NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​7,8% av fólkunum eru nú liðugt koppsett

31/3/2021

Comments

 
Picture
​7,8% av fólkunum eru nú liðugt koppsett

Í gjár vórðu 319 fólk koppsett, 308 fólk fingu fyrra prikið og 11 fingu seinna prikið. Nú verður ein steðgur í koppsetingini til eftir páskir, tá meira koppingarevni kemur til landið.

Tilsamans 10.770 koppsetingar eru nú gjørdar í Føroyum. 6.641 hava fingið fyrru koppsetingina. 4.129 hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.

Heilsumálaráðið

Comments

FYRIREIKA SØLUTORG OG BÁTAFELAGSHÚS

29/3/2021

Comments

 
Picture
​Í síðstu viku varð bjóðað til fyrireikandi fund fyri teimum, sum hava áhuga fyri smásølu og sum ynskja at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum hava bátapláss í Klaksvik. Enn er endalig avgerð ikki tikin til, hvar staðsetingin av sølutorginum verður, men semja er um, at verkætlanin skal fremjast í hesari setuni.

Í fyrstu atløgu vóru tey bjóðað, sum hava sølu av vørum, ið eru framleiddar lokalt, so sum fisk, fugl, turt kjøt og annað. Ætlanin er at byggja á royndirnar hjá teimum, ið hava selt í smáu smáttunum hjá kommununi, og harvið geva teimum enn betri umstøður, soleiðis at hendan vinnan kann mennast enn meira.

Atli S. Justinussen, formaður í Havna og Vinnunevndini, sigur, at tað er stórur tørvur á at fáa eitt sølutorg í Klaksvík, har ætlanin somuleiðis er at gera eitt bátafelagshús, almenn WC og betra um umstøðurnar hjá bátaeigarunum.

-  Peningur til fyrireikingar arbeiðið er avsettur í inniverandi árið, og ætlanin er at verkætlanin skal fremjast í hesari setuni. Tí heita vit á øll, sum sita inni við góðum hugskotum, um at koma og geva teirra íkasti til verkætlanina.

Klaksvíkar Kommuna

Picture
Comments

Eingin tilburður í gjár, sjá filmsklipp

29/3/2021

Comments

 
PictureHer verður Símun á Høvdanum potaður á kajøkinum í Klaksvík tann 29.03.2021
Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

220 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú gjørdar 241.082 kanningar.

661 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 660 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni er eingin smittaður, og eingin er í sóttarhaldi.

Heilsumálaráðið

Her verið eg testaður í morgun tann 29.03.2021 klokkan 08:45, sjá filmsklipp herundir.

Comments

Soleiðis er loyvt at skeinkja á páskum

29/3/2021

Comments

 
Picture
Yvirlit yvir upplatingartíðir, skeinkingartíðir o.a. serligar dagar

Politiið í Føroyum og Loyvisnevndin hava í felag gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu tað er loyvt matstovum og skeinkingarstøðum, har almenningurin hevur atgongd, at hava opið serligar dagar í árinum.

Vanliga upp- og afturlatingartíðin
Matstovur og skeinkingarstøð, har almenningurin hevur atgongd, skulu sunnudag til hósdag vera afturlatin millum kl. 24:00 og 05:00. Leygarmorgun og sunnumorgun skulu matstovur og skeinkingarstøð lata aftur í seinasta lagi kl. 04:00. Í seinasta lagi 15 minuttir fyri afturlatingartíðina skal skeinkingin halda uppat. Skeinkingartíðirnar fylgja ikki í øllum førum upplatingartíðunum, og vanliga er ikki loyvt at skeinkja áðrenn kl. 11:00 á morgni. 

Upp- og afturlatingartíðir og aðrar reguleringar serligar dagar
Afturat hesum eru tað í halgidagslógini  ásettar avmarkaðar upp- og afturlatingartíðir fyri serligar dagar í árinum. Avmarkingarnar galda fyri tað, sum sambært lógini verður nevnt offentlige forlystelser. Offentlige forlystelser hevur politiið nágreinað, sbr. politiviðtøkurnar, sum dansur, konsertir, annar livandi tónleikur, sjónleikur, biografur, nektardansur (striptease) o.a., sum krevur loyvi frá politinum, tá talan er um fyriskipað tiltak, har atgongugjald verður kravt. Tónleikur úr hátalara fellur vanliga uttan fyri ásetingina, um ljóðið er so mikið spakuliga frá, at tað ikki órógvar almenna friðin, sbr. § 2 í halgidagslógini. 

Politiið í Føroyum og Loyvisnevndin hava í felag gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu tað er loyvt matstovum og skeinkingarstøðum, har almenningurin hevur atgongd, at hava opið serligar dagar í árinum. Legg til merkis, at samsvar er ikki í øllum førum millum matstovulógini, sum skipar reglurnar um skeinking, og halgidagslógini, sum skipar reglurnar um almennan frið og offentlige forlystelser. Aðrar dagar enn teir niðanfyrinevndu skal virksemið fylgja vanligu upp- og afturlatingartíðunum í matstovulógini, sbr. omanfyri.

Politiið í Føroyum og Loyvisnevndin
 
Sí nærri í viðhefta skjali.

Yvirlit yvir upplatingartidir skeinkingartidir serligar dagar

Picture
Comments

Kvikk komin inn við 75.000 pundum

26/3/2021

Comments

 
PictureKvikk, mynd tikin tann 26.03.2021 klokkan 06:49
Kvikk kom eisini inn tíðliga í morgun og høvdu teir eisini 75.000 pund. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Landa bleiv til Kósina og tað mesta var toskur og hýsa. Ein partur bleiv eisini landaður til Fiskamarknaðin Føroyar og tað var 21.640 pund, 17.520 pund hýsa, 4.000 pund brosma og 120 pund reyðsprøka.

Kvikk byrjaði túr tann 15. mars.

​SáH

KVIKK - ( KG 477 ) KLAKSVÍKAR HAVN 15-03-2021 26-03-2021 10.820
Comments

Núpur komin inn við 75.000 pundum

26/3/2021

Comments

 
PictureNúpur, mynd tikin tann 26032021 klokkan 06:49
​Veðrið hevur verið tað allerbesta í seinastu, so tað hevur spælt inn við fiskarínum og tíðliga í morgun kom Núpur aftur. Teir hava hava roynt við línu norðanfyri Føroyar.

Landa bleiv til Kósina og tað mesta var hýsa og toskur. Nakað av veiðuni bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og tað var 31.320 pund, 30.000 pund hýsa, 1.080 pund brosma og 240 pund reyðsprøka, sjá søluna herundir.

Núpur byrjaði túr tann 16. mars.

SáH

NÚPUR – ( KG 910 )KLAKSVÍKAR HAVN-26-03-2021   15.660

Comments

Stakkavík hevði 5.500 pund í dag

26/3/2021

Comments

 
PictureStakkavík, mynd tikin tann 26.03.2021 klokkan 12:49
Stakkavík kom aftur klokkan 12:30 í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 5.480 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 3.600 pund hýsa, 1.800 pund tóskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

STAKKAVÍK – ( KG 748 )NFCS-26-03-2021   2.740

Comments

​RELIEFFIÐ Á VEVSKÚLANUM AFTUR TIL HEIÐUR OG ÆRU

23/3/2021

Comments

 
Picture
Relieffið av Ainu Cederblom, sum hevur hingið á Vevskúlanum síðani 1983, ið Fridtjof Joensen gjørdi, hevur verið í Danmark á Skulpturstøberiet til munandi umvælingar. Tað er nú sett á metalplátu, sum er løgd við blaðgulli, og er nú sett upp aftur á Vevskúlan.

Tað var Sjómannadagurin, sum saman við Klaksvíkar kommunu, sum tók stig til umvælingina í sambandi við, at Fridtjof Joensen í fjør hevði fylt 100 ár.

Tá ið standmyndina "Kvinna við róðrið", sum Fridtjof Joensen hevur gjørt hugskotið til, varð reist á 100 ára føðingardegi hansara 3. september 2020, var Jørn Svendsen, frá Skulpturstøberiet í Svendborg í Klaksvík. Hann hevur verið við til at stoypa standmyndina. Tá ið hann sá relieffið, sum tá vóru ætlanir um at umvæla, kom hann við tí skilagóða uppskotinum, at hann skuldi taka relieffið við sær í bilin niður aftur til Danmarkar og umvæla tað á verkstaði sínum.

Hetta hevur verið drúgvført arbeiði við m.a. næmingum hjá honum, sum hava skrásett hvønn smálut og fingið teir fluttar yvir á eina metalplátu, sum er løgd við blaðgulli. Sera snøgt arbeiði og verður vónað at veðrið ikki berjir hetta fína gullið av aftur, men sera gott sær tað út!

Karl Heri Joensen saman við Jørgin Ellingsgaard hava staðið fyri at fáa verkið upp aftur at hanga á Vevskúlanum

Norðoya Sparikassi, Klaksvíkar kommuna og Norðoya Listafelag hava stuðlað umvælingini.

Tey á Faroe Ship hava verið sera lagalig við flutninginum av listaverkinum til og frá Danmark.

Relieffið er rættiliga komið heiður og æru og prýðir væl um á Vevskúlanum við síni serligu søgu um Ainu Cederblom, sum kom higar við Rospiggen II í 1933.

Næsti leikum man nú verða, at veita bátinum, sum enn er í Klaksvík, fær betri innivist og tær ábøtur, hann hevur fyri neyðini, verða gjørdar.

Fleiri myndir á heimasíðuni www.klaksvik.fo 

Klaksvíkar Kommuna

Picture
Comments

Føroyar koronafríðar

23/3/2021

Comments

 
Picture


Fyri triðju ferð síðan mars í fjør eru Føroyar koronafríar.

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. 649 kanningar vórðu gjørdar.

Tilsamans eru gjørdar 238.640 kanningar.

661 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 660 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu. Eingin er smittaður.

Heilsumálaráðið

Picture
Comments

Nýggj bíleggingarskipan til koppseting

22/3/2021

Comments

 
Picture
Í næstum verður farið at koppseta eftir aldursbólkum, og í hesum sambandi verður eisini ein nýggj bíleggingarskipan tikin í nýtslu.

Eftir ætlan kemur nýggj sending við Pfizer koppingarevni til Føroya mikudagin og verður koppsetingin tikin uppaftur hósdagin tá fólk, sum hava fylt 65 ár og sum fáa røkt og hjálp, verða koppsett.

Síðani verður farið undir at koppseta eftir aldri og byrjað verður við teimum, sum eru 85 ár og eldri.

Seinni í hesi vikuni verður nýggj bíleggingarskipan tikin í nýtslu á korona.fo.

Hetta merkir, at fólk sjálvi skulu bíleggja sær tíð at verða koppsett á korona.fo, ella tey kunnu ringja og bíleggja sær tíð.

Tilmeldingarskipanin verður eftir sama leisti, sum tá fólk bíleggja sær kanning – poting – fyri koronusmittu.

Koppsetingarkunngerðin fevnir nú um enn fleiri bólkar
Koppsetingarkunngerðin varð herfyri víðkað við nýggjum bólkum av fólki, ið standa næst at sleppa framat at verða koppsett fyri koronu. Samstundis er koppsetingarkalendarin dagførdur, so til ber hjá fólki at fylgja við, nær tey kunnu vænta at eiga tørn.

Nýggju bólkarnir í kunngerðini fevna um fólk, sum eru komin upp í árini, men annars eru væl fyri, og sum ikki hava tørv á serstakari hjálp at verða koppsett.  

Tá liðugt verður at koppseta tey, ið eru 85 ár og eldri, verður farið víðari til næsta aldursbólk, sum eru tey, ið eru fylt 80 ár. Hetta verður helst stutt eftir páskir.

Tá bólkarnir 1-9 eru koppsettir, verður farið undir at koppseta restina av bólkunum.

Nógv fólk venda sær til sjúkrahúsverkið og aðrar heilsumyndugleikar at fregnast um, nær tey sleppa framat at koppsetast, og hvussu tey skulu bera seg at. Hetta verður væl og virðiliga fráboðað á heimsíðuni korona.fo, á tíðindaportalunum og í lýsingum, so hvørt sum nýggju bólkarnir sleppa framat at verða koppsettir.

COVID-19 koppsetingarbólkurin

Heilsumálaráðið

Picture
Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.