NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Ruth Vang samanbar Fólkaflokkin við Ayatollah Khomeini

20/2/2019

Comments

 
Billede
Ruth Vang bleiv ikki átala av Løgtingsformanninum, tá ið hon í hennara talu, samanbar uppskotið hjá Fólkakflokkinum, um uppskot til broyting í løgtingslóð um meirvirðisgjald og løgtingslóg um áseting av skatti (Heimavirki) við Ayatollah Khomeini í Iran.

Ruth Vang samanber Fólkaflokkin við prestastýrið og Ayatollah Khomeini og tað skuldi hon ikki havt sagt og hon hevði stórar trupuleikar at tosað seg úr støðuni aftur. Hví hon kom við Ayatollah Khomeini í hennara røðu, má hon bøta sjálv fyri, men tað var total langt úti.

Ruth Vang segði eisini at heimavirkið var ein hóttan ímóti allari vinnuni í Føroyum og tískil var hon ímóti uppskotinum.

SáH

Billede
Comments

​Klaksvíkskvinnan Ann Andreasen vann P2 heiðurin sum “Årets Ildsjæl”

14/2/2019

Comments

 
Billede
​Eg veit ikki hvat eg skal siga, men hetta er heilt fantastiskt, segði leiðarin á barnaheiminum í Uummannaq Ann Andreasen, tá ið hon fekk handa P2 heiðurin fyri “Årets ildsjæl” í gjárskvøldið í Tónleikarahúsinum í Aalborg.

Ann Andreasen vann P2 heiðurin sum “Årsets ildsjæl” fyri sítt stóra arbeiði innan traumatiskarum børnum í barnaheiminum í Uummannaq í Grønlandi, har hon til dagligt arbeiðir.

Tað var ein rørd Ann Andreasen, sum fekk handa heiðurin og hon takkaði øllum, sum hava hjálpt til á barnaheiminum og hon mundi ikki blivin liðug at takka so glað var hon fyri heiðurin, sum hon og børnini á barnaheiminum høvdu fingið og endaði hon taluna við at takka áhoyrarnum, uttan tykkum, so var tað ongin tónleikur.

Vit á News.fo og Norðoya Portalinum ynskja Ann Andreasen stórt tillukku og tað gerð heldur einki, at vit siga, at tú ert Klaksvíkskvinna, dóttir til Karl og Mariu Andreasen.

Her kunnu tit síggja handaðina, klikk her, “Rørt prisvinder: Jeg ved ikke, hvad jeg skal sige”.

SáH

Comments

Hvør hevur ábyrgdina av Klaksvíkar Kommunu nú?

13/2/2019

Comments

 
Billede
Tað sær út fyri okkum, sum standa uttanfyri Klaksvíkar Kommunu, at har als einki skil er á okkara kommunu í løtuni og har flýtur alt runt í býnum, nevnast kunnu Rennibreytin, Skúlatrøð, Vøllurin, Parkeringsøkið niðanfyri vøllin, Garðavegurin, Vegurin við Oman Reyðhús og Traðarók, Spæliplássið á Jørundsgøtu, Bollafrabrikkin, Ídni, Biskupstorgi, Sjóvarhitin, vegirnir runt býnum, kavaruddingin, inni spælihøllin, útbyggingin á Fossum osv. osv… Ein kann spyrja, hvør hevur ábyrgdina av Klaksvíkar Kommunu nú og hvør skal betala fyri alt hetta óskili, tí hetta fer at kosta okkum borgarnum nógvar milliónir í meirkostnað, tá ið øll arbeiðið í býnum vera útsett í mánaðarvís ella rættari sagt í áravís.

Enn einaferð varð Biskupstorgi umrødd í Dag & Viku og reint út sagt, har er slett onki skil á, tann verkætlanin verður útsett mánað eftir mánað og Jógvan Skorheim  borgmeistari sleppur at siga akkurát tað hann hevur hug til við Dag & Viku og tað sær út sum at hann hevur mist tamarhald á støðuni. Taparnir í hesum spælinum, eru tey sum bíða at sleppa at leiga hesar íbúður og tey fáa ongar upplýsingar frá Klaksvíkar Kommunu.

Tit kunnu sjálv gera tykkara meting um okkara borgmeistara og hansara leiklut viðvíkjandi Biskupstorgi, her innleggið frá Dag & Viku í gjár, klikk her, “Biskupstorg dregur út”.

Her nakrar greinar um Biskupstorgi:

Dimma skrivar 29.08.2018: Enn ivasamt hvussu Biskupstog skal fíggjast

News skrivar 21.07.2018 Spurningar viðvíkandi Biskopstorg?

Norðlýsið skrivar tann 05.02.2019 Kommunala fíggjareftirlitið “spyr inn til” mál hjá Klaksvíkar Kommunu

Norðlýsið skrivar tann 12.11.2018 Sjálvsognarstovnur hjá Klaksvíkar Kommunu yvirtekur handilshølini í miðbýnum fyri 25 mió. kr

Her reglugerðin fyri Biskupstorgi, klikk her, “Reglugerð fyri Miðbýarfelagið Biskupstorg”

Har ruggar ikki alt rætt í Klaksvíkar Kommunu, tað havi eg sagt í langa tíð.

SáH

Comments

Koyrandi í tunli til Dals um fýra ár

12/2/2019

Comments

 
Billede
​TUNNILSVERKÆTLAN: Landsverk skipaði fyrr í kvøld fyri borgarafundi í Sólaris í Húsavík, har kunnað varð um komandi tunnilsverkætlanina til Dals. Hóast veðrið ikki var av tí besta i dag, var kortini væl møtt, so ikki kann sigast annað enn, at verkætlanin hevur stóran áhuga millum fólk.

Nógv hevur verið kjakast aftur og fram um smærru tunlarnar, ið eftir ætlan skulu gerast kring landið næstu árini. Hvør skal gerast fyrst, næst, hvør skal ikki gerast, og hvør skal byggja teir? Í nýggjastu Samferðsluætlanini  fyri Føroyar 2018-2030 eru greið faklig tilmæli frá Landsverki um, hvørjar størri íløgur skulu gerast næstu árini, og í hvørjari raðfylgju hesar eiga at verða gjørdar. Ein av teimum verkætlanum, sum er raðfest heilt frammaliga, er nýggja farleiðin til Dals.

Verkætlanin at gera tunnil til Dals hevur verið ávegis leingi. Vegurin til Dals er smalur, og liggur longsta teinin á eini hill, har steyrrætt er í havið øðrumegin og høgt upp fyri hinumegin. Trupulleikar eru av, at tað rýður undan vegnum, og at grót kemur oman á vegin úr erva.

Tá raðfestast skal vegatøkniliga og av trygdarávum, hevur Dalstunnilin tí fingið eina hægri raðfesting enn aðar tunnilsverkætlanir av hesum slagi. Ætlanin er, at tunnilstoymið hjá Landsverki skal gera tunnilin.

Á borgarafundinum í Húsavík í kvøld kunnaði verkætlanarleiðarin hjá Landsverki, Fríðrik Heinesen, um tunnilsverkætlanina, hvat ætlanin er at gera, hvørjar avbjóðingar kunnu vera og eisini nakað um, hvussu arbeiðið á staðnum fer at ávirka í økinum.

Talan er um ein 2.200 metra langan og 8 metur breiðan tunnil, og afturat tunlinum skulu eisini gerast 200 metrar av vegi húsavíkarmegin og 100 metrar av vegi dalsmegin. Síðan skulu umleið 3.000 metrar av vegi afturat breiðkast. Tá øll loyvir eru komin upp á pláss, verður byrjað at gera ein arbeiðsveg í Húsavík og at fyrireika lendið inni við tunnilsmunnan. Arbeiðið at gera tunnilin fer at taka um fýra ár, treytað av at nøktandi játtan fæst til endamálið.

Um Landsverk stendur fyri arbeiðinum, verður mett, at Dalstunnilin við tilhoyrandi vegum fer at kosta millum 75-85 mió. krónur. 11 fólk eru knýtt at tunnilsliðnum hjá Landsverki.

Framløgan, sum Fríðrik Heinesen, helt á borgarafundinum, kann takast niður her

Útvaldar tekningar kunnu takast niður her

Um nakar ynskir at vita meira um hetta evnið, kann viðkomandi seta seg í sambandi við Armgarð Steinhólm, leiðara á Deildini fyri Infrakervi, t-post: [email protected], tlf. 290 891.

Kelda: LV

Comments

Lisitatión um nýggjan Hvalbiartunnil

7/2/2019

Comments

 
Billede
ÚTBJÓÐING: Seinnapartin í dag var lisitatión á Landsverki í sambandi við gerð av nýggjum Hvalbiartunli. Trý feløg vóru undangóðkend at bjóða, og lægsta tilboðið eigur Articon & LNS, sum vilja gera nýggju farleiðina millum Hvalba og Trongisvág fyri stívar 236 mió. krónur.

​Í september í fjør bjóðaði Landsverk arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning til at byggja nýggjan Hvalbiartunnil. Trý feløg vórðu undangóðkend, sum eru J&K Petersen, Articon og NCC.

Klokkan 13 í dag var lisitatión á Landsverki, og inn komu tvey tilboð frá tveimum av undangóðkendu arbeiðstakarunum.

Lægra boðið eiga Articon, sum vilja gera arbeiðið fyri stívar 236 milliónur krónur. Hægra tilboðið eigur J&K Petersen, ið bjóðar seg fram at gera verkætlanina fyri slakar 318 milliónur krónur.

Nýggi tunnilin verður gjørdur frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba, og landsvegir verða gjørdir frá tunnilsmunnanum trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági og frá tunnilsmunnanum hvalbiarmegin til Nesveg, tætt við brúnna um Kjógvavatn.

Landsverk sum byggiharri og LBF sum ráðgevi fara nú undir at kanna tilboðini, og síðani taka støðu til tey. Kostnaðarmetingin av arbeiðstakaraútreiðslunum er 242 mió. krónur.  

Fakta um nýggjan Hvalbiartunnil
Tunnilslongdin verður 2,5 kilometrar, tilkoyringarvegurin trongisvágsmegin 1,4 kilometrar, og hvalbiarmegin 2,4 kilometrar. Samlaði kostnaðurin fyri er sambært verklagslógini 272 milliónir krónur. Umframt arbeiðstakaraútreiðslur fevnir samlaða játtanin eisini um prosjektering, prosjektleiðslu, ráðgeving, eftirlit, elarbeiðstøku og annað.

Fakta um verandi Hvalbiartunnil
Hvalbiartunnilin, sum var tikin í nýtslu í 1963, er elsti tunnil í Føroyum. Nakrar dagføringar eru gjørdar, men tunnilin er lágur og einbreytaður. Bæði tunnil og vegur liggja høgt, eins og vegurin eru smalur og í brattara lagi. Tunnilin lýkur ikki dagsins krøv til trygd, dygd og ferðslu, eins og farleiðin er ein forðin fyri vinnumenning og útbyggingum í bygdunum norðan fyri tunnilin.

Niðanfyri eru myndir frá lisitatiónini á Landsverki í dag.

Kelda: lv.fo

​SáH

Comments

​Pison hevur rokast norðan fyri Føroyar og landar nú til Kósina

6/2/2019

Comments

 
Billede
​Pison Hevur Rokast Norðan Fyri Føroyar Og Landar Nú Til Kósina

Klokkan 10 í morgun kom Pison aftur til Klaksvíkar og hava teir rokast norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 154.680 pund, tað mesta var toskur, sjá søluna herundir.

Pison fór túr leygardagin tann 26. januar og landa blívur júst nú til Kósina.

SáH

Comments

​Thyra Frank, danskur ráðharri í eldramálum, vitjar Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum

4/2/2019

Comments

 
Billede
Danski ráðharrin vil fegin kunna seg um føroyskan eldrapolitikk

Í morgin, týsdag, kemur Thyra Frank at vitja Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum. Thyra Frank, sum er danskur eldraráðharri, vil fegin kunna seg um, hvussu føroyski eldrapolitikkurin er skipaður.

Meðan Thyra Frank er í Føroyum, fer hon fyrst at vitja Kommunufelagið, har stjórin fer at greiða frá um eldraøkið í Føroyum. Hon fer eisini at vitja fleiri kommunur: Klaksvíkar Kommunu, Eysturkommunu, Tórshavnar Kommunu, Vága Kommunu og Sørvágs Kommunu. Allastaðni fær hon høvi at síggja stovnar eins og hon fær kunning um, hvussu tær ymisku kommunurnar skipa sín eldrapolitikk.

Vitjanin hjá Thyru Frank varir til hósdagin, 7. februar.

​SáH

Comments

Tað er øgiliga hált og glerstoytt í Klaksvík

3/2/2019

Comments

 
Billede
Koyrdi ein túr kl. 06:00 í morgun og fór ein rundtúr í Klaksvík og tað er øgiliga hált og glerstoytt runt alla Klaksvíkingina.

Gravmaskinurnar hjá Klaksvíkar Kommunu eru úti og grava og eisini verður salta, men vegirnir eru sera hálir og tað sirmar eisini og tískil er illa koyrandi.

Eg fór niðan eftir Biskostøbrekkuna, komin næstan niðan á Garðavegin, so kláraði bilurin ikki longur og eg gleið spakuliga oman eftir alla brekkuna og endaði aftur á N.P.Gøtu og tíbetur vóru ongir bilar á vegnum, so einki hendi.

So ansa tykkum sera væl í ferðsluni í morgun. 

Tá ið so hált er í Klaksvík, so er eisini hált runt Føroya land, so bilførarar runt landi, ansi tykkum.

SáH

Comments

Listaheiðurslønin Nólsoyar Páls 2019 fekk Archilbald Black

3/2/2019

Comments

 
Billede
Stórt hátíðarhald var í gjárskvøldið á Spinnarínum í Klaksvík, har listaheiðurslønin Nólsoyar Páls 2019 bleiv handað og var tað Archibald Black listamaður, hondverkarin og bøndin, sum fekk heiðurslønina.

Listaheiðurslønin var upp á 75.000,00 kr. og er hon latin frá vinnulívinum í Klaksvík og Klaksvíkar Kommunu.

Nógv fólk vóru komin saman í Spinnarínum og var tað ordiligur hátíðardámur, har røður, live tónleikur og annað undirhald og alt riggaði avbera væl. Hølini vóru pyntaði og tað hetta ein serliga dám til stóra tiltakið. Eisini stroymaði KVF beinleiðis frá hátíðarhaldinum, so Føroya fólk kundi fylgja við.

Vit ynskja Archibald Black hjartaliga tillukku við listaheiðurslønini.

Her eitt filmsklipp frá Archibald Black um hansara lív, sum KVF hevði tikið upp tann 18-01-2018, klikk her, “Archibald Black”.

SáH

Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.