NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • ONNUR TÍÐINDIR
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Klaksvík Shuttle til Flogvøllin hvønn dag

24/6/2023

Comments

 
Picture
​Klaksvík Shuttle til Flogvøllin hvønn dag frá 26/06-2023

Vit fara at koyra shuttle soleiðis:

Klaksvík, Leirvík, og Gøta
Til FAE

RC 450 KL 08:20
SK 1778 KL 13:25

Av FAE
RC 453 KL 13:40

Prísurin verður 460 kr. pr. pax (Persón)

2 Tímar 30 minuttir á 1st. addressu í Klaksvík

Ring 353232 - ella send mail til [email protected]

TAXA

Comments

​Pílagrímagudstænasta í Christianskirkjuni leygardagin klokkan 14

22/6/2023

Comments

 
Picture
✝️ VÆLKOMIN til Pílagrímagudstænastu í Christianskirkjuni 🙏 leygardagin 24 juni kl 14.00.

Pílagrímagudstænastan er ætlað øllum, ið hava tørv á at hvíla eina løtu frá lívsins meldri. Fólk eru vælkomin at tendra ljós áðrenn ella eftir gudstænastuna og sita í kvirru eina løtu 🕯️ Aftaná gudstænastuna verður drekkamunnur í Kirkjukjallaranum ☕️

🌤️🌞Um viðrar, veður í hesum sambandi gongurtúrur kl 16.00 út í Grøv saman við teimum, ið hava áhuga 🚶🏿‍♂️🚶 Øll hjartaliga vælkomin 😀

Christianskirkjan

Comments

​Býráðsskrivstovan stongd 23. juni

22/6/2023

Comments

 
Picture
Fríggjadagin 23. juni er býráðsskrivstovan stongd vegna starvsfólkadag.

Borgarar, sum hava átrokandi boð, kunnu seta seg í samband við:

Um trupulleikar eru við vatnveitingini o.tl. fartlf: 225272 (Vatndeildin)
Um talan er um annað, so sum kloakkviðurskifti v.m. fartlf: 216488 (Vegadeildin)
Um tørvur er at fáa fatur á barnaverndartænastuni fartlf: 219181 (Barnaverndin)

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Grein 23-03-2018: Beinta Árnadóttir Gregersen leiðari í Atlantis

22/6/2023

Comments

 
Picture
TEY UNGU FLYTA INN Í ATLANTIS

Í næstum verður ungdómshúsið umskipað og flutt úr gamla Norðoyabanka og niðan í Atlantis, har tey ungu koma nærri skúlanum, frítíðarskúlanum og fleiri øðrum frítíðartilboðum í býnum.

Við flytingini fylgir eisini eitt leiðaraskifti, har Beinta Árnadóttir Gregersen verður sett í eitt ára verkætlanarstarv sum leiðari í Húsinum og fer at leggja virksemið har til rættis. Harumframt heldur biografurin fram í bygninginum. Tí virkseminum fer Beinta Gregersen somuleiðis at taka sær av, og verður hon sostatt leiðari fyri øllum virkseminum í bygninginum hetta fyrsta árið.

Ynski hevur leingi verið frammi millum býráðslimir um at flyta ungdómshúsið nærri miðbýnum og skúlaøkinum, og hetta hevur somuleiðis verið frammi í samband við ungdómsgranskinina, sum ungdómurin á Skúlatrøð tekur lut í annaðhvørt ár. Úrslitini av granskingini geva greiðar ábendingar um, at skipað frítíðarvirksemi við vaksnum leiðarum hevur stóran týdning fyri trivnaðin hjá børnum og ungum.

- Endamálið við Húsinum hevur frá byrjan verið at fremja trivnaðin hjá teimum ungu í kommununi, og í eina tíð hevur tos verið um at staðseta Húsið nærri Skúlatrøð og stadionøkinum, fyri at betur kunna samansjóða frítíðartilboðini til tey ungu. Tí eru vit ógvuliga spent uppá hesa verkætlanina, sum í veruleikanum hevur fleiri vinningar við sær, sigur Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndini børn og ung.

Forkvinnan sipar millum annað til, at nýggja staðsetingin ger tað smidligari hjá teimum ungu at ferðast millum skúlan, Húsið og onnur frítíðartilboð, sum eisini eru staðsett í sama nærumhvørvi. Samstundis leggur flytingin upp til eitt tættari samband millum Húsið, stadionøkið og nýggja miðbýin, har nógv virksemi er.

Meira og fjølbroytt lív í Atlantis
At Húsið nú verður staðsett í Atlantis merkir eisini, at virksemi framyvir verður í bygninginum gjøgnum størri part av degnum, og at fermetrarnir verða betur gagnnýttir, tí virksemi verður í øllum trimum hæddum. Biografurin heldur fram í miðhæddini, meðan niðasta og ovasta hædd eru til virksemið hjá teimum ungu.

Harumframt ber framvegis til at hava aðrar framførslur í salinum í miðhæddini. Eitt nú kann sjónleikarafelagið brúka salin til sínar framførslur, inntil pallurin og nýggju møguleikarnir í spildurnýggja Mentanarhúsinum verður klárt at flyta inn í um fá ár.

Grunnurin Mentanarhúsið eigur Atlantis, og Signhild V. Johannesen, forkvinna, fegnast um, at meira fjølbroytt lív nú kemur í bygningin.

-  Samansjóðingin av mentanarlívinum og ungdóminum í býnum er at stórfegnast um, tí umframt at kunna gagnnýta bygningin í størri mun, so fáa vit eisini ungt lív í bygningin í gerandisdegnum, og tað kann bæði styrkja um trivnaðin hjá teimum ungu og um tað tilknýtið, tey fáa til býin, sigur Signhild V. Johannesen, forkvinna í stýrinum fyri Mentanarhúsið.

Ferð er nú um at koma á verkætlanina Mentanarhúsið. LOA-grunnurin kunngjørdi herfyri, at tey stuðla verkætlanini við níggju milliónum krónum, og í næstum verður sjálv byggingin og umbyggingin boðin út. Mentanarhúsið skal eftir ætlan vera klárt til nýtslu í 2020, og umframt ta verkætlanina eru eisini aðrar uppraðfestingar á mentanarøkinum ávegis.

Umvæla og flyta í næstum
Nýggja staðsetingin og umskipanin av Húsinum er júst samtykt av nevndum og býráð, og Beinta Á. Gregersen tekur við verkætlanarstarvinum sum leiðari í Húsinum og biografinum 1. apríl. Tá verður farið undir neyðugu umvælingarnar í Atlantis, og síðan verður Húsið flutt seinni í vár.

Kelda: www.klaksvik.fo

​SáH

Comments

Heita epli á Býráðsfundinum í kvøld er Biografurin

22/6/2023

Comments

 
Picture
Stóra evnið á Býráðsfundinum í kvøld er heilt sikkurt Biografurin, sum tey nú eru í holt við at bróta niður og stólar og annað er longu koyrt burtur,

Kringvarp Føroya hevði eitt innlegg um málið, har tey umrøddi um Klaksvíkar Kommuna yvirhøvur hevði heimild til at bróta alt niður og um Klaksvíkar Kommuna hevði fingið loyvið frá Kommunala eftirlitinum at gera tað, tí eykajáttan skal til og tað fer at kosta Klaksvíkar Kommunu umleið 3,7 milliónir fyri at yvirtaka Atlantis.

Eisini bleiv sett spurnartekin um heimildin var í ordan, tí tað skuldi tvær viðgerðir til, fyri at fara í gongd við at bróta alt niður, men tað segði borgmeistarin, at tað var tað, tí grunnurin Mentanaðarhúsið Atlantis hevði givið teimum loyvið til tað og so er brennandi spurningurin at fáa at vita, hvør situr í stýrinum nú? sjá aðrastaðni har grein er um Atlantis.

Oddmar á Lakuni sum er í samgonguni stemmar ikki fyri málinum og stemmar so Rógvi Jacobsen eisini ímóti, so fellur málið og Biografturin kann framhaldandi vera í Klaksvík.

Andstøðan kom við hesum broytingaruppskotinum: Broytingaruppskot frá Jógvani Skorheim: “Mælt verður til, at biografur framhaldandi verður í býnum, og at onnur betri, loysn verður veitt ungdómshúsinum”.

Tað fall, men tað hoyrist í býnum, at møguleikar eru fyri at teirra uppskot fær undirtøku í kvøld, spennandi verður at síggja.

Býráðsfundurin verður stroymdur og byrjar hann klokkan 17:30.

SáH


Her meira um málið, Húsið aftur undir eina lon

Frágreiðing um málið:
Málið varð fyrru ferð viðgjørt av býráðnum 25. mai 2023.

Fíggjarligar avleiðingar:

Sí frágreiðing frá umsitingini til fyrru viðgerð av málinum, dagf. 8. mai 2023, har fíggjarligu avleiðingarnar vóru nærri útgreinaðar.

Lógargrundarlag:
Eingin beinleiðis lóggáva er, sum regulerar virksemið í “Húsinum”, hvørs virksemi sostatt ikki hevur nakað beinleiðis lógargrundarlag. Men við tað at talan er um tilboð av almennum slag, sum bæði aðrastaðni í landinum og í grannalondum okkara verða fíggjað av kommunum, og við tað at hesi tilboð verða veitt øllum borgarum í viðkomandi málbólkum, er talan um almannagagnlig tiltøk, ið sostatt ikki eru í stríð við nakra lóggávu, og sum fella innan fyri kommunufulltrúnna.

Tilmæli:
Mælt verður til, at kommunan yvirtekur Atlantis eftir teimum í hesum tilmæli útgreinaðu treytum, og at kostnaðurin verður fíggjaður við eykajáttan, treytað av neyðugum loyvi frá kommunala eftirlitinum.

Mentanarnevndin 16. mai 2023:
Ein meirluti, JCC, ASB og GvK, tekur undir við tilmælinum, dagf. 08-05-2023. Ein minniluti, SVJ, tekur støðu á komandi býráðsfundi.

Trivnaðarnevndin Børn og Ung 16. mai 2023:

Ein meiriluti, EyÓP, JCC og ASB, tekur undir við tilmælinum, dagfest 08-05-2023. Ein minniluti, JS, TJL, tekur støðu á komandi býráðsfundi.

Fíggjarnevndin 23. mai 2023:
Ein minniluti, OáL, tekur ikki undir við tilmælinum, sum tað fyriliggur. Ein minniluti, TJL og JS, tekur støðu í býráðnum. Ein minniluti, KHJ og ASJ, tekur undir við tilmælinum, dagf. 08-05-2023.

Klaksvíkar Býráð 25. mai 2023:

Atkvøtt varð um soljóðandi broytingaruppskot frá Jógvani Skorheim: “Mælt verður til, at biografur framhaldandi verður í býnum, og at onnur betri, loysn verður veitt ungdómshúsinum”; tað fall við 4 atkvøðum fyri (JS, SVJ, TJL og ÓML) og 6 atkvøðum ímóti (KHJ, ASJ, GvK, JCC, EÓP og ASB);OáL atkvøddi ikki.

Atkvøtt varð síðani um tilmælið, dagf. 8. mai 2023; tað varð samtykt við 6 atkvøðum fyri (KHJ, ASJ, GvK, JCC, EÓP og ASB) og 5 atkvøðum ímóti (SVJ, TJL, JS, ÓML og OáL).

Klaksvíkar Kommuna

Comments

Býráðsskráin 22. juni

21/6/2023

Comments

 
Picture
Skráin fyri býráðsfundin, hósdagin 22. juni kl. 17.30, er nú tøk.

Regluligu býráðsfundirnir eru almennir, og til ber eisini at stroyma fundin beinleiðis umvegis heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu.

Skráin fyri býráðsfundin sæst her: Býráðsskráin 22. juni 2023
​

Klaksvíkar Kommuna

Comments

​Semja millum Heilsurøktarafelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin

21/6/2023

Comments

 
Picture
Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið hava í dag undirskrivað semju um nýggjan sáttmála.

Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2022, og á fundi hin 26. oktober 2022 handaðu partarnir hvørjum øðrum sáttmálakrøv.

Talan er um eina 2 ára semju, ið byggir á lønarhækkan í prosentum.

Tann 1. oktober 2022 hækkar lønin 3,8%

Tann 1. oktober 2023 hækkar lønin 4,04%

Í semjuni eru eisini broytingar í ásetingunum í sáttmálanum um eitt nú starvslýsingar og sjúku, umframt broytingar í bólkaleiðaraviðbótini og viðbótini fyri frítíðarlegugjald o.a.

Harumframt fær lønarlyftið, sum samgongan hevur sett sær fyri at geva lægst løntu bólkunum á umsorganarøkinum, gildi tann 1. januar 2024.

Semjan sæst her.

Avtalan um lønarlyft sæst her.


Fíggjarmálaráðið

Comments

​Klaksvíkar Sjúkrahús fína vitjan

21/6/2023

Comments

 
Picture
​Í dag høvdu vit vitjan av løgmanni, Akseli V. Johannesen, løgmansstjóranum, John Rajani, og løgmansritaranum, Pól Rosenmeyer Wolles. 

Prátað varð um virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, vit fingu víst nakað av okkara virksemi og Høgni Kastalag frá FuglArk vísti runt í gomlu læknahúsunum, ið verða umvæld til fyrisiting og læknaviðtalu.

Tað er altíð gott at fáa vitjan, tað er hugnaligt og gevur okkum møguleika at greiða frá ymsum viðurskiftum, vísa okkara gerandisdag og mannagongdir.

Klaksvíkar Sjúkrahús

Comments

​MORGUNSANGUR MIKUMORGUNIN 21.06 KL. 10.00

20/6/2023

Comments

 
Picture
Mikumorgunin 21.juni er morgunsangur kl. 10.00.

Hanus á Gørðum hevur stutta andakt. Aftaná morgunsangin er kaffi og hugnalig samvera í kirkjukjallaranum. 

MORNING SONG WEDNESDAY MORNING  21TH' OF JUNE AT 10 AM
On Wednesday 21th' of June at 10 am we have morning song. Hanus á Gørðum will have a short devotion. After the morning song everyone is welcome for coffee/tea and a pleasant moment in the church basement.

Christianskirkjan

Comments

​Løgmaður á fund við norðurlendskar forsætisráðharrar

17/6/2023

Comments

 
Picture
SUMMARFUNDUR: Á fundinum luttaka allir forsætisráðharrarnir í Norðurlondum. Serligur gestur á fundinum hesuferð er Justin Trudeau, forsætisráðharri í Kanada.

Í døgunum 25. og 26. juni tekur løgmaður lut á árliga summarfundinum hjá norðurlendsku forsætisráðharrunum. Fundurin í ár verður hildin í Vestmannaoyggjum. Á fundinum skulu forsætisráðharrarnir millum annað umrøða, hvussu til ber at styrkja um mótstøðuførið í samfelagnum í ljósinum av broyttu heimsstøðuni.

Norðurlendska stjórnarsamstarvið byggir á Norðurlendska ráðharraráðið. Á fundinum luttekur eisini aðalskrivarin í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Norðurlendsku for­sætismálaráðharrarnir hava evstu ábyrgd av samstarvinum, eins og tað eru teir, ið seta nýggj mál á skrá.

Løgmansskrivstovan

Visti tú, at...
Í ár eru 50 ár síðan herviliga eldgosið í Vestmannaoyggjum í 1973, ið gjørdi stóran skaða. Eftir náttúruvanlukkuna spældu norðlendsku londini ein týðandi leiklut í arbeiðinum at endurreisa økið.

Comments
<<Previous
    Picture
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    March 2026
    February 2026
    January 2026
    December 2025
    November 2025
    October 2025
    September 2025
    August 2025
    July 2025
    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.