Her er yvirlit av kanningartíðum á nýggju kanningarstøðunum hjá Sjúkrahúsverkinum hesa vikuna. Kanningaryvirlitið er galdandi til og við 30. august. Broytingar kunnu koma fyri.
Hesa vikuna verður kanningarstøð ikki sett upp í Runavík, men kannað verður fyri koronu aftur í Runavík týsdagin í aðru viku.
Tórshavn, á Eirargarði:
Gerandisdagar kl. 17-19.
Leygardag kl. 13-15.
Klaksvík, á Víkarvegi:
Gerandisdagar kl. 9-11
Tvøroyri, við Trongisvágs skúla:
Mánadag, mikudag, hósdag kl. 8.30-10.30
Týsdag og fríggjadag kl. 9-12
Eingin ávísing krevst.
Fyri at verða kannað/-ur, skalt tú stilla teg í bíðirøðina í upplatingartíðarskeiðinum. Øll, sum stilla seg í bíðirøðina í upplatingartíðini, verða kannað.
Bíðitíðin kann verða drúgv. Tak okkurt til matna/drekka við og kanska eisini eina bók at stytta tær stundir við.
Heilsumálaráðið