Sigast skal eisini, at undirritaði hevur biðið um fund frá Jógvan Skorheim (borgmeistara), Oddur Olsen (dagligleiðari á Atlantis) og tosað við onnur fólk, sum hava tilknýti til Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Jógvan Skorheim hevur tó ikki svara undirritaði aftur ..!
Nú hava vit so eisini biði um alment innilit frá Klaksvíkar Kommunu um Atlantis og aftursvarið frá teimum er, at hetta mál er somikið umfatandi - at vit ikki kunna fáa tað almenna inniliti fyrr enn í januar 2016. Men tá er kanska longu forseint, tí Klaksvíkar Sjónleikarafelag venur nevniliga sjónleik "Guitaristarnir" eftir Linu Knutzon, sum skal framførast á palli longu í mið januar.
Les eisini: Klaksvíkar Sjónleikarafelag farin í holt við nýggjan, spennandi & øðrvísis sjónleik!
Best hevði sjálvandi verið, at partarnir fundaðust saman og at ein loysn bleiv funnin, sum hevði verið sømulig fyri báðar partar - men hetta tykist til, at vera ein heilt ólukksáliga long leið at koma til. Og verður ongin fundir í nærmastu framtíð - so kann roknast við, at hesin stórleikur fer aðrar leiðir at vera framførdir í ávíkavist Runavík ella Fuglafirði. Undirritaði vónar tó, at ein loysn kann finnast sum skjótast - tí tað hevði verið spell um nú Klaksvíkar Sjónleikarafelag endaði við at vera ein "saga blot".
JáH (y) 30.12.2015