NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • Kontakt
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Serkøn Í Danmark Og Í Føroyum Siga, At Tað Ikki Er Neyðugt At Brúka Maskur, Men Er Tað Rætt?

31/3/2020

Comments

 
Billede
Vit lurtað við stórum oyrum eftir okkara serkønu og tey geva okkum góð ráð viðvíkjandi Corona ella Covid 19, men eru øll ráðini góð nokk, tey hava mest sum øll sagt, bæði í Føroyum og í Danmark, at tað ikki er neyðugt at brúka trygdarmaskur, men her ein áhugaverd grein, sum sigur beint tað mótsatta, klikk her: “Universal mask-wearing is the most overlooked Covid-19 lifesaver”
​

SáH

Billede
Billede
Comments

74 føroyingar frískir – trý innløgd

31/3/2020

Comments

 
Billede
​Í løtuni eru í alt 74 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna.

Tríggir persónar er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 31. mars 2020 klokkan 07.40

Comments

169 føroyingar fingið staðfest smittuna

31/3/2020

Comments

 
Billede
Tað eru nú í alt 169 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 4065 kanningarúrslit. Úrslitið fyri seks kanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, verða greinað seinni í dag.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Eftir at uppgerðin í gjáramorgunin varð almannakunngjørd, var komið eftir, at 167 og ikki 168 persónar høvdu fingið staðfest smittuna. Sostatt eru tveir persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið.

Heilsumálaráðið tann 31. mars 2020 klokkan 07.35

Comments

155.705 fólk eru nú smittaði í USA við Corona

30/3/2020

Comments

 
Billede
Tey nýggjastu tølini upp á smittaði í USA er blivin munandi størri enn fríggjdagin.
Hægsta talið er frá New York, har heili 59.648 nú eru smittaði.

Her seinastu tølini, sum er uppgjørd tann 30.03.2020 klokkan 20:00

Seinstu tølini uppá smittaði í USA: 155,705 (+61,207 síðani fríggjadagin)

U.S.A. deyð: 2,810 (+1,368 síðani fríggjadagin)
U.S.A. Frísk: 4,913 (+4,100 síðani fríggjadagin)

Statirnir við hægstu Corona smittuni:
New York: 59,648
New Jersey: 16,636
California: 6,300
Michigan: 5,486
Florida: 5,473

Lond við hægstu Corona smittuni:

U.S.A.: 155,705
Italia: 101,739
Spania: 85,199
Kina: 81,439
Týskland: 64,527

Samlað fyri alla verðina
: 766,336 smittaði / Deyð: 36,873

Kelda: Microsoft’s COVID-19 hagtøl

​SáH

Comments

Fuglberg og Skoraberg komu aftur klokkan 04:20 í morgun við 250.000 pundum

30/3/2020

Comments

 
BilledeSkoraberg, mynd tikin tann 30.03.2020 klokkan 04:17
Fuglberg og Skoraberg komu aftur kl. 04:20 í morgun við 250.000 pundum. Teir hava partrola eystanfyri Føroyar.

Teir landa í løtuni til Kósina og hava teir 250.000 pund, meginparturin upsi.

Teir byrjaði túr tann 20. mars.

SáH

Billede
Billede
Skoraberg, mynd tikin tann 30.03.2020 klokkan 04:20
Comments

168 føroyingar fingið staðfest smittuna

29/3/2020

Comments

 
Billede
Tað eru nú í alt 168 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 3825 kanningarúrslit. Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Sostatt eru níggju persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið.

Í løtuni eru í alt 73 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 30. mars 2020 klokkan 07.30

Comments

Bert ein handil opin í norðoyggjum í gjár og hvussu nógv fólku munnu blivu smittaði

29/3/2020

Comments

 
Billede
Skrivaði eina grein ígjár, har yvirskiftin var “Corona smittan ovurhonds stór í Norðoyggjum, hvat hendur?” Fleiri túsund fólk klikkaðu seg inn á greinina og har vóru meira enn 100 viðmerkingar á Facebook, har fólk søgdu sína meiningar, um hvat vit skulu gera við fyri at fáa ovurhonds stóra talið av smittaðum í Norðoyggjum niður.

Ígjár var bert ein handil opin í Norðoyggjum og har fóru sjálvandi skít fult av fólki at keypa og tað kann vera ein orsøk til at so nógv eru smittaði her norðuri? Hetta má broytast umgangandi, so at allir matvøruhandlar hava opið somu dagar, hetta minkar eisini munandi um smittuvandan.

Nøkur fólk hava skriva sína misnøgd á Facebokk, her nakrar viðmerkingar:
NÓGV fólk inni í handlinum 🤷🏼‍♀️ nakað at siga til at tølini eru høg í klax 🙈🤷🏼‍♀️
ja, færri handlar opnir tættari millum fólkini, soleiðis er tad bara 😷
og ongin mjólk at fáa 😭 osv. osv….

Í Danmark hava tey avgjørt, nú vit nærkast páskir, at broyta opningstíðirnar og hava tey broytt lógina og givið øllum matvøruhandlum loyvið at hava opið tveir dagar eyka á páskum, so ikki ov nógv fólk vera samlaði í teimum minni handlunum og á tann hátt minka um smittuvandan.

Hetta átti vit eisini gjørt í Føroyum og sera týdningarmikið at allir matvøruhandlar hava opið somu dagar.

​SáH

Billede
Comments

Gadus kom klokkan 10:00 í morgun fullfermdur

29/3/2020

Comments

 
Billede
Klokkan var 10:00 í morgun tá ið Gadus legði at bryggju við NFCS. Ikki nógv fólk vóru á kajuni, nakrir bilar og tað var tað.

Jógvan á Lakjuni havnameistari tók ímóti endanum og so hildu allir mennirnir seg umborð, tí har sleppur ongin umborð, hetta skrivar ein av manningini á Facebook:

Har ein spyr hann, um teir sleppa í land og svarið var hetta: Ja, ongin trupuleiki, men vit landa bátin og gera hann kláran til komandi túr fyrst, tá vit so loksins eru farnir í land, fer hitt skifti umborð og avstað, tað sleppur ongin umborð meðan vit liggja við kei ❤️?

Gadus er fullfermdur, nakað yvir 740 tons. Teir fóru avstað 25. januar og hava teir fiska í norskum sjógvi.

Við eru 32 mans og skipari er John Fuglø.

Heimferðin hjá teimum hevur ikki verið nakað serligt, teir høvdu sera vánaligt veður teir fyrstu dagarnar, men so bleiv veðrið betri tá ið teir nærkaðist Føroyum. Teir fóru at sigla heim tann 23. mars, so tað tók teimum 6 dagar at koma heim.

Skipara og manning verður ynskt vælkomin heim.

​SáH

Comments

Corona smittan ovurhonds stór í norðoyggjum, hvat hendur?

29/3/2020

Comments

 
Billede
Í morgun komu nýggjastu tølini inn fyri smittaði fólk og har er Klaksvík køla svart.

Vit hava 39 smittaði og alt Suðurstreym hevur bert 78-82 fólk smittaði, so her má gerast okkurt í okkara økið.

Tann 24. mars vóru 29 smittaði í Klaksvík og tað talið gongur sera skjótt uppeftir og nú eru heili 39 smittaði nú vit skriva 29. mars. Haldi í hesum stóra talinum eru eisini tey sum eru staðfest frísk tald við, so her er heilt galið.

Halda fólk seg ikki inni, tá tey hava fingið staðfest smittuna Covid 19 og hví eru so nógv fólk smittaði í Norðoyggjum í mun til Suðuroynna, Norðsteymoy og Sandoy?, har talið er minni enn 3 smittaði í suðri og á Sandi og bert 5 smittaði í Norðsteymoy?

Her ruggar ikki alt rætt og her má gerast okkurt, tí so endar tað við, at vit hava helvtina av øllum smittaðum í Føroyum og tað er ikki gott nokk.

Hvat skal gerast er ilt at meta um, kanska man skuldi stongt undirsjóvartunnilin fyri allari ferðslu, so bert vinnan og sjúkrahúsverkið sloppið at koyra ígjøgnum og so stramma upp við, hvar tey sum hava staðfest Covid 19 smittuna eru? og almenningurin fekk at vita hvør er sjúkur?

Ein annar møguleiki er, at gera ein almennan Facebook bólk, har tey sum eru sjúk kunnu tasta seg inn og so kunnu vit fylgja við, nær tey vera frísk og vit kunnu hjálpa teimum, um tey trongja til hjálp. Á tann hátt kunnu vit basa smittuni, so vit øll í felag fáa stóra talið av smittaðum niður í Norðoyggjum á tað talið, sum er í suðri og sandi, nevnliga niðanfyri 3 smittaði.

SáH

Comments

70 føroyingar frískir í alt

29/3/2020

Comments

 
Billede
Í løtuni eru í alt 70 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Sostatt eru seks føroyingar afturat staðfestir frískir seinasta samdøgrið.

Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 29. mars 2020 klokkan 07.55

Comments
<<Previous
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Proudly powered by Weebly