NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

​Veðrið verður slett ikki so gali ídag/íkvøld

31/12/2015

Comments

 
Billede
Hyggja vit eftir veðurstovunum í morgun, so verður veðrið slett ikki so gali veður ídag og íkvøld. 

Norska veðurstøðin YR sigur at tað verður 9 m/s og at avfallið verður 0 - 0.9mm í Klaksvík millum kl. 18.00 - 24.00.

Belgingur sigur nakað tað sama og teirra veðurkort sær sera ljóst út fyri Føroyar, sjá niðanfyri.

Íslendska veðurstovan Theyr, hon vísir eisini hampuligt verður kl. 00.00 ínátt, so spennandi verður at síggja, um veðrið verður gott og í løtuni sær tað slett ikki so gali út fyri Klaksvík, at fara at skjóta nýggjá árið inn.

SáH 

Comments

​Sum í gomlu døgum, nýggjárshald á Posthúshjørninum í Klaksvík

31/12/2015

Comments

 
Billede
Sum unglingi hevur man ofta staðið á Posthúshjørninum og skotið fyrverk av júst á tí staðnum, sum nýggjárshaldi verður hildi.

Tað var sera stuttligt og tað kundi vera hundratals fólk á Posthúshjørninum og nú hevur Klaksvíkar Kommuna tikið táttin uppaftur. Hetta er triðja árið á rað, at nýggjárshald verður hildið á Posthúshjørninum, men samanlíkna vit tiltøkini nú, ímun til fyrr, so eru tiltøkini meira skipa og meira sikkurt nú.

Hetta skrivar Norðoya Kunningarstova á teirra Facebook bólki:

Eins og undanfarin ár, bjóðar Klaksvíkar Kommuna til nýggjárshald á Posthúshjørninum í Klaksvík.

Skráin fyri nýggjárshaldið 2015/2016:
Kl. 22.00: Asta Højgaard
Kl. 22.25: Rani Nolsøe
Kl. 22.50: Borgarstjórin handar Mentanarheiðursløn Nólsoyar Páls
Kl. 23.10: Danny & The Veetos
Kl. 00.30: Felags sangur við sangarum frá Danny & The Veetos

Vertur er Maria Ziskason Nesá.

Klaksvíkar Kommuna bjóðar ókeypis suppu, og møguleiki er at keypa sær okkurt leskiligt at drekka.

Børnini fáa nýggjárspakka

Mentanarheiðuslønin Nólsoyar Pálls verður latin

Nevndin, ið kjósar evnið til mentanarheiðurslønina á hvørjum ári, hevur verið saman, og hevur tikið støðu. Spennandi verður at vita, hvør fær heiðurin í ár. Hópin av evnum eru at velja ímillum. Í nevndini sita, Oliver Joensen, blaðstjóri, Jógvan Skorheim, borgarstjóri, Archibald Black fyri Norðoya Listafelag og Signhild Vilhelmsdóttir, forkvinna í Mentanarnevnd Klaksvíkar Býráðs.

Sjálvandi fara allir Norðoyingar á Posthúshjørni at skjóta sítt fyrverk av og ynskja 2016 vælkomin.

Kelda: Norðoya Kunningarstova

SáH

Comments

Prins Gemalurin fer á pensión !!!

31/12/2015

Comments

 
Billede
Drotning Margretha fortaldi frá, at maður hennara, Prins Hendrik, ynskti at bera seg undan at fara til ymisk komandi tiltøk og at honum ynskti at fara á eina pensión.

Eisini lovaði Drotningin, at hon fór at koma á vitjan í Føroyum til summar og spennandi verður um maður hennara eisini kemur við ..!

JáH (y) 31.12.2015

Comments

Árið sum fór (part I) !!!

31/12/2015

Comments

 
Billede
Ja, vit á Norðoya Portali taka eitt sindur saman-um árið, sum er í ferð við at fara sín veg og har vit biðja tí nýggja árinum hjartaliga vælkomin. Vit fara at skriva um árið, sum farið er í dag, men eisini ímorgin 1. Januar 2016.

Tann 7. januar hendi ein syrgilig vanlukku í Fraklandi - har minst 12 fólk lótu lív í samband við Muhammed tekningar. 

Les Minst 12 fólk deyð í Fraklandi og greinina Charlie Hebdo verður selt rekord-dýrt á Netinum

Tað varð eisini í ár, at Jørgen Niclasen vann sakina á fyrsta sinni og hervið skuldi KVF og Portalurin skuldu gjalda Jørgen endurgjald fyri ærumeiðing - Les greinina: Jørgen tók kampin upp - og vann 

Har tað eisini nógvur kavi, at stríðast við í februar og eisini datt eitt flogfar niður í Tawain. Les greinina: Flogfar dottið niður í Taiwan, minst 12 deyð

Tað varð eisini fyrr í ár, at fyrrverandi Løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen gjarna vildi taka flóttar til Føroyar. Les greinina: Løgmaður: 60 kanska for nógv - send so eini 5 - 10 avstað !!!

Billede
Ja og muga vit ikki gloyma sangin hjá Super Tíð hjá Jens Heldarskað, sum varð eitt ordans Youtube hitt - Les: Super tíð, við hópin av gomlum myndum frá ungdóminum í Klaksvík

Og tann 20. mars høvdu vit eisini Sólarmyrking í Føroyum. Hygg eftir filminum: Ókliptur filmur av sólarmyrkingini við húkin á Borðoyarvík tann 20.03.2015

Meira "gamlar" greinar seinni ..!

JáH (y) 31.12.2015

Comments

TERROR á Nýggjárinum !!!

31/12/2015

Comments

 
Billede
Nei, ikki eru tað øll sum njóta kunna tað, at vit nú nærkast tí nýggja árinum og skula siga farvæl við tað gamla.

Í Brussel hevur løgreglan handtikið 6 persónar í dag, sum møguliga skuldu fremja brotsgerðir á Nýggjárinum har. Tveir persónar blivu eisini handtiknir fyrr í vikuna av somu orsøk.

Eisini er løgreglan og herurin upp á dupperne í París, London, Berlin og Moskva - har IS eisini hevur lovað at fremja kríggjs-álop á Nýggjárinum.

So kann ein kanska eisini prísa seg lukkuligan yvir, at ein býr í einum landið sum vit búgva í Føroyum - tí enn hava vit ikki merkt til terror - væl at merkja um vit ikki taka Sea Shepherd uppí prátið ... nei, tvætl, folkens ..!

JáH (y) 31.12.2015

Comments

Maverick Barr spilar seg út á nýttárinum, bæði á Gerðavegi og á Posthúshjørninum

31/12/2015

Comments

 
Billede
Hølini vera latin upp kl. 18.00 og á Posthúshjørninum verður latið upp kl. 21.00 ella 21.30.

Hvussu leingi vit hava opið íkvøld/ínátt kemur alt an uppá hvussu væl mannaði vit eru . 

Roknast kann við at teir flestu av barrvørunum koma forbí at hjálpa til.

Klokkan  20.30 ella har áleið verður ókeypist suppa at fáa í Maverick.

Væntandi vera nógv fólk í Maverick Barr íkvøld/ínátt og heita eigarnir á fólkini, ikki at skjóta fyrverk ov nær við Maverick, men heldur fara út á Posthúshjørni og skjóta fyrverk  saman við øllum har yviri.

​SáH

Comments

Ægir selt nógv fyrverk og nú verður tað síðsta selt

31/12/2015

Comments

 
Billede
Ægir hevði ein góðan søludag ígjár og ímorgun hava nógv fólk verið og keypt fyrverk við Klaksvíksvegnum.

Veðrið er gott og væntandi ferð verðrið at halda sær.

Ægir letur heilsa, at nakað av fyrverkið er eftir, men onkrar vørur eru útseldar, so nú er at skunda tykkum til hølini hjá Ægir og keypa tað síðsta fyrverkið.

​SáH

Billede
Comments

Norðoya Portalur fær alment innilit av Atlantis í januar 2016

30/12/2015

Comments

 
Billede
Undirritaði fór í holt við at skriva greinar um Atlantis, tí at korini hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag eru soleiðis, at ikki kann venjast ella spælast sjónleikur í Atlantis, sum annars er tað perfekta staðið hjá sjónleikinum at húsast í ...

Sigast skal eisini, at undirritaði hevur biðið um fund frá Jógvan Skorheim (borgmeistara), Oddur Olsen (dagligleiðari á Atlantis) og tosað við onnur fólk, sum hava tilknýti til Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Jógvan Skorheim hevur tó ikki svara undirritaði aftur ..!

Nú hava vit so eisini biði um alment innilit frá Klaksvíkar Kommunu um Atlantis og aftursvarið frá teimum er, at hetta mál er somikið umfatandi - at vit ikki kunna fáa tað almenna inniliti fyrr enn í januar 2016. Men tá er kanska longu forseint, tí Klaksvíkar Sjónleikarafelag venur nevniliga sjónleik "Guitaristarnir" eftir Linu Knutzon, sum skal framførast á palli longu í mið januar.

Les eisini: Klaksvíkar Sjónleikarafelag farin í holt við nýggjan, spennandi & øðrvísis sjónleik!

Best hevði sjálvandi verið, at partarnir fundaðust saman og at ein loysn bleiv funnin, sum hevði verið sømulig fyri báðar partar - men hetta tykist til, at vera ein heilt ólukksáliga long leið at koma til. Og verður ongin fundir í nærmastu framtíð - so kann roknast við, at hesin stórleikur fer aðrar leiðir at vera framførdir í ávíkavist Runavík ella Fuglafirði. Undirritaði vónar tó, at ein loysn kann finnast sum skjótast - tí tað hevði verið spell um nú Klaksvíkar Sjónleikarafelag endaði við at vera ein "saga blot".

JáH (y) 30.12.2015

Comments

Kvinnan blivin blind eftir Jólavold !!!

30/12/2015

Comments

 
Billede
1. Jóladag er ein maður handtikin - eftir at hann hevði verið somikið voldiligur við dámuna hjá sær - at roknast kann við, at dáman endar við at missa sjónina.

34 ára gamli maðurin frá Helsingør kann rokna við at fáa 8 ára fongsulsstraff eftir paragraf §245 úr straffilógini.

Les meira HER

JáH (y) 30.12.2015
Kelda: Politirapporten.nu

Comments

Veðrið hevur verið ringast í nátt !!!

30/12/2015

Comments

 
Billede
Sum tit síggja á myndini til vinstru, so hevur veðrið verið ringast í nátt og taka vit veðrið í dag - so sær út til, at vindurin fer at minkað heilt nógv, men vit får se, folkens ...

Og Landsverk boðar eisini frá nógvum vindi kring Føroya land. Sjá bert niðanfyri:

Boðað verður frá nógvum vindi:

Viðareiðisvegurin, á Leiti - 02:48 Skrið, Í hvirlunum upp til 35.9 m/s. 
Klaksvík, Gerðabøur - 02:58 Hvassur vindur, Í hvirlunum upp til 26.6 m/s. 
Syðradalur - 02:48 Skrið, Í hvirlunum upp til 27.8 m/s. 
Gjáarskarð - 02:47 Skrið, Í hvirlunum upp til 28.8 m/s. 
Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - 02:48 Hvassur vindur, Í hvirlunum upp til 25.9 m/s. 
Runavík - 23:48 Skrið, Í hvirlunum upp til 29.0 m/s. 
Norðskálatunnilin, Eystanfyri - 02:47 Andøvsgul, Í hvirlunum upp til 29.3 m/s. 
Streymnes - 02:48 Andøvsgul, Í hvirlunum upp til 29.5 m/s. 
Høgareyn - 02:58 Hvassur vindur, Í hvirlunum upp til 28.4 m/s. 
Mykines - 02:58 Stormur, Í hvirlunum upp til 32.4 m/s. 
Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - 02:47 Stormur, Í hvirlunum upp til 29.9 m/s. 
við Velbastaðháls - 02:48 Skrið, Í hvirlunum upp til 29.6 m/s. 
Ørðaskarð, Fámjinsvegurin, - 02:49 Andøvsgul, Í hvirlunum upp til 26.2 m/s. 

JáH (y) 30.12.2015
Kelda: Landsverk og Theyr


Comments
<<Previous
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.