Endamálið við avtaluni er at styrkja um samstarv og veita sínámillum hjálp innan oljutilbúgving. Londini binda seg til at hjálpa hvørjum øðrum, móti gjaldi og eftir førimuni, um stórar vanlukkur raka. Harumframt binda londini seg til at taka burtur umsitingarligar forðingar í samband við flutning av útgerð og fólki millum londini.
Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen sigur: ”Økta virksemi í arktiska sjóøkinum økir um vandan fyri vanlukkum og oljudálking. Oljudálking kann fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri vistfrøðiligu skipanirnar í havinum. Sum støðan er eru Føroyar ikki førar fyri at basa einari umfatandi oljudálking sjálvar, og tí kann gerast neyðugt at biðja sær hjálp úr grannalondunum.”
Hetta er aðru ferð, ein bindandi avtala verður samtykt av Arktiska Ráðnum, har Føroyar eru sáttmálapartur. Hin fyrra, samstarvsavtalan um leiting og bjarging (SAR-avtalan), varð undirritað av Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni í Nuuk í 2011.