NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Garðafólk gleða seg til Býráðsvalið hesaferð, tí tá kunnu orðloysingarnir, sum sita nú skiftast út?

29/8/2020

Comments

 
Billede
Garðafólkini í Klaksvík gleða seg sum til jólar, nú Býráðsval verður aftur tann 10. november í ár, so tey kunnu skifta orðloysingarnir, sum hava sitið við valdi í Klaksvíkar Kommunu út og fólk sum halda sítt orð koma framat og gera Garðavegin lidnan.

Í nógv harrans ár hevur verið lovað teimum, at nú skal Garðavegurin gerast liðugur og hvørt val hava politikkarnir lova, at tað fyrsta tey skulu í holt við, er at gera Garðavegin lidnan.

Garðafólk hava nú bíða í 8 ár ella meira enn tvey valskeið, at nú fór tað at blíva teirra tørn hesuferð, men enn er vegurin ræðuligur og hann gerst verri dag fyri dag, sjá filmsklipp herundir, eitt fyri fýra árum síðani og eitt tikið upp í gjár tann 28.08.2020.

Valið nærkast og tímaglasið hjá hesari samgonguni rennur út, men nú sæst ljós fyri framman hjá Garðafólkunum, tí klárar hetta Býraðið ikki at gera Garðavegin lidnan, áðrenn valið í november, so vita tey øll, sum sita í heitu skrivstovustólunum í N.P.Gøtu, at her verður ikki ein stemma við allan Garðavegin latin teimum í sitandi samgongu, sum ein við røttum kann kallað orðloysingar.

Men eg rokni við at teir fara í holt við vegin ein av fyrstu døgunum, tí tað skommina vilja tey ikki hava sitandi á sær, men spennandi verður og gera tey tað ikki, so vita Garðafólk at ein æltar at gera Garðavegin lidnan og hann plagar at siga, “AT SO VERÐUR TAÐ GJØRT”.

Símun á Høvdanum

Her eru tvey filmsklipp, eitt tikið upp fyri fýra árum síðani, beint áðrenn Býráðsvalið seinast og hitt í gjár tann 28.08.2020:

Og hitt filmsklippið er tikið upp tann 28.08.2020, góðar tveir mánaðar til Býráðsvalið verður í ár:
Comments

​Hvat er munurin á Rúsini og Bónus? Lat okkum gera okkara egnu innsamlingarstøð.

28/8/2020

Comments

 
Billede
Billede
​Vit hava ov fáar fløskuinnsamlingar í Klaksvík. Haldi tað hevði verið uppá sítt pláss, at Klaksvíkar Kommuna ella IRF tóku sær av fløskuinnsamlingini í býnum, so meira skil verður á hesum økinum.

Í løtuni taka Rúsan og Føroya Bjór bert ímóti tómum fløskum og blikkum, men hesi taka bert ímóti teirra egnu vørum, hevur tú eitt blikk av Red Bull ella okkurt annað slag, so sleppur tú ikki av við tað í Klaksvík, tí tað taka Rúsan og Føroya Bjór ikki ímóti, tí tað er ikki teirra vørur.

Bónus tekur slett ikki ímóti fløskum og blikkum fyri tíðina og tað hava tey ikki gjørt síðani útbrotið av Korona var á Ólavsøku ella á einum brúdleypið í Argjum og tað skulu vit í Klaksvík straffast fyri í vikuvís og kanska mánaðarvís.

Hví Bónus ikki tekur ímóti fløskum er mær ein gáta, tá ið Rúsdrekkasøla Landins tekur ímóti fløskum.

Rúsan er almenn og Bónus er privat, sera løgið at Bónus skyldar uppá Covid-19, fyri ikki at taka ímóti fløskum og blikkum, so skuldi Bónus heldur ikki selt fløskur og blikk, tí tað nema fólk eisini við og tað selur Bónus túsundvís av hvønn tann einasta dag.

Bónus kann gera akkurát tað tey hava hug til, tí tað er privat, men mítt uppskot verður til komandi Býráðsval í november, at Klaksvíkar Kommuna ferð ígongd við at gera sína egnu innsamlingarstøð (sjálvtøku) fyri fløskur, gløs og blikk, har øll merkir kunnu latast inn og har man fær pengar ella eina  flyting á sína konto í bankanum fyri øll pantini, bæði fyri fløskur, blikk og gløs, sum ein letur inn.

Hetta verður gjørt í nógvum býum í Danmark og so kann man eisini hava tveir knøttar á sjálvtøkunum, har tann eini knøtturin verður brúktir til, at man fær pengarnar aftur og hin knøtturin verður til gottgerandi endamál í býnum, eitt nú at stuðla ítróttin og frítíðarvirkseminum í Klaksvík.

Eisini verður innsamlingarstøðin góð fyri okkara umhvørvið her norðuri, um hon tekur ímóti øllum pantum, tí sum tað gongur fyri seg nú, tá ið man ikki sleppur av við fløskur og blikk, so blaka fólkini bara pantini út og tað flýtur runt allan býin og endar til síðst í okkara vøkru nátturu.

Lat okkum gera okkara egnu innsamlingarstøð (sjálvtøku), so verður trupuleikin loystir við at vit sleppa av við okkara fløskur, blikk og gløs.

So verður tað gjørt!!!

Símun á Høvdanum
Billede
SO VERÐUR TAÐ GJØRT
Comments

Fleiri smittutilburðir umborð á russiskum trolara

24/8/2020

Comments

 
Billede
Fleiri nýggir smittutilburðir eru staðfestir umborð á russkiskum trolara, sum í gjár kom á Kollafjørð. Talan er um russiska trolaran, Yantarnyy, sum eisini lá við bryggju í Klaksvík í juli. 

Áðrenn skipið legði at bryggju, vórðu føroysku myndugleikarnir kunnaðir um, at tveir av manningini høvdu sjúkutekin. Allir persónar umborð vórðu tí kannaðir.

Millum tær 77 kanningarnar, sum vórðu gjørdar, vórðu 29 tilburðir staðfestir.

Manningin hevur tí fingið forboð fyri at fara í land.

Teir tveir persónarnir, sum høvdu sjúkutekin, eru nú innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya.

Kreppuráðið kemur saman í dag at viðgera málið.

Dagføring kl. 10:37: Talið av staðfestum tilburðum umborð á russiska trolarinum er rættað til 29.

Heilsamálaráðið

Comments

​Kanningartíðir hesa vikuna

24/8/2020

Comments

 
Billede
Sjúkrahúsverkið hevur tillagað tíðirnar á nýggju kanningarstøðunum.

Her er yvirlit av kanningartíðum á nýggju kanningarstøðunum hjá Sjúkrahúsverkinum hesa vikuna. Kanningaryvirlitið er galdandi til og við 30. august. Broytingar kunnu koma fyri.

Hesa vikuna verður kanningarstøð ikki sett upp í Runavík, men kannað verður fyri koronu aftur í Runavík týsdagin í aðru viku.

Tórshavn, á Eirargarði:
Gerandisdagar kl. 17-19.
Leygardag kl. 13-15.

Klaksvík, á Víkarvegi:
Gerandisdagar kl. 9-11

Tvøroyri, við Trongisvágs skúla:
Mánadag, mikudag, hósdag kl. 8.30-10.30
Týsdag og fríggjadag kl. 9-12

​Eingin ávísing krevst.

Fyri at verða kannað/-ur, skalt tú stilla teg í bíðirøðina í upplatingartíðarskeiðinum. Øll, sum stilla seg í bíðirøðina í upplatingartíðini, verða kannað. 

Bíðitíðin kann verða drúgv. Tak okkurt til matna/drekka við og kanska eisini eina bók at stytta tær stundir við.

Heilsumálaráðið

Comments

​Eingin nýggjur tilburður seinastu tveir dagarnar

23/8/2020

Comments

 
Billede
Kanningarnar frá fríggjadegnum og leygardegum eru nú liðugt greinaðar, og eingin nýggjur tilburður er staðfestur. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Fríggjadagin vórðu 1.590 kanningar gjørdar, og í gjár vórðu 727 kanningar gjørdar, og eingin nýggjur tilburður er staðfestur. Í alt eru nú 84.308 kanningar gjørdar.

Rættingar eru gjørdar í samlaða talinum av staðfestum tilburðum. Tríggir staðfestir tilburðir frá 18. august eru greinaðir umaftur, og hesir eru nú at rokna sum negativir. Tí minkar samlaða talið av staðfestum tilburðum í Føroyum við trimum.

Tilsamans hava tí 381 fólk fingið staðfest coronasmittuna í Føroyum. 326 av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna, eru staðfest frísk aftur, og sostatt eru 55 persónar smittaðir í løtuni.

Tríggir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið

Billede
Comments

​Filmsbrot av naknum føroyskum drongi undir 18 ár í umferð

21/8/2020

Comments

 
Billede
Føroya Politi hevur tikið ímóti eini fráboðan um, at eitt filmsbrot við barnapornografiskum tilfari er í umferð á sosialu miðlunum í Føroyum. Filmsbrotið er av naknum drongi undir 18 ár.

Í hesum sambandi vil Føroya Politi gera vart við, at tað er revsivert at breiða út pornografiskar myndir og filmsbrot av persónum undir 18 ár, smb. § 236, stk. 1 í revsilógini. Hetta merkir, at tað er revsivert at deila barnapornografiskar myndir og filmsbrot.

Henda sakin minnir um sokallaðu ”Umbrella” sakina í Danmark, har fleiri enn 1000 persónar blivu skuldsettir fyri útbreiðslu av líknandi filmsbroti.

Føroya Politi vil tí staðiliga heita á fólk um at lata vera við at deila áðurnevnda ella líknandi filmsbrot. Um tú móttekur filmsbrotið, skalt tú beinanvegin strika tað av tínari eind og undir ongum umstøðum senda filmsbrotið víðari.

Fleiri kenna ikki avleiðingarnar av at deila eina nakinmynd ella filmsbrot. Tað, at ein hevur fingið eina mynd sendandi, merkir ikki, at ein harvið hevur rætt at deila hana. Revisramman fyri brot á § 236, stk.1 er fongsul í upp til 2 ár.

Tað krevst samtykki fyri at deila myndir ella filmsbrot á netinum.

Føroya Politi

Comments

Fiskaklettur er komin aftur við 36.000 pundum

20/8/2020

Comments

 
BilledeFiskaklettur, mynd tikin tann 20.08.2020 klokkan 07:27
Fiskaklettur kom tíðliga aftur í morgun. Teir hava trola á landleiðini og eystanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 35.860 pund, tað mesta var havtaska og reyðsprøka, 13.500 pund havtaska. 7.160 pund reyðsprøka og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 12. august.

Landa bleiv til NFCS og teir byrjaðu at landa klokkan 6 í morgun.

SáH
FISKAKLETTUR - ( TN 415 )NFCS-20-08-2020   17.930


Comments

Sjúklingar og vitjandi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi skulu brúka munnbind.

17/8/2020

Comments

 
Billede
Klaksvíkar Sjúkrahús biðir nú allar sjúklingar og vitjandi um fyribils at brúka munnbind, tá ið tey koma inn á sjúkrahúsið. Stigið verður tikið, eftir at farsóttarnevndin í farnu viku mælti til, at fólk brúka munnbind, tá ið tey ferðast í almenna rúminum, har fleiri savnast.

Hetta verður galdandi frá fríggjadegnum 21. august og umfatar øll, sum hava ørindi á sjúkrahúsinum, eitt nú tey, ið skulu til ambulantar viðtalur, viðgerðir og avvarðandi teirra. Eisini skulu tey, ið gera avtalu um at vitja sjúkling, vera í munnbindi.

Børn undir skúlaaldur eru tó undantikin.

Fólk skulu sjálvi hava munnbind við, tá ið vitjað verður.

Klaksvíkar Sjúkrahús

Billede
Billede
Comments

Endiliga eru dagførdu økitølini komin, tvey smittaði í Norðoyggjum

17/8/2020

Comments

 
Billede
Norðoyggjar er tann oyggin í Føroyum, har minst fólk eru smittaði við Korona dags dato.

Sambært seinasta hagtølunum eru bert 2 fólk smittaði í Norðoyggjum og tað er sera gott.

Mest fólk eru smittaði í Tórshavn heili 93 fólk, men taka vit gjøgnumsnittið fyri hvørjum 100.000 fólk, so er Sandoyggin klárt mest smittaða oyggin av øllum í Føroyum, har eru 541 smittaði fyri hvørjar 100.000 íbúgvar, Suðursteym eru 438 smittaði fyri hvørjar 100.000 íbúgvar og Norðoyggjar eru 32 smittaði fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Norðoyggjar var gjøgnumsnitt mest smitta í fyrru hálvu, so skjótt gongur hvønn vegin.

Vit her norðuri skulu vera lukkulig fyri at vit nú hava tamarhald á støðuni, men vit skulu ansa stak væl eftir, tí Korona smittan kann ferðast sera skjótt frá stað til stað og frá øki til øki.

 Í sóttarhaldi eru 690 fólk og tvey fólk eru innløgd.

SáH
Billede
Comments

​Ein nýggjur tilburður sunnudagin

17/8/2020

Comments

 
Billede
Ein nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 72346 kanningar. 

Millum tær 608 kanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjár, sunnudagin 17. august, varð ein tilburður staðfestur. 

Tilsamans hava 373 fólk fingið staðfest coronasmittuna í Føroyum. Fýra fólk eru seinastu dagarnar staðfest frísk aftur, og sostatt eru tað nú í alt 229, sum eru staðfest frísk aftur. 

Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna, og ein teirra liggur á intensivu deild. 

Yvirlit av kanningunum seinastu dagarnar, sjá yvirlit herundir:

Tey, sum fáa staðfest smittuna, verða uppringd. 

Fyri fleiri hagtøl, trýst her.

Heilsumálaráðið
​

Billede
Comments
<<Previous
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.