NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

UMSORGANARHEIMIÐ GLORIA: NÚ GERST DREYMURIN VERULEIKI

20/12/2017

Comments

 
Billede
Í morgun varð samstarvsavtala undirskrivað um Umsorganarheimið Gloria, sum letur upp fyrst í komandi ári.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum og John Kári Jacobsen, nevndarformaður vóru øll á einum máli, tá ið samstarvsavtalan um Umsorganarheimið Gloria varð undirskrivað í morgun: talan er um eitt kærkomið tilboð, sum hevur verið leingi ávegis.

Umsorganarheimið Gloria er tilboð til persónar, sum av ymsum orsøkum hava tørv á bústaði og umsorgan. Tilboðið verður fíggjað í samstarvi millum Almannaráðið og Klaksvíkar kommunu, sum hava játtað ávíkavist 2 og 1,8 mió. kr. í rakstrarstuðli fyri 2018.

- Lívið kann taka allar møguligar snarvegir í ymsar ættir, og tí er tørvurin á fjølbroyttum tilboðum sum hesum, har borgarar kunnu fáa umsorgan og tryggleika í einum fakliga sterkum umhvørvi, stórur, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Hon leggur stóran dent á tað góða samstarvið við stigtakaran Soli Deo Gloria og Klaksvíkar kommunu sum orsøk til, at ætlanin við umsorganarheiminum nú verður sett í verk. Og hesum tekur Jógvan Skorheim, borgarstjóri undir við.

- Fyri okkum sum kommunu hevur tað alstóran týdning, at vit taka ábyrgd og eru við til at loysa tær avbjóðingarnar í samfelagnum, sum koma av teimum trupulleikunum, lívið við hvørt kastar eftir okkum. Við Umsorganarheiminum Gloria kunnu vit nú vónandi vera við til at gera lívið eitt sindur tryggari og lættari hjá teimum, sum hava allarmest tørv á tí, sigur borgarstjórin.

Pláss verður fyri átta persónum á Umsorganarheiminum Gloria, og leiðari verður Fríbjørg Michaelsen. Fríbjørg er útlærdur sosialpedagogur frá Diakonháskúlanum í Aarhus og hevur drúgvar royndir innan júst hetta økið í Danmark. Afturat henni fara starvsfólk úr ymsum fakbólkum – eitt nú námsfrøðingar og heilsuhjálparar – at manna starvsfólkahópin. Í næstum verður farið undir at seta starvsfólk til umsorganarheimið, og fyrstu plássini verða síðan útlutað sum skjótast.

- Vit hava leingi arbeitt fram ímóti at gera eitt bústaðartilboð til persónar, sum av nógvum ymiskum orsøkum hava tørv á einum heimi við umsorgan, so nú gleða vit okkum til at koma ordiliga í gongd, sigur John Kári Jacobsen, nevndarformaður, sum eisini fegnast stórliga um, at Umsorganarheimið nú letur upp í næstum.

Kelda: www.klaksvik.fo

​SáH

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.