Í mánavís eru sokallaðir rossahandlar gjørdir í Løgtinginum, har Løgtingsfólk hava fingið milliónir til sítt økið og nú hevur so onkur fingið blóð uppá tonnina og er farin víðari og er byrjaður at selja narkotisk evnir, har hann ella hon kunnu vinna enn meira pengar, fáa hesi fólkini ongantíð NOKK?.
Øll vita vit, at vit hava ein serstakliga veikan leiðara, men nú má hann also gera okkurt við støðuna.
Føroya fólk hevur langt síðani mist alla virðing fyri Løgtinginum og Løgtingsmonnum/kvinnum. Fyrr sóu vit øll upp til hesu fólk, men nú síggja vit niður á tey, tí tey flestu, sum sita har inni, eru har bert fyri sítt egna besta og royna alt tað tey eru ment, at fáa so nógvar pengar í sín lumma sum gjørligt og summi eru so frek, at tey hava 1-2 arbeiðið við síðuna av og tjena yvir 100.000,00 kr. um mánaðin, har somu politikkara vilja hava, at okkara gomlu skulu gjalda meira og arbeiða longri, tí hesu freku fólkini, so kunnu fáa meira til tað almenna og til sín feita lumma.
Eg má bara spyrja tykkum, fáa tit ongantíð NOKK?
SáH