur langt síðani mist alla virðing fyri Løgtinginum og Løgtingsmonnum/kvinnum. Fyrr sóu vit øll upp til hesu fólk, men nú síggja vit niður á tey, tí tey flestu, sum sita har inni, eru har bert fyri sítt egna besta og royna alt tað tey eru ment, at fáa so nógvar pengar í sín lumma sum gjørligt og summi eru so frek, at tey hava 1-2 arbeiðið við síðuna av og tjena yvir 100.000,00 kr. um mánaðin, har somu politikkara vilja hava, at okkara gomlu skulu gjalda meira og arbeiða longri, tí hesu freku fólkini, so kunnu fáa meira til tað almenna og til sín feita lumma.

Eg má bara spyrja tykkum, fáa tit ongantíð NOKK?

SáH

Comments

12 fyritøkur fara at dyrka cannabis í Danmark

21/2/2018

Comments

 
Billede
Síðan tað danska stýrið tók undir við einum 4 ára royndar projekti av medisinskum cannabis í 2017 - hava 12 fyritøkur fingið góðkenning at dyrka og taka sær av medisinskum cannabis. Tað skrivar Berlingske Business.

So bíða vit einans eftir, at sama royndar projekt fær undirtøku í Føroyum, so vit føroyingar eisini fara undir at dyrka medisinsk cannabis.

JáH (y) 22.02.2018

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.