NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Amerikanskt HC-130J flogfar til Føroya

20/6/2024

Comments

 
Picture
Fríggjadagin 21.06.2024 kemur eitt amerikanskt HC-130J-flogfar í Vágar.

Í hesum sambandi hevur flogfarið fingið loyvi at flúgva lágt yvir Føroyum seinnapartin fríggjadagin 21.06.24.

Talan er um eitt flogfar hjá New York National Guard, sum er serútgjørt til leiting og bjarging.

Flogfarið stendur í Vágum um vikuskiftið og fer avstað aftur sunnudagin.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Comments

Stakkavík selur fisk í Neystinum í morgun

13/6/2024

Comments

 
Picture
Í morgun kl. 10:00 kemur Stakkavík aftur av útróðri við fiski, so nú er møguleikin hjá øllum at keypa feskan fisk.

Fiskurin er bara 5-6 tímar gamal, so feskari kann hann ikki vera.

Prísurin fyri toskin er 35 kr/kg Og hýsuna 30 kr/kg.

Til ber eisini at bíleggja sær fisk, men so má tað vera skjótast gjørligt, so manningin fær tíð til at pakka hann.

Skriva sms til 265415 ella 258077 og upplýs nøgd og hvat slag.

Vit ynskja Stakkavík gott fiskarí.

SáH

Comments

Marjun Lómaklett prædikar á ólavsøku.

12/6/2024

Comments

 
Picture
Tjóðarhátíð Føroya er ein myndandi partur av samleika Føroya. Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og ein nýggj tingseta byrjar. Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna.

Skrúðgongan er ein rík siðvenja. Myndin er talandi. Tann politiska skipanin og Fólkakirkjan hava tað til felags, at vit fólkaræðisliga byggja land, menna landið og skapa virðir og innihald í lívi fólksins. Talan er um tilvitað samstarv, har politiski myndugleikin og kirkjan vara av hvør síni uppgávu og virða rættin hvør hjá øðrum á givnum málsøki.

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið hevur gudstænastuna á ólavsøku. Í ár er Marjun Lómaklett presturin.

Marjun varð prestvígd í januar 2002 í Aalborg Dómkirkju, eisini nevnd Budolfi Kirkjan, av tí at hennara fyrsta kall var í Sæby í Norðurjútlandi. Marjun hevur í fleiri ár búð í Katar og Sameindu Arabisku Emiratunum í Miðeystri, har hon virkaði sum óløntur hjálparprestur í Anglikansku kirkjuni og Norsk-Svensku sjómanskirkjuni.

Í apríl 2015 tók hon við embætinum sum sóknarprestur í Norðoya Vestara Prestagjaldi við sæti í prestagarðinum á Ziskatrøð í Klaksvík.

Í hesum tíðarskeiði hevur Marjun eitt skifti virkað sum integratiónsprestur.

Vit ynskja Marjuni gleði, eydnu og Harrans signing við prædikuni og gudstænastuni ólavsøkudag.

Fólkakirkjan

Comments

Innsetingargudtænasta av Øssur Kjølbro verður sunnudagin

11/6/2024

Comments

 
Picture
Sunnudagin, 16.juni kl. 11.00, verður okkara nýggi prestur, Øssur Kjølbro, skipaður í embætið sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi av Una Næs, dómprósti.

Andras Sólstein luttekur við hornblástri. Gudstænastan verður útvarpað.

Aftaná gudstænastuna er ein góður drekkamunnur og okkurt søtt til børnini  í kirkjukjallaranum.

On Sunday, 16th' of June at 11am, ou'r new priest, Øssur Kjølbro, will be appointed to the position of parish priest at the Northern Western priesthood by the Dean, Uni Næs.

Andras Sólstein participate with Trompetplaying.

The service will be broadcasted.

​After the service everyone is welcome for coffee/tea, cakes, and som sweet for the children , in the church basement.

Christianskirkjan

Comments

Nýggi sáttmálin við arbeiðarafeløgini

10/6/2024

Comments

 
Picture
Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini undirskrivaðu sunnukvøldið ein nýggjan tvey ára sáttmála.

Semingsmaðurin Terje Sigurðsson legði í gjár, sunnudagin 9. Juni, eitt semingsuppskot fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey 5 arbeiðarafeløgunum (Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.)

Partarnir góðtóku semingsuppskotið og hava undirskrivað ein tvey ára sáttmála.

Broytingarnar eru hesar:


Løn:
1. mai 2024 hækkar grundlønin 3,25%.
Harumframt serstøk viðbót á 3,75 kr./tíman sum eitt serstakt lønarlyft. Av serstøku viðbótini verða ongar viðbøtur roknaðar, tó verður eftirløn, frítíðarløn og yvirtíð roknað av serstøku viðbótini.

1. mai 2025 hækkar grundlønin 3,23%.
Harumframt ein serstøk viðbót á 3,50 kr./tíman sum eitt serstakt lønarlyft. Av serstøku viðbótini verða ongar viðbøtur roknaðar, tó verður eftirløn, frítíðarløn og yvirtíð roknað av serstøku viðbótini.

Eftirløn
1. mai 2024 verður eftirlønin, sum er 11,2%, nú roknað av allari A-inntøku, íroknað frítíðarløn.
1. mai 2025 verður eftirlønargjaldið hækkað til 12,0% av allari A-inntøku, íroknað frítíðarløn.

Reingerðarviðbót
1. mai 2024 verður fyri reingerð goldið grundløn + 0,35% um tíman.

Aðrar broytingar
Harumframt eru broytingar avtalaðar í ávegis semjum, sum eru gjørdar sum partur av samráðingunum. Broytingarnar eru avtalaðar í høvuðssáttmálanum,  busssáttmálanum og pelagiska sáttmálanum.

Í stuttum eru hesar broytingar:

Høvuðssáttmálin:

Nágreiningar eru gjørdar í útrokningini av eftirsitilønini, um arbeiðsfólk doyr.

Lærlingalønirnar eru hækkaðar fyri sáttmálar, sum eru gjørdir aftaná 1. mai 2024, eins og lønin hjá yrkislærdum nú verður ásett sum eitt prosentgjald heldur enn eitt krónugjald (grundløn umframt 13,5% um tíman). Ásett verður, at arbeiðsgevari hevur skyldu at rinda lærlinginum løn , meðan hann er í skúla, og nýggjar ásetingar eru um, hvussu lærlingurin skal lønast, um hann verður biðin um at koma til arbeiðis í skúlaskeiðnum.

Broytingar eru gjørdar í ásetingunum um løn og uppsøgn, tá løntakari, sum hevur arbeitt hjá sama arbeiðsgevara meira enn 6 mánaðir, gerst óarbeiðsførur vegna arbeiðskaða.

Pelagiski sáttmálin:
Um arbeitt verður longri enn 12 tímar leygardag ella sunnudag, hækkar yvirtíðarlønin í mun til verandi sáttmála. Eisini eru nýggjar ásetingar um frítíð, tá skift verður millum dag- og náttarvakt.

Bussáttmálin:
Fyri koyring jólaaftan aftaná kl. 13.00 fær bussførari dupulta bussføraraløn. Jólaaftan aftaná kl. 16.00 er eins og í undanfarna sáttmála at rokna sum frídagur. Eisini er tann broyting gjørd, at álitisfólk skulu takast við uppá ráð, tá rutur og aðrar broytingar verða gjørdar, sum busseigarin hevur ávirkan á. Er einki álitisfólk, skulu bussførarar takast við uppá ráð.

Boðað verður seinni í vikuni frá um kunningarfund um semjuna fyri limum í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Comments

Arbeiðið við Stangavegin tikið upp aftur

10/6/2024

Comments

 
Picture
Nú verkfallið er av, verður arbeiðið at nútímasgera Stangavegin eisini tikið upp aftur. Hetta merkir sostatt, at ferðsluforðingarnar eisini eru settar upp aftur. Arbeiðið byrjaði fyrst í mai mánað, men hevur nú ligið stilt í eina tíð.

Vegurin verður reguleraður, vegristir skulu staðsetast, tekniskar leiðingar og kantar skulu leggjast, og so skulu vegbreytin og gongubreytin eisini asfalterast. 

Meðan arbeiðið verður framt, verður ferðslan skipað einvegis suðureftir, í ovaru síðu á vegnum. Ferðslan eftir Heygavegi/Garðavegi og Kjalarvegi/Kráargøtu eru somuleiðis einsrættaðir meðan arbeiði verður framt.

Klaksvíkar Kommuna

Picture
Comments

Ruskinnsavningin byrjar aftur

10/6/2024

Comments

 
Picture
Nú verkfallið er av, byrjar ruskinnsavningin aftur. IRF setur eyka orku inn og heintar gráu húsarhaldsposarnar eftir vanligu rutuni hjá IRF.

Møguliga verður tó onkur tillaging gjøgnum vikuna, tí talan er um sera nógvar húsarhaldsposar.

Hvítu posarnar heinta vit væntandi aftur í næstu viku.

Heitt verður á borgarar um at seta húsarhaldsposarnar tætt við stativið og ikki út á vegin, soleiðis at ruskið ikki dálkar meira enn neyðugt. 

Burturkast frá endurvinningarplássum og virkjum byrja vit at heinta seinni í vikuni.

IRF

Comments

Marjun Lómaklett guðstænastuna sunnudagin

8/6/2024

Comments

 
Picture
​Sunnudagin, 09. juni er gudstænasta kl. 11.00 v/Marjuni Lómaklett.

On Sunday, 9th' of June at 11am, we have a service with the priest, Marjun Lómaklett.

Christianskirkjan

Comments

Stórt vónbrot at arbeiðarafeløgini ikki vildu samráðast

7/6/2024

Comments

 
Picture
Hóast arbeiðarafeløgini høvdu sent út yvirlýsing um, at tey hesuferð vildu samráðast, var veruleikin í semingsroyndini ein annar. Tað var yvirhøvur eingin samráðingarvilji.

Semingsroyndin millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini endaði í stórum vónbroti. Hóast almenna yvirlýsingin um samráðingarvilja, vísti semingsroyndin, at arbeiðarafeløgini ikki vildu flyta seg. Tvørturímóti vórðu krøvini herd.

”Tá forfólkini í teimum fýra arbeiðarafeløgunum gjørdu sær tann ómak at senda út eina yvirlýsing um, at tey vildu samráðast, hildu vit, at tey meintu nakað við tað. Men har var eingin vilji at flyta seg yvirhøvur, og tað hava vit ongantíð upplivað í slíkari samráðing áður,” sigur Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelagi.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fleiri ferðir alment boðað frá, at felagið hevur flutt seg, og er til reiðar at gera semju um eina søguliga høga lønarhækkan. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ein veruligan vilja at samráðast, treytað av, at arbeiðarafeløgini vilja gera tað sama. Tað nyttar ikki at seta seg við samráðingarborðið, um báðir partar ikki vilja flyta seg.

Men heldur enn at nærkast, vísti semingsroyndin, at arbeiðarafeløgini heldur høvdu flutt seg longri burtur frá arbeiðsgevarunum. Ófrávíkiligi krøvini hjá arbeiðarafeløgunum vóru hækkað síðani semingsmaðurin fór undir at tilevna fyrsta semingsuppskotið.

”Vit halda tað verða óseriøst og ábyrgdarleyst at senda yvirlýsing út, fyri síðani at gera tað øvugta av tí, man hevur signalerað. Fyri at siga tað akkurát sum tað er, so føla vit okkum hildin fyri gjøldur. Vit vita, at tað eru nógvir føroyingar, sum veruliga høvdu vónað, at semingsroyndin bar á mál, og vit kunnu bara harmast, at tað ikki eydnaðist. Men fortreytin fyri einari semju er, at mótparturin eisini vil samráðast og flyta seg, og tað var tíverri ikki støðan í hesari semingsroyndini.” sigur Niels Winther at enda.

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Comments

SAMAN VINNA VIT STRÍÐIÐ!

7/6/2024

Comments

 
Picture
Góðu Føroya fólk, av hjarta vilja vit takka tykkum fyri, at tit hava staðið við okkara lið í hesi verkfalstíð. Vit vita, at tykkara gerandisdagur er nógv órógvaður av verkfallinum.

Tí harmast vit veruliga um, at semingin ikki bar á mál. Fyri arbeiðarafeløgini merkir hetta, at verkfallið heldur fram.

Okkara átøk skulu fyrst og fremst raka limirnar í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

At Vinnuhúsið hevur biðið sínar limir um at skerja lønina hjá øðrum starvsfólki, ið ikki fær møtt til arbeiðis orsaka av verkfallinum, leggur bara stein oman á byrðu hjá vanligum fólki.

Tí hava vit avgjørt at virka fyri, at dagstovnar aftur kunnu lata upp. Vit geva tí undantøk á dagstovnaøkinum, til reingerðarfólk og burturbeining av ruski frá mánamorgni 10. juni, soleiðis, at barnafamiljur aftur sleppa til arbeiðis.

Vit vita, at vit bert røkka á mál, við at leggja enn størri trýst á arbeiðsgevararnar, ið ikki fáa útflutt ella innflutt vøru, og sum ikki fáa brennievni.

Tí vóna vit eisini, at hesi undantøk vísa, at hetta er ikki eitt stríð móti Føroya fólki, men eitt stríð fyri verkafólki.

Tøkk fyri stuðulin, saman vinna vit stríðið fyri ordiligari løn til verkafólk!

Verkafólk

Comments
<<Previous
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.