NP
Norðoya Portalurin
  • Heim
  • Tíðindi
    • Uppskriftir
    • Heilsa
    • Sjótíðindi >
      • Myndir Fiskivinnan
    • Kunngerðir og Merkisdagar
  • Ítrottur
    • Flogbóltur >
      • Flogbóltur myndir
    • Fótbóltur >
      • Fótbóltur myndir
    • Svimjing >
      • Svimjing myndir
  • Politikkur
  • Vinna
    • Lýsingar
    • Lýsingar Norðoya Portalurin og News.fo
  • Tónleikur og Mentan
  • Kontakt
  • Símun á Høvdanum
  • Myndir
    • Myndir
  • Ymiskt
    • Bloggurin
    • Jokes
  • JáH (y) til minnist
  • Blog
  • Heim

Skráin til Summarfestivalin 2013

27/7/2013

Comments

 
Picture
    Nú nærkast til at Summarfestivalurin 2013 verður skotin ígongd. Her endiliga skráin fyri  festivalin og lat okkum siga tað beinanvegin, tað verður ein super festivalur. Sjá myndir frá Summarfestivalinum 2011 niðanfyri.

    Hósdagur 8. august

    Vágsbøur
    22.30: Mika  (UK)
    01.30: Swangah

    Tele tjaldið

    21.00:  Preacher (SCO)
    00.30: Grandma’s Basement

     Torgið
     19.00: Lindi
     19.30:  Herborg
     20.15: Danny
     00.30: Lover Lover

    Fríggjadagur 9. august

    Vágsbøur
    21.00:  Evi
    22.00: Legends – Voices of Rock (US)
    01.15: Jens Marni
    03.00: Tinganest

    Tele tjaldið
    19.30: Hans Andrias
    20.45: Boys in a Band
    00.15: MonkeyRat
    02.00: Flamma
    03.15:  Urbanus

    Torgið
    19.00: Lisa Kaisinger (D) & Asta
    20.15: Rannvá & Sveinur
    00.15: Quarter To Three
    02.00: Karl Martin Samuelsen

    Leygardagur 10. august

    Vágsbøur
    13.00: Karneval fer úr Badmintonhøllini og inn á Vágsbø
    13.15: Undirhald við Top Notch, Sjeikum, Silva ogTrøllarok
    13.45: Kular Røtur
    14.45:  Xperiment
    18.00:Bros
    20.00: Annika Hoydal
    23.00: Kim Larsen (DK)
    02.00: Týr

    Tele tjaldið
    21.00: Hanus G. Johansen
    01.00: Signar í Homrum
    03.00: Eyðun, Terji & Kim

    Torgið
    17.00: Holgar & Tórfríð
    19.00: Lív Næs
    22.00: Uni Debess
    01.00: Sámal Ravnsfjall

    Kelda: Summarfestivalurin

Comments

Gadus komin heim

25/7/2013

Comments

 
Picture
Fyri góðum tíma síðani sigldi Gadus inn eftir Pollinum, fullfermdur av fiski. 

Gadus fór avstað tann 12. juni og vóru á fiskileið tann 18.juni.

Túrurin hevur verið góðir og hava teir umleið 765 tons hendan túrin. Skipari var Brandur Joensen.

Leygarkvøldið ferð Gadus avstað aftur og tá verður farið til makrel.


SáH


Comments

G-Festivalurin var ordiliga well

21/7/2013

Comments

 
Picture
Tað sum fyrireikarnir hava longst eftir í áravís, kom teimum til góðar til hendan G-Festivalin í ríkiligt mát, nevnliga tað góða veðrið.
 
Veðrið var av tí allerbesta, sólin skein oman og niðan. Har var smekk fult av fólki, sum hugnaði sær á sandinum og tað besta av tí heila, øll vóru í góðum lag.

Løgreglan hevði næstan einki at gera og tónleikurin var góðir.

Stóra navni Nephew kom á pallin í gjárskvøldið kl. 23.50 og tá kókaði Gøtusandurin allur sum hann var. Samumtikið ein stak góðir festivalur, her nakrar myndir frá ígjár.

Comments

Góð konsert við Sanne Salomonsen og Hallur

7/7/2013

Comments

 
Picture
Ígjár skipaði Bónus fyri konsert við nógvum kendum tónleikarnum, við nýggja handilin hjá teimum í Hoyvík. Veðrið var alt annað enn gott, sera nógvur vindur og tað regnaði eisini av og á, men fyriskiparnir høvdu fyrireika seg væl og fólk kundi fáa sær leg undir teltum, har tað eisini bleiv selt øl og heitur matur.
 
Størsta navni var Sanne Salomonsen og hon kom á pallin kl. 22.00 um kvøldið tá var alt parkeringsplássið fult av fólkum. Norðoya Portalurin var til konsertina hjá Hallur og Co. og hjá Sanne Salomonsen og tey bæði komu sera gott frá teirra framførslu og gott lag var á øllum áhoyrarnum, bert spell, at ljóði fór, tá ið Sanna framførdi, men tað kom skjótt aftur og hon rockaði alla Hoyvíkina til. Her nakrar myndir frá tiltakinum, Tina Joensen og Símun á Høvdanum hava tikið myndirnar.

SáH

Comments

Elsuba á Høvdanum 75 ár

6/7/2013

Comments

 
Picture
Tann 14. Juli verður mamma okkara 75 ár og lat meg siga tað beinanvegin, hon er verðins fittasta mamma.  

Sum ung misti hon bæði síni foreldur Símun og Sigrid Andreasen. Tað man hava verið ein sera stórir missur og sjálvir fekk eg ongan møguleika at møta teimum, men nógvar søgur hava eg fingið fortalt frá fólkum ígjøgnum árini og allar hava verið positivar og jaligar fyri teimum báðum. Eg fekk tann heiður, at vera uppkallaður eftir hennara faðir Símun Andreasen, sum var handilsmaður og tað bleiv eisini mín lívsleið og eri eg sera stoltir av at eita eftir hesum
stóra manni, sum eitt skifti var Borgmeistari í Klaksvík.


Mamma er eitt positivt menniskja og hevur eitt sera stórt hjarta. Hon er av tí gamla slagnum, har familjan altíð er í hásætið, alt annað hevur lítið og einki at siga fyri hana. Hevur øll familjan tað gott, so hevur hon tað eisini gott. Hon hevur sera stóra umsorgan fyri allari familjuni, har hon hvønn tann einasta dag ringir til okkum øll og spyr hvussu vit hava tað og um alt stendur væl til. Sigast skal, at hon sum privatpersónur, má vera ein av teimum
heilt stóru kundunum hjá Føroya Tele, tí at tosa í telefon, tað elskar hon.

Mamma er eitt morgunmenniskja burturav og vit hava havt nógvar góðar morgnar saman. Einamest í Klaksvíkar Timburhandli á Stongunum, har vit fýra mamma, pápi, diddan og eg hvønn morgun kl.  umleið 6 ella fyrr, gjørdi
Timburhandilini kláran til viðskiftafólkini og arbeiðsfólkini at koma til og altíð endaðu vit morgunin við at biðja Faðir Vár saman við Útvarpinum og so kundi dagurin gott byrja.

Morgunin er okkara tíð. Minnist væl sum svimjari, har mamma, Oluffa og eg bakaði bollar, gjørdi pleskur, havragrýnskakur og annað, áðrenn eg fór at svimja kl. 06.00, so kunnu til fyristilla tykkum, hvussu tíðliga vit hava verið uppi.


Mamma var ein av Føroya bestu svimjarnum og hevur hon svomið kapp á sjónum fleiri staðni í Føroyum og hevur hon eisini vunnið steyp á Ólavsøku, har hon svam við molan bert íklødd svimjidragt og ikki sum nú, har tey hava
flótidragtir, tað man hava verið sera kált. Eisini hevur hon bjarga einum barni við stóru kaj í Klaksvík, hetta hevur hon fingið eina heiðursnál fyri og mæta skjaldi Pól F. Joensen yrki eina yrking um hana. Nøkur av hennara børnum og ommubørnum hava arva hetta eftir henni  og hvørja ferð vit hava svomu kapp í svimjihøllini í Klaksvík, var hon og hugdi at og heppaði okkum til sigur og mong vóru føroyameistarasteypini, sum vit svomu heim. Tann sum kláraði seg allerbest av okkum øllum, var ommusonurin Kári J. Á Høvdanum, har hann megnaði at svimja seg til heimsmeistaraskapið í svimjing í Italia og tá var mamma sera stolt. 

Tað er so nógv man kann skriva um sína mammu, bæði tá ið vit vóru børn, tannáringar og vaksin, har hon hevur leitt okkum á rættað leið, men eitt er vist, hon hevur altíð stuðla okkum í øllum, sum vit eru farin íholt við, bæði
ítróttarliga, vinnuliga og á annan hátt. 

Hon hevur havt eitt ótrúðligt tol við okkum øll. Tá ið vit vóru tannáringar, var ofta buldrasligt á Jørundsgøtu, men har hava øll verið hjartaliga vælkomin og ofta hava húsini verið full av ungdómum í sera góðum lagi og í verkskapi, har vit hugnaði okkum við sangi og tónleiki og tá  kundi tað henda, at larmurin bleiv so høgur, at mamma talaði at og eftir fleiri ávaringar til okkum, tók mamma um endan og sløkti málarin. Tað segði okkum, at tá var tíðin komin, at vit skuldi fara í dans  og larma víðari har.

Til hendurnar hevur hon eisini verið góð, har hon ígjøgnum øll árini hevur bundið okkum hálvhosur, pannibond, vøttir, skóleistar, troyggir og annað, sum vit hava fingið í jólagávu og føðingardagsgávu. Sjálvt ommubørnini er
sera glað fyri hesar gávur og nú vit skriva um gávur, so hevur mamma  longu fingið bestu føðingardagsgávu og
tað var leygardagin 25. mai í ár, tá ið bróður okkara Petur Hans í skundi bleiv koyrdir til Landssjúkrahúsið og vit øll stóðu hjálparleys og sóu hann stríðast fyri lívinum í fleiri dagar og alt talaði fyri, at hann bleiv tikin í Harrans hendur, men Jesus pápi vildi tað ørvísi og gav okkum tí allerbestu gávuna og tað var at vit sloppu at varðveita Petur
Hans.


Eg vil enda hesa grein við at geva Petur Hans bróður eitt herðaklapp, hvussu stóra umsorgan hann hevur fyri mínum foreldrum og man kann  eisini skriva umvent. Mamma og Petur Hans eru eitt fantastisk par, tey eru altíð saman, har tey koyra biltúrar saman, spæla Gekk saman, keypa inn saman, taka sær av Maverick og Grilluni, man skuldi næstan trúð, at Petur Hans var maðurin hjá mammu, men aftanfyri stendur pápi og tekur sær av øllum, tá ið á stendur.

Hjartaliga tillukku við 75 ára degnum tann 14. juli og góðan byr framyvir og takk fyri alt tú hevur verið fyri okkum
øll.

Vinarligar heilsan

Símun á Høvdanum,
Klaksvík tann 06.07.2013 



Comments

1. juli lækkaði prísirnir at koyra í undirsjóvartunlinum!!!!!

1/7/2013

Comments

 
Picture
Í gjár lækkaði prísurin at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlinum við góðum 15%.
Persónbilar rinda nú 110 krónur fyri túrin og 55 krónur, um man hevur ein kubba.  Størri bilar rinda 320 krónur og 160 krónur við kubba. Ársgjaldi kostar 9.000,00  kr. og tá kann ein koyra akkurát sum ein hevur hug til.

Ferðslan í Norðoyatunlinum er økt munandi hesi seinastu árini og ímiðal koyra 2084 ígjøgnum tunnilin um dagin. Ferðslan er eisini økt hetta fyrsta hálva árinum og hevur ein vøkstur uppá 5.5 prosent, samanborið við í fjør. Hesar  fyrsti seks mánaðir hava 377.000 akfør koyrt ígjøgnum tunnilin.

SáH


Comments
    Picture
    Billede
    Billede
    Billede

    Greinar

    June 2025
    May 2025
    April 2025
    February 2025
    January 2025
    December 2024
    November 2024
    October 2024
    September 2024
    August 2024
    July 2024
    June 2024
    May 2024
    April 2024
    March 2024
    February 2024
    January 2024
    December 2023
    November 2023
    September 2023
    August 2023
    July 2023
    June 2023
    May 2023
    March 2023
    February 2023
    January 2023
    December 2022
    November 2022
    October 2022
    September 2022
    August 2022
    July 2022
    June 2022
    May 2022
    April 2022
    March 2022
    February 2022
    January 2022
    December 2021
    November 2021
    October 2021
    September 2021
    August 2021
    July 2021
    June 2021
    May 2021
    April 2021
    March 2021
    February 2021
    January 2021
    December 2020
    November 2020
    October 2020
    September 2020
    August 2020
    July 2020
    June 2020
    May 2020
    April 2020
    March 2020
    February 2020
    January 2020
    December 2019
    November 2019
    October 2019
    September 2019
    August 2019
    July 2019
    June 2019
    May 2019
    April 2019
    March 2019
    February 2019
    January 2019
    December 2018
    November 2018
    October 2018
    September 2018
    August 2018
    July 2018
    June 2018
    May 2018
    April 2018
    March 2018
    February 2018
    January 2018
    December 2017
    November 2017
    October 2017
    September 2017
    August 2017
    July 2017
    June 2017
    May 2017
    April 2017
    March 2017
    February 2017
    January 2017
    December 2016
    November 2016
    October 2016
    September 2016
    August 2016
    July 2016
    June 2016
    May 2016
    April 2016
    March 2016
    February 2016
    January 2016
    December 2015
    November 2015
    October 2015
    September 2015
    August 2015
    July 2015
    June 2015
    May 2015
    April 2015
    March 2015
    February 2015
    January 2015
    December 2014
    November 2014
    October 2014
    September 2014
    August 2014
    July 2014
    June 2014
    May 2014
    April 2014
    March 2014
    February 2014
    January 2014
    December 2013
    November 2013
    October 2013
    September 2013
    August 2013
    July 2013
    June 2013
    May 2013

    RSS Feed

Powered by Create your own unique website with customizable templates.