NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Klaksvíkar Kommuna sett í bakkgear? Um tú ikki tolir grenj, so skalt tú ikki lesa meir

5/4/2019

Comments

 
Billede
Klaksvíkar kommuna er blivin so turr og stirvin, seinastu árini at tað er gyseligt. Her eru so nógvir góðir møguleikar, men ongin at seta teir í verk. Havi seinastu dagarnar undrast á ymiskt, ið eftir mínum tykki átti at verið nógv betur umhugsað og fyrireika. Eg seti bara nakrar opnar spurningar til diskussión.

1. Húsið! Hetta frálíka tilboðið, ið er til gagns fyri so nógv børn og ung. Hví velur man nú at flyta ungdómin út í Dávavirkið? Hví valdi kommunan ikki av fyrstan tíð at koyra alt virksemi inn har, ístaðin fyri eina dupultfunktión? Um argumenti er at frástøðan frá skúlaøkinum er ov stór, so er tað argumenti ikki nóg gott. 


2. Sjónleikarhúsið! Hví kann Klaksvíkin ikki hava eitt sjónleikarhús? Eitt livandi hús, har tiltøk av øllum handa kreativum slag fáa innivist?

3. Fótbóltur børn! Hví er tað so svakliga dýrt at ganga til fótbólt? Stóð tað til mín, so skuldu øll børn fingið møguleikan at íðka ókeypis fyrstu 1-2 mánaðirnir, fyri at finna út av um hetta hevur áhugað. Og tað skuldi ikki kosta meir enn 400 kr í luttøkugjaldi. Sum er, gjaldi eg 900kr bert fyri at luttaka, ca 600 kr drakt, ca 800kr fyri gaggir + alt tað leysa. Til dystir smyrja vit foreldur breyð, gera kaffi, skera frukt o.a alt úr egnum lumma, umframt at øll koyra til og frá dystum.

4. Hví fáa børn ikki møguleikan at royna øll frítíðartilboð ókeypis eina tíð, eins og omanfyri nevnda. Her hugsi eg eisini um tónlistaskúla.

5. Hvat vil man við ítrottarøkinum? Hví ikki gera alt nýtt, nú alt er karvað upp allíkavæl, ístaðin fyri at lappað gamla vøllin í heilum OG byggja nýtt, aftur dupultkostnaður.

6. Spinnaríi: Hetta er tað ørasta, men so skal eg ikki grenja meir, men heilt seriøst! Gamlir bátar og gamlir ullkarðar og spinnarir! Come on, hvør slóð høvdið so hart í, at hetta virkaði sum eitt gott hugskot? Spinnaríi hevur staðið royndina sum Føroya størsti leikpallur til UG. 1200 fólk hava verið til leik seinasta mánaðin, tað er fantastiskt. Lærið av tí, síggið møguleikarnar, tað ber væl til.

Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.