NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Biskupur givið Tænastuboð

29/6/2017

Comments

 
Billede
Tænastuboð

við atliti at signing av borgarliga stovnaðum hjúnalagi á føroyskum máli
 
 Løgtingslóg nr. 90 frá 6. juni 2017 um broyting í “anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning” kemur í gildi 1. juli 2017.
 
§ 14, stk. 2 sigur: “Hjún í borgarliga stovnaðum hjúnalagi kunnu, í tann mun fólkakirkjan hevur løggild ritual til tess, lata sóknarprest signa hjúnalagið. Landsstýrismaðurin ásetur greiniligari reglur um hetta.”
 
Við atliti at lógarbroytingini / nýggju lógini um hjúnalag er at siga:
 
1)      Fólkakirkjan hevur einki løggildað ritual á føroyskum, ið vit kunnu nýta við atliti at signing av borgarliga giftum hinskyndum pørum.
2)      Fólkakirkjan hevur einki løggildað ritual, ið vit kunnu nýta vit atliti at signing av borgarliga giftum samkyndum pørum.
3)      Fólkakirkjan hevur eitt danskt ritual á donskum máli, ið er løggildað við atliti at signing av borgarliga giftum hinskyndum pørum.
 
Tænastuboðini eru grundað á omanfyri nevnda veruleika, at fólkakirkjan ikki hevur nakað ritual á føroyskum til signing av borgarliga stovnaðum hjúnalagi. Harafturat er løtan eitt gylt høvi at fáa viðurskifti í rættlag, ið ongantíð formliga eru skipað á føroyskum í fólkakirkjuni.
 
Tænastuboðini steðga siðvenjuni, ið sóknarprestar hava nýtt í fleiri ár, at borgarliga gift hinskynd pør eru signað á føroyskum við rituali, ið ikki er løggildað.
 
Fyrisitingarliga eru tænastuboðini grundað á tann veruleika, at hjúnalagið løgfrøðiliga hevur fingið nýggja greining og fevnir giftu av hinskyndum og giftu av samkyndum.
 
Gamla kirkjuliga fatanin av hjúnalagnum var grundfest í bíbilsku skapanarsøguni og tí hugmyndafrøði, ið gjørdist frymil fyri fatanini í kirkju og samfelag. Málsliga orðingin, at hjúnalagið “er løgfest samband millum mann og kvinnu”, staðfestir ta siðvenju og fatan, ið hevur verið ráðandi í øldir.
 
Fólkakirkjan virkar í samfelagnum og eigur fyrisitingarliga at virka út frá tí løgfrøði, ið Føroya løgting ásetir í lógum og regluverki. Fólkakirkjan skal samstundis sum kirkja grunda sínar avgerðir við støði í Skriftini. Fyrisitingarligar leiðreglur eru t.d. Bíblian og § 266b.
 
Nýggja løgfrøðiliga greiningin av hjúnalagnum staðfestir, at eitt hjúnalag er løgfest samband millum:
 
1)      mann og kvinnu
2)      kvinnu og kvinnu
3)      mann og mann.

Í allari kirkjunnar fyrisiting metir biskupur tað óhóskandi at diskriminera. Í ávísum førum er tað beinleiðis ólógligt at diskriminera. Fólkakirkjan skal virða øll menniskju uttan mun til trúgv, lívsfatan, kyn, upphav og húðarlit.
 
Fólkakirkjan skal taka sær stundir at viðgera broyttu fatanina av hjúnalagnum, ið løgfrøðiliga er galdandi við tí nýggju lógini um hjúnalag, ið endaliga er staðfest á sumri 2017.
 
Biskupur tekur neyðug stig til at tryggja, at fólkakirkjan ikki fremur ta skaðagerð móti limum fólkakirkjunnar, at vit við lógini í hondini gera okkum sek í diskriminatión.

 Tess vegna steðgar siðvenjan at signa borgarliga gift hinskynd pør á føroyskum við ritualum, ið ikki eru løggildað. Tænastuboðini eru galdandi alla ta tíð, inntil onnur boð verða givin.

 Tænastuboðini ljóða soleiðis:

Sóknarprestunum / prestunum verður ikki heimilað at signa hjún í borgarliga stovnaðum hjúnalagi á føroyskum máli. Tænastuboðini eru galdandi bæði við atliti at borgarligari giftu av hinskyndum og borgarligari giftu av samkyndum.
 Tórshavn 28. juni 2017
​

 Jógvan Fríðriksson, biskupur

Comments

​Limur í Nýskipanarbólkinum mælir staðiliga frá, at innføra kvotir til botnfiskaveiðu við Føroyar

27/6/2017

Comments

 
Billede
​Árni M. Dam í hevur verið fiskiskipari í mong ár og var við til at gera fiskivinnulógina í 1996 og var sum einasti royndir fiskimaður við í Nýskipanarbólkinum. Hann sigur millum annað, at tað er ein stór misskiljing tá tað verður sagt at stovnarnir verða betur røktir undir eini kvotaskipan. Har kvotur eru ásettar, verður í meðal fiskað munandi minni, enn áðrenn kvotur vórðu ásettar. Víðari sigur hann, at samanbera Barentshavið og føroysku grunnarnar er nærum tað sama, sum at samanbera landbúnaðin í fjallalandinum Sveis við landbúnaðin í landbúnaðarlandinum Póllandi. Eisini vísir hann á, at fiskidagaskipanin er ein etisk røtt skipan og kann saktans stýra fiskiskapinum líka væl ella betur enn kvotur, men ein fortreyt er, at hon má stillast rætt.

Les her brot úr tí sum Árni M. Dam skrivaði í Nýskipanaralitinum á síðu 245-246

Tað hevur ofta verið ført fram, at tað er nógv betur at stýra fiskiskapinum við kvotum. Víst verður til, at nøkur av okkara grannalondum hava megnað at hildið t.d. botnfiskastovnarnar nógv størri enn okkara við Føroyar. Eitt, ið hevur verið víst á sum sera góð umsiting, er t.d. toskastovnurin undir Íslandi. Her má vist talan vera um eina misskiljing, tí besta veiðan hjá íslendingum av toski, er sjáldan ella ongantíð komin upp á at tað sum eingilskmenn fiskaðu sum miðalár yvir longri tíðarskeið.

At samanbera skipini, ið fiska í Barentshavinum við tey, sum fiska undir Føroyum er heilt burturvið, tí at kvotan í Barentshavinum er keypt við, at vit gjalda við uppsjóvarfiski og fáa síðani rættindi at veiða botnfisk í Barentshavinum. At fara og gera samanbering av rakstrinum hjá skipum undir so ymiskum fortreytum gevur onga meining.

Veiðiøkini í Íslandi, Noregi, í Barentshavinum o.s.fr. eru heilt ymisk frá veiðiøkjunum undir Føroyum. Í Barentshavinum kanst tú toga í dagavís uttan at broyta kós, og hava nærum sama %-býti av fiskasløgunum í veiðuni.

Undir Føroyum er heilt øðrvísi. Skapið av botninum í Føroyska økinum ger, at tað er ein sera lítil partur, har tú fært tey fiskasløgini, sum hava ein skjótan vøkstur, so sum tosk, hýsu og upsa. Botnformur og samanseting broytist alla tíðina soleiðis at sera torført er at fiska beinleiðis eftir einum ávísum fiskaslagi t.d. toski ella hýsu. Eitt tog ella ein seta kann hava eitt ávíst %-býti av fiskasløgum og um toga ella sett verður aftur í slóðina, so kann %-býti verða heilt øðrvísi.

Verða kvotur nýttar at stýra fiskiskapinum við soleiðis, at eitt ávíst tonsatal skal fiskast av hvørjum fiskaslagi sær, so má fiskiskapurin støðga, tá ið kvotan er rokkin.

Hettar ger, at í blandingsfiskiskapi er sera stórur vandi fyri “High grading”, á Landgrunninum og á Føroyabanka. Bæði tá tosað er um at sortera smærri fisk frá og tá tey skjótu skiftini eru millum toskastovnin og hýsustovnin, sum er nærum ómøguliga at taka hædd fyri, í eini kvotaásetanini. Hetta vita allir, ið hava veitt undir Føroyum. Hetta var eisini tað, ið hendi undir royndini við kvotum í 1995.

Verður nýggj skipan gjørd við kvotum, har ongi veiðiloyvir eru, so er vandin upp aftur størri fyri “High grading”, tá einki kontroll er við veiðuorkuni.

Har sum kvotur eru ásettar hava loyvini minkað skjótt, og í takt við, at loyvini fækkast hevur insitamentið fyri at blaka fisk út aftur, tí hvørt loyvið hevur havt nokk av kvotu. Tó so kortini er tað sera sannlíkt, at stór útblaking er, tí har kvotur eru ásettar, verður í meðal fiskað munandi minni, enn áðrenn kvotur vórðu ásettar.

Hesin trupulleikin er ikki til staðar, um fiskidagar verða brúktir, og tá er ikki neyðugt við loyvum.

Fiskidagaskipanin er ein etisk røtt skipan og kann saktans stýra fiskiskapinum líka væl ella betur enn kvotur, men ein fortreyt er, at hon má stillast rætt.

Comments

​Flagga í hálvari stong á Politistøðini í Klaksvík

21/6/2017

Comments

 
Billede
Í samband við at í dag er tjóðardagur í Grønlandi flaggar Politistøðin í Klaksvík við Grønlendska, men hesaferð í hálvari stong.

Flagga verður í hálvari stong eftir sygilgu vanlukkuna seinasta vikuskiftið, har fýra fólk lótu lív og nógv hús blivu tikin út á sjógv av flóðalduni, har nógv eru blivin heimleys og sum rakti bygdina Nuugaatsiaq sera hart.

Landsstýrisformaðurin Kim Kielsen heitti á øll um at flagga í hálvari stong á tjóðdeginum, við at vísa samkenslu fyri tey sum lótu lív og er hetta orsøkin til at almennu bygningarnir í Føroyum flagga í hálvari stong í dag.

Vit øll í Klaksvík vísa samkenslu við tykkum í Grønlandi.

SáH

Comments

​Landsstýrið letur tvær milliónir til Grønlands

19/6/2017

Comments

 
Billede
HJÁLP TIL GRØNLANDS: Løgmaður hevur í samráð við landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, sum umsitur játtina, gjørt av at veita Grønlandi tvær milliónir krónur.

Føroya landsstýri fer at lata tvær milliónir krónur til Grønlands, har ógvuslig flóðalda hevur rakt um vikuskiftið. Løgmaður hevur í dag verið í sambandi við Kim Kielsen, landsstýrisformann, og boða honum frá um hjálpina úr Føroyum.

- Í telefonsamrøðu við grønlendska landsstýrisformannin bar eg fram vegna Føroya fólk okkara samhuga við grønlendska fólkinum í hesari sváru støðu. Eg boðaði Kim Kielsen frá, at vit alt fyri eitt eru til reiðar at hjálpa við tveimum milliónum krónum. Grønlendski landsstýrisformaðurin takkaði fyri. Tað er mín vón, at okkara íkast kann gera ein mun í Grønlandi, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Løgmaður hevur í samráð við landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, sum umsitur játtina, gjørt av at veita Grønlandi tvær milliónir krónur.

Kelda: www.lms.fo

​SáH

Comments

Renningin gav 182.000,00 kr. Flott Jonhard Larsen og Pól Sundskarð

19/6/2017

Comments

 
Billede
​Á samkomu fríggjakvøldið fekk Alzheimerfelagið vitjan av okkara góðu stuðlum, Jonhard Larsen og Pól Sundskarð og við sær høvdu teir eina stóra gávu til felagið, ein kekk á 182.000 kr, sum teir handaðu Maluni Mohr, forkvinnu.
​
20. mai runnu teir báðir alla leiðina úr Havn til Klaksvíkar fyri at stuðla Alzheimerfelagnum og fekk tiltakið sera góða undirtøku frá fólki, sum stuðlaðu sera væl og vit ynskja at siga so hjartaliga takk fyri stuðulin!

Kelda: Alzheimerfelagið

​SáH

Comments

KÍ skal til Svøríki og spæla ímóti AIK

19/6/2017

Comments

 
Billede
Ikki so gali lutakast fyri KÍ. Vit skulu ein túr til Svøríki og spæla ímóti AIK. Hetta er ikki ein langur túrur og væntandi vera tað nógvir áskoðarar, sum fara tann túrin.

Dystirnir vera spælir 29. juni úti og 6. juli heima.

SáH

Comments

Vónandi sleppa hesir heldur ikki inn til Føroyar

15/6/2017

Comments

 
So er at vóna at tað almenna Føroyar gerð tað sama sum Inger Støjberg og noktar hesum monnum, at seta føturnar á Føroyska jørð, nú Islam so spakuliga kemur inn í okkara land. Hetta skrivar Inger Støjberg á sín Facebook vanga:

Disse to hadprædikanter er fra i dag nægtet adgang til Danmark:
Khalid Yasin
Muhammad Raza

Det vil sige, at hadprædikantlisten nu omfatter otte hadprædikanter, og der vil komme flere til hen ad vejen.

Vi skal ikke lægge jord til hadprædikanter, der forsøger at omstyrte vort land. Som det første land i verden, nægter vi offentligt navngivne hadprædikanter adgang, og det har jeg det rigtig godt med. De vil blive afvist og sendt ud igen, hvis de forsøger at indtrænge i Danmark.

Hattin av fyri Inger Støjberg.
​
SáH
Comments

Breaking news, Stórir eldur í háhúsið í London júst nú. Her beinleiðis myndir

13/6/2017

Comments

 
Billede
Hetta er sera spennandi og ræðandi at hyggja eftir, tí har er ein maður í einum av niðaru hædd, sum ikki sleppur út og sløkkiliðsfólkini hava ikki fingið hann út enn.

​Eldurin byrjaði fyri góðum 5 tímum síðani.

Bygningurin er í 24 hæddum og onki er upplýst um nøkur fólk eru deyð enn, men væntandi verður deyðstali stórt, tí eldurin byrjaði í ein av niðaru hæddunum.

Right Side sendir live, klikk link her "Eldur háhús London"

SáH

Comments

Fyrstu pisurnar í ár, stórt tillukku

12/6/2017

Comments

 
Fyrstu pisurnar í ár vórðu Anita Petersen, sum hevur gingið á fyrireikingarbreytini og Sigrid Eysturdal Justesen, sum hevur gingið á náttúrubreytini.

Tað var ein ovurfegin Anita, sum fekk húgvuna á høvdið í morgun. 23. apríl gjørdist hon mamma, og hóast lítla dóttirin ikki er meiri enn 7 vikur hevði Anita sett sær fyri at gjøgnumføra próvtøkurnar. – Eg havi haft ein góðan mann hesar dagarnar, sigur hon flennandi og greiðir víðari frá, at nú fer hon heim at njóta familjulívið, summarið og barsilstíðina.

​Sigrid var somuleiðis glað og lættað. Hon fer nú at leggja alla sína orku í rógving, og á Ólavsøku fer hon at halda summarfrí. Síðani umhugsar hon at taka eitt sabbatár, har hon fyrst og fremst ætlar sær at arbeiða og møguliga fer hon eisini út at ferðast, greiðir hon frá.

Sigrid og Anita vóru uppi í lívfrøði, og tað var Jákup Eyðun Joensen, lærari, sum setti húgvurnar á høvdið og Jákup í Horni var sensor.

Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku.

Kelda: Miðnám á Kambsdali

​SáH
Billede
Billede
Comments

Anne Mette prædikar á Ólavsøku

11/6/2017

Comments

 
Billede
Tjóðarhátíð Føroya er ein myndandi partur av samleika Føroya. Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og ein nýggj tingseta byrjar. Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna. 

Skrúðgongan er ein rík siðvenja. Myndin er talandi. Tann politiska skipanin og Fólkakirkjan hava tað til felags, at vit byggja land, menna landið og skapa virðir og innihald í lívi fólksins. Talan er um tilvitað samstarv, har politiski myndugleikin og kirkjan vara av hvør síni uppgávu og virða rættin hvør hjá øðrum á givnum málsøki. 

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið ikki hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar ólavsøkudag. Ikki færri enn 8 sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. Elstur av teimum við atliti at starvsaldri er Anne Mette Greve Klemensen . 

Anne Mette tók við kallinum sum sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi í januar 2011. Hóast hon er av donskum uppruna, er hon væl kend við føroysk viðurskifti og tað føroyska málið. Hon er gift við nólsoyingum Leif Hansen, ið er ein av urguleikarunum í Vesturkirkjuni 

Vit ynskja Anne Mette gleði, eydnu og Harrans signing við prædikuni og gudstænastuni á tjóðardegi Føroya. Á ólavsøku hátíðarheldur kirkjan, at tíggju ár eru liðin síðan málsøkið Fólkakirkjan varð yvirtikið.

Kelda: Fólkakirkja

SáH

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.