NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Her mynd frá Froðba júst nú

9/6/2017

Comments

 
BilledeMynd Rakul Joensen
Hendan myndin er tikin júst nú og vónandi vendir vindurin ikki meira til Froðba, tí so vera tey eisini noydd at fara til Miðnámsskúlan í Hovi ella til Hvalba. Vit vóna tað besta og ansi væl eftir tykkum har suðuri.

​SáH

Comments

Stórur eldur í Varðanum Pelagic

9/6/2017

Comments

 
BilledeMynd Rakul Joensen
Stórur eldur er júst nú í Varðanum Pelagic. Fyri góðum einum tíma síðani bleiv boða frá eldi í Varðanum Pelagic á Tvøroyri og í løtuni vera øll fólk í miðbýnum flutt burtur.

Hesa myndina hevur Rakul Joensen tikið 20 min. síðani og er hon stødd langt vekk frá Varðanum Pelagic, hon er stødd í Froðba, men sum sæst á myndini, so er sera nógvir roykir.

Øll skúlabørnini eru flutt úr skúlanum og eru tey við minnisvarðan í Sevmýri.

Og nú boðar politi frá, at øll fólk skulu fara frá húsum á Tvøroyri, Trongisvági og Líðini beinanvegin, tí roykurin er lívs vandamikil. Uppsamlingsstaðið er við Miðnámsskúlan í Hovi.

Útvarp Føroya fylgir gongdini og tað ljóðar sera álvarsligt. Lat okkum vóna tað besta fyri fólkini har suðuri.

​SáH

Comments

Hvat hendir við vardu bústaðarnar við Heygavegin í Klaksvík?

7/6/2017

Comments

 
Billede
​Var tað nú eitt so gott hugskot, at byggja vardi bústaðarnar við Heygavegin í Danmark, nú vit síggja at húsaklædningur longu verður tikin niður og at byggifyritøkan Garpar eru í holt við at leggja nýggjan húsaklædning á.

Bústaðir skrivar á heimasíðuni hjá sær, um hesa byggiætlanina: At tær vardu íbúðirnar eru úrslit av samstarvi millum Bústaðir, Almannamálaráðið og donsku fyritøkuna Scandibyg, sum hevur bygt íbúðirnar. Tað serliga við hesi byggiverkætlan er, at bygningarnir vóru innfluttir av verksmiðju í Danmark. Hetta hevði við sær, at byggiarbeiðið gekk tvífalt so skjótt sum vanligt, tí sjálvur bygningurin varð gjørdur samstundis sum jørðararbeiði, fundament og innleggingar vórðu gjørd. 
Okkara samstarvsfelagar í verkætlanini eru Scandibyg og P/f Kanjon. 

Eitt tykist løgi, at um onkrir lekar ella at húsini eru ov illa bygd, hví gerð so ikki Scandibyg ella P/f Kanjon umbyggingina ella umvælingarnar?

Kanska Klaksvíkar Býráð gevur okkum borgarnum svar uppá, hvat hendir við vardi bústaðarnar við Heygavegin?

SáH

Comments

Veðrið verður gott í Klaksvík ídag

7/6/2017

Comments

 
BilledeMynd tikin tann 08.06.2017 kl. 05.30
DMI lovar frá góðum veðrið í Klaksvík ídag. Tað verður ikki nógvur vindur, turt og nógv sól og upp í 10 hitastig.

Í kvøld og í nátt vera tað 3 til 6 hitastig.

Meira um veðrið, klikk her: "Veðrið hósdagin 08.06.2017"

SáH

Comments

Aftur terror í Onglandi. Seks dripin í London

2/6/2017

Comments

 
Billede
Seks dripin í London í gjárskvøldið.

Klokkan beint yvir 22.00, var aftur eitt terror álop á Ongland, hesaferð var tað á "London Bridge" har ein vørubilur koyrdi við vilja inn í fólk. Fólk runnið fyri lívinum, men kláraði yvirgangsmennirnir at koyra fleiri fólk niður.

Aftaná koyrdi bilurin til Boruogh Market, har nógvar matstovir, barrir og diskotek eru, her hoppaði álopsmennirnir út úr vøruvogninum og byrjaði at stinga fólk niður við stórum knívum. Teir vóru tríggir í tali og góðar 8. min. eftir blivu allir álopsmennirnir dripnir av enska politinum, men tá høvdu teir klára at dripið minst seks fólk og yvir 30 blivu løstaði. Her beinleiðis myndir av hendingini, klikk herundir:

​

Comments

Atli Danielsen er fíggjaleiðari í Norðoya Sparikassa

2/6/2017

Comments

 
Billede
​Atli Danielsen verður fíggjarleiðari í Norðoya Sparikassa
Norðoya Sparikassi boðar frá, at Atli Danielsen er settur sum fíggjarleiðari (CFO) frá 1. juni 2017 við beinleiðis tilvísing til stjóran.

Atli Danielsen er 33 ára gamal og er útbúgvin HD-F og cand. merc. aud. frá CBS.

Hann hevur starvast í Norðoya Sparikassa síðani juni 2011.

Norðoya Portalurin ynskir Atla Danielsen hjartaliga tillukku við nýggja starvinum og vónandi gongst væl at reka Norðoya Sparikassa.

Kelda: NS

SáH

Comments

FØROYINGUR MILLUM BESTU DÓMARAR - rundar tey fimti

1/6/2017

Comments

 
Billede
​Í dag, 02. juni, verður dansktføddi føroyski mannarættindardómarin, Jón Frederik Kjølbro, 50 ár. Hann er føddur og vaksin upp í Keypmannahavn hjá føroyskum foreldrum, Aldis og Jógvan Kjølbro sála, sum var sonur Ewald Kjølbro. Jón Frederik Kjølbro er langabbasonur navnframa vinnulívsmannin í Klaksvík, vanliga róptur Kjølbro, og hann er uppkallaður eftir langabbanum.

Jón Kjølbro fekk tíðliga í lestrartíðini stóran áhugað fyri løgfrøði. Hann arbeiddi í danska løgmálaráðnum í umleið 9 ár, har hann arbeiddi fyri tað mesta við mannarættindarmálum, sum altið hava havt hansara stóra áhuga. Í tíðarskeiðinum 1994-1996 var hann dómarafulltrúði í Føroyarætti, og seinni starvaðist hann sum dómari ávíkavist í Eystara Landsrætti og í Keypmannahavnar Býrætti.

UPPFYLTUR DREYMUR
Í januar mánaða í 2014 var Jón sjálvur triðji, sum Danska Stjórnin innstillaði millum kandidatarnar til dómarastarvið við Tann Europeiska Mannarættindardómstólin í Strasbourg, og tá hann fekk starvið sum dómari í mannarættindum, var tað ein dreymur frá lestrartíðini, sum gekk út.

Danska blaðið Politiken hevur eina trivaliga heilsan til føðingardagsbarnið undir heitinum: “Menneskerettighedernes bedste dommer.” Jón Kjølbro situr nú á fjórða ári sum dómari við mannaraættindardómstólin í Strasbourg, har hann hevur fimm ár eftir í starvinum, tá starvstíðin er sett til 9 ár. Politiken endurgevur í blaðnum í gjár hansara starvsfelagar, sum siga um Jón: Sitat: “Hann brennir fyri arbeiðinum við mannarættindardómstólin. Hann er besti dómari, sum Danmark eigur á sínum øki. Jón er óbundin í sínum hugsunnarhátti, hann er nærlagdur, dugnaligur og respekteraður!” sitat liðugt.

Jón sigur í samrøðu við politiken: “Tað er ein framíhjárættur at sita við dómstólin og taka avgerðir, sum hava víttfevnadi týdning. Hetta er ein sera stór ábyrgd, sum eg eisini havi gjørt mær fulkomuliga greitt! sitat liðugt.

FINGRAMERKIÐ
Jón Kjølbro setti sítt egna fingramerkið í Europeiska mannarættindarsøgu, tá hann skrivaði bókina, DEN EUROPEISKE MENNESKERETTIGHEDSKONVENTION. Bókin hevur høga umtalu í mannarættindarhøpi, har hon verður lýst sum ein klassikari innan mannarættindarløgfrøði. Bókin telur yvir 1300 blaðsíður.

FAMILJAN
Jón er giftur føroyskari kvinnu, Guðrun, sum er fødd og uppvaksin í Havn. Guðrun er dóttur Judit og Osvald Kjærbo, sála. Tey eiga tríggjar vaksnar synir. Jón segði við Politiken, at hann fór ikki til arbeiðis føðingardagin, men ynskti at halda 50 ára dagin við síni nærmastu familju.

Meðan Jón hevur sítt starv í Strasbourg, so rindar familjulívið sín egna prís, tí konan og børnini eru í Keypmannahavn. Men sum Jón sjálvur sigur við Politiken, at “hetta er ein annarleiðis háttur at liva uppá, men familjan heldur út. Alt hevur sín kostna, og er man ikki villugur at rinda, skal man heldur ikki royna seg!”

Tá Jón er í Keypmannahavn, er hann knýttur til Glostrup Frikirke, har hann og Guðrun hava sítt andaliga heim.

Jón Kjølbro og landsverkfrøðingurin, Ewald Kjølbro, eru brøður.

Kelduhjálp: Politiken 01.juni 2017 / DJØF forlag, innslag á heimasíðu um bókina “Den Europeiske Menneskerettighedskonvention.” / DJØF forlag, innslag á heimasíðu um “Jon Frederik Kjølbro:” / BT heimasíða, innslag: “Dansker valgt til dommer ved menneskerettighedsdomstol.”

Skrivað hevur: Poul Jóhan Djurhuus

Billede
Comments
Forward>>
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.