NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Karl Frits Samson Joensen farin

30/12/2017

Comments

 
Billede
Tann allerbesti arbeiðsmaðurin á Klaksvíkar Timburhandli hevur nú lagt árarnar inn.

2017 hevur verið eitt ræðuligt ár viðvíkjandi at fólk eru tikin frá okkum bæði ung og gomul. Tveir sum hava staðið mær serstakliga nær, eru tiknir frá mær, Jógvan Ziska og nú 28. desember Karl Frits pápabeiggi.

Seinastu árini hava eg og Karl Frits ikki vera nógv saman, men tá ið eg var eigari av Klaksvíkar Timburhandli, vóru vit sera nógv saman og í Timburhandlinum var hann kongurin á sínum økið. Tú kundi ikki seta ein fingur á Karl Frits og so væl lýddur var hann, at eitt viðskiftarfólk kundi koma til tín við einum fyrispurningi, "hvat fyri lím ein brúkti til at tætta ímillum vindeyguni?" og tú segði, at hann skuldi brúka Sikaflex 11FC, men tá vildi kundin hava fatur í Karl Frits og tá ið hann eisini segði Sikaflex 11FC, so var kundin heilt sikkur.

Karl Frits hevði tann stóra eginleikan, at hann hjálpi øllum og tey fingu altíð eina frágreiðing og ráðgeving við, hvussu man skuldi brúka vørurnar, sum tey keyptu á Klaksvíkar Timburhandli. 

Karl Frits var av gamla slagnum og tosaði við øll fólk og vertskapsmaður um sín háls. Vit hava verið í nógvum veitslum saman og Karl Frits elskaði at syngja og var eisini sera góðir dansari.

Tá ið Tórunn og eg bygdi okkara hús á Helnabrekku hjálpi Karl Frits nógv til og takk skalt tú hava fyri tað Karl Frits.

Mamma segði altíð, tá ið hon giftist við pápa,  tá fekk hon Karl Frits í brúðargávu og tað var kanska ikki lygn. Hann var altíð hjá okkum, hvørt tað einasta vikuskiftið og mitt í viku eisini, men hann var so lættur um sinni, at tað var stuttligt at fáa hann á gátt, men aftaná vit seldu Timburhandilin í 2005, var líka sum um, at hann ikki var so glaður fyri tað og hann vitjaði minni á Jørundsgøtu, men teir báðir beiggjarnir vóru sera góðir við hvønn annan fyri tað álíkavæl og teir hava gjørt alt saman ígjøgnum teirra lív, teir hava verið við báti saman, flett, (Karl Frits var ein serstaliga góðir flettari) á fjallið, í grind, bygt hús, arbeitt saman og mangt annað, sannir beiggjar og tú vart ein brandur Karl Frits.

Vit hava havt nógvar persónligar samrøður saman og ein tað harðasta tíðin hjá tær var, tá ið kona tín fekk staðfest krabbamein. Tá stóð sera nógv á tær og tann samrøðan eg, tú og ein triðju persónur høvdu á Helnabrekku, hon stendur enn sera klár fyri mær. Tað var fyrsti ferð tú opnaði teg og tað var eisini síðstu ferð, tí sum sagt, so vart tú av tí gamla slagnum. Tú stuðlaði Amaliu hvønn tann einasta dag á hennari sjúkralegu og fór eisini til Ríkissjúkrahúsið at stuðla henni og tíbetur bleiv hon fríðsk og tit hava havt nøkur sera góð ár saman síðani.

Seinast vit báðir vóru saman, varð tá ið grind var seinast. Tá kom eg niðan til tín við tykkara grindaparti og vit fingu eitt gott og langt prát saman. Tá sæst at sjúkan hevði tikið tak á teg, men tvørur sum tú vart, so vildu tú ikki vera á Sjúkrahúsinum, men vildi vera heima og hesuferð var tað konan sum hjálpi tær. Eisini havi eg hoyrt, at øll tíni nærmastu vóru um teg hvønn tann einasta dag og nátt hesu seinastu tíð á foldum. 

Eg kundi skriva eina bók um teg Karl Frits, men eg skal steðga við hesum sanginum hjá Símun av Skarði og legg til merkist orðini, tey passa akkurát til tín og pápa.

Hvíl í friði Karl Frits Samson Joensen og takk fyri allar okkara góðu løtur saman og takk fyri títt stóra arbeiðið á Klaksvíkar Timburhandli, tú vart tann allerbesti arbeiðsmaðurin hjá okkum. Hendan sungu vit altíð, tá ið vit høvdu veitslur.

Hesi minningarorð eru skrivaði Gamlaársmorgun 2017. Vit eru nógv, ið kenna stóra sorg júst í løtuni. Tankar mínar leita til familjuna, lat Harrin styrkja okkum í hesari sváru tíð.

Símun á Høvdanum

Eg var mær og vitjaði bróður,
sum er størri og eldri enn eg; 
mangan hevur hann verið mær góður,
mangan víst mær á beinasta veg.
Greiddi eg honum frá, 
hvussu vónloysi lá 
yvir mær og so mínum landi við.

Eg við sorg honum sannleikan segði,
at her kuldin skjótt drap hvørja vón.
 At tann kavi, sum veturin legði,
 ikki tána vil burtur av lón,
 at her stird er hvør sál,
 sum hon úr heljar skál
 hevði drukkið havt deyðadrykkin sín.

Bróðir mín leit seg um, og hann bendi
á tað land, sum hann nú hevur bygt!
Sólin logandi ljósgeislar sendi, 
kveikti lív í hvørt sovandi kykt:
 og har sungu tey øll 
– fólk í smáttu og høll –
 sungu eldhugavónir út um land.

Og hann mælti tey orð á tí sinni
– tey í sál míni enn ljóða hvøll -:
Kæri bróðir mín, legg tær í minni,
at vit sjálv eiga lívsneistar øll,
at tað verður eitt bál,
um at hvør mannasál 
leggur sín neista til hin sama eld.

Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.