Hundaøkið til hundaeigarar og hundar teirra hevur verið nýtt í nógv ár, men av tí at tað ikki hevur verið væl hildið, er økið blivið skitið og óhugaligt at ferðast á.
Klaksvíkar kommuna fer nú undir at drena og eisini verður ein hylur gjørdur, so at teir hundar sum dáma at spæla í vatni kunnu fáa gleði av tí. Ein grúsgøta verður gjørd. Hundaeigararnir ætla eisini at seta ein bonk upp, har til ber at njóta løturnar ímeðan hundarnir spæla.
Tá alt arbeiði er liðugt er ætlanin at hundaeigararnir fara at seta trø, sum kommunan letur, upp runt garðin.
Jóhan Lutzen