NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Víðka og styrkja samstarvið við Grønland

31/3/2022

Comments

 
Picture
Tað tænir bæði Føroyum og Grønlandi at víðka og styrkja samstarvið landanna millum. Tað var boðskapurin hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, og Muté B. Egede, landsstýrisformanninum, á tíðindafundi í Nuuk á middegi.

Tað er semja um at útbyggja samstarvið á fýra ítøkiligum økjum.

Møguleikin fyri at útbyggja fiskiveiðusáttmálan millum londini verður kannaður.

Samstarvið innan ferðavinna verður ment.

Stig verða tikin til at styrkja samstarvið á útbúgvingarøkinum innan sjóvinnu.

Grønland vil hyggja nærri at vitanini og royndunum innan almennu fyrisitingina í Føroyum við atliti til at gera hana einfaldari.

Hetta hava verið nakrir sera gevandi dagar í Grønlandi. Eg havi fingið eitt breitt innlit í grønlendska samfelagið. Føroyar og Grønland eru grannar, og sum tvær smátjóðir í Arktis hava vit eisini nógvar av somu møguleikunum . Tí eiga vit sjálvsagt at menna okkara samstarva enn meira. Tað eru semjusøkjandi tíðir í ríkisfelagsskapinum, og okkara viðurskifti við Grønland eru góð. Eg eri tí sannførdur um, at Føroyar og Grønland fara at samstarva enn meira í framtíðini, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Eftir ætlan kemur Muté B. Egede, landsstýrisformaður, til Føroya á almenna vitjan í summar.

Løgmansskrivstovan

Comments

NÆMINGAR SAVNA PENING TIL UKRAINA

30/3/2022

Comments

 
Picture
Fyrstu vikuna í apríl fara næmingar á Skúlatrøð undir áhugaverda verkætlan, har endamálið er at savna inn pening til børn í Ukraina. Høvuðsboðskapurin í verkætlanini er, at vit øll kunnu gera mun og at saman røkka vit langt. 

Mynd av eurochild.org

Á Skúlatrøð hava vit úr at gera fyri tíðina. Týsdagin fara allir næmingar skúlans nevniliga undir eina áhugaverda verkætlan, har endamálið er at savna pening inn til børn í Ukraina. Við verkætlanini ynskir skúlin eisini at skapa sambond millum næmingar og nærsamfelagið, soleiðis at býurin stendur saman við tí endamáli at hjálpa har, ið tørvur er á hjálp. 
 
Smáar barnahendur megna nógv 

Týsdagin 5. apríl verður øll vanlig undirvísing tískil niðurløgd. Elstu næmingar skúlans fara til arbeiðis hjá ymiskum størri fyritøkum í býnum, meðan yngstu næmingarnir fara út at syngja fyri eldru borgarum. Á skúlanum fara hinir næmingarnir at framleiða smáar prýðislutir, sum møguligt verður hjá foreldrum og øðrum at ogna sær seinni í vikuni.    
Vit eru sera spent til verkætlanina, sum liggur fyri framman. 

Hetta er ein stór og gevandi verkætlan, sum vit nú fara í gongd við. Næmingarnir eru spentir og fáa við hesum øll møguleika til at rætta eina hjálpandi hond út til teirra, sum eru í neyð. Tí hóast barnahendur eru smáar, so megna eisini hesar hendur nógv.  
 
Elstu næmingarnir til arbeiðis hjá fyritøkum 
Ein av grundarsteinunum undir verkætlanini er, at næmingar skúlans koma í samband við samfelagið, sum liggur uttanfyri sjálvan skúlan. Skúlin hevur tí fingið samstarv í lag við Vinnulívsráðið í Klaksvík, Klaksvíkar Handilsfelag og Klaksvíkar Kommunu, sum øll hava víst verkætlanini jaligan áhuga. Tí fáa eldru næmingar skúlans møguleika til at koma til arbeiðis hjá størri fyritøkum í býnum í nakrar tímar, har næmingarnir kunnu royna ymiskt arbeiði, sum annars ikki er gerandisdagur á skúlanum. Aftur fyri lata fyritøkurnar eina stuðulsupphædd til skúlan, sum seinni í vikuni handar Reyða Krossi í Føroyum peningin.  

Vit eru so sera takksom fyri samstarvið, sum er fingið í lag við fyritøkurnar í býnum. Hetta gevur næmingunum nakrar øðrvísi royndir, samstundis sum næmingarnir vónandi eisini fáa eina kenslu av, at tey sjálvi hava verið við til at savna peningin inn.
  
Kvøldseta, har øll eru hjartaliga vælkomin 
Hóskvøldið 7. apríl bjóðar skúlin øllum áhugaðum til eina kvøldsetu á skúlanum, har til ber at ogna sær onkran av prýðislutunum, sum næmingarnir hava evnað til. Nýggja miðhøllin verður karmur um tiltakið, har Reyði Krossur eisini kemur at kunna um týdningarmikla hjálpararbeiði, sum fer fram kring allan heimin. Kvøldsetan verður skipað sum ein hugnalig løta, har fólk kunnu koma og fara, sum tey hava hug.  

Á nýggja pallinum verða ymiskar smærri framførslur, har næmingar og lærarar skúlans framføra og eisini verður møguligt at keypa kaffi, te og nýbakaðar vaflur, sum næmingar baka.

Dyrnar lata upp klokkan 16 og endar kvøldsetan klokkan 20, tá innsavnaði peningurin verður handaður Reyða Krossi Føroyar. 

Øll eru so hjartaliga vælkomin til at støkka inn á gólvið hósdagin, tá kvøldsetan er.  
 
Verkætlanin á Skúlatrøð verður framd í samstarvi við Reyða Kross Føroyar, Vinnulívsráðið í Klaksvík, Klaksvíkar Handilsfelag og Klaksvíkar Kommunu.  
 
Um onkur hevur hug at stuðla verkætlanini hjá næmingunum á Skúlatrøð ber til at flyta eina peningaupphædd á konto 9865- 200.045.2 áðrenn 7. apríl. Viðmerk “Ukraina-innsavnan Skúlatrøð”. 

á Skúlatrøð

Comments

Núpur er komin inn við 48.000 pundum

30/3/2022

Comments

 
Picture
​Núpur kom aftur tíðliga í morgun. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 48.130 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 29.000 pund hýsa, 14.600 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 22. mars, sostatt ein stuttur túrur, góða viku burtur.

Landa bleiv til Kósina og byrjaðu teir at landa Núp klokkan 06:00 í morgun.

SáH

NÚPUR – ( KG 910 )
KLAKSVÍKAR HAVN-30-03-2022   24.065

Comments

Skipað undirvísing fyri hjálparfólkum á eldraøkinum

30/3/2022

Comments

 
Picture
Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur tikið stig til at fara undir skipaða undirvísing fyri hjálparfólkum, sum ikki hava heilsufakliga útbúgving.

Tilsamans 30 starvsfólk hava seinastu tvær vikurnar verið á skeið, har tey í fimm seinnapartar, tríggjar tímar hvørja ferð, hava fingið undirvísing í millum annað persónligari røkt, heilivági, rehabilitering, ergonomi, demens, samskifti, etik og umsorgan.

Marna E. Jensen, stjóri í NBH, sigur, at hon gleðist um, at NBH hevur so nógv dugnalig starvsfólk. Fleiri av okkara starvsfólkum hava høgan starvsaldur og tí nógvar royndir, og tað styrkir okkum avgjørt í strembanini eftir at veita eina tænastu á høgum fakligum støði.

- Tað er ein sannroynd, at eftirspurningurin eftir fakligum heilsustarvsfólkum er stórur og trupul at nøkta. Tí er tað gleðiligt, at okkara royndu deildarleiðarar, og onnur starvsfólk í NBH, kunnu raðfesta tíð til at undirvísa okkara starvsfólkum, soleiðis at vit áhaldandi kunnu veita eina góða tænastu.

- Ummælini, eftir tvey tey fyrstu skeiðini, hava verið ómetaliga góð. Hóast fleiri av starvsfólkunum hava arbeitt í røktini í eina rúma tíð, so siga starvsfólkini, at skeiðið avgjørt styrkir tey fakliga og ger tey enn meira trygg í uppgávuni, og tað er gleðiligt, sigur Marna E. Jensen.   

Ætlanin er at bjóða skeiðið út eftir tørvi.

Klaksvíkar Kommuna

Comments

​Frændur aftur á pall

30/3/2022

Comments

 
Picture
Fyri fyrstu ferð í nógv ár verður musikalska kongarekkjan frá 80'unum aftur á palli saman.

Tað verður við sterkastu manning, at Frændur gongur eftir reyðu mottuni inn í Løkshøll, har tann ódeyðiligi tónleikurin enn einaferð sleppur at tala.

Teir eru kendir fyri sínar nógvu kendu og góðu sangir, sum millum føroyingar eru vorðnir fólkaogn. Við Terja Rasmussen sum gestasangara ætlar Frændur enn einaferð at taka øll av bóli.

Tað verður eitt kanón kvøld, lovar friðarelskandi bólkurin, hvørs orð hava verið sterkastu vápn í áratíggjur.

Tað er í samband við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu at skipað verður fyri várkonsertini við Frændum.

Løkshøll

Comments

8.344.064,00 kr TAKK, GÓÐU FØROYINGAR

29/3/2022

Comments

 
Picture
Stuðulskonsertin fyri Ukraina, ið var sunnukvøldið, gav eitt eitt einastandandi og met gott úrslit. Tá talt varð saman, vóru heilar 8,3 millióir krónur savnaðar inn til frama fyri neyðstøddum úr Ukraina. 

Við hesum úrsliti fær Reyði Krossur Føroya eitt munandi betri grundarlag at skipa hjálpararbeiði, bæði í Ukraina, í grannalondunum, umframt við Flóttahjálpini her í Føroyum. 

Vit vóru tikin á bóli, at undirtøkan fyri tiltakinum var so stór, tá fleiri túsund einstaklingar, fleiri enn 400 fyritøkur, feløg, kommunur, skúlaflokkar og onnur, ið stuðlaðu innsavningini. Vegna ovurstórt trýst á heimasíðuni, bar tíverri ikki til at nevna øll hesi á lýsingarbreddanum. Á heimasíðuni hjá Reyða Krossi ber nú til at síggja teir stuðlar, ið ynsktu at verða nevndir, og viðkomandi upphæddir, umframt at tað ber til at síggja sendingina og samlaða úrslitið frá einstaklingum. Sí her: https://redcross.fo/studulskonsert-takk/

Reyði Krossur takkar øllum hjartaliga, sum hava hjálpt okkum at hjálpa. Eisini ein serlig tøkk til øll, sum hava hjálpt til á ymsan hátt, bæði í tíðini frammanundan og á kvøldinum.

Reyði Krossur

Comments

Útróðrarbátarnir høvdu 12.000 pund í dag

28/3/2022

Comments

 
Picture
​Tríggir av okkara útróðrarbátum vóru til útróðrar í dag. Teir royndu við línu eystanfyri og vestanfyri fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 12.102 pund tilsamans, tað mesta var hýsa og toskur.

Tað bleiv ikki ein av teimum stóru døgunum, bestir í dag gjørdist Líðhamar, teir høvdu 5.144 pund, tað mesta var hýsa og toskur,  3.700 pund hýsa, 1.300 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá sølurnar herundir.

Landa bleiv NFCS, Sjógæti og Snarfrost.

SáH

BJØRGVIN – ( KG 503 )-(SJÓGÆTI)-28-03-2022   1.364
BRAGD – ( KG 642 )-(SNARFROST)-28-03-2022   2.115
LÍÐHAMAR – ( KG 602 )NFCS-28-03-2022  2.572

Comments

Anru er komin inn við 39.000 pundum

28/3/2022

Comments

 
Picture
​Anru er komin inn at landa av góðum túri. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 39.230 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 30.700 pund hýsa, 6.940 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir byrjaði túr tann 22. mars.

Skipari á Anru er Gundur Sørensen.

Landa bleiv til NFCS klokkan 7:00 í morgun.

SáH

ANRU – ( KG 730 )NFCS-28-03-2022   19.615

Comments

Endiliga blíva Garðabrekkan, Garðavegur og Stangarvegur raðfest

27/3/2022

Comments

 
Picture
Á Býráðsfundinum seinasta hóskvøld bleiv samtykt, at nú skal farast í holt við at loysa stóra stóra ferðslutrupuleikan Garðabrekkan, Garðavegurin og Stangarvegurin.

Hetta stóra mál tók eg upp í valstríðnum hjá mær til Býráðsvalið seinast og kallaði økið ein deyðsfella og sendi eitt filmsklipp av hvussu skili var á økinum, sja filmsklipp herundir.

Sera gott at nú verður ein partur av trupuleikanum loystir, men tað eru eisini sera stórir trupuleikar longri suðuri, omanfyri við Samsonarsmiðju, Solo, RV Tøkni og Elding, har ongar gongubreytir eru og tann trupuleikin má eisini loysast skjótast gjørligt, tí tað er eisini ein deyðsfella.

Hetta var til samtyktar á Býráðsfundinum seinasta hóskvøld: 
Í stuttum snýr málið seg um at gera eina regulering av brekkuni norðast á Garðavegnum, “Garðabrekkan”í samband við eina vegaloysn, har Stangavegurin og Garðavegurin koma saman. Reguleringin hevur við sær, at kommunan má ogna sær ella gera avtalu um lendi til vegaloysnina.

Kommunan hevur samskift við avvarðandi lendispartar, og er ein loysn funnin, har kommunan ognar sær matr.nr. 1160 og ger eina avtalu við eigaran av matr.nr. 1202 um eina ál av tí matriklinum.

Ætlandi skal málið loysast innan verandi fíggjarkarm við eini umraðfesting av kontunum Vegir, Íløgur og Byggbúning Bústaðir – vegir til eldri sethúsaøkir (til keyp av matr.nr. 1160), sjá tekning herundir.

Fíggjarligar avleiðingar:
Málið ætlast loyst innan verandi fíggjarkarm. Sambært uppgerðum og frágreiðing omanfyri kann einans vísast á kontuna til Vegir Íløgur har tilsamans 7,0 mió. kr. eru settar av, og til kontuna Býggibúning Bústaðir – vegir til eldri sethúsaøkir – har tilsamans 2,5 mió. kr. eru settar av.

Tilmæli:
Tekniska fyrisiting mælir viðkomandi nevndum og býráði til, at kommunan ognar sær matr.nr. 1160, vísandi til frágreiðingina um málið.

Ferðslunevndin 14. mars 2022:
Nevndin tekur undir við málinum, tí talan er um eina sera góða ferðsluliga loysn.

Deyðsfellan

Picture
Comments

Stuðulsdystur millum StÍF og Kyndil veteranar

27/3/2022

Comments

 
Picture
Hóskvøldið 31. mars skipa kvinnu- og mansliðini hjá Stíf fyri stuðulstiltaki í Høllini á Skála. Stuðulin verður latin til hjálparátøk í samband við kríggið í Ukraina (stuðulin verður til til Reyða Kross Føroyar).

Tiltakið byrjar kl 18:30 við vørutombula.

Stuðulsdystur
Kl. 19 verður stuðulsdystur millum mansveteranar hjá Stíf og Kyndli. Hetta eru menn, sum hava verið við til at vinna nógv steyp til felagið. Vit vænta eitt ordans brak av einum dysti.

​Atgongumerkið kostar 100 kr. og fæst til keyps við dyrnar. 14 ár og yngri rinda einki.

Uppboðssøla av leikaraklæðum
Eftir dystin verður uppboðssøla av leikaraklæðunum hjá Stíf-kvinnunum, sum blivu føroya- meistarar í 2021. Og leikaraklæði hjá mansliðnum vera eisini seld á uppboðssøluni.

Kaffi/te og annað fæst til keyps.

Komið og stuðlið einari góðari søk!

Kvinnu- og mansliðini hjá StÍF

Comments
<<Previous
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.