NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Blákrossheimið skipar fyri familjuskeiði í februar

31/1/2015

Comments

 
Picture
Blái Krossur leggur seg ikki einans eftir at hjálpa teimum við beinleiðis trupulleikum av rúsdrekka. Væl vitandi um at rústrupulleikar hava eina ávirkan á meira enn bert persónin, ið drekkur, ynskir Blái Krossur eisini at bjóða hjálp til avvarandi, ið líða av rústrupulleikunum hjá einum av sínum nærmastu.

Les meira HER

JáH (y) 01.02.2015
Kelda: Blái Krossur

Comments

Seyðin vekk av vegnum 

31/1/2015

Comments

 
Picture
Stendur tað upp til tann vanliga borgaran - so skal seyðurin ikki sleppa at ganga á vegnum.

Vit spurdu tykkum fyrr í vikuni - um seyðurin skal sleppa at ganga á vegnum og har hava tey allerflestu svara nei. Onkur einkultir hevur svara ja.

Les eisini Hált at koyra & seyður á vegnum !!!

Tað kann eisini vera sera farligt at koyra til Havnar til tíðir - tí áðrenn ein veit av, so rennur seyðurin tvørturum vegin og oftað kann man vera ógvuliga nær við at renna á seyðin.

Hví seyðurin ikki við lóg verður hegnaður inni er kanska ein spurningur, sum vit oftað hava sett - her á Norðoya Portali. Men eitt er heilt víst og tað er, at skaðin kann jú vera deyðiligur, tá ein rennur á ein seyð við bili - deyðiligur fyri seyðin og bilførara, so hetta er ikki til stuttleikar, at vit gera slíkar greinar á Norðoya Portali.

JáH (y) 01.02.2015

Comments

Kópaforboð kostar fyri tann grønlendska Kópaveiðaran

30/1/2015

Comments

 
Picture
Árliga verður tað dripið áleið 150.000 kópar í Grønlandi og sjálvt um tað hevði verið dripið tríggjar ferðir so nógv - so hevði tað stadivekk ikki verið farligt fyri kópastovnin.

Og Gørnland hevur eisini mist nógvan pening, síðan EU setti forboð í 2009 - at Grønland slapp at selja skinnini víðari í útlondum. Rokna verður við, at Inuit Sila hevur mist 350 milliónir í eksportpeningi - og tá skal so eisini havast í huga, at Grønland hevði í 2014 eitt undirskot uppá 275 milliónir krónir.

Syrgiligt má staðfestast, at ein grønlendsk traditión er í ferð við at detta burtur - grundað av óvitandi fólkum í EU - sum kanska heldur ikki seta sær stundir til at skilja tann grønlenska veiðumannin.

Tað skal eisini viðmerkjast at alt á einum kópi verður brúkt í Grønlandi og er sostatt ein týðandi partur av teirra mentan. Tað sum kann etast - verur etið og tað sum ikki kann etast - verður brúkt til klæðir.

JáH (y) 31.01.2015

Comments

Býbussarnir í Klaksvík koyra

29/1/2015

Comments

 
Picture
Sambært Olivur Askham, so koyra býbussarnir ímorgun. Her ein mynd, tá ið tað var rokaligt á Helnabrekkur.

SáH

Comments

Boða verður nógvum vindi, hált & krapið

29/1/2015

Comments

 
PictureTilvildarlig mynd
 Tað er hált og krapið í støðum um alt landið, og í erva er jarðrok í ælunum og vánalig koyrilíkindir eru á Vestmannavegnum.

 Boðað verður frá nógvum vindi:
Syðradalur - 06:07 Skrið, Í hvirlunum upp til 35.5 m/s. 
Gjáarskarð - 06:07 Stormur, Í hvirlunum upp til 36.0 m/s. 
Kambsdalur - 06:08 Hvassur vindur, Í hvirlunum upp til 27.8 m/s. 
Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - 06:07 Stormur, Í hvirlunum upp til 34.0 m/s. 
Norðskálatunnilin, Eystanfyri - 06:07 Skrið, Í hvirlunum upp til 32.7 m/s. 
Norðuri í Sundum, Kollafjørður - 06:07 Skrið, Í hvirlunum upp til 29.5 m/s. 
Sandavágshálsur - 06:07 Skrið, Í hvirlunum upp til 25.4 m/s. 
Mykines - 06:03 Stormur, Í hvirlunum upp til 33.1 m/s. 
Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - 06:07 Skrið, Í hvirlunum upp til 31.0 m/s. 
við Velbstaðháls - 06:07 Skrið, Í hvirlunum upp til 28.1 m/s. 
Porkerishálsur - 06:07 Skrið, Í hvirlunum upp til 27.0 m/s. 

Hálku fráboðan:
Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - 06:07: Boðað verður frá hálku.
við Velbstaðháls - 06:07: Boðað verður frá hálku.
Viðareiðisvegurin, á Leiti - 06:08: Roknast kann við hálku. 
Klaksvík, Gerðabøur - 06:08: Roknast kann við hálku. 
Gjáarskarð - 06:07: Roknast kann við hálku. 
Kambsdalur - 06:08: Roknast kann við hálku .
Gøtueiði - 06:07: Roknast kann við hálku .
Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - 06:07: Roknast kann við hálku. 
Runavík - 06:08: Roknast kann við hálku. 
Norðskálatunnilin, Eystanfyri - 06:07: Roknast kann við hálku .
Høgareyn - 06:08: Roknast kann við hálku. 
Sandavágshálsur - 06:07: Roknast kann við hálku .
Vatnsoyrar - 06:07: Roknast kann við hálku. 
Kaldbaksbotnur - 06:07: Roknast kann við hálku. 
Sund - 06:08: Roknast kann við hálku. 
Sandoy, á Brekkuni Stóru - 06:08: Roknast kann við hálku. 
Ørðaskarð, Fámjinsvegurin, - 05:37: Roknast kann við hálku. 
Porkerishálsur - 06:07: Roknast kann við hálku. 

Fá meira at vita um veðrið við at trýsta her

JáH (y) 30.01.2015
Kelda: Landsverk


Comments

Býarbókasavnið 400 vitjarnir um dagin

29/1/2015

Comments

 
Picture© Tórshavnar Kommuna
Fólk vitja Býarbókasavnið sum ongantíð áður. Talið á vitjandi setir enn einaferð met, og fólk læna alsamt meira tilfar. 
  Árið 2014 hilnaðist væl. Býarbókasavnið í Havn er í dag sera væl vitjað. Í 2014 vóru 119.000 skrásettar vitjanir á Býarbókasavninum ella útvið 400 vitjanir um dagin, og eru tað 4.000 fleiri enn í 2013.

Les meira HER

JáH (y) 30.01.2015
Kelda: Tórshavnar Kommuna

Comments

Nei til Flóttafólk

29/1/2015

Comments

 
PictureEin grátandi mamma - sum ríma má frá sínum heimið.
Sjálvt um standurin í Sýria er sera vánaligur - har mammur & børn onganstaðnis hava, at búgva - so vilja vit Føroyingar ikki taka ímóti flóttum haðani.

Heili 80 % av teim spurdu søgdu NEI - ímeðan 20 % av søgdu ja. So ífylgi teim spurdu - so vilja vit also ikki taka ímóti flóttum og muga tey sostatt sigla sín egna sjógv.

JáH (y) 29.01.2015

Comments

Holocaust ongantíð í gloymskunnar hav

28/1/2015

Comments

 
Picture
Í dag eru sjeyti ár síðan, at russiskir hermenn bjargaðu fleiri 1000 fangum úr týningarleguni Auschwitz-Birkenau í Póllandi. Í fleiri londum verður dagurin brúktur til at minnast Holocaust, tá ið seks milliónir jødar vórðu týndir, meðan onnur lond hava víðkað dagin til eisini at fevna um onnur fólkadráp.

-Fólkadrápið undir seinna heimsbardaga verður ongantíð gloymt. Holocaust er ein tann mest ræðandi og ótespiliga brotsgerðin framd í søguni. Hetta var ein sorgarleikur, ið vit ongantíð mugu gloyma, so komandi ættarlið kunnu læra av søguni. Tíverri síggja vit framvegis, at ótespilig fólkadráp verða framd. Vit mugugjøgnum upplýsing ávara móti hugburði og atburði, sum kunnu føra til fólkadráp,sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

1. november 2005 samtykti ST einmælt, við støði í Mannarættindasáttmálanum og Fólkadrápssáttmálanum frá 1948, at 27. januar skuldi vera altjóða minningardagur um Holocaust og øll onnur fólkadráp, frammanundan og síðan. Í Føroyum verður vanliga skipað fyri minningarhaldi hendan dagin.

Kelda: Løgmansskrivstovan 27.01.2015


Comments

Enn ein bunga burtur í Klaksvík

28/1/2015

Comments

 
Picture
Klaksvíkar Kommuna er ikki so galin kortini. Í dag er HJ Asfalt í holt við at koyra enn eina bungu burtur.

Sig so ikki tað, at tað hjálpir at siga sína meining. Nú havi eg fingið tríggjar bungur burtur í Klaksvík, tvær á Bøgøtu og ídag verður ein koyrd burtur á Jørundsgøtu.

Mátti hjálpa eitt sindur til.

Tað verður ein himmals lætti, at vitja mammu og pápa, nú hendan bungan verður burtur. 

Klaksvíkar Kommuna skuldi, nú teir eru íholt við bungur, minka bunguna, har spæliplássið er á Jørundsgøtu, hon er verðins hægsta bunga og kundi gott lækkast í helvt.

Tað endar við, at man fær sær ein Porche aftur, tí nú nærkast, at man kann koyra við honum í Klaksvík :)

Takk fyri Klaksvikar Kommuna, gott tit lurtað eftir mær onkuntíð.

SáH

Comments

Tit hava stemmað: Aksel V. Johannesen skal vera Løgmaður

26/1/2015

Comments

 
Picture© Javnaðaraflokkurin
Stemmingin er liðug og nógv tey flestu, sum hava stemma - vilja hava Aksel V. Johannesen sum Løgmann enn Kaj Leo Holm Johannesen.

So til komandi Løgtingsval kann roknast við, at ein stór broyting fer at vera - nú leiðarin fer at vera Javnaðarmaðurin Aksel V. Johannesen, sum hevur meldað út - at hann ikki hevur í tonkunum, at gera nakað samstarv við Fólkaflokkin.

Og tað merkir so eisini, at eitt komandi samstarv kundi verið ímillum Javnaðaraflokkin, Sambandsflokkin og enntá Tjóðveldisflokkin - men har vil Kaj Leo Holm Johannesen ikki ordiliga hava samstarv (also við Tjóðveldisflokkinum). So hvør flokkur fer at samstarva - so at Javnaðarflokkurin fær sín Løgmann ?!?

Vit gleða okkum longu nú til komandi Val - og eitt er so heilt víst og tað er, at broytingar eru fyri framman og allar broytingar eru kærkomnar. Vit á Norðoya Portali ynskja Aksel V. Johannesen hjartaliga tillukku við sigrinum yvir Kaj Leo Holm Johannesen.

JáH (y) 27.01.2015

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.