NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Soleiðis er loyvið at skeinkja á páskum

16/4/2019

Comments

 
Billede
Yvirlit yvir upplatingartíðir, skeinkingartíðir o.a. serligar dagar Politiið í Føroyum og Loyvisnevndin hava í felag gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu tað er loyvt matstovum og skeinkingarstøðum, har almenningurin hevur atgongd, at hava opið serligar dagar í árinum.

Vanliga upp- og afturlatingartíðin
Matstovur og skeinkingarstøð, har almenningurin hevur atgongd, skulu sunnudag til hósdag vera afturlatin millum kl. 24:00 og 05:00. Leygarmorgun og sunnumorgun skulu matstovur og skeinkingarstøð lata aftur í seinasta lagi kl. 04:00. Í seinasta lagi 15 minuttir fyri afturlatingartíðina skal skeinkingin halda uppat. Skeinkingartíðirnar fylgja ikki í øllum førum upplatingartíðunum, og vanliga er ikki loyvt at skeinkja áðrenn kl. 11:00 á morgni.

Upp- og afturlatingartíðir og aðrar reguleringar serligar dagar
Afturat hesum eru tað í halgidagslógini ásettar avmarkaðar upp- og afturlatingartíðir fyri serligar dagar í árinum. Avmarkingarnar galda fyri tað, sum sambært lógini verður nevnt offentlige forlystelser. Offentlige forlystelser hevur politiið nágreinað, sbr. politiviðtøkurnar, sum dansur, konsertir, annar livandi tónleikur, sjónleikur, biografur, nektardansur (striptease) o.a., sum krevur loyvi frá politinum, tá talan er um fyriskipað tiltak, har atgongugjald verður kravt. Tónleikur úr hátalara fellur vanliga uttan fyri ásetingina, um ljóðið er so mikið spakuliga frá, at tað ikki órógvar almenna friðin, sbr. § 2 í halgidagslógini.

Politiið í Føroyum og Loyvisnevndin hava í felag gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu tað er loyvt matstovum og skeinkingarstøðum, har almenningurin hevur atgongd, at hava opið serligar dagar í árinum. Legg til merkis, at samsvar er ikki í øllum førum millum matstovulógini, sum skipar reglurnar um skeinking, og halgidagslógini, sum skipar reglurnar um almennan frið og offentlige forlystelser. Aðrar dagar enn teir niðanfyrinevndu skal virksemið fylgja vanligu upp- og afturlatingartíðunum í matstovulógini, sbr. omanfyri.

Sí nærri í viðhefta skjali.

Yvirlit yvir upplatingartidir skeinkingartidir serligar dagar

Politiið í Føroyum og Loyvisnevndin

Comments

Breaking News. Notre Dame brennur, hygg beinleiðis her

15/4/2019

Comments

 
Billede
Katedralurin Notre Dame í Frankaríki brennur júst nú og her kunnu tit síggja tað beinleiðis, Klikk link herundir:

SáH

Comments

​Fiskaklettur enn einaferð fullfermdur

15/4/2019

Comments

 
Billede
Fiskaklettur kom aftur í nátt og enn einaferð var hann fullfermdur. Teir hava trola norðan fyri Føroyar.

Teir byrjaði túr tann 10. apríl og hava teir  57.590 pund.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað mesta var toskur, sjá søluna herundir.

Landa verður júst nú til NFCS

SáH

Comments

​Bragd, Kallanes og Stakkavík eru komnir aftur at landi

13/4/2019

Comments

 
Billede
Bragd kom aftur kl. 19:00 í gjárskvøldið og høvdu umleið 10.000 pund. Kallanes kom aftur ein tíma seinni og hevði 9.500 pund og Stakkavík kom aftur í morgun og hevði 4.500 pund.

News.fo og Norðoya Portalurin vóru ein túr á Stongunum og fingu eitt prát við egnarnar.

Kallanes manglar egnarar, so hava tit hug at egna, so er bara at møta upp í egningarskúrinum hjá Kallanesi.

Her nakrar myndir tiknar í morgun og takk fyri hugnaligt prát.

SáH
​

Comments

Breaking News. Líðhamar sleipaður til lands

10/4/2019

Comments

 
Billede
​Nú beint eftir klokkan 8 kom Brimil á Klaksvík við útróðrarbátinum Líðhamar.

Rokni við at teir hava fingið maskinskaða, her filmsklipp, tá ið bjargingarbáturin hjá Brimil sleipaði Líðhamar tað seinasta strekkið.

Gekk sera seint við sleipingini, ein tíma frá Klakkinum og til Stengurnar, har Líðhamar nú liggur við kaj.

Her filmsklipp og myndir, sjá herundir.

SáH​

Comments

Nú er ikki nógv eftir

9/4/2019

Comments

 
Billede
Í síðstu viku vórðu sprongdir 148 metrar í alt. Nú eru sprongdir 10.571 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum.

Móti Rókini er nú 138 metrar eftir at spreingja og millum Eysturoynna og Streymoynna 529 metrar.

Hvítanes: Í seinastu viku vórðu 64 metrar sprongdir. Í alt eru nú sprongdir 4.990 metrar frá Streymoyarlandinum.

Rundkoyring – Hvítanes: Sprongdir vóru 28 metrar. Á hesum teininum eru sprongdir 1.941 metrar.

Rundkoyring – Rókin: Í seinastu viku vórðu sprongdir 56 metrar. Har eru í alt sprongdir 2.015 metrar.

Kort, sum vísir tunnilslinjuna, og hvussu langt arbeiðið er komið, sæst á hesi leinkjuni:

https://www.estunlar.fo/…/eysturoyart…/framgongd-vid-boring/

Billede
Comments

Gudrun 14.000 pund av havtasku

8/4/2019

Comments

 
Billede
Í morgun kom Gudrun aftur av góðum túri norðanfyri, har teir hava roynt við gørnum.

Teir høvdu 14.000 pund av havtasku og byrjaði túr tann 05. apríl.

Veiðin bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og landa bleiv til NFCS.

Her nakrar myndir tiknar í morgun.

SáH

Comments

News.Fo kom á heimskortið í Føroyum

8/4/2019

Comments

 
Billede
Heili 25 prosent av øllum føroyingum klikkaði seg inn á heimasíðun news.fo í gjár.

Tað øll tosaði í Føroyum um í gjár var hendan yvirskiftin “Løgtingsformaðurin er ein stórur egoist og psychopat smb. Anitu á Fríðriksmørk”. 

Tíðindini komu út nakað fyri klokkan tvey ígjár og so fóru tey runt í sosialu miðlunum við fúkandi ferð, har fleiri túsund klikkaði seg inn á síðuna news.fo og nakrar tímar aftaná slettaði Tjóðveldi innleggið av stroymingini av flokstinginum hjá Tjóðveldi á YouTube, men skaðin var hendur og news.fo var fyrsti fjølmiðilin við tíðindinum, SODAN.

Hetta skrivar portal.fo, klikk her, “Tingformaðurin er stórur egoistur og psykopatur”

Hetta skrvar R7, klikk her, “Anita á Fríðriksmørk við “svipsara” – Páll er egoistur og psykotaur”

Kringvarp Føroyar hevði tað í Breaking News, her sendingin her “Útvarpstíðindi 07-04-2019 kl.18:00” 

Hetta skrivar vp.fo, klikk her, “Gloymdi at sløkkja mikrofonina…floksting avdúkar ósemju”

SáH

Comments

​Løgtingsformaðurin er ein stórur egoist og psychopat smb. Anitu á Fríðriksmørk

7/4/2019

Comments

 
Billede
Á YouTube er ein samrøðu við Anitu á Fríðsmørk og ein danskara, sum ikki átti at komi út alment, men hon er komin út og er samrøðan enn alment á netinum.

Tey tosað um Løgtingsformannin Páll á Reynatúgvu og hann fær ikki vøkur orð frá teimum báðum.

Hetta er í steðginum, men sjónvarpsmaðurin hevði gloymt at koyrt ljóðið fyri og tí hoyrdu øll, sum hugdi eftir flokstinginum hjá Tjóðveldinum samrøðuna.

Tit kunnu hoyra teirra samtalu frá flokstinginum í Hovi herundir og byrjar hon umleið 1:47:00 og Anita á Fríðsriksmørk kallar Løgingsformannin fyri egoist og psychopat, tey orðini segði hon tá ið klokkan er 1:48.15 og hon blívur við at spilla Løgtingsformannin út. Páll hevur sletta okkum øll á Facebook og hevur bara Katrin eftir…….

Tað sum ikki átti at komi út er komi út og verður nú alment deilt á sosialu miðlunum og tað er alt annað enn gott fyri Tjóðveldi. Tann flokkurin sum altíð tosar um at tey eru samd og virka sum ein flokkur.

Tit hoyra samrøðuna hjá teimum á YouTube, klikk link herundir.
​

Comments

Klaksvíkar Kommuna sett í bakkgear? Um tú ikki tolir grenj, so skalt tú ikki lesa meir

5/4/2019

Comments

 
Billede
Klaksvíkar kommuna er blivin so turr og stirvin, seinastu árini at tað er gyseligt. Her eru so nógvir góðir møguleikar, men ongin at seta teir í verk. Havi seinastu dagarnar undrast á ymiskt, ið eftir mínum tykki átti at verið nógv betur umhugsað og fyrireika. Eg seti bara nakrar opnar spurningar til diskussión.

1. Húsið! Hetta frálíka tilboðið, ið er til gagns fyri so nógv børn og ung. Hví velur man nú at flyta ungdómin út í Dávavirkið? Hví valdi kommunan ikki av fyrstan tíð at koyra alt virksemi inn har, ístaðin fyri eina dupultfunktión? Um argumenti er at frástøðan frá skúlaøkinum er ov stór, so er tað argumenti ikki nóg gott. 


2. Sjónleikarhúsið! Hví kann Klaksvíkin ikki hava eitt sjónleikarhús? Eitt livandi hús, har tiltøk av øllum handa kreativum slag fáa innivist?

3. Fótbóltur børn! Hví er tað so svakliga dýrt at ganga til fótbólt? Stóð tað til mín, so skuldu øll børn fingið møguleikan at íðka ókeypis fyrstu 1-2 mánaðirnir, fyri at finna út av um hetta hevur áhugað. Og tað skuldi ikki kosta meir enn 400 kr í luttøkugjaldi. Sum er, gjaldi eg 900kr bert fyri at luttaka, ca 600 kr drakt, ca 800kr fyri gaggir + alt tað leysa. Til dystir smyrja vit foreldur breyð, gera kaffi, skera frukt o.a alt úr egnum lumma, umframt at øll koyra til og frá dystum.

4. Hví fáa børn ikki møguleikan at royna øll frítíðartilboð ókeypis eina tíð, eins og omanfyri nevnda. Her hugsi eg eisini um tónlistaskúla.

5. Hvat vil man við ítrottarøkinum? Hví ikki gera alt nýtt, nú alt er karvað upp allíkavæl, ístaðin fyri at lappað gamla vøllin í heilum OG byggja nýtt, aftur dupultkostnaður.

6. Spinnaríi: Hetta er tað ørasta, men so skal eg ikki grenja meir, men heilt seriøst! Gamlir bátar og gamlir ullkarðar og spinnarir! Come on, hvør slóð høvdið so hart í, at hetta virkaði sum eitt gott hugskot? Spinnaríi hevur staðið royndina sum Føroya størsti leikpallur til UG. 1200 fólk hava verið til leik seinasta mánaðin, tað er fantastiskt. Lærið av tí, síggið møguleikarnar, tað ber væl til.

Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett

Comments
<<Previous
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.