NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

P-dagur nú fríggjadagin 3. Mars 2017

28/2/2017

Comments

 
Billede
Várið er í nánd og ljósari tíðir. Páskabryggið 2017 frá Føroya Bjór er bryggjað við stórum eldhuga. 

Nógv er gjørt fyri at fáa bestu góðsku og smakk. Tann besta rávøran er sett neyvt saman, fyri at fáa eitt gott samanspæl og eina góða javnvág ímillum tann søta smakkin frá maltinum og tann beiska frá humluni.
 
Páskabryggið 2017 frá Føroya Bjór kemur á marknaðin nú fríggjadagin 3/3  

P-dagurin verður hildin á hesum støðum í Klaksvík:

Kl. 19.00 Café Fría 
Kl. 20.00 Maverick 
Kl. 21.00 Jaquson 
Kl. 22.00 Roykstovan 

Comments

HUGNALØTA Í CHRISTIANSKIRKJUNI FRÍGGJADAGIN 03. MARS KL. 15.00.

27/2/2017

Comments

 
Billede
Fríggjadagin 3 mars kl.15.00 verður hugnaløta í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni. Regin Olsen kemur at hugleiða um læknabátin Medicus.

Marjun Lómaklett prestur hevur andakt og ein góður drekkamuður verður at fáa.

FRÍGGJADAGIN 03. MARS KL. 15.00
- HJARTALIGA VÆLKOMIN -
.

Comments

Amerika: Dømd fyri rasismu 

27/2/2017

Comments

 
Billede
25 ára gamla Kayla Norton er júst dømd 5 ára fongsulsrevsing fyri rasismu av grovasta slag.

Ein dómari úr Georgia meinti, at Kayla skuldi dømast hart, tí hon og hennara vinir koyrdi framvið føðingardegnum hjá einum 6 ára gomlum afro-amerikonskum barni, við suðurstatsflagginum (rasismu flagg, red.) og samstundis hóttu barni við lívinum.

Hendingin fór framm í Douglasville í 2015 og henda sakin hevur fylgt nógv í teim amerikonsku fjølmiðlunum. Les meira um sakina HER

JáH (y) 28.02.2017

Comments

Ungdómsins Útnorðurráð handar Útnorðurráðnum álit

24/2/2017

Comments

 
Billede
​Sunnudagin 26. februar fer Ungdómsins Útnorðurráð at handa móðurráði sínum eitt álit, sum ungdómsráðið skrivaði í fjør.

Ungdómsins Útnorðurráð er eitt ungdómspolitiskt samstarv millum Føroyar, Ísland og Grønland, viđ eygleiđarum úr norđur Noreg, sum Norrøna Ungmannafelag Føroya hevur tikiđ stig til.

Hetta vikuskiftið hevur Útnorðurráðið fund í Føroyum, og tað er í hesum sambandi, at ungdómsráðið fer at handa teimum tey viðmæli, sum tey halda kunnu vera við til gera londini í útnorði eitt betri stað fyri ungdómin.

Úr ungdómsráðnum koma tríggir ungdómspolitikkarir – ein úr hvørjum landi – at leggja viðmælini fram. Hesi eru Tráin P. Nónklett úr Føroyum, Dóra Björt Guðjónsdóttir úr Íslandi og Henrik Thomsen úr Grønlandi.

Úr álitinum ber til at lesa, at ungdómurin ynskir, at meiri dentur verður lagdur á sálarliga heilsu hjá ungum, stóra tørvin á íbúðum, útbúgvingartilboð, nýskapan innan nýggjar vinnur og meiri inklusjón av ungum í demokratiskum tilgongdum.
​
Norrøna Ungmannafelag Føroya
c/o Norrøna Felagið í Føroyum
Lützenstrøð 4
FO-100 Tórshavn
Faroe Islands
www.nordurlendskung.net

Billede
Comments

​Hundaøkið verður dagført

22/2/2017

Comments

 
Billede
​​Hundaeigarar í Klaksvík kunnu nú fegnast um, at kommunan fer at gera hundaøkið úti í Grøv í stand.

Hundaøkið til hundaeigarar og hundar teirra hevur verið nýtt í nógv ár, men av tí at tað ikki hevur verið væl hildið, er økið blivið skitið og óhugaligt at ferðast á. 

Klaksvíkar kommuna fer nú undir at drena og eisini verður ein hylur gjørdur, so at teir hundar sum dáma at spæla í vatni kunnu fáa gleði av tí. Ein grúsgøta verður gjørd. Hundaeigararnir ætla eisini at seta ein bonk upp, har til ber at njóta løturnar ímeðan hundarnir spæla. 

Tá alt arbeiði er liðugt er ætlanin at hundaeigararnir fara at seta trø, sum kommunan letur, upp runt garðin.

Jóhan Lutzen

Comments

Onki gjørt við DEYÐSFELLUNA í ár 

22/2/2017

Comments

 
Billede
Tann 7. februar í ár sendi eg eitt skriv til Landsverk,  har eg vildi vita - hvat ella nær Landsverk ætlar at gera okkurt við byrgingina (deyðsfelluna) um Haraldssund. Og í aftursvari sær ikki út til, at nakað sum helst verður gjørt við byrgingina í ár ...

Les eisini: Fyrispurningur til Landsverk og Løgtingið: Byrgingin

Í dag havi eg fingið svar frá Armgarð Steinhólm:

Góðan dag Jógvan
 
Sum tú nevnir, er Byrgingin um Haraldsund onkantíð gjørd heilt liðug eftir ætlanini. Projekt fyri liðugtgerð av byrgingini varð gjørt fyri nøkrum árum síðani, og arbeiðið er klárt at bjóða út, tá játtan fyriliggur. Landsverk hevur í Samferðsluætlanini 2012-2024 mælt til, at verkætlanin verður gjørd beinanveg.

Við verkætlanini verður byrgingin dagførd, so hon verður tíðarhóskandi og lýkur dagsins krøv til eina slíka farleið.
 
Landsverk er vitandi um, at umstøðurnar at koyra eftir byrgingini til tíðir kunnu vera vánaligar, og meðan umstøðurnar eru sum tær eru nú, royna vit at rudda og viðlíkahalda byrgingina so væl sum til ber.
 
So vítt eg veit er ongin serstøk játtan til byrgingina í ár.  

Vinarliga

Armgarð Steinhólm, deildarleiðari fyri deildina Infrakervi


Sum eg segði í brævinum til Landsverk, so haldi eg tað vera undir alt lágmark at byggja tunnlar og annað gott fyri Føroya fólk - uttan at so frætt hugsað verður um trygdina hjá teimum, ið dagliga ferðast um byrgingina.

Les eisini: Byrgingin um Haraldsund: Ein sonn DEYÐSFELLA (Video)

Haldi at Hendrik Old skal byrja at hugsað um annað enn Eysturoyartunnilin og taka okkum í smábygd uppí tankarnir hjá sær inn ímillum.

Hetta er nevniliga nakað, sum tit eiga at fáa játtan til í ár og fara í holt við beinavegin, áðrenn onkur álvarsligur skaði stendst av deyðsfelluni aka byrgingini.

Vinarliga

Jógvan á Høvdanum, yngri
- Kommunustýrislimur fyri Kunoyar Kommunu

Comments

Broytingar á Søvnum Landsins

22/2/2017

Comments

 
Billede

SØVN LANDSINS: Søvn Landsins, ið hevur virkað sum ein stovnur síðan 1. januar 2011, verður býttur sundur í tríggjar stovnar.
Fleiri grundleggjandi broytingar verða nú gjørdar á Søvnum Landsins. Tað hevur løgmaður gjørt av.

Ætlaðu broytingarnar byggja á eina heildarmeting hjá Løgmansskrivstovuni, ið seinastu vikurnar hevur hoyrt viðkomandi partar og gjøgnumgingið skriv og annað tilfar í málinum um at samanleggja Søvn Landsins.
Starvsfólkini á Søvnum Landsins eru fyrrapartin kunnað um broyttu viðurskiftini.

Savnsøkið býtast sundur

Søvn Landsins, ið hevur virkað sum ein stovnur síðan 1. januar 2011, verður býttur sundur í tríggjar stovnar. Landsskjalasavnið og Landsbókasavnið verða aftur tveir sjálvstøðugir stovnar, meðan Tjóðsavn Føroya, ið fer at fevna um tað museala og antikvariska virksemið hjá Fornminnissavninum og Náttúrugripasavninum, verður sett á stovn.

Sámal Tróndur Finnsson Johansen, sum nú er deildarleiðari á Landsskjalasavni, heldur fram sum stjóri sama stað. Starvið sum deildarleiðari fyri Landsbókasavnið verður broytt til stjórastarv og lýst leyst. Lýst verður somuleiðis eftir stjóra til Tjóðsavn Føroya skjótast tilber.
Bæði Landsbókasavnið og Landsskjalasavnið fara framhaldandi at húsast í somu hølum, tey hava gjørt seinastu mongu árini. Ein hóskandi hølisloysn skal útvegast Tjóðsavninum sum skjótast.

Stjórin á Fróðskaparsetur Føroya

Í sambandi við avgerðina um at býta Søvn Landsins sundur í tríggjar stovnar, er semja gjørd við Andras Mortensen, stjóra á Søvnum Landsins, um, at hann fer í starv á Fróðskaparsetri Føroya, har hann fer at starvast á Søgu- og samfelagsdeildini.

Andras Mortensen er útbúgvin cand.mag. í søgu og latíni frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur tikið Phd. í mentanarsøgu á Fróðskaparsetri Føroya.

Rúni Rasmussen, deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni, er settur sum fyribils stjóri á Søvnum Landsins til nýggju leiðslurnar eru settar.

Síðan desember 2016 hevur Løgmansskrivstovan umsitið savnsøkið. Tað heldur hon á at gera restina av árinum.

UM SØVN LANDSINS

Søvn Landsins varð sett á stovn 1. januar 2011. Talan var um eina samanlegging av stovnunum Føroya landsbókasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Fornminnissavn, Føroya Náttúrugripasavn og Havlívfrøðiligu Royndarstøðini.

Í samgonguskjalinum stendur, at “Søvn Landsins verða endurskoðað og søvnini kring landið uppraðfest. Bóka- og tilfarssøvn verða styrkt. ”

JáH (y) 22.02.2017
Kelda: Løgtingið

Comments

Tann síðsti kossurin - Norðlýsið selt

16/2/2017

Comments

 
Billede
Í gjárskvøldið varð Noðlýsið selt og tann síðstu kossurin bleiv kystir, har Elsa og Oliver Joensen vóru eigari av familjufyritøkuni Norðlýsinum.

Nýggju eigarnir eru Jóhan Lutzen, Palli Skorheim og Jóannes Skorheim. Jóhan Lutzen verður stjóri og Oliver Joensen verður blaðstjóri.

Vit ynskja nýggju eigarnum tillukku við keypinum og takka gomlu eigarnum fyri alt tað tey hava gjørt fyri okkara bý og persónliga vil eg takka fyri mong góð ár á Norðlýsinum og fyri okkara samstarv í 80unum og 90unum, sera góð og buldraslig ár.

Her filmsklipp av eigaraskiftinum: Klikk her: "Eigaraskifti á Norðlýsinum"

SáH

Billede
Comments

Familjan ákærd fyri at hava dripið K.K.K. leiðara

13/2/2017

Comments

 
Billede
Líkið av Frank Ancona bleiv funnið leygardagin í farnu viku í eini á í Missouri. 51 ára gamli Frank Ancona varð ein leiðari fyri felagsskapin Ku Klux Klan og mong eru eftirspurd av løgregluni har um leiðir.

Tað seinasta nýggja er, at nú eru konan og stjúksonurin ákærd av løgregluni fyri at hava dripið 51 ára gamla Frank og mangar ábendingar eru, at tað eru júst tey nærmastu, sum dripið hava Ku Klux Klan leiðarin.

JáH (y) 14.02.2017

Comments

Snowden útleverast til Amerika

10/2/2017

Comments

 
Billede
Tíðindastovan NBC veit, at siga frá, at Russland hevur planir um at útlevera Edward Snowden til Amerika - fyri at gera Amerika eina tænastu.

Og verður Edward Snowden útleveraður, so hevur tann amerikanski Forsetin, Donald J. Trump lovað undan valstríðnum, at njósnarin Edward Snowden skal lata lív.

JáH (y) 11.01.2017

Comments
<<Previous
    Picture
    Klaksvík Shuttle til Flogvøllin hvønn dag, Klikk her

    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.