
Tey ið eiga og nýta skotvápn s.s. riflu, skulu bæði hava serstakt loyvi frá Føroya Landfúta, umframt vápnaprógv.
Tey ið eiga og nýta slættpípaðar haglbyrsur, skulu hava vápnaprógv.
Tey ið eiga og nýta luft- og fjarðabyrsur, og sláturamboð, verða ikki umfataði av kravinum um vápnaprógv.
Eisini verða skiftisreglar fyri tey, ið longu eiga og nýta vápn, umframt at givið verður “frítt at fara” (frit lejde) fyri fólk ið eiga ólóglig vápn, í eitt styttri tíðarskeið.
Hoyringsfreistin er til fríggjadagin tann 14. juni 2013, kl. 12:00.
Viðmerkingar kunnu sendast til [email protected] ella til [email protected]