Í døgunum 25. og 26. juni tekur løgmaður lut á árliga summarfundinum hjá norðurlendsku forsætisráðharrunum. Fundurin í ár verður hildin í Vestmannaoyggjum. Á fundinum skulu forsætisráðharrarnir millum annað umrøða, hvussu til ber at styrkja um mótstøðuførið í samfelagnum í ljósinum av broyttu heimsstøðuni.
Norðurlendska stjórnarsamstarvið byggir á Norðurlendska ráðharraráðið. Á fundinum luttekur eisini aðalskrivarin í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Norðurlendsku forsætismálaráðharrarnir hava evstu ábyrgd av samstarvinum, eins og tað eru teir, ið seta nýggj mál á skrá.
Løgmansskrivstovan
Visti tú, at...
Í ár eru 50 ár síðan herviliga eldgosið í Vestmannaoyggjum í 1973, ið gjørdi stóran skaða. Eftir náttúruvanlukkuna spældu norðlendsku londini ein týðandi leiklut í arbeiðinum at endurreisa økið.