Sostatt eru fýra persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið.
Heilsumálaráðið tann 29. mars 2020 klokkan 07.50
Tað eru nú í alt 159 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 3637 kanningarúrslit. Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk. Sostatt eru fýra persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið. Heilsumálaráðið tann 29. mars 2020 klokkan 07.50 Leiðreglurnar fyri tey, ið hava fingið staðfest coronasmittuna, verða nú herdar. Uttan mun til nær tey hava havt seinastu sjúkueyðkenni, so skulu tey nú verða í sóttarhaldi í 14 dagar eftir staðfesta smittu. Hetta kemst av, at nýggjar kanningar vísa, at tað er ein møguleiki fyri, at tú kanst smitta longur enn 48 tímar eftir seinasta sjúkueyðkenni. Higartil hava leiðreglurnar verið, at smittað fólk verða staðfest frísk aftur, tá ið 48 tímar eru farnir uttan sjúkueyðkenni. Nýggju leiðreglurnar eru longu settar í verk. Heilsumálaráðið Í løtuni eru í alt 64 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Fyri at staðfesta, at smittaði fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi. Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna. Heilsumálaráðið tann 28. mars 2020 klokkan 08.20 Tað eru nú í alt 155 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 3346 kanningarúrslit. Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk. Sostatt eru 11 persónar í alt staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið. Heilsumálaráðið tann 28. mars 2020 klokkan 07.50 Spurdi Jógvan Skorheim ein spurning og hann svarar aftur í hansara familjublaðið Norðlýsinum?27/3/2020 Tað gongur vilt fyri seg í okkara Kommunu, Settið Jógvan Skorheim ein spurningum um russisku skipini í Klaksvík og hann svarar aftur í hansara familjublaðið Norðlýsinum? Hví hann ikki svaraði á News.fo og Norðoya Portalinum, er ilt at meta um, kanska er tað tí, at hansara familjublað ikki setur honum nakrar kritiskar spurningar, so hann kann koma syngjandi inn aftur til næsta Býráðsval, Norðlýsið skal helst heldur ikki missa lýsingarpengarnar, tí Klaksvíkar Kommuna lýsir fyri fleiri 100túsundtals krónir um árið hjá teimum og kann hann á tann hátt brúka blaðið akkurát honum lystir. Spurningurin var hesin? Jógvan Skorheim, Passar Tað At Ongin Russisk Skip Sleppa Til Klaksvíkar Aftur? Havi hoyrt frá álítandi keldum, at Klaksvík ikki skal taka ímóti russiskum skipum í framtíðini. Høvuðsorsøkin er at tey larma ov illa og tískil eru tey óynskt at leggja at í Klaksvík, bæði inni í Klaksvíkingini og á Norðhavnina. Svarið vera tit noydd at lesa í familjublaðnum hjá Jógvan Skorheim. Hatta er ikki gott nokk, vónandi vaknað okkara borgarar, hvussu okkara politikkara brúka skattaborgarans pengar til síni egnu? har onnur ongan møguleika hava at fáa ein bita av ovurhonds stóru lágkøkuni, sum man gevur sínum egnu. Annars takk fyri svarið, bert skeiv adressa, at koyra tað í familjublaðið hjá tær Jógvan Skorheim, tá ið eg settið tær ein spurning. SáH So leingi Corona er, hava kirkjurnar í Danmark avgjørt, at tey ringja hvønn dag klokkan 17:00 inntil at man hevur fingið tamarhald á Coronu, hetta fyri at vísa samanhald við hvønn annan í hesu truplu tíð. Tað eru teir 10 biskuparnir sum hava mælt teimum 2.350 kirkjuni í Danmark at ringja hvønn dag, har fólk kunnu senda ein tanka til tey, sum tey ikki sleppa at vitja og síggja í løtuni, eisini øll tey, sum eru sjúk og eisini øllum teimum sum taka sær av okkara sjúku. Ein góður tanki og hetta skuldi vit eisini gjørt í Føroyum. Kanska okkara biskupur tekur táttin upp. SáH
Í løtuni eru í alt 54 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest corona-smittuna.
Fyri at staðfesta, at smittaði fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi. Heilsumálaráðið tann 27. mars 2020 klokkan 07.35 Útvarp Føroya fortelur ræðslusøgur og gerð fólk bankin, sjá filmsklipp herundir. SáH
Tað eru nú í alt 144 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 3120 kanningarúrslit. Úrslitið fyri 100 kanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, verða greinað seinni í dag.
Sostatt eru fýra persónar afturat smittaðir seinasta samdøgrið. Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk. Heilsumálaráðið tann 27. mars 2020 klokkan 07.30 Útvarp Føroya hevur ræðslusøgur og gerð fólk bangin. Havi hoyrt frá álítandi keldum, at Klaksvík ikki skal taka ímóti russiskum skipum í framtíðini. Høvuðsorsøkin er at tey larma ov illa og tískil eru tey óynskt at leggja at í Klaksvík, bæði inni í Klaksvíkingini og á Norðhavnina. Veit ikki um tað passar, tí er tað upp á sítt pláss, at spyrja okkara borgmeistara, um tað passar, at hann hevur givið boð um, at ongin russisk skip skulu sleppa til Klaksvík aftur? Veit bara, at hetta verður ein stórur smeitur fyri Klaksvíkar Havn, tí russisku skipini hava lagt nógvar pengar eftir sær og nú ongin ferðamannaskip heldur koma, so hevur Klaksvíkar Havn mist sera nógv av sínari inntøkugrundarlagi og tað kann fáa stórar fylgir fyri Klaksvíkar Havn. SáH |
Greinar
March 2024
|