Her kom tað fram, at 81 journalistar hava mist lívið í 2017 - har tey flestu er málrættaði dráp, bilbumbur ella í skotbardøgum kring allan heim.
Tað skrivar NTB.
JáH (y) 31.12.2017
Internatinal Federation of Journalists hevði leygardagin sína árligu Kill Report, sum frágreiðingin hjá IFJ verður kallað. Her kom tað fram, at 81 journalistar hava mist lívið í 2017 - har tey flestu er málrættaði dráp, bilbumbur ella í skotbardøgum kring allan heim. Tað skrivar NTB. JáH (y) 31.12.2017 Amerikanski Forsetin Donald J. Trump ávaraði mynduleikarnir úr Iran og gevur sostatt sín stuðul til fólkið úr Iran. Soleiðis skrivar Trump á Twitter: - Kúgingarpolitikkur varar ikki ævigt og tað fer at koma ein dagur, har fólkið úr Iran standa fyri einum valið. Verðin fylgir við. Tað er nú triðji dagurin mótmælisgongur eru í Iran, sum higartil hevur kravt 2 mannalív. JáH (y) 31.12.2017 Tann allerbesti arbeiðsmaðurin á Klaksvíkar Timburhandli hevur nú lagt árarnar inn. 2017 hevur verið eitt ræðuligt ár viðvíkjandi at fólk eru tikin frá okkum bæði ung og gomul. Tveir sum hava staðið mær serstakliga nær, eru tiknir frá mær, Jógvan Ziska og nú 28. desember Karl Frits pápabeiggi. Seinastu árini hava eg og Karl Frits ikki vera nógv saman, men tá ið eg var eigari av Klaksvíkar Timburhandli, vóru vit sera nógv saman og í Timburhandlinum var hann kongurin á sínum økið. Tú kundi ikki seta ein fingur á Karl Frits og so væl lýddur var hann, at eitt viðskiftarfólk kundi koma til tín við einum fyrispurningi, "hvat fyri lím ein brúkti til at tætta ímillum vindeyguni?" og tú segði, at hann skuldi brúka Sikaflex 11FC, men tá vildi kundin hava fatur í Karl Frits og tá ið hann eisini segði Sikaflex 11FC, so var kundin heilt sikkur. Karl Frits hevði tann stóra eginleikan, at hann hjálpi øllum og tey fingu altíð eina frágreiðing og ráðgeving við, hvussu man skuldi brúka vørurnar, sum tey keyptu á Klaksvíkar Timburhandli. Karl Frits var av gamla slagnum og tosaði við øll fólk og vertskapsmaður um sín háls. Vit hava verið í nógvum veitslum saman og Karl Frits elskaði at syngja og var eisini sera góðir dansari. Tá ið Tórunn og eg bygdi okkara hús á Helnabrekku hjálpi Karl Frits nógv til og takk skalt tú hava fyri tað Karl Frits. Mamma segði altíð, tá ið hon giftist við pápa, tá fekk hon Karl Frits í brúðargávu og tað var kanska ikki lygn. Hann var altíð hjá okkum, hvørt tað einasta vikuskiftið og mitt í viku eisini, men hann var so lættur um sinni, at tað var stuttligt at fáa hann á gátt, men aftaná vit seldu Timburhandilin í 2005, var líka sum um, at hann ikki var so glaður fyri tað og hann vitjaði minni á Jørundsgøtu, men teir báðir beiggjarnir vóru sera góðir við hvønn annan fyri tað álíkavæl og teir hava gjørt alt saman ígjøgnum teirra lív, teir hava verið við báti saman, flett, (Karl Frits var ein serstaliga góðir flettari) á fjallið, í grind, bygt hús, arbeitt saman og mangt annað, sannir beiggjar og tú vart ein brandur Karl Frits. Vit hava havt nógvar persónligar samrøður saman og ein tað harðasta tíðin hjá tær var, tá ið kona tín fekk staðfest krabbamein. Tá stóð sera nógv á tær og tann samrøðan eg, tú og ein triðju persónur høvdu á Helnabrekku, hon stendur enn sera klár fyri mær. Tað var fyrsti ferð tú opnaði teg og tað var eisini síðstu ferð, tí sum sagt, so vart tú av tí gamla slagnum. Tú stuðlaði Amaliu hvønn tann einasta dag á hennari sjúkralegu og fór eisini til Ríkissjúkrahúsið at stuðla henni og tíbetur bleiv hon fríðsk og tit hava havt nøkur sera góð ár saman síðani. Seinast vit báðir vóru saman, varð tá ið grind var seinast. Tá kom eg niðan til tín við tykkara grindaparti og vit fingu eitt gott og langt prát saman. Tá sæst at sjúkan hevði tikið tak á teg, men tvørur sum tú vart, so vildu tú ikki vera á Sjúkrahúsinum, men vildi vera heima og hesuferð var tað konan sum hjálpi tær. Eisini havi eg hoyrt, at øll tíni nærmastu vóru um teg hvønn tann einasta dag og nátt hesu seinastu tíð á foldum. Eg kundi skriva eina bók um teg Karl Frits, men eg skal steðga við hesum sanginum hjá Símun av Skarði og legg til merkist orðini, tey passa akkurát til tín og pápa. Hvíl í friði Karl Frits Samson Joensen og takk fyri allar okkara góðu løtur saman og takk fyri títt stóra arbeiðið á Klaksvíkar Timburhandli, tú vart tann allerbesti arbeiðsmaðurin hjá okkum. Hendan sungu vit altíð, tá ið vit høvdu veitslur. Hesi minningarorð eru skrivaði Gamlaársmorgun 2017. Vit eru nógv, ið kenna stóra sorg júst í løtuni. Tankar mínar leita til familjuna, lat Harrin styrkja okkum í hesari sváru tíð. Símun á Høvdanum Eg var mær og vitjaði bróður, sum er størri og eldri enn eg; mangan hevur hann verið mær góður, mangan víst mær á beinasta veg. Greiddi eg honum frá, hvussu vónloysi lá yvir mær og so mínum landi við. Eg við sorg honum sannleikan segði, at her kuldin skjótt drap hvørja vón. At tann kavi, sum veturin legði, ikki tána vil burtur av lón, at her stird er hvør sál, sum hon úr heljar skál hevði drukkið havt deyðadrykkin sín. Bróðir mín leit seg um, og hann bendi á tað land, sum hann nú hevur bygt! Sólin logandi ljósgeislar sendi, kveikti lív í hvørt sovandi kykt: og har sungu tey øll – fólk í smáttu og høll – sungu eldhugavónir út um land. Og hann mælti tey orð á tí sinni – tey í sál míni enn ljóða hvøll -: Kæri bróðir mín, legg tær í minni, at vit sjálv eiga lívsneistar øll, at tað verður eitt bál, um at hvør mannasál leggur sín neista til hin sama eld. Í morgun varð samstarvsavtala undirskrivað um Umsorganarheimið Gloria, sum letur upp fyrst í komandi ári. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum og John Kári Jacobsen, nevndarformaður vóru øll á einum máli, tá ið samstarvsavtalan um Umsorganarheimið Gloria varð undirskrivað í morgun: talan er um eitt kærkomið tilboð, sum hevur verið leingi ávegis. Umsorganarheimið Gloria er tilboð til persónar, sum av ymsum orsøkum hava tørv á bústaði og umsorgan. Tilboðið verður fíggjað í samstarvi millum Almannaráðið og Klaksvíkar kommunu, sum hava játtað ávíkavist 2 og 1,8 mió. kr. í rakstrarstuðli fyri 2018. - Lívið kann taka allar møguligar snarvegir í ymsar ættir, og tí er tørvurin á fjølbroyttum tilboðum sum hesum, har borgarar kunnu fáa umsorgan og tryggleika í einum fakliga sterkum umhvørvi, stórur, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Hon leggur stóran dent á tað góða samstarvið við stigtakaran Soli Deo Gloria og Klaksvíkar kommunu sum orsøk til, at ætlanin við umsorganarheiminum nú verður sett í verk. Og hesum tekur Jógvan Skorheim, borgarstjóri undir við. - Fyri okkum sum kommunu hevur tað alstóran týdning, at vit taka ábyrgd og eru við til at loysa tær avbjóðingarnar í samfelagnum, sum koma av teimum trupulleikunum, lívið við hvørt kastar eftir okkum. Við Umsorganarheiminum Gloria kunnu vit nú vónandi vera við til at gera lívið eitt sindur tryggari og lættari hjá teimum, sum hava allarmest tørv á tí, sigur borgarstjórin. Pláss verður fyri átta persónum á Umsorganarheiminum Gloria, og leiðari verður Fríbjørg Michaelsen. Fríbjørg er útlærdur sosialpedagogur frá Diakonháskúlanum í Aarhus og hevur drúgvar royndir innan júst hetta økið í Danmark. Afturat henni fara starvsfólk úr ymsum fakbólkum – eitt nú námsfrøðingar og heilsuhjálparar – at manna starvsfólkahópin. Í næstum verður farið undir at seta starvsfólk til umsorganarheimið, og fyrstu plássini verða síðan útlutað sum skjótast. - Vit hava leingi arbeitt fram ímóti at gera eitt bústaðartilboð til persónar, sum av nógvum ymiskum orsøkum hava tørv á einum heimi við umsorgan, so nú gleða vit okkum til at koma ordiliga í gongd, sigur John Kári Jacobsen, nevndarformaður, sum eisini fegnast stórliga um, at Umsorganarheimið nú letur upp í næstum. Kelda: www.klaksvik.fo SáH Týskvøldið tann 19. desember kom jólaskipið til Klaksvíkar. Veðrið var av tí allerbesta og vágin var spegilsblonk. Tað var stórsligið, har hópin av neyðarrakettum og neyðbluss blivu futtaði av og so tá ið jólaskipið nærkaðist bryggjuna, tað bleiv stórt fýrverk sent upp og tað var sera vakurt. Hópin av fólki vóru og tóku ímóti jólamonnum og frættist, at hetta var rekord, ongantíð hava so nógv tikið ímóti jólaskipinum sum í ár, øll keiðin var full av fólkum og vóru børnini sera spent at heilsa uppá allar jólamennirnar. Jólamennirnir vóru garvvillur við sangi saman við Danny the Veetos og tá ið alt var liðugt á pallinum, fóru jólamennirnir runt og góvu øllum børnunum jólapakka. Ársins rósa fekk Klaksvíkar Hornorkestur og tað hevði Klaksvíkar Hornorkestur sanniliga uppiborið. Teir gera eitt fantastisk arbeiði fyri býin. Eitt super tiltaka og takk til fyrireikarnar og so vóna vit at vit næsta ár sleppa at varðveita Ågot í flotanum her norðuri, so vit ikki missa okkara stasliga jólaskip. Her nógvar myndir av jólaskpinum, klikk her: "jólaskipið og Ársins rósa". Gleðilig jól øll somul. SáH Endiliga - ídag, kemur jólaskipið. Jólamenninir hava latið frætta frá sær, teir eru sera spentir at síggja øll børn í Klaksvík og í Leirvík. Vit vera klokkan 17.00 á Leirvík og klokkan 18.00 á Klaksvík. Á Klaksvík verður lagt at úti í Klaksvík, har hugnaløta verður og heiðurslønin Ársins Rósa verður latin einum borgara í Klaksvík. Klaksvíkar Honorkestur, DANNY & THE VEETOS luttaka eisini. Niðanfyri er filmsklipp av, tá ið jólaskipi kom inn eftir vágni í 2015. Jólamennirnir tit skulu vera hjartaliga vælkomnir. SáH Føroya Pedagogfelag herðir verkfallið fráboðað 15/12-2017, at umfata allar limir, ið starvast hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum. Hetta galdandi frá kl. 08:00 mánadagin 18.12.2017 Føroya Pedagogfelag herðir tiltøkini, tí Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ikki taka sáttmálakrøvini hjá Føroya Pedagogfelag í álvara, og ikki vilja føra veruligar samráðingar. Vísandi til úrskurðin frá Fasta Gerðarætti 15.12.17, hevur nevndin í Føroya Pedagogfelag gjørt eina ítøkjuliga meting av tørvinum á undantøkum, og hevur tískil eisini givið nøkur undantøk í fráboðanini. |
Greinar
July 2024
|