
So til komandi Løgtingsval kann roknast við, at ein stór broyting fer at vera - nú leiðarin fer at vera Javnaðarmaðurin Aksel V. Johannesen, sum hevur meldað út - at hann ikki hevur í tonkunum, at gera nakað samstarv við Fólkaflokkin.
Og tað merkir so eisini, at eitt komandi samstarv kundi verið ímillum Javnaðaraflokkin, Sambandsflokkin og enntá Tjóðveldisflokkin - men har vil Kaj Leo Holm Johannesen ikki ordiliga hava samstarv (also við Tjóðveldisflokkinum). So hvør flokkur fer at samstarva - so at Javnaðarflokkurin fær sín Løgmann ?!?
Vit gleða okkum longu nú til komandi Val - og eitt er so heilt víst og tað er, at broytingar eru fyri framman og allar broytingar eru kærkomnar. Vit á Norðoya Portali ynskja Aksel V. Johannesen hjartaliga tillukku við sigrinum yvir Kaj Leo Holm Johannesen.
JáH (y) 27.01.2015