NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Føroya Bjór sera ljóta viðferð av Klaksvíkar Býráð, tað luktar á H-til.

31/10/2020

Comments

 
Billede
​Hví skal FØROYA BJÓR fáa so vánaliga viðferð frá Klaksvíkar Býráð?

Hygg eftir hesum filmsklippinum. Forstandi ikki hví hetta ikki verður gjørt liðugt og økið gjørt til parkeringspláss ella okkurt annað.

Føroya Bjór er okkara elsta fyritøka og so fáa hesa ljótu viðferðina frá hesari samgonguni í Klaksvíkar Kommunu.
Her má skil koma á beinanvegin. Har luktaði reint út sagt av LORTIÐ, hvat er hetta fyri nakað?

Eg ætli mær at fáa skil á økið skjótast gjørligt, um eg fái tykkara stemmur tann 10. november, SO VERÐUR TAÐ GJØRT!!!

Eg meini tað eg sigi. X við Símun á Høvdanum.

Vónandi velja øll sum arbeiða á Føroya Bjór meg, Maverick Barr er eisini ein av tykkara besti kundum í Norðoyggjum og vit øll ELSKA Føroya Bjór.

Símun á Høvdanum,

Valevnið til Býráðsvalið til Klaksvíkar Kommunu

Billede
Comments

KUNNING Í SAMBAND VIÐ SKÚLASTÝRISVALIÐ

24/10/2020

Comments

 
Billede
Skúlastýrisval til skúlastýrið á Skúlatrøð verður í KÍ-høllini týsdagin 10. november 2020.  Í hesum sambandi verður uppstillingarfundur í nýggju miðhøll skúlans mánakvøldið 26. oktober kl. 19:00. Vallistarnir liggja frammi á skrivstovu skúlans og í kommunuskrivstovuni fram til 3. november.

Á uppstillingarfundinum mánavøldið verður kunnað um ábyrgdir og uppgávur hjá skúlastýrinum eins og formligu mannagongdirnar í samband við valið. Eftir fundin verður høvi at hava uppstillingarfund. Seinasta freist at lata valevnislistar inn er týsdagin 3. november kl. 18:00. Valið verður saman við kommunuvalinum í KÍ-høllini.

Kelda: Klaksvíkar Kommuna
Billede
Comments

Vallistarnir eru nú kunngjørdur á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu

23/10/2020

Comments

 
Billede
Til valið av býráð í Klaksvíkar kommunu 10. nov. 2020 eru innkomnir og
góðkendir hesir valevnislistar. Her listin hjá Fólkaflokkinum.

Listi A, fólkaflokkurin
1. Gunvá við Keldu, býráðslimur, Edmundstrøð 18, Ánirnar
2. Herfrí Sørensen, býráðslimur, Bóndavegur 4, Mikladalur
3. Atli S. Justinussen, býráðslimur, í Gerðinum 17, Árnafjørður
4. Jóhanna Christiansen, vinnurekandi, Traðagøta 16, Klaksvík
5. Oddmar á Lakjuni, bankamaður, oman Valrætt 105, Klaksvík
6. Bárður Johnsson Heinesen, maskinmeistari, Mylnugøta 4, Klaksvík
7. Símun á Høvdanum, stjóri, Helnabrekka 11, Klaksvík
8. Frímund Hansen, vinnurekandi, um Eiði 8, Svínoy
9. Sólvá Jansdóttir Joensen, vinnurekandi, niðan Horn 7, Klaksvík
10. Eyðstein Ó. Poulsen, lærari, Heygavegur 1C, Klaksvík

Stillarar
Jógvan við Keldu, stjóri, Garðavegur 40, Klaksvík
Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður, Foravegur 1, Svínoy
Beinir Johannesen, løgtingsmaður, undir Klakki 35, Klaksvík
Elsebeth Mercedesdóttir Gunnleygsdóttir, landsstýriskvinna, undir Hálsi 56, Klaksvík
Hans Kári Sigurðsson, arbeiðsmaður, Stangavegur 126, Klaksvík
Jastrid S. Gullaksen, stjóri, niðan Horn 20, Klaksvík
Niclas Frederik Justinussen, bóndi, Vaglið 4, Árnafjørður
Eyðun á Bergi, skipari, Traðagøta 18, Klaksvík
Ingolf Joensen, arbeiðsmaður, Klaksvíksvegur 34.1, Klaksvík
Vónbjørt Guðjonsson, flakakvinna, Kráargøta 5, Klaksvík
Petur Hans á Høvdanum, stjóri, Uppsalagøta 20, Klaksvík
Jóna Sigrun Joensen, flakakvinna, í Gerðinum 29, Árnafjørður
Heini Ósá, kokkur, við Mylnutún 12, Klaksvík
Karl Birgir Isaksen, stjóri, Klingrugarður 2, Klaksvík
Victor á Lakjuni, stjóri, Stangavegur 15, Klaksvík
Eli í Buð, bilførari, Vágsheygsgøta 31, Klaksvík
Gudný Johannessen, bankalærlingur, Skáltavegur 42, Klaksvík
Dorit Steinberg, flakakvinna, Mylnugøta 21, Klaksvík
Sólvá Dalsenni Poulsen, lærari, Heygavegur 1C, Klaksvík
Finn Kjølbro, pensjonist, Heygavegur 65, Klaksvík
Gunnleyg K. Dánjalsson, fulltrúi, Kjalarvegur 16, Klaksvík

Kelda: Klaksvíkar Kommuna

SáH

Billede
VALLISTAR 2020
Vallistarnir til býráðsvalið 10. november 2020 eru nú klárir. Eisini er vallistarnir til staðbundnu nevndirnar í Klaksvíkar kommunu innkomnir og góðkendir. 

Vallistar til býráðið
Til valið av býráð í Klaksvíkar kommunu 10. nov. 2020 eru innkomnir og
góðkendir hesir valevnislistar.

Vallistar til staðbundnu nevndirnar
Til valið av staðbundnu nevndunum 10. nov. 2020 í Klaksvíkar kommunu eru innkomnir og góðkendir hesir valevnislistar. 

​
Kelda: Klaksvíkar Kommuna

Billede
Eitt av valevninum hjá Fólkaflokkinum er Símun á Høvdanum, eigarin av Maverick og Grilluni hjá Símun. Her valplakat frá 2016. Her Facebook síðan hjá Símun á Høvdanum, klikk her: Símun á Høvdanum NOKK GRIVIÐ - GERIÐ LIÐUGT.
Comments

BREAKING NEWS: 859 smittaði í Danmark í gjár og tað er met

23/10/2020

Comments

 
Billede


Hetta er tað hægsta smittutal í Danmark í ein dag og tískil hevur Mette Frederiksen kallað allar floksformennirnar saman seinnapartin til kreppufundar, har teir fara at viðgera álvarsligu støðuna Danmark er komi í grunda á Korona.

Væntandi vera strong tiltøk sett í verk fyri at fáa tamarhald á støðuni.

Í løtuni eru tað 125 innløgd, 18 eru á intensiv og av teimum eru 13 sum liggja við respirator, 3 fólk eru deyð seinasta døgni og nú er deyðstalið komi upp á 697 fólk.

Tíðindafundur verður klokkan 17:30 føroyska tíð.

SáH

Billede
Comments

​Skil fáast á skúlagarðin á Skúlatrøð beinanvegin

22/10/2020

Comments

 
Billede
Var ein túr í skúlagarðinum á Skúlatrøð í dag tann 22. oktober 2020 og har sá reint og sagt ræðuligt út.

Vit hava gjørt ein skúla fyri umleið 110 milliónir krónir og so hava fólkini als ikki tikið hædd fyri skúlagarðinum.

Veit ikki hvat fólk tonkja fyri seg, har var reint út sagt onki skil á og eisini sera vandamikið hjá børnum at spæla har, har kloakrør og stórar holir vóru í fótbóltsvøllinum við ongari avsperring, sjá myndir og filmsklipp.

Eg var í sjokk, brúkt 110 milliónir til ein skúla og so bjóða okkara børnum handan skúlagarðin, sjá filmsklipp og myndir.

Nei, har skulu aðrir bollar í suppuna tann 10. november og hetta skal gerast liðugt umgangandi.

Her hava vit við okkara børn at gera og har er ongin umskyldingur, hatta eigur slett ikki at finna stað í okkara Kommunu. havi hug at siga, hvat billa tit tykkum inn.

Veljið ein sterkan Símun á Høvdanum inn í Klaksvíkar Býráð, tí SO VERÐUR TAÐ GJØRT.

X við Símun á Høvdanum

Vónandi tonkja øll foreldur uppá Símun á Høvdanum tann 10. november, hatta kunnu vit ikki bjóða okkara børnum.
Billede
Comments

Hvussu hava vit hildu Korona tilmælini í Klaksvík

18/10/2020

Comments

 
Billede
Her situr borgmeistarin saman við 100tals fjepparum og tá blivu tilmælini ikki hildin
Havi funnið fýra myndir fram. Tann fyrsta er frá Norðoyastevnu 2020, har Klaksvíkar Kommuna lukkaði alt niður, næstan onki alment tiltak var og mestsum alt bleiv stroymt, tá var ongin smitta í Føroyum og fyritøkur og ítróttarfeløgini í Klaksvíkar Kommunu misti milliónir í umsetningi, tá skuldi tilmælini haldast og Borgmeistarin og Dávur Winther skipaði fyri Norðoystevnuni og mest sum ongin tiltøk vóru. Restina av øllum summarstevnunum í Føroyum blivu hildnar ígjøgnum summari og ongin bleiv smittaður, einasti kiksaði var á Ólavsøku, har tey flestu blivu smittaði í einum brúdleypið.

1. oktober spældi KÍ ímóti Dandalk frá Írandi, tá var smittan komin aftur til landi og tá sat okkara borgmeistari ímillum 100tals fólk í skýlinum og hugdi eftir stórskíggja, har Klaksvíkar Kommuna skipaði fyri øllum tiltakinum, tá blivu tilmælini ikki hildin.

10. oktober vóru líka nógv fólk í Jacqson, sum vóru skýlinum tann 1. oktober. bæði inni og uttanfyri Jacqson og tá var Norðlýsið og KVF á gosið tí tilmælini ikki vóru hildin og sum tit vita, so hevur okkara borgmeistari stórt tilknýtið til Norðlýsið.

Í gjár tann 17. oktober, tá ið 1. deildar liðið hjá KÍ skuldi hava heiðurstekin og steyp, tá mátti kvinnurnar sjálvar koyra heiðurstekini um hálsin, tí tá skuldi tilmælini aftur haldast, men bert løtu seinni, so blivu tær hálvsfevndar av býráðslimum, tá blivu tilmælini hildin til handaðina, men ikki aftaná. Sjálvt undirritað var fekk liðmynd saman við KÍ kvinnunum.

Nú er so spurningurin, hvat halda borgarnir í Klaksvík, hvussu hava vit klára tað við Korona? og er tað rætt, at tá ið ongin smitta var, tá skuldi tilmælini haldast og tá ið smittan var komin aftur, so skuldu tilmælini ikki haldast?

Mín meining er tann, at skulu tilmælini haldast, so skulu tey haldast og ikki bara tá ið tað passar borgmeistarnum at halda tiltøkini og hann bestemmar, hvørji tiltøk skulu vera og hvørju ikki skulu vera.

Hetta má rættast og er tað so, at Borgmeistarin stongir alt niður, eitt nú tað hann gjørdu til Norðoyastevnuna 2020, tá ongin smitta var í Føroyum, so átti fyritøkurnar og ítróttarfeløgini, sum misti milliónir í umsetningi, at fingið endurgjald frá Klaksvíkar Kommunu og hví helt borgmeistarin ikki tilmælini tann 1. oktober?

Haldi sjálvir at okkara borgmeistari hevur fingið alt ov stóra makt og tað kann ikki góðtakast, at onkur tiltøk, har skulu tilmælini haldast og onnur, sum hann fyriskipar, tá skulu tilmælini ikki haldast.

Korona er ein løgin sjúka og eg havi heldur ikki hildu øll tilmælini, men skeinkistøðini í Klaksvík hava roynt alt hvat við hava verið ment, at halda tilmælini og í mars/apríl vóru allar barrirnar í Klaksvík lukkaðar í vikuvís og ongir pengar komu í kassan og vit vóru eisini tær síðstu barrirnar í Føroyum, sum byrjaði at hava longri opið aftur, hinar vóru langt síðani byrjaði at hava opið til klokkan 2 ella 4 um náttina í vikuskiftinum, men vit hildu tilmælini og tað hevur kosta okkum sera dýrt. Nú eru bara tvær barrir eftir, Jacqson er selt og lukkaði hon tann 10. oktober.

Man kundi gott tikið fleiri dømir, hvussu Klaksvíkar Kommuna hevur handfari Korona, men lat tað liggja, haldi bara at ikki alt er farið rætt fram, men man kann ikki gráta um spilta mjólk. Vóni bara at vit øll koma gott ígjøgnum Korona og at vit í felag stríðast ímóti hesari ræðuligu sótt og at onkur ikki fær ov stóra makt, har viðkomandi bestemmar, hvat kann koma ígjøgnum nálareyga og ikki.

Símun á Høvdanum
Maverick Barr og Grillin hjá Símun
Billede
Billede
Billede
Billede
Comments

Hesi bjóða seg fram fyri Fólkaflokkin til Býráðsvalið í Klaksvík tann 10. november

14/10/2020

Comments

 
Billede
BilledeSímun á Høvdanum og Beinur Johannesen í Gamla Seglhúsinum í kvøld
​Norðoya Fólkafloksfelag hevur havt triðja og seinasta uppstillingarfund til kommunustýrisvalið 10. november 2020.

Hesi valevnir ynskja at bjóða seg fram at stýra okkara kommunu tey næstu fýra árini.
• Gunvá við Keldu,
• Herfrí Sørensen
• Atli S. Justinussen
• Jóhanna Christiansen
• Oddmar á Lakjuni
• Bárður Johnsson Heinesen
• Símun á Høvdanum
• Frímund Hansen
• Sølva Jansdóttir Joensen
• Eyðstein Ó. Poulsen

Norðoya Fólkafloksfelag

Billede
Billede
Gott lag í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, her Landsstýriskvinnan Elsebeth Mercedis og ein av valevninum Símun á Høvdanum
Comments

Triði og seinasi uppstillingarfundurin hjá Norðoya Fólkafloksfelag mikudagin

12/10/2020

Comments

 
Billede
Vegna serligar umstøður, er triði og seinasti uppstillingarfundur til kommunustýrisvalið 10. november 2020, fluttir fram til mikudagin tann 14. oktober kl. 19:30 í Gamla Seglhúsinum, Klaksvíksvegur 48.

​Norðoya Fólkafloksfelag

Billede
Comments

Bjørgvin hevði 4.000 pund í dag

12/10/2020

Comments

 
BilledeNakkur og Bjørgvin, mynd tikin í morgun tann 12.10.2020 klokkan 08:47.
Bjørgin kom aftur klokkan 8:45 í morgun. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 3.956 pund, tað mesta var hýsa, toskur og longa, 2.600 pund hýsa, 1.300 pund hýsa og 56 pund longa.

Landa bleiv til NFCS.

​SáH

BJØRGVIN - ( KG 503 )NFCS-12-10-2020  1.978


VELJIÐ RÆTT TANN 10. NOVEMBER, SO VERÐUR TAÐ GJØRT
Comments

Fáa skil á stóra hyljarnar á Klaksvíksvegnum

12/10/2020

Comments

 
Billede
Skil má og skal fáast á stóra hylinum frammanfyri fyrrverandi Dalsbygninginum.

Tað kann ikki vera rætt, at fólk á gongubreytini við Klaksvíksvegnum skulu fáa karm, sjá filmsklipp, her hevur onki verið gjørt við trupuleikanum við hylum frammanfyri Dals bygninum í áravís.

Fyrrverandi eigarin av handlinum sigur at hasin trupuleikin hevur verið í 8 ár, so tíðin má vera komin, at skil skal fáast á hasum trupuleikanum.  Hetta skrivar hon á Facebook:  Eg var har í 8 ár. Trupulleikin var øll árini. Mangur kundi komin inn, gjøgnumbloyttur ?

Er tað soleiðis at ristin ikki kann svølga øllum vatninum, so má gerast ein nýggj rist ella tá ið vegurin næstu ferð verður asfalteraður, at man gerð halli á vegnum, soleiðis at vatni ikki samlar seg til stóran hyljar frammanfyri handlinum og klippustovuni Euphoria har.

Hetta farið eg at gera, um eg verið valdur inn tann 10. november, SO VERÐUR TAÐ GJØRT.

Símun á Høvdanum

Billede
Comments
<<Previous
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.