NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Hurráaaa, ongin smittaður við Korona í løtuni í Føroyum

26/2/2021

Comments

 
Picture
​Eingin tilburður staðfestur í gjár

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

184 kanningar vórðu gjørdar, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 230.656 kanningar.

658 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 657 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Sostatt er eingin persónur smittaður í løtuni.

Heilsamálaráðið

Picture
Comments

Oysla skattapengarnar burtur í Klaksvíkar Kommunu

25/2/2021

Comments

 
Picture
Eitt tað fyrsta hendan samgongan í Klaksvíkar Kommuna er ígongd við at gera, er at oysla skattapengarnar hjá okkum burtur.

Ístaðinfyri at leita eftir teimum 15. millióninum, so ætlar Klaksvíkar Kommuna at stemma eina eykajáttan ígjøgnum uppá 7.839.573,31 kr. í dag, so at niðara hæddin fer at kosta okkum skattaborgarnum 22.839,573,31 kr. bara fyri at nakrar privatar fyritøkur skulu leiga seg inn har og vit skulu gjalda fyri at gera hølini hjá teimum.

Tá ið meirilutin kundi stoppa spælilandinum og spýta pengarnar til eitt nýtt skýlið, so er tað eitt sindur løgið at meirlutin í Klaksvíkar Kommunu ikki kann steðga við veghæddini á Biskupstorginum?

Lat okkum fylgja við í dag, spennandi at vita, hvat Fólkaflokkurin í Klaksvíkar Kommunu ætlar at stemma, um teir framvegis ætla at oysla skattapengarnar burtur í Klaksvíkar Kommunu.

Stroymingin sæst á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu, klikk link her “Býráðsfundur 25-02-2021”.

Her mín hjartans meining.

​SáH

Comments

15 milliónir eru blivnar burtur í Klaksvíkar Kommunu

21/2/2021

Comments

 
PictureMynd frá sendingini “Handilshølini eru gapandi tóm”, sjá sendingini herundir. Jógvan Skorheim roynir at snakka uttan um, men hvør lýgur, Jógvan Skorheim ella borgmeistarin Karl Johansen?
Mynd frá sendingini “Handilshølini eru gapandi tóm”, sjá sendingini herundir.Ikki er hoyrt nógv um innleggið tann 12. februar í Dag & Viku um “Handilshølini eru gapandi tóm”, har 15 milliónir, sum vóru oyramerktar til Biskopstorgi, eru blivnar burtur í Klaksvíkar Kommunu og eru brúktar til okkurt annað og ongin veit hvar pengarnir eru?

Kann man nú avseta pengar til eina SVIMJUHØLL og brúka pengar til ein ROSSAHANDIL, er tað soleiðis at undanfarna Býráð hevur arbeitt?

15. milliónir eru burtur og eru tær brúktar í heimildarloysið, so skal tað fáa fylgur fyri viðkomandi og pengarnir skulu finnast aftur. Tað kann ALS ikki góðtakast at FÓLKAFLOKKURIN, SAMBANDI OG TJÓÐVELDI skulu aftur fara og brúka 15. milliónir uppá niðastu hæddina á Biskopstorginum, so upphæddin verður 30 milliónir.

Vit skattagjaldara skulu ikki gjalda 30 – 50 milliónir til handilshølir í Biskopstorginum, har undanfarna Býráð hevur brúkt pengarnar og ongin veit hvar pengarnir eru brúktir til, sjá filmsklipp herundir, har eg sigi mína hjartans meining og hygg eftir óskilinum í Klaksvíkar Kommunu tey seinastu 8 árini, hetta er bert eitt mál av nógvum, nevnliga BISKOPSTORGI. KVF hevur fylgt eitt sindur við óskilinum á Biskopstorginum, sjá innlegg herundir, synd at siga at Norðlýsið hevur gjørt tað sama, ein kann gita hví?

Men nú skal skil fáast á Klaksvíkar Kommunu við Karl Johansen við róðrið og Fólkaflokkinum í samgonguni, SO VERÐUR TAÐ GJØRT!!!!!

​SáH

http://kvf.fo/leita?page=/leita&keywords=handilsh%C3%B8lini&sort=0

http://kvf.fo/netvarp/sv/2020/05/26/20200526biskupstorg

http://kvf.fo/greinar/2020/05/22/fult-vidhald-i-malinum-um-biskupstorg


http://kvf.fo/netvarp/sv/2019/03/08/20190308kunnuflytainn1mai


http://kvf.fo/greinar/2019/02/20/nogvir-rykkjarar-einki-svar-enn


​http://kvf.fo/netvarp/sv/2018/11/13/20181113sjalvsognarstovnurfiggjarkeyp
Comments

Eingin tilburður staðfestur í gjár

18/2/2021

Comments

 
Picture
Nýggjastu tølini hjá Landslæknanum vísa, at eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár.

388 kanningar vórðu gjørdar, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 228.419 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava 658 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 654 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru tríggir persónar smittaðir í løtuni.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.

Heilsumálaráðið

Picture
Comments

Sjúrðaberg komin aftur við fullari last

18/2/2021

Comments

 
PictureSjúrðaberg, mynd tikin tann 18.02.2021 klokkan 04:12
Klokkan 04:15 kom Sjúrðaberg aftur við fullari last.

Vit vóru nøkur sum tóku ímóti og havnameistarin var kárur at taka ímóti endanum.

Sjúrðaberg hevur 455 tons av flaki og hava teir roynt í russiskum og norskum sjógvi.

​Teir byrjaðu at sigla heim tann 14. februar.

Teir fóru avstað tann 1. desember og skipari var Rólvur í Norðnastovu.

Vit ynskja skipara og manning vælkomin heim.

Her filmsklipp og myndir tiknar í morgun tann 18.02.2021.

SáH
​

Comments

Nú eru bert 3 smittaði og ongin innlagdur

14/2/2021

Comments

 
Picture
​Eingin tilburður staðfestur í gjár

Nýggjastu tølini hjá Landslæknanum vísa, at eingin nýggjur smittutilburður var staðfestur í gjár.

230 kanningar vórðu gjørdar, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 227.025 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava 657 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. 653 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru tríggir persónar smittaðir í løtuni.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.

Heilsumálaráðið

Picture
Comments

Filmsklipp og myndir: Vitjan umborð á Jákup Sverra

14/2/2021

Comments

 
Picture
​

Jákup Sverri kom á Klaksvík í gjárskvøldið og í morgun fór eg við rundstykkum frá Jórun umborð á Jákup Sverra, nú tað er Valentines dagur.

Skiparin Rúni Niclasen var sera blíður og bjóðaði mær kaffi. Aftaná vísti hann mær runt alt skipi, eitt sera vakurt og sera vælútgjørt skip, sjá filmsklipp og myndir herundir.

Nú Jákup Sverri var komin á Klaksvík og teir dámdi sera væl havnina, so bjóðaði skiparnum Rúna Niclasen, at Klaksvík skuldi vera heimstað hjá Jákup Sverra í framtíðini og tað hevði hann einki ímóti, so her eitt uppskot til Klaksvíkar Kommunu, bjóða Jákup Sverra at hava heimstað í Klaksvík, tað hevði hóska væl fyri Klaksvíkar Havn, at hava Jákup Sverra heimahoyrandi í Klaksvík, vit eru jú fiskivinnuhøvuðsstaðurin í Føroyum.

Takk fyri góða og læruríka rundvísing Rúni Niclasen.

SáH

Comments

ANRU gjørt ein roktúr

11/2/2021

Comments

 
Picture
ANRU hevur landað 56.000 pund hjá Snarfrost í morgun.

35.000 pund av toski, 20.000 pund av hýsu og 1.000 pund av øðrum fiskasløgum.

Lastin á ANRU tekur annars um 45.000 pund, so fiskur var allastaðni umborð – sjálvt í koyggini hjá skiparanum.

Teir hava roynt vestanfyri, og hava verið úti í fimm og eitt hálvt døgn, so talan er um ein heilt góðan túr.
– í mun til fiskiskapin seinastu tíðina er talan um ein roktúr, serliga sæð í ljósinum av, at stórsti parturin av veiðini er toskur.

Hýsan hjá ANRU er seld beinleiðis til keypara og restin av fiskinum varð seld umvegis Fiskamarknaðin, sjá søluna herundir.

Myndirnar hevur Gundur Sørensen tikið. Takk fyri
myndirnar ANRU.

SáH

ANRU – ( KG 730 )MIÐVÁGS HAVN (SNARFROST)06-02-202111-02-202117.782

Picture
Comments

Heldur neyðtøkan á Biskupsstøð fram?

5/2/2021

Comments

 
Picture
Ferðavinnan er skjótast vaksandi vinna í heiminum mongu seinastu árini. Áhugaverdi parturin fyri føroyingar eru ferðafólkini, sum vilja hoyra um sagnir, søgu og síggja náttúru. Sum støðan er í dag, er Klaksvík ikki til reiðar at taka ímóti hesi avbjóðing. Her mangla tilboð bæði til føroyingar og ferðafólk. Tiltøk eru tó undir fyrireikan, og at tað loysir seg, tað er Kópakonan í Mikladali eitt talandi dømi um, ein sólskinssøga úr Kallsoynni.

Í hesum døgum hava menn stovnað áhugabólk og vilja grava fornu toftirnar fram uppi á Grundum (Skalvalopini). Hugsast kann, at eftir kanningar og útgrevstur, verður býlingurin endurreistur og kann soleiðis økja um søguligu tilboðini. Við íblástri frá hesum og øðrum kann Norðoya Fornminnissavn økja um sín leiklut og taka lut í hesum tilboðum.

Áhugafelagið Nólsoyar Páll fer ein av fyrstu døgunum at søkja um at fá søguliga økið niðri á Biskupsstøð  vestureftir ímóti Ósánni sum eitt «Søguligt varðveitingarøki». Ætlanin er at halda fram við verkætlanini kring hús Nólsoyar Páls. Gøtan fram við fjøruni heldur fram við brúgv yvir um Ósánna til handilskjarnan undir íbúðunum, og síðani er ætlanin at endurbyggja aldargomlu neystini. Stórt steinsett torg verður gjørt á staðnum, hetta loysir upp fyri plássi hjá brúkarum kring økið. Vælt verður um Biskupsstøðina við timbri, eins og Tingstøðin verður endurbygd. Hetta samlar fólk og skapar trivna á økinum. Bert manglandi hugsjón gevur hesum avmarkingar. At seta verkætlanina Biskupsstøðgarðin undir skuggan av einum stórum bygningi, sum fyllir alt økið á staðnum, gevur onga meining.

Tíðliga í miðøld ella fyrr stóðu neyst, ið hoyrdu til Gerðar, á hesum øki. Her var Tingstøðin, har fólk í Norðuroyggjum løgdu at við báti, eftir at Vártingið var flutt oman av Køtlunum heim í Innistovu í Vági. Her var partur av úthandlinum í Klaksvík, sum einasti kvinnuligi leiðari í Føroyum, Karin Biskupsstøð, stóð fyri. Seinni gifti hon seg við Kjølbro, og stovnaðu tey á staðnum fyritøkuna Kjølbro. Her skulu staðarnøvn, bygningar og søgan varðveitast, sum eitt søguligt tilboð til føroyingar og ferðamannin.

Her á staðnum verður talan um tvey neyst, dupultneystið hevur trimpul og er í tveimum hæddum. Hugsa vit okkum, at síðurnar eru lagaðar við gróti, takið hevur flag, suðurendin móti steinsetta torginum er úr timbri, so verður endin móti vágni bindingsverk við glasi og panoramútsýni. Her kundi t.d møguleiki verið fyri Café við lættverðum.
Um Áhugafelagið Nólsoyar Páll verður fyriskipari, er mett, at hetta kann gerast fyri ein rímuligan penga.

Møguleikarnir, sum hetta økið hevur fyri býin, trivnaðin og ferðavinnuna, eru sera stórir og kunnu ikki metast saman við ein skúla, Hetta hava ávísir býðráðslimir trupult við at skilja, ella eru tað aðrar orsøkir til hetta?

Tað er týðiligt, at borgararnir í Klaksvík hava áhuga í hesum máli, tað vísti skrivið um staðsetingina av Húsarhaldsskúla Føroya í oktobur mánaði 2020. Málið var ongantíð umtalað til seinasta býráðsval, tó at tað var viðkomandi. Sjálvstýrisflokkurin brúkti stóra orku upp á sín avrikslista, men segði ikki eitt orð um Húsarhaldsskúlan. Tey í seinastu býráðssetu, sum vóru fyri staðsetingini av Húsarhaldskúlanum, fóru helmingin aftur í atkvøðum ella vóru ikki afturvald. Atli Justinussen er einasti eftir frá seinastu býráðssetu, sum ikki atkvøddi fyri staðsetingini av Húsarhaldsskúlanum, hann bleiv toppskorari hjá fólkaflokkinum. Hetta er ikki øll frágreiðingin men ein partur av henni.

Hóast fleiri ferð er spurt eftir grundgeving fyri staðsetingini av Húsarhaldsskúlanum, sær tað ikki út til, at býráðslimir tora at standa við ábyrgdini og grundgeva.

At gera eitt mistak er menniskjaligt, at rætta tað gevur áræði og styrki. 
At gera eitt mistak og verja tað er fáfongd og orsøk til onnur mistøk.

Hetta er ein áheitan á býráðið um at staðseta Føroya Húsarhaldsskúla á einum øðrum og meira hóskandi staði. Havandi móttøkuna av skrivinum í huga, verður eisini umhugsað millum annað at hava opið hús á Biskupsstøðgarðinum at savna undirskriftir sum mótmæli.

Archibald Black Facebook 05.02.2021
Picture
Comments

Maverick Barr vísir stórdystin Tottenham – Chelsea í kvøld klokkan 20:00

4/2/2021

Comments

 
Picture
Maverick Barr letur upp klokkan 18:00 í dag. Vit fara at hita upp til lokaluppgerðina ímillum Tottenham – Chelsea, sum byrjar klokkan 20:00

Her skráin fyri í kvøld:
Kl. 17:00 FC Midtjylland – Sørderjyske
Kl. 19:00 FC Nordsjælland – Brøndby IF
Kl. 20:00 Tottenham – Chelsea

Grillin letur eisini upp klokkan 18:00 og verður tað Tórður Sóleyðarson sum verður grillmaster. Ynskja tit at bestilla via telefon, ring 454570.

Vit síggjast í Grilluni hjá Símun ella Maverick Barr. Koyr á Tottenham.

SáH

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.