NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

FØROYINGUR MILLUM BESTU DÓMARAR - rundar tey fimti

1/6/2017

Comments

 
Billede
​Í dag, 02. juni, verður dansktføddi føroyski mannarættindardómarin, Jón Frederik Kjølbro, 50 ár. Hann er føddur og vaksin upp í Keypmannahavn hjá føroyskum foreldrum, Aldis og Jógvan Kjølbro sála, sum var sonur Ewald Kjølbro. Jón Frederik Kjølbro er langabbasonur navnframa vinnulívsmannin í Klaksvík, vanliga róptur Kjølbro, og hann er uppkallaður eftir langabbanum.

Jón Kjølbro fekk tíðliga í lestrartíðini stóran áhugað fyri løgfrøði. Hann arbeiddi í danska løgmálaráðnum í umleið 9 ár, har hann arbeiddi fyri tað mesta við mannarættindarmálum, sum altið hava havt hansara stóra áhuga. Í tíðarskeiðinum 1994-1996 var hann dómarafulltrúði í Føroyarætti, og seinni starvaðist hann sum dómari ávíkavist í Eystara Landsrætti og í Keypmannahavnar Býrætti.

UPPFYLTUR DREYMUR
Í januar mánaða í 2014 var Jón sjálvur triðji, sum Danska Stjórnin innstillaði millum kandidatarnar til dómarastarvið við Tann Europeiska Mannarættindardómstólin í Strasbourg, og tá hann fekk starvið sum dómari í mannarættindum, var tað ein dreymur frá lestrartíðini, sum gekk út.

Danska blaðið Politiken hevur eina trivaliga heilsan til føðingardagsbarnið undir heitinum: “Menneskerettighedernes bedste dommer.” Jón Kjølbro situr nú á fjórða ári sum dómari við mannaraættindardómstólin í Strasbourg, har hann hevur fimm ár eftir í starvinum, tá starvstíðin er sett til 9 ár. Politiken endurgevur í blaðnum í gjár hansara starvsfelagar, sum siga um Jón: Sitat: “Hann brennir fyri arbeiðinum við mannarættindardómstólin. Hann er besti dómari, sum Danmark eigur á sínum øki. Jón er óbundin í sínum hugsunnarhátti, hann er nærlagdur, dugnaligur og respekteraður!” sitat liðugt.

Jón sigur í samrøðu við politiken: “Tað er ein framíhjárættur at sita við dómstólin og taka avgerðir, sum hava víttfevnadi týdning. Hetta er ein sera stór ábyrgd, sum eg eisini havi gjørt mær fulkomuliga greitt! sitat liðugt.

FINGRAMERKIÐ
Jón Kjølbro setti sítt egna fingramerkið í Europeiska mannarættindarsøgu, tá hann skrivaði bókina, DEN EUROPEISKE MENNESKERETTIGHEDSKONVENTION. Bókin hevur høga umtalu í mannarættindarhøpi, har hon verður lýst sum ein klassikari innan mannarættindarløgfrøði. Bókin telur yvir 1300 blaðsíður.

FAMILJAN
Jón er giftur føroyskari kvinnu, Guðrun, sum er fødd og uppvaksin í Havn. Guðrun er dóttur Judit og Osvald Kjærbo, sála. Tey eiga tríggjar vaksnar synir. Jón segði við Politiken, at hann fór ikki til arbeiðis føðingardagin, men ynskti at halda 50 ára dagin við síni nærmastu familju.

Meðan Jón hevur sítt starv í Strasbourg, so rindar familjulívið sín egna prís, tí konan og børnini eru í Keypmannahavn. Men sum Jón sjálvur sigur við Politiken, at “hetta er ein annarleiðis háttur at liva uppá, men familjan heldur út. Alt hevur sín kostna, og er man ikki villugur at rinda, skal man heldur ikki royna seg!”

Tá Jón er í Keypmannahavn, er hann knýttur til Glostrup Frikirke, har hann og Guðrun hava sítt andaliga heim.

Jón Kjølbro og landsverkfrøðingurin, Ewald Kjølbro, eru brøður.

Kelduhjálp: Politiken 01.juni 2017 / DJØF forlag, innslag á heimasíðu um bókina “Den Europeiske Menneskerettighedskonvention.” / DJØF forlag, innslag á heimasíðu um “Jon Frederik Kjølbro:” / BT heimasíða, innslag: “Dansker valgt til dommer ved menneskerettighedsdomstol.”

Skrivað hevur: Poul Jóhan Djurhuus

Billede
Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.