NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Likkur óynsktar á Helnabrekku og við Ravnagili

29/4/2019

Comments

 
Billede
Klokkan 05:00 í morgun tók eg hesar myndirnar, har fýra likkur eru hongdar á hegni omanfyri har eg búgvi.

Rokni við at tey sum eiga Gásnar hava mist toli við teimum mongu likkunum á Helnbrekku og við Ravnagili.

Ein tíma aftaná tók eg eina mynd afturat og har var ein livandi likka og hugdi eftir hinum deyðu likkunum, so eg rokni ikki við at tað hjálpir nakað, at forskrekkja aðrar likkur, tær eru frekari enn so.

SáH

Comments

​Mótmælisundirskiftir handaðar borgarstjóranum

27/4/2019

Comments

 
Billede
Jógvan Andrias Joensen handaði í dag borgarstjóranum mótmælisundirskriftir, har tey mótmæla at gamli virkisbygningurin, Ídni, verður tikin niður.

Í alt vóru 266 mótmælisundirskriftir fyri at varðveita gamla virkisbygningin, sum Klaksvíkar býráð keypti í 2006. Tey, sum hava savnað inn undirskriftis siga millum annað, at menning av býnum og varðveitsla av siðsøguligum bygningum ikki eru í ansøgn, men kunnu ganga hond í hond.

Borgarstjórin var blíður, tá ið hann tók ímóti, undirskriftinum og takkaði fyri teirra áhuga fyri okkara býi.

Kelda: Klaksvík

SáH

Billede
Comments

Flaggdagshald Í Klaksvík

26/4/2019

Comments

 
Billede
Skrúðgongan fór av parkeringsøkinum við Norðoya Sparikassa og yvir í Vágstún kl. 14.00 flaggdagin 25. januar, har Anfinn Kallsberg flutti fram røðu.

Tað vóru serliga nógv fólk til hetta flaggdagshaldið – tað kendist sum á Norðoyastevnu. Og hugaligt var eisini at síggja mongu gulu og grønu skótarnar – eini 80 í tali við hópin av fløggum. Tað tykist rættiliga, sum skótarnir rættiliga hava ment seg.

Anfinn Kallsberg helt eina serstakliliga góða røðu, har hann tók í flaggsøguna, sum vit kanska kenna hana, men hevði tó fleiri serstøk íkast – eins og frásøgukynstur hansara er serstakt og gott.

M.a. nevndi hann bretska konsulin, Mason, sum var í Føroyum undir krígnum 1940 – 1943, og at tað var honum at takka, at semja fekst um, at Merkið skuldi verða flaggið fyri Føroyar. Hetta var eitt serstakt bragd, tí mótstøðan frá dønum var stór ímóti, at so skuldi verða. Mason var tá rættiliga ungur í politiskum høpi, bert 23 ára gamal, helt Anfinn fyri. Anfinn nevndi eina serliga søgu, har hann við eitt serstakt høvi kom at hitta henda merkisverda mann, Mason, sum tá var 83 ára gamal. Tað var áhuvgavert at hitta henna lítilátna mann við so stórum týdningi, ið hevði tikið eina so týðandi avgerð fyri Føroyar.

Anfinn nevndi eisini, at hann hevði verið skóti og hevði rík minni frá teirri tíðini. Ja, hann hevði við ymsar støður takka fyri, at hann hevði verið skóti, tí lærdómurin hagani hevði verið honum hentur við nógvar ymsar støður, og gagnað honum. Hann eggjaði skótunum til at halda fram við sínum virðismikla arbeiði og virða Merkið – eins og at virða fløggini, aðrar tjóðir bera.

Aftaná hátíðarhaldið í Vágstíni, har sum altíð Klaksvíkar hornorkastur setti dám á løtuna, varð boðið til “Flaggdagskaffi” í KFUM & K.

Ein frálík løta í frálíkum veðri!

Takk til fyrireikararnar, Skótalið Nólsoyar Pálls og KFUM & KFUK-skótarnar

Kelda: klaksvík.fo

SáH

Comments

​Skoraberg og Fuglberg hava 460.000 pund

24/4/2019

Comments

 
Billede
Skoraberg og Fuglberg komu á Klaksvík klokkan 7 í morgun við 460.000 pundum av gullaksi.

Teir hava havt ein góðan túr og landa nú til Kósina í Klaksvík.

Tað er Tavan í Leirvík, sum keypir allan gullaksin frá Kósini. Í gjár landaðu Stjørnan og Polarhav og teir høvdu 400.000 pund av gullaksi, so tey hava úr at gera á Tavuni í Leirvík.

SáH

Comments

Nú eru deyðstali komu uppá 359 fólk í Sri Lanka

23/4/2019

Comments

 
Billede
Deyðstali av bumbuálopini í Sri Lank er nú komi uppá 359 fólk sambært politinum í Sri Lanka. 40 fólk eru handtikin.

Islamistubólkurin ISIS hevur tikið sær ábyrgdina av málinum í einum nýggjum filmsklippi, sjá filmsklipp frá CBS Evening News herundir.

SáH

Comments

Her kanst tú fylgja við beinleiðis um støðuna í Sri Lanka

21/4/2019

Comments

 
Billede
Agenda-Free TV sendir beinleiðis um støðuna í Sri lanka, tit kunnu fylga við her:

Comments

​Breaking News: Minst 190 fólk dripin í Sri Lanka í morgun

21/4/2019

Comments

 
Billede
​Átta spreingingar vóru runt Sri Lanka í morgun, har minst 185 fólk eru dripin og 499 skødd. Verjumálaráðharrin í Sri Lanka sigur at hetta eruyvirgangsálop.

Tað frættist, at tað eru minst 35 útlendingar, sum eisini eru deyður í álopunum, tað upplýsti AFP fyri løtu síðani, fólkini eru frá USA, Bretlandi, Týsklandi, Portugal og Ekstra Blaðið upplýsir at danskara eisini eru dripnir.

Lagt var eftir kirkjum, bæði í Batticaloa, Negombo, Comlombo og á eitt gistingarhús í Dehiwala.

Tað var klokkan 5 okkara tíð, at lopi var á fyrstu kirkjuna og  var tað í St. Anthonys kirkjuni í Colombo, eftir hetta hildu yvirgangsálopini á runt Sri Lanka og beint áðrenn klokkan 10 okkara tíð ljóðaði enn ein bumbubrestur í Sri Lanka og var tað á gistingarhúsinum Dehawala og har bleiv upplýst at tvey fólk doyðu.

Lars Løkke Rasmussen, forsætismálaráðharrin í Danmark, skrivar á Twitter fyri góðum tíma síðan hetta:
‏
I condemn the heinous attacks on churches and hotels in Sri Lanka. Our thoughts are with the families and friends of the victims and with the people of Sri Lanka.

Forfærdelige nyheder fra Sri Lanka, hvor en række feje angreb har brudt påskefreden. Vi må og skal stå sammen, når terrorismen viser sit grimme ansigt. Mine tanker er med ofrene og deres familier og de danskere, der befinder sig i Sri Lanka. @UMBorgerservice følger situationen.

Um onkrir Føroyingar eru í Sri Lanka og trongja til hjálp, so kunnu tit ringa til Uttanríkismálaráðið á telefon 0045 33921112, boðar Underigsministeriets Borgerservice frá í morgun, klikk link her: Udenrigsministeriets Borgerservice

SáH

Her meira um yvirgangsálopini í Sri Lanka beint nú:


Comments

LEGO framsýning í SMS í hesum døgum

17/4/2019

Comments

 
Billede
Helgi Toftegaard og René Askham hava saman við tveimum úr Danmark bygt fleiri LEGO modell av føroyskum bygningum, sum verða sýndir fram á torginum í SMS í hesum døgum.

Helgi og René hava í nógv ár verðið limir í Byggepladen.dk, sum er danskur felagsskapur fyri LEGO-eldhugaði, men hetta er fyrstu ferð, at ein framsýning við so nógvum føroyskum modellum verður hildin.

Nakað av tí sum verður sýnt fram: Kirkjubømúrurin, Glasir, Sandavágs kirkja, Christinskirkjan í Klaksvík, ein lundi og eitt tjaldur.

Framsýningin við føroysku LEGO-bygningunum verður á Torginum í SMS fram til 4.mai 2019.

SáH

​

Comments

​Nýggi fótbóltsvøllurin á Jørundsgøtu tikin í nýtslu mikudagin

16/4/2019

Comments

 
Billede
Mikudagin 17. apríl verður nýggi fótbóltsvøllurin á Jørundsgøtu tikin alment í nýtslu. Í tí sambandi bjóðar kommunan børnum og barnsligum sálum bollar og kakao frá kl. 16.00

Í eina tíð hevur vøllurin í Jørundsgøtu, sum millum børnini annars hevur verið hjartað í økinum gjøgnum ættarlið, verið stongdur fyri bóltspæli. Nú er vøllurin klárur at taka í nýtslu, og tí bjóðar kommunan kakao og bollar.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sparkar fyrsta bóltin á nýggja vøllinum og Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini, ber fram røðu.

Kelda: klaksvík.fo

Comments

Soleiðis er loyvið at skeinkja á páskum

16/4/2019

Comments

 
Billede
Yvirlit yvir upplatingartíðir, skeinkingartíðir o.a. serligar dagar

Politiið í Føroyum og Loyvisnevndin hava í felag gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu tað er loyvt matstovum og skeinkingarstøðum, har almenningurin hevur atgongd, at hava opið serligar dagar í árinum.

Vanliga upp- og afturlatingartíðin
Matstovur og skeinkingarstøð, har almenningurin hevur atgongd, skulu sunnudag til hósdag vera afturlatin millum kl. 24:00 og 05:00. Leygarmorgun og sunnumorgun skulu matstovur og skeinkingarstøð lata aftur í seinasta lagi kl. 04:00. Í seinasta lagi 15 minuttir fyri afturlatingartíðina skal skeinkingin halda uppat. Skeinkingartíðirnar fylgja ikki í øllum førum upplatingartíðunum, og vanliga er ikki loyvt at skeinkja áðrenn kl. 11:00 á morgni.

Upp- og afturlatingartíðir og aðrar reguleringar serligar dagar
Afturat hesum eru tað í halgidagslógini ásettar avmarkaðar upp- og afturlatingartíðir fyri serligar dagar í árinum. Avmarkingarnar galda fyri tað, sum sambært lógini verður nevnt offentlige forlystelser. Offentlige forlystelser hevur politiið nágreinað, sbr. politiviðtøkurnar, sum dansur, konsertir, annar livandi tónleikur, sjónleikur, biografur, nektardansur (striptease) o.a., sum krevur loyvi frá politinum, tá talan er um fyriskipað tiltak, har atgongugjald verður kravt. Tónleikur úr hátalara fellur vanliga uttan fyri ásetingina, um ljóðið er so mikið spakuliga frá, at tað ikki órógvar almenna friðin, sbr. § 2 í halgidagslógini.

Politiið í Føroyum og Loyvisnevndin hava í felag gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu tað er loyvt matstovum og skeinkingarstøðum, har almenningurin hevur atgongd, at hava opið serligar dagar í árinum. Legg til merkis, at samsvar er ikki í øllum førum millum matstovulógini, sum skipar reglurnar um skeinking, og halgidagslógini, sum skipar reglurnar um almennan frið og offentlige forlystelser. Aðrar dagar enn teir niðanfyrinevndu skal virksemið fylgja vanligu upp- og afturlatingartíðunum í matstovulógini, sbr. omanfyri.

Sí nærri í viðhefta skjali.

Yvirlit yvir upplatingartidir skeinkingartidir serligar dagar

Politiið í Føroyum og Loyvisnevndin

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.