Hesa myndina hevur Rakul Joensen tikið 20 min. síðani og er hon stødd langt vekk frá Varðanum Pelagic, hon er stødd í Froðba, men sum sæst á myndini, so er sera nógvir roykir.
Øll skúlabørnini eru flutt úr skúlanum og eru tey við minnisvarðan í Sevmýri.
Og nú boðar politi frá, at øll fólk skulu fara frá húsum á Tvøroyri, Trongisvági og Líðini beinanvegin, tí roykurin er lívs vandamikil. Uppsamlingsstaðið er við Miðnámsskúlan í Hovi.
Útvarp Føroya fylgir gongdini og tað ljóðar sera álvarsligt. Lat okkum vóna tað besta fyri fólkini har suðuri.
SáH