NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

KJAKFUNDUR: VIT SKULU VERJA BØRNINI

29/5/2013

Comments

 
Picture
Mánakvøldið 3. juni skipar Ráðið fyri brekað fyri kjakfundi í Løkshøll í Runavík. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, luttekur á fundinum.

- Hvussu liva vit upp til grein 7 í breksáttmálanum, sum er um at verja børn, sum bera brek? Hvar er røddin hjá barninum, ið ber brek? Hvørjar styrkir, veikleikar og møguleikar kunnu hesi børn hava, og hvussu kann nýggja almennaverkið taka ímóti børnum, ið bera brek?

Hetta er nakrir av spurningunum, sum verða umrøddir mánakvøldið 3. juni í Løkshøll, har Ráðið fyri brekað skipar fyri kjakfundi.

Høvuðsevnið er grein 7 í breksáttmálanum, sum snýr seg um at verja børn, ið bera brek. Børnini skulu kunnast um og vita, at tey hava sama rætt sum onnur børn, at tey altíð skulu sleppa at siga sína meining um mál, sum viðvíkja teimum, og at tá mál um børn verða viðgjørd, eigur tað at verða gjørt soleiðis, at atlit altíð verður tikið til, hvat er best fyri barnið.

Vit vita væl, at tað er sera ymiskt hvussu børn, ið bera brek, koma til orðanna. Tað er ymiskt hvørjir førleikar tey hava, og tað er ymiskt hvørjar umstøður tey hava. Tað er skyldan hjá samfelagnum at bera so í bandi, at øll børn, ið bera brek, verða vard. Tað hevur Føroya Løgting samtykt og ynskir, at soleiðis skal vera fyri øll børn í Føroyum, ið bera brek.

Børnini hava alt lívið frammanfyri sær og skulu tí hava bestu umstøður at vaksa upp, soleiðis at tryggjað verður, at tey fáa eitt gott og innihaldsríkt lív.

Skráin fyri fundin sæst her: Almenn skrá 

Comments

CESCR nevndin er komin við sínum niðurstøðum

24/5/2013

Comments

 
ST nevndin fyri búskaparlig, sosial og mentanarlig rættindi (CESCR nevndin) er komin við síðum niðurstøðum frá hoyringini 10. mai. Fríggjadagin 10. mai vóru Danmark, Føroyar og Grønland til hoyring um Semingina um búskaparlig, sosial og mentanarlig rættindi (CESCR sáttmálin). Hoyringin var í Geneve og tók støði í frágreiðing, sum Danmark, Føroyar og Grønland lótu ST í 2009. Eftir slíka hoyring ger CESCR nevndin niðurstøður við ymiskum eygleiðingum og tilmælum kallað Concluding Observations. Niðurstøðurnar frá hoyringini kunnu lesast her.

CESCR nevndin hevur til uppgávu at kanna, hvussu ST limalondini halda seg til skyldurnar í CESCR sáttmálanum. Í sáttmálanum binda londini seg til at tryggja sínum borgarum rættindi til arbeiði, heilsu, útbúgving og nøktandi liviumstøður. Sáttmálin er frá 1966 og kom í gildi fyri Føroyar í 1972.

Comments

Tryggingarvirksemið hjá LÍV nýskipast

23/5/2013

Comments

 
Picture
Fyri at gera tryggingarvirksemið í LÍV greiðari, og til tess at áseta, hvussu landskassaveðhaldið skal handfarast í sambandi við avhending av tryggingarfelagnum, verður tryggingarvirksemið í felagnum nú skipað av nýggjum

Virksemið hjá P/F Føroya Lívstrygging, LÍV, verður nú umskipað. Hetta verður gjørt sum partur av semju millum LÍV, Vinnumálaráðið og Tryggingareftirlitið.
 
Endamálið er at gera virksemið greiðari í einum einføldum bygnaði og at áseta, hvussu landskassaveðhaldið skal handfarast í sambandi við avhending av tryggingarfelagnum. Nýskipanin hevur eisini ein týdning roknskaparliga.
 
Týdningarmest at staðfesta er, at umskipanin onga ávirkan fær fyri tryggingartakarar, og at landskassin framhaldandi stendur við sínar skyldur sum veðhaldari fyri tryggingar, ið eru teknaðar við landskassaveðhaldi.
 
Í stuttum verður tryggingarvirksemið skipað soleiðis frameftir, at móðirfelagið, P/F Føroya Lívstrygging, fer at virka sum holding- og umsitingarfelag fyri tey bæði dóttirfeløgini, ið vanliga verða nevnd Lív 2 og Lív 3. 
 
Í Lív 2 verður frameftir øll nýtekning av tryggingum saman við øllum tryggingum, ið eru teknaðar á vanligan hátt uttan landskassaveðhald, tvs. eftir ár 2000, tá ið tryggingarvirksemið varð skipað í alment partafelag. Virksemið í hesum felag verður sostatt ikki broytt.
 
Lív 3 skal umsita gomlu tryggingarnar, tvs. tær ið eru teknaðar fyri ár 2000 eftir gamla leistinum við landskassaveðhaldi. Ongin nýtekning er í hesum felag, sum sostatt formliga heldur uppat at virka sum vanligt tryggingarfelag. Komandi nógvu árini verður Lív 3 avviklað við inngjøldum og útgjøldum við tað, at støðugt færri tryggingartakarar, av náttúrligum orsøkum, vera í felagnum. 
 
Roknskaparliga ber henda nýskipan í sær, at vanligu roknskaparreglurnar í tryggingarlógini um solvens v.m. ikki galda men at aðrar reglur um rakstur av lívstryggingarfelagi verða nýttar - alt undir eftirlitið av Tryggingareftirlitinum.


Comments

Nú verða fiskiloyvini til fiskiskap eftir makreli og norðhavssild fyri 2013 útskrivað

23/5/2013

Comments

 
Picture
Kunngerðin, sum skipar fiskiskapin eftir makreli og norðhavssild í 2013, er nú lýst.
 
Øll fiskifør undir føroyskum flaggi við veiðiloyvi kunnu sambært kunngerðini luttaka í fiskiskapinum eftir makreli og norðhavssild í 2013. Fyri fiskifør, ið koma undir bólk 5, sambært grein 28, stk. 1. í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, krevst tó ikki veiðiloyvi.
 
Umsóknir um loyvi at fiska makrel og/ella norðhavssild í 2013, skulu sendast Fiskimálaráðnum. Tey, sum longu hava søkt, nýtast ikki at søkja av nýggjum.
 
Eingin umsóknarfreist er, og loyvi at fiska ávikavist makrel og norðhavssild verða útskrivað, so leingi kvota er eftir.
 
Sambært kunngerð um avgreiðslugjøld fyri fiskiloyvi skal eitt avgreiðslugjald upp á 500 kr. fyri hvørt loyvi vera goldið, áðrenn fiskiloyvið kann skrivast út. Gjaldið skal flytast á konto nr. 6460-173.368.2 í BankNordik. Tá goldið verður, skal tilskilast navn og sýslunummar á fiskifarinum, kallibókstavir og eigari av fiskifarinum.
 
Eru spurningar, ber altíð til at venda sær til Fiskimálaráðið á telefon 353030.
 
Kunngerðin um fiskiskapin eftir makreli og norðhavssild í 2013 sæst her.
 
 Um kunngerðina
 
Kunngerðin skipar fiskiskapin eftir ávikavist makreli og norðhavssild í 2013. Føroysk skip kunnu í 2013 fiska 143.795 tons av makreli og 103.180 tons av norðhavssild.
 
Øll fiskifør undir føroyskum flaggi, sum hava veiðiloyvi, kunnu luttaka í fiskiskapinum. Fiskifør, ið koma undir bólk 5, sambært grein 28, stk. 1. í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, nýtast tó ikki veiðiloyvi. Fyri at luttaka í fiskiskapinum krevst serstakt fiskiloyvi til ávikavist makrel og norðhavssild frá Fiskimálaráðnum.
 
Partur av kvotuni er harumframt settur av til vísindaligar rannsóknir og til vinnuligar fiskiveiðiroyndir.
 
Nótaskipini fáa kvotuna av ávikavist makreli og norðhavssild tillutaða sum eginkvotu, ímeðan restin av flotanum fær kvotu tillutaða sum felags árskvotu. Í summum bólkum er hámark fyri, hvussu nógv eitt einstakt skip kann fiska av felagskvotuni. Hetta er gjørt fyri at stuðla undir skynsama gagnnýtslu av kvotuni og fyri at tryggja, at einstøk skip ikki fiska alla kvotuna undan hinum.
 
Til tess at tryggja gagnnýtslu av kvotuni er lagt upp til, at felagskvota av makreli, sum ikki er fiskað 1. september 2013, verður tøk at fiska hjá øllum skipum, ið fiska av felagskvotu. Eisini er lagt upp til, at um sannlíkindi eru fyri, at kvota av norðhavssild hjá einum bólki ikki verður fullnýtt, kann landsstýrismaðurin loyva øðrum skipabólkum at fiska av hesi kvotu. Landsstýrismaðurin skal fráboða slíkar broytingar í góðari tíð.
 
Víst verður á, at serstakar treytir eru fyri fiskiskapinum eftir makreli og norðhavssild í 2013, sum m.a. umfata veiði- og avreiðingargjøld og treytir til manningar. Víst verður til Løgtingslóg nr. 50 frá 17. mai 2013 um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir norðhavssild og makreli í 2013.

Picture
Comments

Rættindini hjá teimum ið leiga eru styrkt

18/5/2013

Comments

 
Picture
Frameftir skulu tey sum leiga bústað rinda depositum á serligari deponeringskontu, heldur enn á kontu hjá útleigara. Hetta fyri at sleppa undan støðum, har leigari av órøttum ikki fær depositum aftur eftir at leigumál er endað. 

Landsstýriskvinnan í almannamálum legði í vár uppskot til broyting í leigulógini, sum Løgtingið nú einmælt hevur tikið undir við. Í viðmerking sigur Annika Olsen:

- Broytingin hevur til endamáls at styrkja rættindini hjá teimum, sum leiga. Tíverri hava verið fleiri støður, har leigari av órøttum ikki hevur fingið depositum aftur frá útleigara og hevur kent seg noyddan at kæra málið til Leigunevndina. Kærumál taka tíð at viðgera og ímeðan stendur leigari í stak óhepnari støðu, um hann skal brúka depositum fyri at útvega sær annan bústað.

Leigunevndin vísir í ársfrágreiðing sínari á, at flestu málini hjá nevndini eru um depositum, sum útleigari av órøttum hevur hildið aftur. Leigunevndin mælti tí eisini til at broyta leigulógina soleiðis, at depositum frameftir verður rindað á serligari kontu í peningastovni, sonevndari deponeringskontu, heldur enn á kontu hjá útleigara.

Leigumál, sum eru skipað sambært lógini um Húsalánsgrunn eru tó undantikin kravinum um deponeringskontu. Skipanin við deponeringskontu verður eftirmett áðrenn 1. januar 2018. 

Comments

Uppskot til broyting í løgtingslóg um vápt til hoyringar

18/5/2013

Comments

 
Picture
Broytingin vil í stuttum innibera, at krav verður sett um, at tey ið eiga og nýta skotvápn skulu hava vápnaprógv.Ætlaðu broytingar:

Tey ið eiga og nýta skotvápn s.s. riflu, skulu bæði hava serstakt loyvi frá Føroya Landfúta, umframt vápnaprógv.
Tey ið eiga og nýta slættpípaðar haglbyrsur, skulu hava vápnaprógv.
Tey ið eiga og nýta luft- og fjarðabyrsur, og sláturamboð, verða ikki umfataði av kravinum um vápnaprógv.

Eisini verða skiftisreglar fyri tey, ið longu eiga og nýta vápn, umframt at givið verður “frítt at fara” (frit lejde) fyri fólk ið eiga ólóglig vápn, í eitt styttri tíðarskeið.

Hoyringsfreistin er til fríggjadagin tann 14. juni 2013, kl. 12:00.

Viðmerkingar kunnu sendast til imr@imr.fo ella til jogvansv@imr.fo 

Comments

Føroyar undirritað arktiska samstarvsavtalu um oljutilbúgving

16/5/2013

Comments

 
Á ráðharrafundi í Kiruna í dag hava limalondini í Arktiska Ráðnum undirritað samstarvsavtalu um oljutilbúgving. (Arctic Marine Oil Pollution Preparedness and Response.)

Endamálið við avtaluni er at styrkja um samstarv og veita sínámillum hjálp innan oljutilbúgving. Londini binda seg til at hjálpa hvørjum øðrum, móti gjaldi og eftir førimuni, um stórar vanlukkur raka. Harumframt binda londini seg til at taka burtur umsitingarligar forðingar í samband við flutning av útgerð og fólki millum londini. 
 
Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen sigur: ”Økta virksemi í arktiska sjóøkinum økir um vandan fyri vanlukkum og oljudálking. Oljudálking kann fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri vistfrøðiligu skipanirnar í havinum. Sum støðan er eru Føroyar ikki førar fyri at basa einari umfatandi oljudálking sjálvar, og tí kann gerast neyðugt at biðja sær hjálp úr grannalondunum.” 
 
Hetta er aðru ferð, ein bindandi avtala verður samtykt av Arktiska Ráðnum, har Føroyar eru sáttmálapartur. Hin fyrra, samstarvsavtalan um leiting og bjarging (SAR-avtalan), varð undirritað av Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni í Nuuk í 2011.

Comments

Teknikapping: Roykja - tað er rotið

15/5/2013

Comments

 
Picture
Comments

Ulrike Steuerwald heiðrað heiðurslimur

13/5/2013

Comments

 
Picture
Hósdagin handaði GSD felagið Ulrike Steuerwald heiðursbræv, har hon varð tilnevnd heiðurslimur í felagnum. Heiðurin varð givin fyri stóra arbeiðið, hon ger fyri føroyingar við Glykogen goymslubreki

Tíðindaskriv

Síðani 1995 hevur Ulrike Steuerwald gjørt eitt stórt arbeiði fyri føroyingar við GSD typu 3a. Uttan hennara hjálp høvdu sjúklingar við hesi sjúku ikki fingið nóg góða viðgerð. Saman við GSD felagnum hevur hon skipað fyri fleiri námsskeiðum. Við hjálp og ráðgeving, og við at fáa samband í lag við serfrøðingar , hevur hon gjørt tað møguligt hjá føroyingum við GSD3a at fáa eina breiða vitan um sjúkuna, soleiðis at tey nú kunnu liva so at siga uttan sjúkueyðkenni.

Í heiðursbrævinum til Ulrike sigur GSD felagið soleiðis:

Við hesum heiðursbrævi verður Ulrike Steuerwaldtilnevnd til heiðurslim í GSD felagnum.

Ulrike Steuerwald verður við hesum heiðursbrævi tilnevnd heiðurslimur fyri tað stóra arbeiði, hon ger fyri føroyingar við Glykogen Goymslubreki, Glycogen Storage Disease.

Ulrike Steuerwald hevur við sínum góða hjartalagi og arbeiðssemi sýnt føroyingum við GSD ómetaliga stóra umsorgan.

Ulrike Steuerwald hevur lagt nógv fyri, og hevur stríðst fyri at savna vitan til fólk við GSD.

Hjartaliga takka vit Ulrike Steuerwald fyri, at hon í so mong ár áhaldandi hevur verið til reiðar at hjálpt og stuðla føroyingum við GSD.

GSD felegið í Føroyum

Comments

Føroyskari Regatta í Odense

13/5/2013

Comments

 
Picture
Tíðindaskriv

18. mai 2013 kl. 14.00, skipar Róðrarfelagið, Sleipnir, fyri Føroyskari Regatta í Odense.

Formaðurin í Sleipnir leggur út við at ynskja stevnugestunum vælkomnum og síðani verður stevnan sett av Carsten Utzon (formaður í Odense Roklub).

Kappróðurin byrjar kl. 14.30 og medalju- og steypahandanin verður kl 17.00.

Søla av ymiskum mati og drekkivørðum verður í Odense Roklub.

Eisini verður lutaseðlasøla, har ið møguleiki er fyri at vinna m.a. ferðaseðlar frá Norrønu og Atlantsflog.

Kl.19.00 

byrjar veistlan, har borðreitt verður við buffet og barrin verður full við ymiskum góðum at sløkkja tostan við.

Felagsangur verður eisini undir borðhaldinum.

Aftaná borðhaldið verður dansa frá borðinum og vit fara uppá gólv.

Kl. 23.00

Uni Debes & The Tomcats spæla til dans.

Kl. 5.00 endar tiltakið og vit takka fyri okkum.

Tiltaki er bæði fyri róðrarfólk og øðrum ið hava áhuga. 

Tilmelding og annað sæst á heimasíðu okkara: www.sleipnir.dk

Vinarliga

Nevndin


Comments
    Picture
    Trýst á lýsingina og sjá fleiri lýsingarprísir!!!

    Billede
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.