Hetta er tað hægsta smittutal í Danmark í ein dag og tískil hevur Mette Frederiksen kallað allar floksformennirnar saman seinnapartin til kreppufundar, har teir fara at viðgera álvarsligu støðuna Danmark er komi í grunda á Korona.
Væntandi vera strong tiltøk sett í verk fyri at fáa tamarhald á støðuni.
Í løtuni eru tað 125 innløgd, 18 eru á intensiv og av teimum eru 13 sum liggja við respirator, 3 fólk eru deyð seinasta døgni og nú er deyðstalið komi upp á 697 fólk.
Tíðindafundur verður klokkan 17:30 føroyska tíð.
SáH